mikudagur 4. juni 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 103 - 4. juni 2003
Nr. 103 - 4. juni 2003
3
Eitt evnið á almenna
fundinum í John’s
Resturant mána-
kvøldið um útvarp og
fjølmiðlar, var starvið
hjá Jógvani Arge, sum
er programmleiðari í
Útvarpi Føroya. Tað
var Ivan Johannesen,
sum setti hol á hetta
mál.
- Samstundis, sum
maðurin bæði er løg-
tingsmaður, býráðs-
limur í størstu
kommunu í landinum
og eitt nú limur í
rættarnevnd løgting-
sins, er hann eisini
programmleiðari í
Útvarpi Føroya. Hetta
haldi eg vera skeivt,
segði Ivan Johanne-
sen
FJØLMIÐLAR
Vilmund Jacobsen
Mánakvøldið skipaðu sam-
bandsfelagið og fólkafloks-
felagið í Eysturoy fyri
almennum fundi um útvarp
og fjølmiðlar í John’s
Resturant í Saltangará.
Eini 30-40 fólk møttu á
fundinum, sum serliga við-
gjørdi evnið: "Røkir út-
varpið sína skyldu á nøkt-
andi hátt?"
Við pallborðið sótu Jógv-
an á Lakjuni, løgtingsmað-
ur, sum var møttur fyri Óla
Breckmann, Jógvan Jesper-
sen, útvarpsstjóri, Ivan
Johannesen, sum tók við
landsstýrissessi eftir Sámal
Petur í Grund, tá ið kring-
varpslógin varð sett í verk
og
Eyðun
Andreasen,
fólkalívfrøðingur, sum eitt
nú hevur granskað fjøl-
miðlar.
Tað var Jóhan Petersen,
formaður í sambandsfelag-
num í Eysturoy, sum beyð
vælkomin og vísti á, hví
feløgini høvdu valt at taka
júst hetta evnið upp. Hann
vísti á, hvussu stóra ávirkan
útvarpið hevur á fólkið og
legði annars dent á fjøl-
miðlaábyrgdarlógina, sum
enn ikki er komin.
Júst hendan lógin, sum
bíðað verður eftir, var høv-
uðsumrøðuevnið á fundin-
um.
Tá ið fundurin var liðug-
ur, takkaði formaðurin í
fólkafloksfelagnum í Eyst-
uroy, Steintór Jacobsen,
fyri góðan og áhugaverdan
fund.
Sosialurin fer at venda
aftur til fundin í John’s
Resturant í vikuni, tá ið
betur pláss er í blaðnum.
Programmleiðarin
Eitt evnið, sum Ivan Jo-
hannesen setti hol á, var
starvið hjá Jógvani Arge,
sum er programmleiðari í
Útvarpi Føroya, samstundis
sum hann bæði er løgtings-
maður,
býráðslimur
í
størstu kommunu í landin-
um og eitt nú limur í rætt-
arnevnd løgtingsins.
- Eg havi einki ímóti
manninum, men eg haldi
tað vera skeivt, at pro-
grammleiðarin í útvarpin-
um samstundis er løgtings-
maður og býráðslimur.
Hann helt tað vera skeivt,
at Jógvan Arge sum út-
varpsmaður og politikari,
hevur møguleikan at gera
sítt til, at fjølmiðlaábyrgd-
arlógin, sum so leingi hevur
verið ávegis, verður sett í
verk.
Ivan helt eisini, at starvið
sum programmleiðari gev-
ur Jógvani møguleikar at
uppreklamera seg sjálvan -
um ikki beinleiðis, so
óbeinleiðis við tað, at
røddin hjá honum er at
hoyra í fleiri sendingum hjá
útvarpinum.
Ikki mismunur
Jógvan á Lakjuni, løgtings-
maður, helt, at Ivan hevði
tikið heldur rívan til.
- Ivan fekk tað at ljóða
soleiðis, at Jógvan Arge
kanska hevur havt áhuga í
at forðað fyri ábyrgdar-
lógini - bara tí, hann er út-
varpsmaður. Men eg haldi
ikki, at Jógvan arbeiðir so-
leiðis.
Jógvan á Lakjuni greiddi
frá gongdini við fjølmiðla-
ábyrgdarlógini, sum var eitt
ríkislógartilmæli og vísti á,
at danir avgjørdu at senda
lógina aftur til Føroya av
ávísum orsøkum.
- At málið síðan hevur
drigið út, hevur nakað við
sjálvstýrisgongdina at gera.
Arbeitt verður við at yvir-
taka málsøkið og seta lóg-
ina, sum annars er klár, í
verk.
Jógvan á Lakjuni helt
annars ikki, at útvarpið ger
mismun millum politisku
flokkarnar, men vísti á, at
journalistarnir
sjálvsagt
hava ymiskar politiskar
uppfatanir, sum kanska í
ein ávísan mun kunnu
síggjast aftur í tíðindaflutn-
inginum.
- Men tá ið saman um
kemur, haldi eg ikki, at
mismunur verður gjørdur,
segði hann.
Ikki persónurin, men
prinsippið
Ivan
Johannesen
legði
aftrat, at hann hevði ikki
lagt Jógvan Arge sum út-
varpsmann og politikara
undir at viljað bremsað
ábyrgdarlógini.
Jóhan Petersen legði dent
á, at tað er ikki persónurin,
Jógvan Arge, sum verður
umrøddur, men programm-
leiðarin, sum eisini er
politikari.
Hann helt ikki, at tað
hevði gingið undir gomlu
skipanini við útvarpsnevnd,
at programmleiðarin í út-
varpinum samstundis var
politikari.
- Og tað hevði neyvan
gingið í dag heldur, um
Tjóðveldisflokkurin ikki
átti mentamálaráðharran,
sum umsitur útvarpið.
Jóhan vísti á, at Jógvan
Arge er nógv at hoyra í
útvarpinum, og tá ið val er,
og
Tjóðveldisflokkurin
hevur politiskar framløgu-
sendingar, er hann aftur at
hoyra har.
- Hetta snýr seg ikki um
persónin, men um prin-
sippið, legði hann dent á.
Hvítt og svart
Jógvan Jespersen, útvarps-
stjóri, segði, at tað, sum
kann tykjast svart hjá
einum, kann tykjast hvítt
hjá einum øðrum.
- Hetta er eitt dilemma,
vit hava.
Útvarpsstjórin vísti á
reglurnar í grein 3 í lógini
um lønir og eftirlønir hjá
løgtingsmonnum.
Her stendur, at løgtings-
maður, sum hevur starv hjá
tí almenna, hevur rætt til
farloyvi í sínum starvi, men
samstundis kann viðkom-
andi velja at hava eitt hálv-
tíðarstarv, meðan hann er
løgtingsmaður ella vara-
maður fyri løgtingsmann.
Jógvan Jespersen segði,
at hann tók ta avgerð at
niðurleggja varastjórastarvi
í útvarpinum, sum Jógvan
Arge hevði.
- Síðan var hálva pro-
grammleiðarastarvið, sum
Jógvan Arge hevur, skipað
soleiðis, at hansara ábyrgd-
arøki er avmarkað til
sendingar um eitt nú átrún-
að, barnaútvarp, siðsøgu,
mentan og ítróttarfrásagnir.
Hin helmingin av pro-
grammleiðarastarvinum
røkir útvarpsstjórin fyribils,
segði hann.
Útvarpsstjórin segði, at
tey royna at hava gøtuna so
reina sum tilber, soleiðis at
minst møguligt er at finnast
at.
Jógvan Jespersen segði
seg sakna fjølmiðlaábyrgd-
arlógina og vísti á, at tað
eisini er eftir áheitan frá Út-
varpi Føroya, at løgtingsins
umboðsmaður hevur heitt á
myndugleikarnar um at fáa
hesi viðurskifti uppá pláss.
- Hetta er ikki komið nóg
týðiliga fram, segði út-
varpsstjórin.
Jógvan Arge nógv um-
røddur á fundi
um útvarp
Leikluturin hjá Jógvani Arge, programmleiðara í útvarpinum
og politikara, varð nógv umrøddur á fundinum um útvarp og
fjølmiðlar í Saltangará mánakvøldið
FAG
kærir
sína neyð
hjá
løgmanni
Nú stendur tað til
løgmann at taka
støðu til, um polit-
iski myndugleikin
skal loysa knútin.
Týsdagin fekk hann
bræv frá Føroya
arbeiðsgevarafelag
VERKFALL
Ingi Rasmussen
Føroya arbeiðsgevara-
felag ásannar, at felagið
kemur ikki longur í
samráðingunum við ar-
beiðarafeløgini.
Soleiðis innleiðir fel-
agið eitt bræv, sum varð
borið
løgmanni
og
landsstýrismanninum
við arbeiðsmarknaðar-
málum klokkan 11.45
týsdagin.
Brævið er ein kunning
um seinasta leikin í
verkfallinum. Felagið
greiðir frá, at tað mána-
dagin tók stig til seming
fyri at gera eina seinastu
roynd at fáa ein enda á
verkfallinum. Tilboðið
til arbeiðarafeløgini var
at samráðast um eina
lønarhækking, sum lá
millum 3,70 og 4 krón-
ur.
Arbeiðarafeløgini
játtaðu at halda fund á
hesum grundarlagi. Tó
uttan binda seg framm-
anundan.
Royndin miseydnaðist,
tí arbeiðarafeløgini góð-
tóku ikki at samráðast á
tí grundarlagi, sum var
avtalað, siga arbeiðs-
gevararnir.
– Føroya arbeiðsgev-
arafelag ásannar tí, at
felagið fær ikki gjørt
meira fyri at loysa træt-
una á arbeiðsmarknað-
inum. Føroya arbeiðs-
gevarafelag kann ikki
slaka meira, tí sum bú-
skaparliga støðan er
vorðin, hóttir hetta ar-
beiðspláss, og útflutn-
ingsvinnan
kemur
í
svárar trupulleikar. Hes-
um hvørki kunnu ella
vilja vit taka ábyrgdina
av, skrivar Føroya ar-
beiðsgevarafelag
í
brævinum, sum er und-
irskrivað av Vilhelm M.
Johannesen, formanni.
Løgmaður var ávegis til
Føroya, tá Sosialurin
fekk orðið á hann og
kunnaði hann um støð-
una. Hann segði, at
støðan nú var so álvars-
lig, at málið verður tikin
upp í somu løtu hann er
komin í Tinganes.
Seinasta royndin miseydnaðist
Arbeiðsgevararnir
góvu feløgunum í
verkfalli eitt tilboð
um lønarhækking,
sum liggur umleið
3,90 krónur um árið.
Arbeiðarafeløgini
vrakaðu tilboðið,
men førkaðu seg
undir samráðingun-
um heilt niður á um-
leið 4,80 krónur. So-
statt er tað bara um-
leið ein króna upp á
tímalønina, sum skil-
ir partarnir í verkfalli
VERKFALL
Ingi Rasmussen
Verkfallið er skorið niður
til at snúgva seg um eina
krónu.
Tað var úrslitið aftaná
seinastu royndina at semj-
ast, sum Føroya Arbeiðs-
gevarafelag tók stig til
týsdagin.
Nú skuldi røkka ella
støkka. Beint eftir klokkan
9 týsmorgunin hittust part-
arnir. Men longu eftir sam-
ráðingar í góðar tveir tímar
kundi stjórin í Vinnu-
húsinum, Jan Mortensen,
staðfesta, at royndin mis-
eydnaðist.
– Vit komu ikki á mál, og
tað harmast vit sjálvandi
um. Vit bjóðaðu arbeiðara-
feløgunum aftur til samráð-
ingarborðið, har vit sam-
ráddust við einum grundar-
lagi, sum lá millum 3,70 og
4 krónur um tíman í lønar-
hækking við eftirløn. Men
eftir fundin kunnu vit stað-
festa, at tað grundarlagið er
ikki til staðar. Feløgini í
verkfallið liggja framvegis
nakað omanfyri. Nú møtast
partarnir ikki aftur. Hetta
var okkara síðsta roynd, tí
vit kunnu ikki liva við
einari hægri lønarhækking,
sigur Jan Mortensen.
Ikki bar til at fáa ein við-
merking
frá
Ingeborg
Vinther, forkvinnu úr Før-
oya arbeiðarafelag ella
nøkrum øðrum, ið umboða
tey fimm arbeiðarafeløgini
í verkfalli: Føroya arbeið-
arafelag, Havnar arbeiðs-
mannafelag, Havnar ar-
beiðskvinnufelag, Klaks-
víkar arbeiðsmannafelag og
Klaksvíkar arbeiðskvinnu-
felag.
Ein króna á muni
Hóast partarnir nú eru farn-
ir hvør til sítt, so er ikki so
langt millum partarnar
longur. Grundarlagið hjá
arbeiðsgevarunum
varð
sum nevnt at samráða seg
til eina loysn, sum lá mill-
um 3,70 og 4 krónur, men
samstundis leggja teir dent
á, at tað ikki merkir fýra
krónur. Helst umleið 3,90
krónur um árið íroknað
eftirløn.
Arbeiðarafeløgini hava
higartil tvíhildið um, at tey
ongantíð hava vikað seg frá
teimum 8 krónunum í løn-
arhækking um árið. Men
Sosialurin skilir, at feløgini
nú eru komin niður í góðar
fýra krónur í lønarhækking,
pluss eftirløn, so at samlaða
lønarhækkingin liggur um
4,80 fyri tíman um árið
næstu tvey árini. Ella sagt
øðrvísi, tað er stórt sæð
bara hækkingin í eftirløn-
ini, sum liggur ímillum
partarnar.
Kortini bar onki til, og
partarnir fóru til sítt umleið
klokkan 11 fyrrapartin týs-
dagin.
Sá annars bjart út
Tað sá annars út til, at part-
arnir høvdu veruligan hug
at finna eina semju týs-
morgunin. Umleið klokkan
9.10 hittust partarnir í kjall-
aranum í húsunum hjá
Havnar arbeiðskvinnufelag
í Havn. Uttanfyri var heiður
himmal og fuglaljóð, og
lagið var gott, tá tey tólv
samráðingarfólkini, ið um-
boðaðu arbeiðsgevarar og
arbeiðstakarar,
tóku
í
hondini á veg til samráð-
ingarborðið, ið var stillað í
runding.
Longu eftir tíggju min-
uttum varð fyrstu stegður í
samráðingunum. Arbeið-
arafeløgini fóru uppá til
nevndarlimirnar í teimum
fimm arbeiðarafeløgunum,
sum sótu og bíðaðu, at
lodda dýpið. Stutta løtu
fóru tey niður aftur í kjall-
aran, og soleiðis gekk slag-
ið nakrar ferðir. Til tað um
ellivu tíðina slitnaði.
Arbeiðarafeløgini vildu
ikki koma niður at samráð-
ast við støði í grundar-
lagnum hjá Føroya arbeiðs-
gevarafelag
og
Havnar
arbeiðsgevarafelag.
Tveir møguleikar
Landið liggur í andaleypi,
og spurningurin er nú, hvat
hendir. Feløgini hava ikki
meira at tosa um, og tí eru
bara tveir møguleikar eftir.
Antin koma semingsmenn-
inir upp í leikin, tí nú er
bara ein króna ímillum.
Ella leggur løgtingið uppí.
Løgtingslimir
fingu
mánadagin tey greiðu boð-
ini frá Havbúnaðarfelagn-
um, at verður onki gjørt nú,
og verkfallið heldur fram í
daga- kanska vikuvís, so
lata nøkur alivirki ikki upp-
aftur. Sostatt noyðist løg-
tingið helst at leggja uppí.
Um ikki annað fyri at gera
undantøk fyri alivinnuna.
Helst var tað ein forklár-
ingstrupulleiki, sum beindi
fyri síðstu royndini. Tað
hevði verið torført hjá ar-
beiðarafeløgunum at greitt
sínum limum frá, hví tey
hava verið í verkfalli so
leingi fyri eini loysn, ið
líkist seinasta semingsupp-
skotinum
frá
semings-
monnunum.
Hinvegin liggur 3,70
krónur á borðinum sum
seinasta semingsuppskot,
og tað verður hetta, sum
løgtingið skal taka stig til í
einum møguligum politisk-
um inntrivi. Kanska hildu
arbeiðarafeløgini, at 20
oyru vóru ov lítið at
boyggja seg fyri.
Í góðveðrinum uttan fyri
samráðingarhølið
tóktist
tað eisini at vera støðan.
– Nú hava vit stríðst so
leingi, at nú selja vit okkum
ikki fyri onki, segði ein
nevndarlimur.
Hóast tey kurteisliga tóku í
hondina á hvørjum, so var
heilsanin ikki beinleiðis
hjartalig, tá Ingeborg Vinther
og Vilhelm Johannesen
hittust til samráðingar
týsdagin
Mynd: Jens K. Vang
Stólarnir skuldu brúkast í
góðveðrinum uttanfyri,
meðan arbeiðsgevarar og
arbeiðarafeløgini samráddust
fyri seinastu ferð
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
3
2