Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir bert gott sam- døgur sum nýklæktur pápi noyðist Jákup á Borg mikumorgunin til Íslands við fót- bóltslandsliðnum. Men hóast tungu frástøðuna, so er hann til reiðar bjóða íslendingum av, og hann er ikki í iva um, hvussu møguligar skoringar skulu feirast LANDSDYSTUR Jákup Mørk Spenningurin er sjálvsagt ovurstórur, nú fótbólts- landsliðið tvær reisur innan eina viku skal í altjóða eldin. Enntá móti grann- unum fyri norðan, Íslandi, og so ikki at gloyma Týsk- landi, sum vitjar á Tórsvølli um eina viku. Ein av leikarunum í landsliðsferðalagnum er sum vant Jákup á Borg, sum seinastu tvey árini hevur verið fastur millum teir fyrstu ellivu, og sum serliga í inniverandi undan- kapping hevur markerað seg sum fastur uppleggjari til málini. Eins og liðfelagarnir, so gleðir hann seg sjálvsagt til dystirnar, men tað eisini annað og meira enn hetta, sum hevur upptikið tankar hansara hesar seinastu dag- arnar. Tann parturin av spenn- inginum varð tó partvíst út- loystur týsnáttina, tá Jákup gjørdist pápi fyri fyrstu ferð, tá ein lítil drongur fyri fyrstu ferð sá dagsins ljós. Hevði farið Terminin hjá Susi var sett til 3. juni, so í so máta gekk alt akkurát soleiðis, sum spátt varð, men Jákup dylir ikki fyri, at hetta var nakað, sum tey høvdu tosað nógv um. Ikki minst um tað skuldi víst seg, at útlit vóru fyri, at hon skuldi ganga út um ásettu tíðina. - Ja, tað tosaðu vit nógv um. Bæði okkara millum og við ljósmóður Eftir álmanakkanum høvdu vit jú ikki serliga nógva tíð at geva av. Men vit høvdu gjørt av, at eg skuldi fara til dystin. Hetta eru jú tvær sera stórar uppgávur hjá landsliðnum, sum eg ikki vildi vera fyriuttan, sigur hann. - Men tá tað er sagt, so má eg nokk viðganga, at hetta helst hevði verið broytt, um nú verkirnir byrjaðu mikumorgunin heldur enn mánamorgunin. Eftir at hava verið ígjøg- num hetta at blíva pápi, er tað í øllum førum ikki nak- að, sum vildi verið fyriutt- an. Tað tók sína tíð, og tað var strævið, men hetta er so tað størsta, sum eg nakran tíð havi upplivað, og einki mál, sum eg havi ella komi at skjóta, kann samanberast við hetta. - Og eitt er víst. Høvdu vit á vøllinum kunna sýnt nakað av tí styrki, sum konufólk hava, tá tey skulu eiga, so ivist eg ikki í, at úrslitini høvdu verið enn betri, sigur Jákup. Vita, hvat vit skulu gera Tað slepst sjálvandi ikki undan, at ein slík stórhend- ing í lívinum er nakað, sum ávirkar sálarliga, men sjálvur heldur Jákup ikki, at hetta er nakað, sum fer at nerva hann til dystirnar. - Í løtuni er tað sjálvandi ikki landsdysturin í Íslandi, sum fyllir serliga nógv í høvdinum hjá mær, og frá- ferðin var eisini nakað av tí fyrsta, sum eg hugsaði um, tá eg í nátt sat við lítla. Tað virkar ræðuliga tómt, at eg soleiðis skal fara avstað alt fyri eitt, men talan er ikki um so langa fráveru, og vit eru jú í Føroyum aftur sunnudagin, tá tey bæði sleppa heim. So má eg bara vóna, at Henrik gevur mær frí í nakrar tímar, so eg kann vera eitt lítið sindur saman við familjuni tann dagin. Og hóast hann ikki er alt ov fegin um hetta, at skula avstað alt fyri eitt, so heldur Jákup, at hetta í øllum førum hevur givið lands- liðnum ein trupulleika minni. - Nú vita vit í øllum førum, hvussu jubel-scen- urnar skulu vera ,ta´vit hava skorað, sigur hann flennandi. Nr. 103 • mikudagur • 4. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo – Koyr á, Babba Bei-bei Babba. Longu dagin eftir, at lítli sonurin var borin í heim, noyðist Jákup á Borg til Íslands, har fyrri av tveimum stórdystum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum bíða Mynd: Álvur Haraldsen 11 10 Nr. 103 - 4. juni 2003 Vatnsoyra Snikkaravirki 35 ár Í ár eru liðin 35 ár síðan Vatnsoyra Snikkaravirki varð stovnað. Virkið er kent fyri tey væl um- tóktu síni H-vindeyg- uni. Saman við Før- oya Glugga í Miðvági, eru fyritøkurnar hjá Hans Elmar Poulsen, størsti vindeygafram- leiðari í landinum VIRKI Magnus Gunnarsson Vatnsoyra Snikkaravirkið varð stovnað í mai 1968. Tað var Hans Elmar Poul- sen, sum er føddur og upp- vaksin við Ljósá, sum stovnaði fyritøkuna, hann var tá 30 ára gamal. Sum ungur sigldi Hans Elmar og arbeiddi á Tunnuvirkinum í Havn í eini fimm ár. Hann giftist í 1961 við Kirstin, f. Nielsen, av Vatnsoyrum. Tey búðu í Havn fýra tey fyrstu árini. Á heysti í 1965 fluttu tey til Vatnsoyrar í sambandi við byggingina av leguhúsinum Zarepta. Verfaðirin hjá Hans Elmar, Dánjal Nielsen í Vatnsoyr- um, hevði eitt høli uppá 90 fermetrar, ið var ein lítil snikkaraverkstaður. Har byrjaði Hans Elmar at ar- beiða í tí smáa, men skjótt eftir tað keypti hann verk- staðin. Fyrstu árini arbeiddi hann einsamallur á snikkara- verkstaðnum, har var nokk at tríva í hjá einum manni. Arbeitt varð við t.d. vind- eygum, hurðum og køkum. Á henda hátt fekk familjan til lívsins uppihald. Konan, Kirstin, hevði tað bókliga um hendur. Tað skuldi vísa seg at eydnan var við teim- um, tí veturin 1971/72 kom Hans Elmar fram á tað so- kallaða H-vindeyga, og var hann við tað sama greiður, yvir at hetta var vert at royna - eitt vindeyga í øðrvísi sniði við ókendum møgu- leikum. Tað kundi vendast heilt runt - so hetta var vert at satsa uppá. Hann fekk umboð fyri H-vindeyga í Føroyum við lyfti um, at hann sjálvur kundi fara undir framleiðslu av hesum vindeygum, soframt fram- leiðslan kundi bera seg. Hann fekk loyvi til H-vind- eygaframleiðslu fyrst í 1975. Gjaldið fyri at sleppa at framleiða vindeyguni var, at hann keypti øll besløgini til hesi vindeygu frá norsku Husmor-vindeyga verk- smiðjuni, sum hevði patent uppá tey. Fyri at kunna fara undir hesa framleiðslu, mátti hann byggja størri fram- leiðsluhølir. Eftir tíggju árum vaks verkstaðurin frá 100 til 1.100 fermetrar. Vindeygaframleiðslan gekk væl. Besta árið í 80-unum, tá byggingin var í hæddini, vórðu 11.000 vindeygu gjørd. Virkið hevði fram- leiðsluorku til at 12.000 vindeygu árliga. Báta og rútafram- leiðsla Hans Elmar hevur eisini roynt seg í øðrum vinnum. Í nøkur ár bygdi hann bátar í Sørvági. Hann hevur altíð havt áhuga fyri bátum, og ognaði hann sær ein 31 fót Viksund bát í 1978. Hesin bleiv seinni skiftur út við ein Aqua Star 33. Á heysti í 1986 undirskrivaði hann sáttmála við høvuðsverk- smiðjuna á Guernsey um loyvi at framleiða Aqua Star 33 bátar í Føroyum. Hann keypti ein bygning í Sørvági til endamálið. 13 bátar vórðu bygdir á báta- verksmiðjuni í Sørvági. Tá bátaframleiðslan helt upp- at, varð sami verkstaðurin brúktur til framleiðslu av termorútum í góð 10 ár. Á heysti 1990 keypti Hans Elmar plastvindeyga- verksmiðjuna Føroya Glugga í Miðvági. Hetta var ein stór íløga, og nógv skuldi til fyri at fáa hetta virki at bera seg fíggjarliga. Stutt eftir, í januar 1993, steðgaði alt virksemi í land- inum upp. Hetta bleiv ein trupul tíð hjá Hans Elmari, frá at hava 32 fólk í starvi, fóru tey niður á 6-7 fólk. So- leiðis varð gongdin í fleiri ár. Men so batnaði aftur og tað bar móti ljósari tíðum. Bilasavn Í teimum vánaligu tíðunum hevði Hans Elmar stóra gleði av gomlu bilunum, ellisakførunum, sum hann hevði keypt. Hann hevur al- tíð havt stóran áhuga fyri gomlum bilum, og eigur hann einasta bilasavnið í landinum, Vatnsoyra Bila- savn, har nøkur av okkara fínastu ellisakførum standa. Tað kom týðuliga til sjóndar, tá Vágtunnilin lat upp, og landsins fremstu fólk vórðu flutt í gomlu luksusbilunum hjá Hans Elmari. Kirstin og Hans Elmar eiga seks børn - trý av hvørjum. Dreingirnir komu allir at arbeiða á virkjunum hjá pápanum fyrst í 90- unum, og nú eru tað teir ið reka virkini. Í øllum hesum, sigur Hans Elmar, sum hevur verið persónliga trúgvandi frá ungum av, hevur tað borið av øllum, at kunna leggja alt í Harrans hendur. Alt vit hava og náa í lívin- um er av náði Guds, og er tað Hann, sum eigur størstu tøkkina, sigur hann at enda. Í sambandi við at 35 ár eru liðin síðan Vatnsoyra Snikkaravirki varð stovn- að, verða nøkur vindeygu og hurðar seld rættuliga bíliga. Tilboðini eru at síggja á heimasíðuni: www.h-windows.fo 35 ára tilboð Vatnsoyra Snikkaravirki. Tá virkið varð stovnað í 1968, var tað einans 90 fermetrar, nú er gólvvíddin umleið 1.500 fermetrar Í 1990 keypti Hans Elmar Poulsen plastvindeygaverksmiðjuna Føroya Glugga í Miðvági, har er samlaða gólvvíddin 700 fermetrar Á sumri 1972. Her ger Hans Elmar klárt til fyrsta túrin av oynni við vindeygum. Bilurin er ein gamal Morris lastbilur Hans Elmar Poulsen stovnaði Vatnsoyra Snikkaravirki sum 30 ára gamal. Her er hann við einum av sínum ellisakførum, einum Chervrolet Styline frá 50-unum C M Y K 10