leygardagur 6. mai 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 87 - 6. mai 2000
Nr. 87 - 6. mai 2000
DAGFINN OLSEN
MYNDIR: JENS K. VANG
Spenningurin var stórur í
Norðurlandahúsinum hós-
kvøldið.
Sangkappingin
Vælskapt
Brek
var
á
skránni. Kappingin var út-
skrivað fyri nøkrum fáum
mánaðum síðani av einum
áhugabólki, fyri at gera vart
við umstøðurnar hjá brek-
aðum.
Men undan avdúkingini
hóskvøldið var als einki at
frætta og eingin segði seg
hava nakra ábending um,
hvør fór avstað við fyrstu
virðisløn.
Hjørtuni vunnu
Eftir at Sámal Petersen og
Jóannes Andreasen høvdu
leikt yndisliga, beyð Jákup
Magnussen stóru mann-
fjøldini vælkomnari. Síðani
fekk Hilmar Jan Hansen
orðið vegna áhugabólkin, ið
tók stig til tiltakið. Hann
hevur verið eitt slag av
skrivara og millumlið til
fjølmiðlar. Hann greiddi
stutt frá kappingini og
fegnaðist um stóru luttøku-
na, og takkaði LÍV, ið eina
hevur stuðlað tiltakinum.
Síðani sang Tórshavnar
Manskór og so kom stóra
løtan.
Katrin Johansen hevur
sitið í dómsnevndini, saman
við Elini Heinesen, Hans
Trúgva Teirin, Gunnari
Hoydal og Sunleifi Ras-
mussen. Nevndin fekk eina
stóra uppgávu , tá hon
skuldi taka støðu millum tey
80 innkomnu løgini, yrking-
arnar og sangirnar. Hetta er
av størstu luttøkum nakran-
tíð í slíkari kapping og
dómsnevndin varð ikki lið-
ug við arbeiðið, fyrr enn
kvøldið fyri avdúkingina..
Katrin Johansen byrjaði
við 3. virðisløn. Lagið
nevnist Hjarta mítt dansar
og tað eru Uni Arge og Eyð-
un Nolsøe, ið hava skrivað.
Dómsnevndin metir, at lag-
ið festir seg beinanveg og
orðini eru einføld og við
greiðum boðskapi. Vegna
Una og Eyðun tók Johanna
Arge ímóti virðislønini upp-
á 3000 krónur.
Síðani kom 2. virðisløn.
Hon fall til sangin Hjarta,
ið Pætur við Keldu hevur
skrivað. Ein lítillátaður
sangur, ið letur seg upp við
vøkrum lag og skaldsligum
og djúpum teksti, sigur
dómsnevndin. Vegna sonin
tók Jógvan við Keldu ímóti
virðislønini uppá 5000
krónur.
Spenningurin var stórur,
tí so var bert 1. virðisløn
eftir. Hon fall til sangin
Annað boð, ið Leif og Lena
Andersen og Niclas Johann-
esen hava skrivað. Nevndin
metir hetta vera í orðum og
Hjørtuni millum
bestu boðini
Lena, Leif og Niclas fingu fyrstu virðisløn í sangkapping-
ini Vælskapt brek. Tríggir teir bestu sangirnir vórðu
kunngjørdir og heiðraðir í Norðurlandahúsinum hós-
kvøldið og millum tey 80 innkomnu uppskotini var trupult
hjá dómsnevndini at taka støðu. Bestu løgini vóru kosin
og hjørtuni komu millum bestu boðini
lag frískligt og eitt lag, fult
av gleði, ið verður fram-
borið á tónlistarliga høgum
støði. Leif Andersen tók í-
móti
virðislønini
uppá
10.000 krónur.
Nummar eitt gjørdist so-
statt Annað Boð, Nummar
tvey Hjarta og 3. pláss fekk
lagið Hjatra Mítt Dansar.
Bestu løgini vóru kosin, og
talan var um ein dag, har
hjørtuni komu millum bestu
boðini.
Fløga kemur seinni
Jóhannus á Rógvu Joensen
er tónlistarligi leigarin í ætl-
anini Vælskapt Brek. Ætl-
anin hevur alla tíðina verið
at geva út fløgu við nøkrum
av bestu innkomnu sangu-
num.
Johannus allar sær í
gongd sum skjótast og talan
verður um eini 15 - 20 løg.
Hvørt talan verður um dup-
ultfløgu, nú so nógv løg eru
innkomin, torir hann ikki at
meta um, tí ein slík er nær-
um dupult so kostnaðarmik-
il at framleiða.
Tórshavnar
Manskór
sang at enda og sum Jákup
Magnussen tók til, so kunnu
tey, ið hava sent inn, men
ikki komu upp í part nú, bert
vóna, at tey eru við, tá tað
seinni verður kunngjørt,
hvør sleppur við á fløguna
við løgum frá sangkapping-
ini Vælskapt Brek.
Á 1. pláss í sangkappingini Vælskapt Brek komu Leif og Lena Andersen og Niclas
Jonannesen. Leif tók ímóti virðislønini. Pætur við keldu kom á 2. pláss og Jógvan við
Keldu tók ímóti vegna sonin. Á 3. Pláss komu Uni Arge og Eyðun Nolsøe og teirra
vegna tók Johanna Arge ímóti virðislønini. Myndina aftanfyri teknaði Eli Smith
Veðrið var av tí fagrasta hósdagin og nógv fólk leitaði sær í Norðurlandahúsið, tí
spenningurin var stórur, tá vinnarar í sangkappingini skuldu avdúkast
GSM • NMT 450
Sosialurin - 311820
NOKIA 3210
Kr. 2.095.-
NOKIA 6150
Kr. 3.195.-
Øll eykaútgerð
til tína NOKIA fartelefon
NOKIA 650
Kr. 4.295.-
NOKIA 640
Kr. 3.195.-
NOKIA 8210
Kr. 4.495.-
NOKIA 8850
Kr. 6.645.-
NOKIA 7110
Kr. 3.645.-
CARNIVAL
2.9 Dohc Turbo-Diesel
16 V, 126 HK, 5 hurðar
3 ára garanti/100.000 km. garanti
Dupult airbag, ABS, servostýring,
sentrallás, startsperra, elrútar í fram-
hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl,
miðsetur, sum kunnu vendast og flytast
aftur og fram við borðum, koyrisetrið
kann setast í 8 ymiskar støður, rattið
kann flytast upp og niður, nakkastuðlar,
sum kunnu stillast og takast burtur,
lesiljós framman, kúfangarar í sama liti
sum bilurin, skinnarar á takinum v.m.
Rætti bilurin til mong endamál.
–Pláss fyri 7 fólkum og hópin av
viðføri. Fæst eisini við aut. gearum.
J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 310600
Sosialurin - 311820
Multibilurin
til einhvørja loysn
Størstur í síni stødd – við størsta
dieselmotori – til besta prísin
Familju -
camping -
firmabilur-
og "mini-
bussur"
EINANS
225.800,-
Fæst eisini sum vøruvognur
187.800,-
EINANS
Vit verða við á Bilstevnuni
í Vágunum leygar-
og sunnudagin
SVEINUR TRÓNDARSON
Í næstu viku fer ein av
heimsins størstu fiskivinn-
uframsýningum av barka-
stokki í Brüssel. Tað er Eur-
opean Seafood Exposition,
sum við tíðini hevur ment
seg til at vera ein av teimum
sera áhugaverdu framsýn-
ingunum. Ein av teimum,
har allir, sum hava nakað
við fisk at gera, hittast, og
tí fara føroyingar mansterkir
avstað.
Føroyska ferðalagið telur
umleið 60 mans og hesaferð
vera teir í tveimum básum.
Menningarstovan stendur
fyri tí størra føroyska bási-
num, meðan klaksvíkingar
- Kósin undantikin - eru á
einum bási.
Bjóða okkum fram
Kjartan Kristiansen, stjóri á
Menningarstovunu, sigur, at
eitt av endamálunum við
føroysku luttøkuni er, at
gera vart við Føroyar, sum
ein seriøsan veitara av nógv
góðskaðum
fiskavørum.
Hetta verður gjørt í einum
bási, sum vísir føroyskan
kreativitet, og hann leggur
afturat, at básurin hesaferð
er nakað heilt fyri seg.
– Vit hava boðið básgerð-
ina út í lisitatión og vit
mettu, at uppskotið hjá Pet-
ur & Petur var sera spenn-
andi. Básurin verður bygdur
upp um listabingjuna hjá
Tróndi Pasturssyni og tað
merkir, at útlendingarnir
hesaferð ikki bara sleppa at
síggja og hoyra um føroysk-
an fisk, men eisini um før-
oyska mentan og list, sigur
Kjartan Kristiansen.
Hann vísir á, at tað hevur
stóran týdning, at knýta hesi
bæði saman, tí matgerð hev-
ur so sanniliga nakað við
kreativitet at gera.
– Tí kann tað sjálvandi
enda við at útlendingar seta
størri krøv til okkara, men
tað er heldur ikki skaðiligt.
At krøvini hækkað gangar
føroysku vinnuni, sigur
Kjartan Kristiansen.
List heldur enn
rúsdrekka
Annars sigur Kjartan, at
Menningarstovan
eisini
hevur eitt annað endamál
við hesi framsýningini og
tað er at geva føroyskum
fyritøkum góðar umstøður
at hitta viðskiftafólkini.
– Í mognum førum brúka
fyritøkurnar øl og rús-
drekka, sum magnet, fyri at
fáa gestir inn á básarnar,
men tað halda vit ikki vera
so heppið. Tað dregur ofta
fólk, men fleiri teirra koma
uttan iva eftir ølinum, held-
ur enn fiskinum og tí er eftir
okkara tykki frægari at
brúka listina, sum magnet.
Tað er eisini har, tað krea-
tiva við matgerðini og listini
kemur inn, sigur Kjartan
Kristiansen.
Hann leggur afturat, at
føroyingar hava sent inn-
bjóðingar út til nógv fólk
og tí væntar hann, at før-
oyski básurin í Brüssel,
verður væl vitjaður.
List og skeivir vinklar
Sum nevnt er tað fyritøkan
»Petur & Petur«, sum hevur
staðið fyri at gera básin.
Petur Mohr Reinert greiðir
frá, at teir hava valt at
byggja básin upp um lista-
bingjuna hjá Tróndi Paturs-
son og skapa ein heilt ser-
ligan bás burtur úr tí.
– Tað eru nógvir stuttligir
vinklar í hesum bássinum,
sum er uml. 140 fermetrar í
tveimum hæddum. Átta fyr-
itøkur skulu vera inni á bá-
sinum
hjá
Menningar-
stovuni, men tað fer at
síggja út sum ein saman-
hangandi básur, hóast Faroe
Seafood fer avstað við ein-
um triðingi, meðan hinar
sjey fyritøkurnar hava rest-
ina, sigur Petur Mohr.
Hann leggur afturat, at
teir hava sett projektørljós
á bingjuna, soleiðis at ljós-
ávirkanin er á leið tann
sama, sum tá hann stendur
í túninum hjá Listaskála-
num. Hetta skuldi so gjørt,
at tann veruliga effektin
fæst burturúr bingjuni.
Spurdur um tað hesur so
stóran týdning at gera soi
nógv burturúr básgerðini
sigur Petur Mohr Reinert,
Altjóða fiskivinnu-
framsýning í Brüsell
Í næstu viku fer ein hópur av føroyingum til Brüsell at vera
við á European Seafood Exposition, sum er ein av størstu
fiskivinnuframsýningum í heiminum. Føroyski básurin
hesaferð er sera forkunnugur. Hann er nevniliga bygdur
upp rundan um »listabingjuna« hjá Tróndi Paturssyni
at tað hevur tað í hesum
førinum.
–· Hetta er ein av heims-
ins størstu framsýningum
og øll tey, sum hava nakað
við fisk at gera eru her. Tí
eru nógvir keypmenn, sum
t. d. ístaðin fyri ein rundtúr
í Evropa, leggja leiðina til
hesa framsýningina. Tey,
sum tey skulu hitta, tey eru
her hesar dagarnar.
So er bert eftir at vóna, at
føroysku luttakararnir fáa
nakað burturúr framsýning-
ini í Brüssel.
Modellmynd petur&petur