Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 103 - 4. juni 2003 Nr. 103 - 4. juni 2003 7 Landsstýrið og arbeiðsgevararnir mana staðiliga til aftur- hald við lønarkrøvum. Verða lønarkrøvini hjá verkafólkin- um gingin á møti, fer hetta at føra til versnandi kapp- ingarføri og búskaparligar trupulleikar, verður sagt. Men her er nakað, sum ikki hongur saman. Fyri tað fyrsta eru tað føroyskir búskaparfrøðingar, sum vísa hesum aftur. Okkara arbeiðsmarknaður er ikki altíð beinleiðis sambariligur við útlendskar arbeiðsmarknaðir. Eisini benda hagtølini frá fakfeløgunum á, at sannleikin ikki er so einsíðugur, sum ar- beiðsgevararnir vilja vera við. Hartil kemur, at kapp- ingarføri snýr seg um annað og meira enn lønarútreiðslur. Í tosinum um lønarafturhald tykjast arbeiðsgevarar og landsstýri at gloyma, at tær mest grundleggjandi fortreyt- irnar fyri lønarafturhaldi vanta. Hesar fortreytir fevna um at varðveita og endurreisa vanligar vælferðarágóðar soleiðis, at Føroyar ikki bert gerast eitt land fyri meðal- og yvir- stættina. Í staðin fyri eina rættvísa skattaskipan, fáa vit ein súmbolskan skattalætta, sum í veruleikanum bert gagnar meðal- og yvirstættini. Í staðin fyri at taka matvøru-MVG og tað tyngjandi oljugjaldið av, lata myndugleikarnir bara standa til. Tað er sera hart at vera ung barnafamilja og skula liva av tveimum arbeiðsmannalønum í dag. Fólk skulu rinda rentur og avdráttir, um tey eru so heppin at eiga hús. Eru tey ikki húsánarar, skal leiga rindast við vánaligum útliti til nakrantíð at seta fót undir egið borð. Hartil koma gjøld til dagstovnar ella dagrøkt, ÚF- og SvF-gjøld, trygging, flutningur, klæði og skúlabøkur, olju- og SEV-rokningar og lítil og eingin møguleiki at spara saman til ellisárini. Løn- takarin er at kalla verjuleysur, og teir ráðandi tykjast ikki skilja hansara støðu. Hann hevur bert eina verju, og tað er hansara fakfelag. Enn verri er pensionisturin stillaður. Hann hevur einki fakfelag og er púra undirlagdur politik- arana náði og ónáði. Við bakstøði í hesum veruleika kann øll landsstýrisins tala um minkaðan blokk, búskaparlig metár og lønarafturhald tykjast óviðkomandi og beinleiðis kensluleys, tí stórir part- ar av fólkinum eru við at dragna afturúr í vælferðarsam- felagnum. Tað er týðuligt, at hvørki arbeiðsgevarar ella landsstýri veruliga vita, hvussu harður gerandisdagurin hjá eini láglønarfamilju ella einum fólkapensionisti er. Her hugsa vit ikki minst um tey, ið arbeiða á fiskavirkjunum. Við hesum er so eisini sagt, at tær mest grundleggjandi for- treytirnar fyri afturhaldi og hóvsemi við lønarkrøvum vanta. Hartil kann leggjast, at soleingi hesar fortreytir vanta, er talan um sera tunt samráðingargrundarlag á arbeiðsmarknaðinum. Hetta áttu samgongufólk at hugsað um og gjørt nakað við heldur enn einvíst at illneitast inn á fakfeløgini. Hetta áttu kanska eisini arbeiðsgevararnir at hava í huga, tá ið teir fara aftur til samráðingarborðið. Og til landsstýrið: ein av tungtvigandi orsøkunum til støðuna er tann ógvusligi blokkniðurskurðurin. Somu menn ætlaðu at kuta allan blokkin vekk her og nú! Vert er eisini at býta merki í, hvussu landsstýrið roynir at flyta almennar uppgávur og útreiðslur yvir á kommunurnar. Hetta kann í sjálvum sær verða skilagott, men hvat nyttar tað, um hetta er at sammeta við sjálvbodna tvingsul fyri at sleppa tí almenna undan útreiðslum og ábyrgd. Endin kann blíva, at kommunurnar verða noyddar at hækka skatta- prosentið og tá verða uppaftur størri byrðar lagdar serliga á tey lágløntu. Tá samgongufólk vísa á skattalættar – og pengar skulu finnast til tað - kann endin jú blíva, at kommunurnar mugu hækka kommunuskattin. Hvat er tá vunnið. Geva við aðrari hondini – taka inn aftur við hinari! DAGSINS MEINING Sosialurin Fortreytir fyri lønar- afturhaldi vanta VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Høgni Hoydal Hans Pauli Strøm, skrivari javnaðarfloksins, hevur skrivað eina grein um verk- fallið og Tjóðveldisflokkin. Tað átti hann ikki at gjørt. Tí í fyrsta lagi avdúkar hann harvið enn einaferð, at tann einasta politiska uppíblandingin sum altíð við vissu er á arbeiðs- marknaðinum, kemur frá javnaðarflokkinum. Og í øðrum lagi avdúkar hann enn einaferð, at sann- leikin hevur sera trong kor, tá ræður um politiskt orða- skifti í Føroyum. Ósannar grovheitir Hans Pauli Strøm leggur Tjóðveldisflokkin undir eina røð av ósonnum uppá- haldum. Burturúr rúgvuni av grovheitum frá Hans Paula Strøm kann eg bert nevna, at hann: - sigur Tjóðveldisflokkin hava stungið fakfeløg í ryggin. Veruleikin er, at Tjóðveldisflokkurin í øll- um sínum politikki hevur bøtt um viðurskiftini og rættindini hjá tímaløntum og hjá øllum øðrum fak- bólkum. Og vit hava altíð virt og lagt dent á á- byrgdina hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. - Sigur undirritaða hava kallað lønarkrøv ábyrgd- arleys. Hetta er bein-leið- is ósatt. Eg havi als ikki úttalað meg um ítøkiligu samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum. Tað skulu partarnir sjálv- ir avgreiða. - sigur, at Tjóðveldisflokk- urin hevur blakað á- byrgdina fyri fyrsta sjúkradegi yvir til fakfe- løgini og arbeiðsgevarar at berjast um. Hetta er beinleiðis skeivt. Tað er við lóg álagt arbeiðs-gev- arum at gjalda fyrstu sjúkradagarnar. Hetta er altso ein rættur hjá ar- beiðarafjøldini, sum al- ment sett hava í sáttmála. Og í okkara grannalond- um rindar arbeiðsgevarin fyri nógv meira enn 1. og 2. sjúkradag. Hvør leggur seg út í samráðingar? Samanumtikið førir Hans Pauli Strøm somu álop á Tjóðveldisflokkin fram, sum starvsnevnd javnaðar- floksins ger í almennum brævi og sum formaður javnaðarfloksins áður hev- ur ført fram. Bert eru orðini hjá Hans Paula upp aftur grovari og hatskari. Men høvdu Hans Pauli Strøm og javnaðarflokkurin hildið seg til sannleikan og veruleikan, so er skjótt at staðfesta, at politikkurin hjá Tjóðveldisflokkurin er greiður. Partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum hava ábyrgd av at semjast um sínar sáttmálar. Vit vilja ikki dragast upp í ósemjur- nar. Á almenna arbeiðs- marknaðinum hava vit okk- ara skyldur sum politikarar, og tær halda vit til lítar. Tann einasti, sum ikki kennir sína skyldu og royn- ir at draga partapolitikk upp í samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinu- m, er javnaðarflokkurin. Tað er veruleikin, sum javnaðarflokkurin prógvar dag um dag. Kaj Leo Johannesen Løgtingslimur Nú hendi tað aftur at landið var lagt út í eitt lemjandi verkfall og arbeiðsfólk og fyritøkir kenna sviðan, og koma at kenna sviðan av hesum verkføllum, langt inn í framtíðina. Hesin ruðuleiki kann ikki og eigur ikki at halda áfram ár eftir ár, okkara arbeiðs- fólk og okkara vinnulív, hevur betri uppiborið, um hettar óskilið skal verða okkara besta boð uppá ein skipaðan arbeiðsmarknað, so eru vit fátøk. Undirritaði gongur inn fyri at partarnir á arbeiðs- marknaðinum skipað síni viðurskifti, uttan at Løg- tingið leggur seg út í træt- una, men um partarnir ikki eru førir at loysa síni viður- skifti, so skal Løgtingið leggja uppí, tað er tí vit eru vald inn á ting. Hinvegin kann tað ikki verða rætt einans at brúka fáar dagar, og so rópa eftir semingsfólkum, mín mein- ing er, at tá partarnir settu seg at samráðast, so skuldu hurðarnar verði læstar, og síðani lætnar uppaftur, tá nýggjur sáttmáli var undir- skrivaður. Haldi eisini at virðingin og tónalagið er heilt út av lagi vánaligt millum partar- nir, og at partarnir tosað ikki veruliga við hvønn annan, men framvið hvørj- um øðrum, hettar er sjálv- andi út frá teim ofta sensa- tións kendu útsøgnunum um hóttanir av einum og hvørjum slag, sum hanga í luftini. Um hesin samráðingar- háttur ella hettar tónalagið var nýtt til aðrar samráð- ingar í øðrum høpi, so hevði tað verði hildið at verði púra burturvið, og so slett ikki framt tað besta úrslitið, og sum Fagfeløgini sjálv siga korini hjá ar- beiðsfólki eru ikki nøktandi í mun til aðrar bólkar í samfelagnum, hettar átti at verði eitt gott prógv um at samráðingarhátturin, og tað at streyka annað hvørt ár, er ikki tað besta amboði at røkka nøktandi korum. Sum sagt undirritaði ynskir alt tað besta fyri partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum men loyvir sær at ivast stórliga í um streykir er tann besti mátin at geva okkara verkafólki tey bestu korini at liva undir. Persónliga haldi eg tað verða púra burturvið at leggja landið lamið og at lata virðir fyri 100 tals milliónir fara fyri skeytið, so eitt uppskot um at steðga streykuni skuldi eftir mín- um tykki verði lagt fyri tingið, eitt er vist, tað verða 100 tals færri arbeiðspláss, um støðan heldur áfram. Hettar er mín persónliga meining. Sannleikin trong kor Streykusamráðingar og undantaksstøða Jógvan við Keldu løgtingsmaður Tá lunnar vórðu lagdir undir væferðarsam- felagið fyri 100 árum síðani, samstundis sum ídnaðarliga menningin breyt seg ígjøgnum, var ongantíð ætlanin, at "øll skuldu hjálpa øllum", so at "hjálpin" fór til um- siting og ikki til gomul, veik, sjúk og tey sum trongdu hana. Dagliga hoyrist, at pláss ikki er fyri teimum eldru, at framtíðarvánirnar ikki eru serliga bjartar, tí talið økist skjótari enn pláss gerast fyri.- Sama hendir í granna- londunum. Við ellini fylgja ymiskar sjúkur, eitt nú alzheimers, parkinson, sclerose og ym- iskir tættir innan demens. Verður ikki meiri grund- leggjandi tikið hond um hesi, koma trupulleikarnir at økjast og gerast uppaftur álvarsligari. Hetta skapir eitt óverdugt lív bæði fyri tey veiku og teirra avvarð- andi. Einki nýtt er í hesi staðfesting, men fleiri og fleiri gerast eldri. Øll vita, at við ellini fylgir eitt og annað, tí hon "kemur ikki einsamøll", sum ofta verður tikið til. Vælferðarsamfelagið ikki ein rættur men forrættur Av og á fáa vit at vita, at vælferðarsamfelagið er ein fólksins rættur. Eg eri ræddur fyri, at hesin rættur kann gerast nakað tunnur, um vit ikki leggja um í samfelagið okkara. Vælferðarsamfelagið er og verður meiri ein forrætt- ur enn sjálvsagdur rættur. Legg til merkis, at fá- tækradømið, so løgið tað ljóðar, økist lutfalsliga í Norðurlondum, - So mong falla niður ímillum. Fyri umleið 100 árum síðani varð lagt til brots fyri at geva teimum veiku og eldru ein enn betri gerand- isdag. Hetta hendi sam- stundis, sum ídnaðarmenn- ingin breyt seg ígjøgnum. Her var sanniliga ikki talan um norðurlendskan upp- runa, men heldur ein táttur Norðurlond tóku til sín, broyttu og tillagaðu um- støðurnar. Tað var ongantíð ætlanin, at grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum skuldi vera, at "øll skuldu hjálpa øllum", sum síðani hevði við sær, at umsitingin av vælferðarsam-felagnum gjørdist so kostnaðarmikil og ineffektiv, at tey, sum veruliga høvdu brúk fyri hjálpini, ikki fingu hana, meðan peningurin fer upp í umsiting. Hjálpin til tey ið eiga hana Tað verður sagt, at "fyrr vóru fáa, sum sótu uppi í vogninum, meðan mong koyrdu á. Síðani gjørdust tey færri, sum koyra á, meðan tey flestu eru farin upp í vognin" Støðan í demografiini er, at triðingur av fólki okkara eru pensjónistar, annar triðingur eru skúlanæm- ingar og lesandi annars, meðan seinasti triðingurin er úti í arbeiðslívinum. Tí verður tvingandi neyð- ugt at hyggja nærri eftir umsitingarliga partinum, so at umsitingin gerst helm- ingin enfaldari, so tey sum ikki nýtast hjálp, sleppa undan umsiting. Taka landsstýrisfólk okk- ara við samstarvandi em- bætis- og starvsfólkum seg ikki um reiggj og venda upp og niður uppá "hjálp- ina" - tí tað er haðani frá viljin skal verða til broyting - verður ikki livandi fyri tey ið trongja til hana. – Her krevst annað enn at bert verður koyrt eftir "skinn- ara" uttan hugsjónir. – Spurningur er tí, hvussu landsstýrifólkini hugsa. Sum politikarar - og ser- liga vit sum ídag sita við stjórnarvaldinum í Føroy- um – hava vit ábyrgd fyri at taka hetta mál upp nógv meiri grundleggjandi og tað má henda beinanvegin. Ikki fleiri byrðar á kommunurnar og vinnulívið Fleiri ferðir havi eg eisini nevnt bæði á floksfundi, á samgongufundi og frá ting- sins røðarapalli, at sam- stundis sum vit geva skatta- lætta, leggja vit fleiri dýrk- andi lið frá landi til komm- unur og vinnulívið, heldur enn at taka trupulleikan við rótini. Ikki verður lætt at broyta hesa – eftir hondini – sið- venju, men her slepst ikki undan. Andstøðuflokkarnir eru nú heldur ikki serliga væl- leikandi. Í fyrsta lagið leggja teir upp til fleiri kostnaðarmikil og dýrkandi mál, samstundis ákæra teir okkum fyri, at samfelagið er ov dýrt at reka. Her er tíverri heldur eingin fynd í. Tað verður tí í stuttum neyðugt at einfaldgera um- siting okkara, so pening- urin verður nýttur til veik, sjúk og onnur sum trongja til hjálp, heldur enn eina óendaliga fløkta umsiting, sum tey sum dagliga virka har, sjálvi hava trupult við at skilja. – Neyðugt er at venda vælferðarsamfelag- num á. Verður hetta ikki tikið upp nú, og flokkarnir í samgongu ikki kunnu semjast um tað, fáa gomul, veik, sjúk og teirra avvarð- andi og við hesum alt sam- felagið uppaftur størri trupulleikar at berjast við, sum kanska gerast óyvir- vinniligir í næstu komandi árum. at bløð og útvarp og sjónvarp eru fylt á tremur við tíðindum frásagnum uttan at taka til viðgerðar verkfallið tann stóra spurning og trupulleika sum rakar okkum øll uttan undantak og sum øll tosa um og sum øll líða undir hvussu ber tað til at nú knappliga hoyrist ella sæst eingin klíva í tvey um hetta álvarsmál og hvussu tað kann verða loyst við skili og skynsemi hvar eru tey farin – øll tey sum javnan plaga at breiða seg í bløðum og út- og sjónvarpi hvussu ber tað til at eingin kemur og ripar nevan í borðið og krevur at nú má skil fáast á vit sum annars plaga at breggja okkum av at vera eitt av teimum best skipaðu vælferðardemokratium í øllum heiminum skuldu vit ikki verið før fyri at basa hesum skilaloysi hvørjum líkist tað at umboð fyri partarnar koma ikki saman at samráðast í dagar og vikur meðan mjólk í tíggjutals tonsum verður stoytt á sjógv og meðan virði fyri hundraðtals miljónir krónur fara fyri skeytið – og tað sum skilir partarnar eru nakrar fáar krónur – tá ið sovorðnir spurningar verða bornir upp á mál eru teir so ræðandi at vit tora ikki at taka støðu sjálvi men er tað ikki júst tað vit mugu gera í einum fólkastýrdum samfelag tú og eg Erling S Hvussu ber tað til VIÐMERKINGAR Hergeir Nielsen Meðan samfelag okkara er úti í eini teirri svárastu kreppustøðuni á arbeiðs- marknaðinum seinastu nógvu árini, er tað hug- stoytt at síggja, at menn við politiskari ábyrgd gera sær dælt av hesi vanlukku. Tað er av sonnum at harmast um, at javnaðar- flokkurin ferð eftir ferð undirmetir verkafólkið so mikið grovliga, sum hann ger í royndum sínum at billa verkafólkinum inn, at tjóðveldisflokkurin er part- ur av stríðnum móti teim- um. Ein øsingin hjá javnaðar- flokkinum er, at tað er blivið eitt brotsverk, at landsstýrismaðurin í fíggj- armálum boðar frá, at hann ikki kann gókenna ein løn- arsáttmála. Vildi tað ikki verið mun- in verri, um landsstýris- maðurin tagdi við so týð- andi upplýsingum, spyrja vit? Vildu ikki somu menn kravt høvdið av honum fyri at dylja týdningarmiklar upplýsingar? Vit, sum ikki ætlað, at flokspolitikkur skal koma upp í bardagan á arbeiðs- marknaðinum, harmast um hesar royndir hjá javn- aðarflokkinum at gogga sær politiskan vinning av bardaganum á arbeiðs- marknaðinum. Seinast, tá verkfall var, var ein tingmaður teirra enntá so framligur, at hann legði seg út í stríðið á arbeiðsmarknaðinum og var við á barrikadunum. Fáur og eingin brýggjar seg um menn, ið snobba niðureftir, og als ikki verkafólkið, ið vil hava frið at stríðast sítt egna stríð. Teir, ið ikki sóu skriftina á vegginum tá, læra lítið og einki av egnum mistøkum, men royna nú aftur í blind- um hatri at billa verka- fólkinum inn, at júst tjóð- veldisflokkurin er fíggindi teirra. Einki er meiri burturvið enn tað sama. Tá teir siga seg øtast og vera vónbrotnar av, at tjóð- veldisflokkurin skal vera soleiðis vorðin, meina teir tað øvugta. Sjálvandi høvdu teir verið himmalfegnir, um nakað var í hesum vásinum hjá teimum. Politisku fluguvektarar- nir royna eftir førimuni at billa verkafólkinum inn, at einasta sanna verja teirra er til fals. Soleiðis er tað sjálvandi ikki, og tí er vón- brot teirra júst so stórt, sum teir siga tað vera. Tey, ið fylgja politisku gongdini vita, at fíggjar- politisku framtøkini til gagns fyri meiniga mannin ongantíð hava verið størri enn tað sama, og fólk flest undrast yvir, hvar uppskot javnaðarfloksins á hesum øki blíva av. Hóast stórstu skattalættar nakrantíð undir farnu sam- gongu, og somu gongd undir hesi, so vita vit full- væl, at fólk hóast hetta hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman, men gongdin rætta vegin er so har. Aðrir leita aðrar leiðir. Fyri hálvum ári síðan hoyrdu vit formann javnað- arfloksin siga, at hann og javnaðarflokkurin stríddust við at broyta skattalógina soleiðis, at hon kom at gagna ovastu politisku leiðsluni í javnaðarflokkin- um persónliga. "Hetta svekkar mína støðu sum politikkari fyri Suðuroynna," segði arbeið- aravinurin á ovastu rók í javnaðarflokkinum um galdandi skattalóg, sum javnsetti hann og hansara líkar við mannin á gøtunu. Hann vildi ikki vikna í kongunum og als ikki finna seg í at rinda skatt fyri sína persónligu nýtslu í tí kommunu, hann búði í, eins og snøgt sagt allir aðrir føroyingar gera. Vit í samgonguni hugsa øðrvísi. Ferð eftir ferð hava vit broytt skattalógina soleiðis, at meinigi føroyingurin hevur fingið skattalættar - í hesum seinasta umfarinum við 125 mió.kr. Hinvegin hava vit ikki hoyrt so nógv frá teimum, sum bert høvdu áhuga fyri at broyta lógina fyri egnan vinning. Soleiðis, at hon kundi tryggja javnaðarmonnum livibreyðið í valdømum, teir ikki brýggja seg um at búgva í. Umsitingin ger enda á vælferðarsamfelagnum »Hetta svekkar mína støðu« C M Y K 7 6