Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 103 - 4. juni 2003 Nr. 103 - 4. juni 2003 9 Undir verkfallinum hevur verið ferðast dúgliga í Sandoynna eftir bensinið og olju, og enn eru nakrir dropar eftir. Í onkr- um handli fæst enn frystivøra og so sjálv- andi mjólk, men so- vorðið sum kølivørur, frukt, epli, vesipappír og viðskeri eru uppi. VERKFALLIÐ Hilmar Jan Hansen Meðan landið stórt sæð verður lagt lamið av verk- fallinum hjá arbeiðara- feløgunum, anir enn í Sandoynni. Síðani bensin og olja fóru at ganga undan aðra- staðni, hava fólk ferðast dúgliga um Skopunarfjørð við bili, so tey kunnu fáa sær tangan fyltan. Serliga teir fyrstu dagar- nar høvdu fleiri fult av dunkum í bilinum, so tey kundu rættiliga leggja inn undir seg ella keypa fyri onnur, men tað er ikki so nógv av tí flutninginum meira. Ikki er loyvt at hava meira enn ein litur av bens- ini og fimm litrar av diesel- olju við sær í bilinum um- borð á ferjuni. – Vit hava ikki loyvi til at kanna bilarnar hjá fólki, so vit kunnu ikki annað enn siga teimum, hvat tey hava loyvi til og ikki, sigur Jon- hard Johannesen, skipari á strandfaraskipinum »Tern- uni«, ið røkir siglingina um Skopunarfjørð í løtuni, tí »Teistin« er á beding. – Í teimum førum, har vit hava sæð, at fólk hava fleiri dunkar í bilinum, hava vit kortini steðgað teimum. So nakrir bilar hava verið noyddir at sloppið sær av við dunkarnar, áðrenn teir eru slopnir umborð. Stóri áhugin fyri farleið- ini um Skopunarfjørð í hes- um døgum er annars nakað, teimum dáma sera væl um- borð á »Ternuni«. – Tað sigur seg sjálvt, at tað er nógv stuttligari hjá okkum, sum sigla, tá nógv fólk og nógvir bilar eru við, tí tá gongur arbeiðið nógv skjótari, sigur skiparin. – Av tí at vit eru upptiknir frá morgni til myrkurs og hvønn túr hava nógvar bilar á dekkinum, verður dagurin skjótari liðugur. Brennievni til pizza Tá komið er í land í Skop- un, liggur leiðin suður á Sand, og á Statoilstøðini á Todnesi standa longu fleiri bilar og fylla sær á tangan. Ikki stendur á at fáa tað, ein hevur brúk fyri, tí har fæst bæði dieselolja, blýfrítt bensin og kaliumbensin. Ein av teimum, sum mikumorgunin hevði leitað sær suður at fylla á, var stjórin í Pizza 67 í Havn, Höskuldur Pállsson, sum hevði ikki færri enn tríggjar bilar við sær. – Vit mugu royna at halda bilarnar hjá okkum koyr- andi, tí vit koyra pizza út, so einasta grundin til, at eg eri komin suður saman við tveimum øðrum, er at fylla á tangarnar, so vit fáa koyrt pizza út í einar tveir dagar aftrat, sigur hann. – Onkur av hinum bilun- um hjá okkum er til diesel- olju, so vit fáa kanska hild- ið tænastuna við líka í nakrar dagar aftrat. Höskuldur sigur, at Pizza 67 enn hevur so mikið av rávøru eftir, at tey enn kunnu gera pizza. Rávøran, tey hava brúk fyri, er fyrst og fremst mjøl og ostur, men so skal sjálvandi eisini onkur fylla til aftrat. Meðan fylt verður á teir ymsu bilarnar, hoyrist eis- ini onkur stuttlig søga av og á, og ein heimasandsmaður veit at siga, at tveir ung- lingar úr Havn ikki sluppu av oynni aftur, eftir at teir tað eina kvøldið mitt í viku vóru komnir suður at fylla sær tangarnar: – Teir høvdu hugt at skeivu tíðunum í ferðaætl- anini og hildu seg sleppa avstað seinni. Men tað vísti seg, at teir túrarnar siglir báturin bara fríggjakvøld og sunnukvøld, so einki var at gera hjá teimum, enn at finna sær song her suðuri. Eisini veit onkur at siga frá, at sandoyingar, ið ar- beiða í Havn, hava ein nýggjan bil við sær suður hvørt kvøldið, sum teir so taka við sær aftur til Havn- ar við fullum tanga morg- unin eftir. Eitt sindur eftir enn Tá flestu bilarnir, ið eru komnir við »Teistanum« henda túrin, eru farnir víð- ari, kemur ein tangabilur frá Statoil á støðina, og hann ger seg beinanvegin út til at fylla meira dieselolju á stóra tangan hjá støðini. – Hetta eru á ein hátt góðir dagar hjá okkum í Sandoynni, tí tað vísir seg at vera stórur áhugi fyri bæði blýfríum bensini og dieselolju, sigur Tórur Jo- hannesen, avgreiðslumaður hjá Statoil í Sandoynni, sum sjálvur koyrir tangabil- in og tekur sær av at fylla á. – At tað mesta fólkið kemur aðrastaðni úr landin- um síggja vit jú, tí »Tern- an« setir mestsum met hvønn dag. Men tey skulu sjálvandi vera vælkomin higar at fylla sær á tangar- nar, tí vit sandoyingar keypa jú so nógv aðrastaðni sjálvir. Einki er at siga til tað. Tórur vil ikki endiliga siga, hvussu nógv hann hevur eftir av ymsa brenni- evninum, men hann heldur ikki, at hetta er síðsta áfyll- ingin av diesel, sum hann koyrir á. – Nei, enn er eitt sindur eftir, og vit senda heldur ongan apríl í Sandoynna, so tey skulu nokk fáa tað at vita, um tað verður tómt hjá okkum, heldur hann. – Fólk ringja út at kalla øllum landinum at frætta um, hvussu er við bensini og olju, og so siga vit teim- um sjálvandi, hvussu vorð- ið er. Tað ber kanska til at siga, at okkara framman- undan breiði kundaskari í hesum døgum er breiðari enn nakrantíð. Tórur sigur seg ikki júst hava lagt inn undir seg undan verkfallinum, men at hann nokk hevði tað í hug- anum, tá tað sá út til, at sleppast kundi ikki undan verkfalli. – Tað óvanliga fyri okk- um er nokk helst, at strand- faraskipið framvegis siglir, tí onnur ár, tá verkfall hevur verið, hevur tað ofta verið nakað av tí fyrsta, sum hev- ur verið rakt. Hesa ferð ber væl til at ferðast suður, og tann møguleikan brúka fólk so, heldur Statoil-av- greiðslumaðurin á Sandoynni. Bamsur avloysa frukt Tá bensinvísarin hevur fingið ein uppstrammara, verður farið eina rundferð í oynni, í einir tveir tímar eru, til »Ternan« aftur siglir um Skopunarfjørð. Á veg gjøgnum Sands- bygd er friðarligt. Ikki so nógv fólk at síggja úti, men klokkan er heldur ikki meiri enn gott og væl átta. Uttan fyri matvøruhand- ilin Eldhús á Sandi stendur ein plattur av mjólk, sum er komin yvir um Skopunar- fjørð eina løtu framman- undan. – Mjólkin er tað einasta, vit fáa nú. Verkfallið er eis- ini so smátt farið at síggjast aftur á hillunum hjá okk- um, sigur handilsmaðurin, Karl Johan Petersen. – Longu teir fyrstu dag- arnar vóru vit í uppisetri við eplum og vesipappíri, og eisini var skjótt, at eing- in viðskeri var eftir. Fólk vildu kanska binda um heilan fingur, tá verkfallið byrjaði, og tí keyptu tey kanska heldur meiri av teimum mest neyðugu vør- unum, enn tey annars gera. Men sovorðið sum kølivør- ur og frukt er eisini uppi hjá okkum. Hetta síðsta sæst eisini aftur, tí í grønu hillunum, har súrepli, appelsinir og annað plagar at vera, hava tey sett nakrar fittar bams- ur, so tað ikki skal síggja so tómt út… Ein stutt rundferð í handlinum vísir tó, at ikki allir diskarnir eru so skrall- tómir, sum teir kanska eru tað í høvuðsstaðnum og á meginøkinum. Eitt nú er fitt av døgurðamati eftir í frystaranum. – Ja, nakað av frystivør- um er eftir, men nú fer eis- ini at minka burtur av tí. Og tá vit onga nýggja vøru fáa, man tað eisini fara at tøm- ast her hjá okkum, sigur Karl Johan, ið heldur støð- una vera nøkulunda ta somu hjá hinum matvøru- handlunum, sum eru í oynni. Sandoyggin sum oljuparadís Soleiðis sær tað út uttan fyri Statoil-støðina á Todnesi, tá »Ternan« hevur lagt at í Skopun, tí ferðslan í Sand- oynna eftir bensini og diesel- olju hevur verið nógv NØVN Í VIKUNI Dagurin 4. juni. Obtatus, deyður í umleið 390. Var upprunaliga heiðin maður, sum gjørdist kristin og endaði sum biskupur í Milevis í Numidiu. Doyði strádeyðan. Sólfinn Hansen cand.mag. á Fróðskaparsetri Føroya 28. mai fekk Sólfinn Han- sen úr Klaksvík prógv á Fróðskaparsetri Føroya sum cand.mag. við høvuðs- grein (cand.phil.) í norður- lendskum, serliga føroysk- um máli og bókmentum og grundútbúgving (exam. art.) í søguvísindum. Sólfinn er 25 ára gamal og úr Klaksvík; sonur Marionnu, f. Thomassen, og Kjartan E. Hansen, bæði úr Klaksvík. Hann fekk málsligt studentsprógv á Kambsdali í 1998. Lesturin á Fróðskaparsetrinum hev- ur tikið tilsamans 5 ár. Sólfinn er tann fjórði lesandi, ið hevur tikið alla cand.mag.-útbúgvingina í Føroyum. Umframt hesa útbúgving hevur hann eis- ini lokið ársnám í sam- felagsfrøði. Hann er giftur við Sunrid, f. Hansen, av Hellunum. Tey búgva á Hellunum og eiga tvey børn; dóttrina Marionnu og sonin Magna. Eftir summarfrítíðina fer Sólfinn at starvast sum tímalærari á Føroya Hand- ilsskúla á Kambsdali. Jan Müller Anfinn Kallsberg var í gjár á fundi í Keypmannahavn við danska verjumálaráð- harran Jens Aage Jensby og grønlendska varaløg- mannin. Teir umrøddu framtíðar verjupolitikkin í Norðuratlantshavi og í Natosamanhangi. Tað var verjumálaráðharrin, sum kallaði inn til fundin. Løg- maður sigur, at vit hava sett okkum fyri at fáa allar upplýsingar til vega og fáa innlit og ávirkan á uttan- ríkis- og verjupolitisku støðuna. Fundurin var ein partur av tí. Málið um herðnaðarlógirnar varð eisini umrøtt. Løgmaður á fund við verjumálaráðharran Jan Müller -Tað vil eg taka støðu til tá eg komi heim í dag. Hetta var svarið løgmað- ur gav Sosialinum, tá blaðið kunnaði hann um slitið á arbeiðsmarknað- inum á middegi týs- dagin. Løgmaður sigur tað vera spell, um part- arnir á arbeiðsmarknað- inum ikki hava tikið hansara áheitan í Sosial- inum leygardagin til eftirtektar. Hann sigur støðuna vera sera sera álvarsliga og fer at taka málið upp alt fyri eitt tá hann kemur aftur seinnapartin týsdagin. Vónaði partarnir funnu loysn Jens Aage Jensby C M Y K 9 8