leygardagur 6. mai 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fylgdu væl við manningunum
Fjølmiðlarnir á leiðini fylgdu væl við kappróðrinum í gig
á Scillyoyggjunum, har gnturnar á Jarnbardi rættiliga
gjørdu øll bilsin við sínum góðu úrslitum
DAGFINN OLSEN
Um vikuskiftið luttóku før-
oysk
kappróðrarfólk
í
heimsmeistarakapping
á
Scillyoyggjunum. Í besta
veðrið fór henda árliga
hending av bakkastokki
millum tær vøkru og eks-
otisku oyggjarnar.
Eingin ivi er um, at tá før-
oysku genturnar løgdu til
brots í føroyskt mannaðu
Sowennu, so gekk strúk-
andi. Longu í fyrsta róðri
gjørdust tær nummar tvey,
men tær fylgdu í hølunum
á heimsmeistarunum frá í
fjør, og sigldu tískil innan-
skers. Hetta endaði við kol-
døming og endaðu báðir
bátar í bólk B.
Fjølmiðlarnir fylgdu væl
við og greiddu frá og kunn-
gjørdu støðuna. Og sum
blaðið Western Morning
News skrivaði, so bardu
báðir bátar seg aftur upp í
A bólkin.
Genturnar endaðu á ein-
um samanløgdum 5. plássi,
ið má metast at vera væl
frágingið, og tað var heldur
ikki frítt, at túnatosið var um
kvinnurnar á Jarnbardi, ið
stóðu seg so væl í síni fyrstu
kappingarroynd í gig, ið er
heitið á bátaslagnum.
Dreingjamanningin
á
Eysturoyingi var við fyri 2.
ferð. Í fjør fingu teir eitt flott
8. pláss, men hóast teir und-
ir venjing høvdu fingið betri
úrslit, enn í fjør, so rakk ikki
til.
Fjølmiðlarnir fylgdu væl
við heimsmeistarakapp-
ingini í gig, har føroysk
manning fekk eitt 5. pláss
Teir fingu eitt samanlagt
16. pláss í ár og ásannaðu,
at kappingin var harðari í
ár, enn í fjør.
Tað eru vinnarar hjá 10
mannaførum, ið sleppa av-
stað til heimsmeistarakapp-
ingina í gig á Scillyoyggju-
num, so ei at ivast í, at eyst-
uroyingar miða eftir at ger-
ast fremstir aftur í ár.
Men fleiri eru eftir hesi
gularótini og nýggir bátar
eru í fleiri feløgumí ár.
Á Scillyoyggjunum liva
tey 1700 fólkini fyri stóran
part av ferðavinnu og eisini
ein væl nøgdur vertur á Har-
bourside Hotel slapp til orð-
anna í avísini. Hjá honum
var alt gistingarhúsið bílagt
til føroyingar, og kom hetta
væl við hjá honum.
Tað var gentumanningin á
Jarnbardi og dreingirnir á
Eysturoyingi, ið mannaðu
Sowennu í ár á
Scillyoyggjunum
NEIL JOENSEN
PRAKTIKANTUR
Fyrst í apríl kom hesin stás-
iligi sportsbilurin til Føroy-
ar. Lítið vistu fólk um hend-
an bilin, tey flest kendu
hann kanska ikki. Nú er
hann so komin.
Hetta man verða ein tann
frekasti sportsbilurin í Før-
oyum. Við sínum 5 geraða,
4 cylindraða, 1,8 VVT-i,
140 Hk centermotori, stend-
ur hann bara klárur at verða
útluftaður.
Hesin bilurin líkist meira
til rasarasportin, av tí at
hann er bakhjulstrektur,
hevur centermotor, sum
gevur vilinum sama vekt-
fordeiling, sum bilarnir í
rasarasportinum, og hjólini
er sett ytst út í hjørnini, so
at hann tekur svingini sum
ein dreymur.
Komin inn í bilin er tað
sum um man søkkur niður í
MR2‘arin
setrini, ein lágur bilur. 950
kg væl býtt gevur bilinum
eitt upptrekk frá 0-100km/t
uppá 8,1sek.
Bíligur er hann ikki,
268.400 kr, men tá ið ein er
komin í hann, eru pengarnir
tað verdir.
Nógv meira kann ikki sig-
ast um hendan bilin, enn at
hann er ein sportsbilur við
klassa.
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 87 - 6. mai 2000
Nr. 87 - 6. mai 2000
Bilsølustevna
Stevnuluttakarar eru:
• Reyni Service • Mazda • Ivan Johansen bilar •
• Bilsølan v/ Øssur Jóhannesen • Norðbil •
• D. B. Bilar • Eybjørn Hansen Bilasøla •
• Súkkluhandilin í Kollafirði • Ley •
Kl. 18.00-21.00 Passar títt PassWord?
Møguleiki verður at keypa lutaseðlar (á 30 kr.) har
nummarið á seðlinum verður roynt sum password á
teldu sunnudagin frá kl. 18.00 til 21.00.
Passar títt password kanst tú vinna:
1. Eina teldu 2. 500 ltr. av olju ella 3. Video bandspælara.
Bert 1000 seðlar eru prentaðir!
Sosialurin - 311820
Á Giljanesi 6. og 7. mai
Undirhald
fyri børn
Báðar dagarnar
verður undirhald
fyri børn í
fimleikarahøllini
so sum:
• Bóltkast
• Fiskibrunnur
• Barnatombola
v.m.
Leygardagin 6. mai
Kl. 14.00 Stevnan letur upp.
Kl. 15.00 Stevnan verður sett av Petur Kruse,
bygdaráðsformanni í Sørvági.
Kl. 17.00 Næmingar royna at seta met:
Hvussu nógvir av teimum passa í ein bil í senn?
Kl. 18.00 Ragnar í Vík undirheldur.
Kl. 19.00 Mótashow.
Kl. 21.00 Stevnan letur aftur.
Sunnudagin 7. mai
Kl. 14.00 Stevnan letur upp.
Kl. 15.00 Køkutombola
Kl. 17.00 Ragnar í Vík undirheldur.
Kl. 18.00 Besti útróðrarbátur 1999 verður heiðraður.
Kl. 18.30 Mótashow.
Kl. 21.00 Stevnan letur aftur.
SVEINUR TRÓNDARSON
Í næstu viku letur upp for-
kunnug framsýning í Smiðj-
uni í Lítluvík. Framsýningin
ber heitið »Eitt lot úr øðrum
heimi« og er tað íslendski
listamaðurin Ketill Larsen,
sum sýnir fram.
Motivini, sum Ketill mál-
ar hava íkki útgangsstøði í
okkara heimi. Allar tær 28
framsýningarnar úr hansara
hond hava borið eitt heitið,
sum hevur okkurt við ein
annan heim at gera. Orsøkin
til hetta er, at íblásturin, sum
Ketill fær til myndir sínar,
kemur úr einum heimi, øðr-
um enn okkara.
Verið víða um
Ketill Larsen er ikki nýggj-
ur framsýnari - minni enn
so. Hann hevur, sum nevnt,
havt 28 framsýningar og
Íslendskt
listafram-
sýning í
Smiðjuni
Í næstu viku ferð íslendski listamað-
urin Ketill Larsen, at sýna fram í
Smiðjuni í Lítluvík. Ketil er sera fjøl-
broyttur listamaður, sum umframt at
mála eisini tekst við at yrkja, syngja,
spæla sjónleik og upplestur
hann hevur ferðast víða við
listini.
Hetta er fyrsta ferðin,
hann sýnir fram í Føroyum,
men annars hevur hann
bæði havt framsýningar í
Kenja og Danmark, og
seinni í ár fer hann at hava
framsýning í Vinnipeg í
Kanada og í Attens, sum
liggur skamt frá Milano í
Italia.
Framsýning Ketills í Før-
oyum verður sostatt tann 29.
í røðini.
Leikmaður og sangari
Tað var nú ikki sum málari,
at Ketill fyrst gjørdist kenur.
Hann tókst við leiklist í
fleiri ár áðrenn hann av álv-
ara tók pensilin í hond, og
hann hevur enntá gingið á
tveium
leiklistaskúlum
gjøgnum tíðina.
Árini 1962 til 1964 gekk
hann á leiklistaskúlanum
Ævar Kvasir og hann helt
fram á leiklistaskúlanum
hjá íslendska tjóðleikhúsi-
num til 1967. Hann hevur
m. a. starvast sum leikari
hjá
ungdómsráðnum
í
Reykjavík.
Fjølbroytni er eisini eitt
sermerkið, sum passar væl
til Ketill Larsen, tí umframt
at vera leiklistamaður eis-
ini, er hann bæði sangari,
jólamaður og upplesari.
Honum dámar sera væl
vísusang og hann er sera
kendur trubadurur. Hann
hevur gjørt ein hóp av tón-
leikastykkjum og bandupp-
tøkur av hesum eru ofta at
hoyra
á
framsýningum
hansara. Viðhvørt kann hann
eisini finna uppá, at bera
fram onkra av yrkingum sín-
um.
Konsert á
Giljanesi
Konsert við sangi,
klaver, og violin,
verður í skúlanum á
Giljanesi sunnu-
dagin 30.4.00
klokkan 15.30, og í
Vestmanna skúla
klokkan 19.00.
Skráin er:
Ved rundarne E.
Grieg
Våren E. Grieg
Solveigs sang E.
Grieg
Sol, måne og stjern-
er úr skapanini
(skrivað1999) Jens
Fredborg
Steðgur
Violinsonata í A dur
av G.F. Händel
I know that my re-
deemer liveth
úr Messias av G. F.
Händel
Arie Cherubin „Sagt
holde Frauen“
úr Brúðleyp Figaros
W.A. Mozart
Dank sei Dir Herr
G.F.Händel
Tónleikararnir eru:
Martin R. Jacobsen
klaver, Petra Iversen
sang, og Annette
Nielsen violin.
Tveir næmingar úr Nes
Sóknar Musikkskúla, ið
vóru við í eini tónleikakapp-
ing niðri í Keypmanna-
havn, sum blaðhúsið Berl-
ingske skipar fyri, gjørdu
musikkskúlanum miklan
heiður og komu aftur við
fyrstu virðisløn.
Tær báðar genturnar úr
Runavík, Bodil Simonsen
og Fríðhild Hansen, hava í
átta ár spælt tvørfloytu í Nes
Sóknar Musikkskúla. Nú-
verandi lærari teirra, Katja
Volovelskaja, avgjørdi í
heyst at melda tær til hesa
kapping niðri í Danmark.
Fyri at vera við í kappingini
skalt tú ikki vera fyltur 17
ár. Tær ganga í 10. flokki,
so skuldi tað vera, so mátti
tað vera nú. Lærarin metti,
at tær nú vóru á einum slík-
um støði, at tað mundi fara
at bera til. Áræði hava tær
alla tíðina havt, so har var
einki at ivast í.
Í longri tíð hava tær báðar
vant dúgliga bæði heima og
í skúlanum. Mangan hava
tær havt floyturnar við í
skúla, soleiðis at venjast
kundi
í
fríkorterunum.
Katja, ið hevur givið teim-
um dygga undirvísing hesi
bæði seinastu árini, hevur
roynt at útvegað teimum all-
ar teir venjingarmøguleikar,
ið til bar. Ein stuðul í hesum
arbeiði, hevur Jóhannes
Andreasen eisini verið.
Hann hevði fylgispælið
bæði til venjingarnar her
heima og til kappingina í
Keypmannahavn.
Mikukvøldið í síðstu viku
var konsert í býráðshøllini í
Runavík, har Fríðhild og
Bodil fingu høvi at vísa
áhoyrarunum, hvat tær
dugdu til. Tær komu væl frá
sínum kappingarstykki og
kundu tí við góðum treysti
fara av landinum. Leygar-
dagin skuldi so slagið
standa á Flatlondum. Tær
vístu, at eisini tá ið á stend-
ur, er stirðil í teimum, so-
leiðis at dómsnevndin av-
gjørdi at geva teimum
fyrstu virðisløn fyri avrik
teirra.
Stuttligt var hjá teimum
Tær komu aftur við fyrstu virðisløn
at koma í skúla í Runavík
týsmorgunin.
Tíggjundi
flokkur stóð og veittraði við
fløggum, og allir næm-
ingarnir fagnaðu teimum ó-
ført til morgunsangin. Há-
tíðarlig var løtan, tá skúlans
leiðsla handaði teimum gáv-
ur sum eina viðurkenning
fyri tað úrslit, tær høvdu
fingið.
So er bert at vóna, at hesar
ungu, evnaríku genturnar
halda fram at arbeiða við
tvørfloytuni, soleiðis at vit
sleppa at hoyra tær eisini
Mikudagin 10. mai 2000 kl.
19.30 verður konsert við ís-
lendsku Sólrun Bragadóttir,
sopran og norðmanninum
Einar Steen Nøkleberg, pi-
ano.
Eitt sindur um tey bæði:
Sólrun Bragadóttir er
fødd í Íslandi og byrjaði at
fáa sangundirvísing við
konservatoriið í Reykjavík.
Síðani fór hon til U.S.A. at
lesa víðari við lærda há-
skúlan Indiana í Blooming-
on, haðani hon tók prógv.
Umframt at ganga á lærdum
háskúla, var Sólrun Braga-
dóttir á nógvum sangskeið-
um.
Hennara fyrsta starv var
við við Pfalztheater in Kai-
seslautern, í Týsklandi, síð-
ani starvaðist hon í fýra ár í
Hannover og arbeiddi um-
framt á Deutsche Oper am
Rhein í Düsseldorf. Sólrun
hevur eisini havt fleiri høv-
uðssanglutir í Týsklandi t.d.
á Bayerische Staatsoper í
München, í Bremen, í
Mannheim, í Kassel, í Kiel,
í Karlsruhe og í Heidelberg.
Sólrun Bragadóttir hevur ar-
beitt í Bern, í Schweiz, í
Avignon í Frankaríki, í Li-
ége í Belgien, Belfast í Ír-
landi og so eisini í Japan og
í Íslandi. Í dag arbeiðir Sól-
run Bragadóttir sum free-
lance songkvinna.
Bragadóttir hevur eina
víðfatandi sangskrá, sum
eisini telur italskar, franskar
og týskar sangir. Hon er væl
dámd bæði í Íslandi og aðr-
astaðni í Europa. Hon hevur
ofta verið at hoyrt í ís-
lendska sjónvarpinum og
luttikið í tiltøkum, sum eru
vorðin send ymsastaðni í
Europa.
Einar Steen Nøkleberg
verður i dag hildin at verða
ein hin besti pianospælarin
í Noregi og hevur verið við
á nøgvum altjóða konsert-
um og hevur spælt inn fløg-
ur. Lærarar hansara vóru
Nicolai Dirdal og Hans
Leygraf . Í 1968 vann hann
virðislønina hjá German
High School Piano Comp-
etition.
Hann hevur eisini vunnið
aðrar viðislønir, eitt nú
norsku pianovirðislønina í
1972, í 1975 norsku kritikk-
virðislønina, Lindemanns
virðislønina í 1984 og
Grieg virðislønina bæði í
Íslendsk konsert í Norðurlandahúsinum
1985 og í 1992.
Tey síðsu árini hevur Ein-
ar Steen Nøkleberg arbeitt
nógv ymsastaðni í útland-
inum og er vorðin kendur.
Hann hevur spælt bæði eins-
amallur og saman við
orkestri.
Í løtuni er Einar Steen
Nøkleberg professari við
lærda tónleikara- og sjón-
leikaraskúlan í Hannover, í
Týsklandi.
Á skránni á konsertini í
Norðurlandahúsinum verða
norðurlendskir sangir/løg at
hoyra t.d. Carl Nielsen, Em-
il Sjögren, Carl Sjögren,
Jean Sibelius, Atli Heimir
Sveinsson, Edward Grieg og
Ture Rangström.
Atgongumerkini til kon-
sertina fáast í Kunningar-
stovuni í Havn og í Norður-
landahúsinum.