mikudagur 4. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 103 - 4. juni 2003
Nr. 103 - 4. juni 2003
5
– Vit fingu skomm og
skitna løn frá
alivinnuni afturfyri
at vit hava verið so
lagalig, sigur
Ingeborg Vinther
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Mánadagin hevði Havbúnað-
arfelagið fund við politikarar
um støðuna í alivinnuni, nú
verkfall er.
Tað
heldur
Ingeborg
Vinther lítið um.
– Men hetta er kanska
tøkkin fyri at vit hava verið
so lagalig ímóti alivinnuni,
hóast vit hava verið í verk-
falli.
Hon sigur, at hóast arbeið-
arafeløgini hava verið í verið
í verkfalli, hava tey givið ali-
vinnuni so lagaligar sømdir,
sum ongantíð fyrr í nøkrum
verkfalli.
Hon sigur, at alivinnan
hevur fingið undantøk at
taka sjúkan fisk og at fáa
hann á frystigoymslu, so vit
hava roynt tað, sum vit
kunnu fyri at gera trupulleik-
arnar hjá alivinnuni so
avmarkaðar sum gjørligt. Og
so góðar sømdir, sum ali-
vinnan hevur fingið hesu-
ferð, hevur hon ongantíð
fingið fyrr og vit hava verið
so lagalig, sum vit yvirhøvur
kunnu vera undir einum
verkfalli.
– Men vit mugu so bara
staðfesta, at takkarlønin er,
at Havbúnaðarfelagið fer til
politisku myndugleikarnar í
eini roynd at fáa teir at leggja
uppí okkara verkfall, sigur
Ingeborg Vinther.
Hon heldur eisini, at tað er
hugvekjandi, at hvørja ferð,
verkfall er, veksa trupul-
leikar við sjúkum fiski og
ILA.
Fingu ein tíma at svara
Hon heldur eisini, at tað er
nógv fyri, at havbúnaðarfel-
agið alment fýlist á, at tað
ikki hevur fingið svar frá ar-
beiðarafeløgunum í verkfalli
upp á eina umsókn um at
víðka undantaksloyvi til
eisini at flyta alifisk av
landinum.
– Veruleikin er, at tað var
omøguligt at svara.
Ingeborg Vinther sigur, at
tey fingu umsóknina frá
H av b ú n a ð a r f e l a g n u m
klokkan 13 mánadagin og
felagið kravdi at fáa svar
longu sama dag klokkan 14,
ella ein tíma seinni.
– Tað haldi eg er toppmált,
tí Havbúnaðarfelagið veit, at
tað er ómøguligt. Vit eru
fimm feløg, sum eru í
verkfalli og ein slík umsókn
skal viðgerast av øllum
feløgunum og sostatt tekur
tað sína tíð at fáa tað
viðgjørt. Tí høvdu vit ongan
livandi kans at svara.
– Men havbúnaðarfelagið
hevur nú fingið tað at ljóða
sum um at vit ikki hava vilj-
að svarað og tí vendu tað sær
til politikararnar fyri at fáa
teir at leggja uppí.
Ingeborg Vinther sigur
annars, at nú blivu samráð-
ingar við arbeiðsgevararnar í
gjár og tí hava tey ikki við-
gjørt umsóknina frá Havbún-
aðarfelagnum fyrrenn tey
vita úrslitið av teimum
samráðingunum.
Havnar Arbeiðs-
mannafelag hevur
brotið sínar egnu
lógir, nú verkfall er,
siga teir, sum hava
skrivað undir eitt
krav um at fáa lima-
fund ella eyka-
aðalfund
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Nú skal limafundur vera í
Havnar Arbeiðsmannafelag
um støðuna í verkfallinum
Tað hava limir í felagnum
sent nevndini í felagnum
skrivligt krav um.
Beint eftir døgeverða í
gjár handaðu nakrir limir í
Havnar Arbeiðsmannafelag
nevndini skriv við kravi um
antin limafund ella eyka-
aðalfund av viðgerða verk-
fallið.
Tað hevur ikki eydnast at
fáa at vita, hvussu nógvir
limir hava skrivað undir,
men tað eru í hvussu so er
meiri enn 25, sum er tað ið
krevst fyri at fáa eykaaðal-
fund.
Nakrir av teimum, sum
hava skrivað undir, men
sum ikki vilja leggja navn
til fyri frið skyld, siga, at í
veruleikanum hevur nevnd-
in í Havnar Arbeiðsmanna-
felag brotið sínar egnu lógir
í hesum verkfallinum.
Teir vísa til grein 31 í
lógunum
hjá
Havnar
arbeiðsmannafelag, har tað
stendur, at varar eitt verk-
fall longri enn 24 tímar,
skal málið leggjast fyri
limafund at taka støðu til.
Grein 31 er soljóðandi:
Nevndin kann seta í verk
arbeiðssteðg (strike), ið tó
ikki kann standa við meira
enn eitt samdøgur, uttan at
verða góðkendur á felags-
fundi, ið tessvegna verður
samankallaður, og har av-
gerðin verður tikin við van-
ligari meirilutaatkvøðu.
Men teir leggja eisini
dent á, at tað er ikki hetta,
sum hetta kravið um lima-
fund snýr seg um.
– Tað einasta vit vilja, er,
at skatta dýpið fyri at vita,
hvat limirnir í felagnum
siga til verkfallið og um teir
taka undir við teirri støðu,
sum nevndin hevur tikið,
siga teir.
Teir leggja afturat, at tær
ætla undir øllum umstøðum
at vera fult loyalir í teirri
støðu, sum limirnir taka.
– Hetta er ikki fyri at
reisa misálit á nevndina,
leggja teir stóran dent á.
Hetta er bara fyri at fáa eina
kunning og fyri at skatta
dýpið.
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, váttar, at hann hevur
fingið undirskriftirnar.
Men hann sigur, at tá
hevði nevndin longu tikið
avgerð um at halda lima-
fund í felagnum.
Trupulleikin er bara tann,
at samráðiungar skuldu
vera í gjár og tí verður í
fyrsta tað í fyrsta lagi í dag
at tað ber til at halda
fundin.
Heldur ikki Hans Joen-
sen hevur uppfatað hetta
sum eitt misálit á nevndina.
Hann ásannar eisini, at
tað stendur í lógini hjá
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, at spurningurin um
verkfall skal leggjast fyri
nevndirnar.
– Vit løgdu ikki semings-
uppskotið fyri limirnar í
199, tá ið vit samráddust
saman við Klaksvíkingum
og tað hoyrdu vit onki fyri.
Vit brúktu somu manna-
gongd í 2001 og heldur ikki
tá, hoyrdu vit nakað frá
limunum.
Hann sigur, at nevndirnar
í hinum feløgunum hava
heimild at taka støðu og at
tað hevði skapt óneyðugan
ruðuleika, skuldi nevndin í
Havnar Arbeiðsmannafelag
lagt málið fyri limirnar og
teir høvdu vrakað tað.
– Tað er nógv fyri at
hoyra Løgmann kasta
fakfeløgunum fyri at
tey ikki vísa
samfelagssinni og
ábyrgd. hann skuldi
heldur tikið í egnan
barm, sigur Ingeborg
Vinther
VERKFALL
Áki Bertholdsen
– Løgmaður skuldi heldur
tikið í egnan barm
Tað rørir ikki Ingeborg
Vinther, at Anfinn Kalls-
berg í Sosialinum leygar-
dagin heitti á partarnar á
arbeiðsmarknaðinum um at
vísa ábyrgd og samfelags-
sinni og at loysa trætuna
ímillum arbeiðarafeløgini
og arbeiðsgevararnar, so at
samfelagið fæst ígongd
aftur.
Tvørturímóti heldur for-
kvinnan í Føroya Arbeið-
arafelag, at tað er nógv fyri
at hoyra Løgmann tosa um
ábyrgd.
– Hann skuldi heldur
sópa fyri sínari egnu hurð,
áðrenn hann kastar øðrum
fyri, at tey ikki vísa ábyrgd.
Løgmaður hevur sjálvur í
fimm ár sitið á odda fyri
eini samgongu, har klandur
og stríð hevur verið høv-
uðseyðkenni so at siga alla
tíðina.
– At tey, sum mynda
landsins stjórn klandrast so
illa, sum tey gera í hesi
samgonguni, haldi eg ikki
er at vísa ábyrgd og sam-
felagssinni og hesum hevur
Løgmaður ábyrgdina av. Tí
er tað nógv fyri at júst hann
skal loyva sær at heita á
fakfeløgini um at vísa
ábyrgd,
sigur
Ingeborg
Vinther.
Hon sigur, at verkafólkið
má fáa eina sámuliga løn
og tað ber ikki til, tað, sum
er farið fram hesi seinastu
árini, at arbeiðaralønin
dragnar meiri og meiri
afturímóti øðrum lønar-
bólkum.
Løgmaður heldur eisini,
at tað er neyðugt at viður-
skiftini á arbeiðsmarknað-
inum verða betrið skipað?
– Eg veit ikki, hvat hann
hugsar um. Eg veit ikki um
ætlanin er at taka samráð-
ingarrættin frá okkum ella,
hvat hann hugsar um.
Ingeborg Vinther sigur, at
royndir eru gjørdar at
broyta semingslógina, sum
er eitt týðandi amboð á
arbeiðsmarknaðinum.
– Tað endaði við, at
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum legði eitt uppskot
fyri fakfeløgini, men tað
var so vánaligt at tað var
ikki eitt tað einasta fakfel-
ag, sum tók undir við tí.
– Men kanska er ætlanin
bara at skerja rættindini hjá
fakfeløgunum? Er tað bara
hetta, Løgmaður hugsar
um, tá ið hann tosar um at
viðurskiftini skulu skipast
betri, sigur tað seg sjálvt, at
vit fara ikki at góðtaka tað,
sigur Ingeborg Vinther.
Annars dugir hon ikki at
síggja, at tað er neyðugt við
fleiri broytingum.
–Vit halda, at viðurskift-
ini eru nóg væl skipað. Tá
ið sáttmálaloysi er, hava vit
rætt at fara í verkfall, so
einfalt er tað og hetta er ein
rættur, sum fakfeløg hava
um allan tann frælsa heim-
in. Hetta er ikki eindømi
fyri
føroyska
arbeiðs-
marknaðin.
Eitt, sum nógv hevur ver-
ið tosað um, eru reglarnar
fyri frumatkvøðugreiðslu.
Arbeiðarafeløgin i hava
sagt,
at
frumatkvøðu-
greiðslan er ódemokratisk,
tí tey, sum ikki taka lut í
atkvøðugreiðsluni, verða
roknað at hava atkvøtt fyri
og tí er tað ógvuliga trupult
at fella eitt semingsupp-
skot.
– Men verkafeløgini hava
ikki tosað um, antin tað er
nøktandi at broyta tær regl-
arnar. Men hon vísir á, at
aðrastaðni er tað vanligur
meiriluti sum ræður.
Annars hevði Føroya
Arbeiðarafelag fund fyri
limunum kring landið um
vikuskiftið og Ingeborg
Vinther sigur, at tey fingu
fulla undirtøku fyri verk-
fallinum.
– Vit eru øll hørm um
verkfallið, men sum støðan
er, varð onki annað at gera,
sigur Ingeborg Vinther.
Fingu freist upp á
ein tíma
Hans Joensen fekk undirskriftir
á borðið
Verkfallið: Løgmaður skal sópa
fyri sínari egnu hurð
Tá ið sáttmálaloysi er, hava feløgini rætt at fara í verkfall, so
einfalt er tað, sigur Ingeborg Vinther, sum ikki vil hoyra
Løgmann tosa um ábyrgd, tí sjálvur hevur hann skyldina av
størsta ábyrgdarloysinum í samfelagnum
Ingeborg og Hans Joensen hava staðið saman í verkfallinum,
men endar verkfallið ikki eftir samráðingarnar í gjár, sleppa
limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag at siga sína hugsan,
Trygdartiltøkini
verða munandi
strangari enn vanligt,
tá Týskland vitjar á
Tórsvølli
FÓTBÓLTUR
Heri á Rógvi
Mikudagurin
11.
juni
verður eftir øllum at døma
ein serligur dagur. Tá fer
føroyska A-landsliðið hjá
monnum á Tórsvøll at
spæla móti Týsklandi.
Og hetta fer at merkjast.
Trygdartiltøkini vera mun-
andi strangari enn vanligt er
til landsdystir á Tórsvølli.
Orsøkin er tann, at hesin
dysturin verður mettur sum
ein “High-risk” dystur. Og
orsøkin til hetta heitið er
Týskland. Allir dystir hjá
týska fótbóltslandsliðnum
verða mettir sum high-risk
orsakað av áskoðarunum.
Og hóast øll vóna og kanska
rokna við, at alt fer at spæla
væl av, so hevur føroyska
løgreglan fingið at vitja, at
um fimmti sokallaðir hoolig-
ans kunnu vera á veg til Før-
oya í sambandi við dystin.
Einki við
Trygdartiltøkini til dystin
fara millum annað at
merkja, at hvør einstakur
áskoðari verður visiteraður
av vaktunum við vøllin.
Gongur tú sum áskoðari
ikki við til hetta, hevur tú
spilt tær pengarnar fyri at-
gongumerki. Og tað einasta
fólk hava loyvi at taka við
eru “bleytir” lutir, eitt nú
fløgg. Ongar fløskur, rús-
drekka, trummur ella lutir,
sum kanska verða nýttir til
at stuðla liðnum við, eru
loyvdir inn á Tórsvøll
mikudagin 11. juni.
Tað er væl og virðiliga
útselt til dystin, umleið
6.000 áskoðarar, verður
upplýst hjá Fótbóltssam-
bandinum. Eitt er, at útselt
er. Eitt annað er so, at áhug-
in allastaðni frá er ógvuliga
stórur. Eitt stórt lið av
fjølmiðlafólki og øðrum
koma til Føroya til dystin.
Eisini
fíggjarliga
fer
hesin dysturin at geva FSF
slætt borð, eftir seinnu árini
við heldur svikaligum úr-
slitinum.
Løgreglan
Til ein tílíkan high-risk dyst
er eisini neyðugt við nógv-
um trygdarfólkum Talið av
vaktum
við
vøllin
er
tvífaldað, og løgreglan hev-
ur fyrireika ein størri innsats
til dystin. Heili seksti
danskir løgreglumenn koma
til landið fyri at hjálpa til við
trygdartiltøkunum
í
sambandi við dystin.
600 týskir áskoðarar hava
atgongumerki til dystin.
Hesir fara at sita fyri seg á
langsíðuni við húsið í syðra
endanum.
Stóra løgregluliðið fer at
ansa eftir hesum, men eis-
ini øðrum fólkum. Hildið
verður fast um, at øll fáa
somu viðferð.
Og tað verður ikki bert til
dystin, at fólk fara at leggja
til merkis stórt løgreglulið.
Tað verður í eina góða viku.
Royndir aðrastaðni frá, at
teir flestu tilburðirnir henda
áðrenn ella eftir dystin
aðrastaðni enn á stadion.
Tískil hevur løgreglan sett
eyka fólk á vakta fleiri
staðni í Føroyum. Hetta
verður bæði gjørt við fólki
til gongu og í bilum.
Soleiðis fer løgreglan at
vera munandi meira sjónlig
í føroyska landslagnu í vik-
uni, tá Føroyar og Týskland
hittast á Tórsvølli.
Løgreglan fer harumframt
at hava eftirlit við serliga
Norrønu.
Passeftirlitið
verður framt umborð, og
fólk, sum onga orsøk hava
at vera í Føroyum, sleppa
heldur ikki til landið.
Fólk kunnu, um tey vilja,
selja síni atgongumerki til
týskarar. Men roknað verð-
ur ikki við, at hetta er sann-
líkt, tí fólk hava kappast um
at fáa fatur á hesum, og
hesa upplivingina vilja fólk
hava við, verður hildið.
Nøkur atgongumerki eru
send út, og tey flestu verða
send, soleiðis at fólk hava
tey eina lítla viku áðrenn
dystin.
Hetta verður gjørt fyri at
forða sølu millum manna.
Hugna sær
À tíðindafundi týsmorgun-
in vóru umboðini fyri
Tórsvøll, FSF og løgregl-
una á einum máli um, at
eingin eigur at vera bangin
fyri dystinum, og øll eiga at
kenna seg trygg.
Týdningarmikið er, at
fólk nýta hetta upplivilsi,
sum kanska ongantíð verð-
ur aftur í Føroyum, varð
sagt á tíðindafundinum.
Men trygdartiltøkini eru
herd munandi, og hetta
skulu fólk hava virðing
fyri, um dysturin skal ger-
ast ein uppliving.
Ein annar munur verður
eisini, at tað ikki longur er
møguligt at ganga við vøllin.
Tórsvøllur verður býttur í
zonir, sum hava hvør sína
inngongd. Toilet og aðrar fa-
silitetir verða til hvørja zonu.
Ikki alt er komið upp á
pláss við Tórsvøll orsakað
av verkfallinum, men tað
verður á heilt góðari leið til
dystin, verður roknað við.
High risk á Tórsvølli
Umboð fyri Tórsvøll, løgreglu
og Fótbóltssambandið løgdu
týsmorgunin fram ætlanirnar
í sambandi við landsdystin
móti Týsklandi
Mynd: Jens Kristian Vang
SEV-stýrið skal standa skúlarætt
Teir 77 limirnir í um-
boðsnevndini hjá SEV
skulu nú taka støðu
til, hvørjar avleiðing-
ar málið um sáttmál-
an millum SEV og
Maskinmeistarafelagi
ð skal fáa. Á komandi
fundi skal stýrið geva
umboðsnevndini eina
frágreiðing um
gongdina í málinum,
og sum kunnugt eru
limirnir í stýrinum
ójavnir á máli um,
hvat farið er fram
SEV
Stefan í Skorini
Málið um sáttmálan millum
SEV og Maskinmeistarafel-
agið verður nú tikið við við-
gerðar á hægsta stigi. Á tí ár-
liga umboðsnevndarfundin-
um, sum verður tá verkfallið
er av, skal stýrið geva um-
boðsnevndini eina frágreið-
ing um, hvat farið er fram í
málinum. Fundurin hevur
verið á skránni áður, men
vegna verkfall er hann út-
settur.
Tað er Hans Tausen O-
lsen, umboðsnevndarfor-
maður, sum fer at leggja
hetta málið fyri umboðs-
nevndina.
Hann heldur, at manna-
gongdin í málinum, tá SEV
gjørdi sáttmála við Maskin-
meistarafelagið, er so iva-
som, at málið má leggjast
fyri umboðsnevndina til
støðutakan.
Hann fer at mæla til, at
SEV gerst limur í Komm-
unala Arbeiðsgevarafelagn-
um, so at komandi samráð-
ingar ikki verða førdar av
SEV. Harvið missir leiðslan
í SEV samráðingarrættin.
Hetta skal forða fyri, at ein
slík støða aftur kemur fyri.
Sum skilst er hetta eitt
sera ógvusligt stig at taka,
men Hans Tausen Olsen
heldur, at hetta er neyðugt.
Ósemja í stýrinum
Sum skrivað varð í blaðn-
um í gjár, so eru stýrislimir-
nir ikki á einum máli um,
hvørja kunning teir fingu á
fundinum tann 28. mars.
Dagin fyri hevði leiðslan á
SEV verið á fundi við
Fíggjarmálaráðið, har hon
fekk at vita, at Karsten
Hansen ikki fór at góð-
kenna sáttmálan. Umboð
fyri SEV á tí fundinum
vóru Poul Arni Jacobsen,
stýrisformaður, Klæmint
Weihe, stjóri, og John
Danielsen, skrivstovustjóri.
Dia Poulsen, sum um-
boðar Suðuroynna í stýrin-
um, førir fram, at hann ikki
var kunnaður um, at Kar-
sten Hansen ikki fór at góð-
kenna sáttmálan. Visti hann
tað, hevði hann ikki givið
formanninum heimild at
skriva undir við Maskin-
meistarafelagið.
Kristian Fríðrik Olsen,
næstformaður í stýrinum,
sigur hinvegin, at hann fekk
nøktandi kunning, og at
hann visti av, at Karsten
Hansen dagin fyri hevði
sagt, at hann ikki fór at
góðkenna sáttmálan.
Teir sjey stýrislimirnir
skulu nú greiða umboðs-
nevndini frá, hvussu alt er
farið fram.
Brot á lógina
Spurningurin er so, hvør fer
at sita eftir við svartaperi.
Um stýrislimirnir vistu av, at
Karsten Hansen ikki fór at
góðkenna sáttmálan, men
kortini hava givið formann-
inum heimild at skriva
undir, so er spurningurin,
um hetta ikki er brot á
kommunustýrislógina.
Hon
sigur
nevniliga
greitt, at landsstýrismaður-
in skal góðkenna slíkar sát-
tmálar. Vistu stýrislimirnir
av hesum, hví góvu teir so
formanninum heimild at
skriva undir?
Um stýrislimirnir hinveg-
in ikki vistu av, at Karsten
Hansen ikki fór at góðkenna
sáttmálan, so stendur leiðsl-
an í SEV við einum stórum
trupulleika. So hevur hon
nevniliga ikki kunnað stýr-
islimirnar nóg væl um,
hvørja støðu Karsten Han-
sen hevði í hesum málinum.
Nú verður bólturin so
spældur yvir til umboðs-
nevndina, sum eigur næsta
leikin.
Hans Tausen Olsen, umboðs-
nevndarformaður í SEV, hev-
ur gjørt av, at umboðsnevnd-
in skal taka støðu til, hvørjar
avleiðingar málið um sátt-
málan millum SEV og
Maskinmeistarafelagið skal
fáa fyri leiðsluna og stýrið
C
M
Y
K
5
4