mikudagur 4. juni 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 4. juni 2003
13
Hóast teir higartil
bara hava verið í bát-
inum í vikuskiftinum,
so eydnaðist tað
vágbingum á síðstu
metrunum at stríða
seg framum Jarnbard
6–MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
6–mannafarið Smyril við
monnum er kappróðrar-
stoltleikin hjá suðuroying-
um. Men tað sæst einki til
bátin á Vágsfirði fýra tey
fyrstu kvøldini í vikuni. Tá
stendur báturin í neystin-
um,
meðan
manningin
drívur á at venja í Fragd og
Fimi í Havnini.
Manningin er tann sama,
sum hon var í fjør. Talan er
um handverkaralærlingar.
Teir standa í plátusmíð og
elektrikaralæru í Vági. Sein-
astu seks vikurnar hava teir
verið á tekniskum skúla í
høvuðsstaðnum. Uppundir
jóansøkuna verður skúla-
skeiðið liðugt. Tá fara teir at
venja uppaftur meiri umborð
á Smyrli, enn teir hava gjørt
higartil. Men sambært báts-
formanninum hevur tað
kortini ikki verið heilt einki.
– Vit fara suður fríggja-
dag. Hesar seinastu vikur-
nar eru vit farnir so at siga
beinleiðis í bátin. So hava
vit vant eina ferð og onkra
ferðina tvær ferðir leygar-
dag, og so aftur sunnudag,
áðrenn vit eru farnir norður
aftur, sigur Jóhan Sofus
Müller.
Yngsti maður umborð á
vinnarabátinum á norðoya-
stevnu er 20 ára gamal, og
tann elsti er 26 ár.
Í fjør var Smyril nummar
tvey
á
norðoyastevnu.
Leygardagin sá tað leingi
út, sum um hann eisini hesa
ferð skuldi verða næst-
fremstur.
– Vit fingu ógvuliga vána-
ligan start. Tað var so
ófantaligt í sjónum, at teir í
stýriborð noyddust at rógva
alla tíðina fyri at halda hon-
um uppí. Kanska vóru vit
eisini eitt sindur ókonsentr-
eraðir, tá ið startskotið varð
loyst av. Vit ruku afturum.
Men so við og við gekk
betri, og tá ið stýrimaðurin
segði, at tað ikki vóru fleiri
enn tvær bátslongdir fram til
Jarnbard, kendist tað sum
um vit fingu mót av nýggj-
um. Tá ið vit fóru um málið,
hildu vit, at vit høvdu verið
akkurát ov stuttir. Men so
sóu vit, at viðhaldsfólkini
hjá okkum á bryggjuni fegn-
aðust, og tað boðaði jú frá
góðum, sigur Jóhan Sofus
Müller.
Jarnbardur var leysur av
hinum á 1000 metra málin-
um. Tað var ikki fyrrenn á
Kósabrúnni, ella tá ið tveir
triðingar av teininum vóru
lagdir afturum, at fyrstu
ábendingarnar vóru um, at
tað kanska fór at gerast
spennandi, og so var.
Hjá Páll Fanga, sum vann
á norðoyastevnu í fjør,
royndist tað syndarliga illa í
heimasjógvi. Páll Fangi var
næstaftastur, og teir vórðu
tiknir av nýggja Sundabát-
inum, sum ikki hevur vant
eins nógv og klaksvíkingar
hava.
Lærlingarnir eru sannir sveinar
6-mannafarsróðurin hjá
monnum gjørdist sera spenn-
andi, og við einum øgiligum
spurti eydnaðist tað Smyrli
at vinna seg fram um Jarn-
bard
Mynd: Álvur Haraldsen
Í fjør vunnu tær allar
róðrarnar við
Sílinum, og nú stóðu
tær seg í fyrstu
royndini umborð á
Gongurólvi
6–MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
Í fjør skalaði eingin gentu-
manningini á Sílinum. Tær
vunnu allar seks FM róðr-
arnar, og sigrarnir vóru
rættuliga sannførandi.
Nú er størri parturin av tí
manningini farin umborð á
6 mannafarið hjá Havnar
Róðrarfelag,
sum
eitur
Gongurólvur.
– Tað er einki aldursmark
hjá gentubátunum, so vit
kundu havt hildið fram við
Sílinum. Men allar tær,
sum í fjør vóru við til at
manna Gongurólv, fóru av,
og so valdu vit at taka við
nýggju avbjóðingini. Vit
eru fýra, sum í fjør róðu við
Sílinum, og sum nú rógva
við Gongurólvi. Hinar báð-
ar hava róð nógv fyrr, og
stýrimaðurin hevur eisini
nógvar royndir.
Hetta sigur Inga Thor-
kildshøj. Í fjør var hon báts-
formaður á Sílinum, og nú
er hon bátsformaður um-
borð á Gongurólvi.
Í fjør var Jarnbardur suv-
erenur FM vinnari. Tær
vunnu allar róðrarnar. Á
norðoyastevnu var einki at
síggja til Jarnbard við
kvinnumanning. Fleiri av
teimum, sum róðu í fjør,
eru farnar av landinum,
men kanska fara tær at lut-
taka seinni í summar.
Páll Fangi fekk besta
startin
leygardagin,
og
fyrstu løtuna lógu tær í
Klaksvík fremstar.
– Vit royndu tað, sum vit
kundu. Stýrimaðurin hjá
okkum segði, at vit vóru
fremstar, tá ið okkurt um
hálvt málið var rógvið, og
so longdist munurin aftur
til hinar, sigur Inga Thor-
kildshøj.
Gongurólvur
lá
eystarlaga. Tað hoyrdist
leygardagin, at tað glapp
hjá teimum á tí teininum, tá
ið tær høvdu lívdina, sum
hinar ikki fingu fyrrenn
einar
hundrað
metrar
seinni. Men tað var eingin
ivi um, hvør var bestur. Á
málinum var Gongurólvur
meiri enn fýra bátslongdir
frammanfyri Páll Fanga,
sum aftur var leysur av
Lómi á Argjum. Og so
komu Smyril, Fortuna og
Fuglfirðingur so at siga
hvør fyri seg á mál.
– Vit rokna við at fáa væl
størri kapping næstu ferð.
Men vit fara at gera okkara
fyri at varðveita oddasess-
in, sigur Inga Thorkildshøj.
Halda fram har tær sleptu
Havnardreingir
vunnu mest sannfør-
andi sigurin av øllum
í teimum seks kapp-
róðrunum leygar-
dagin
5–MANNAFØR
DREINGIR
Jóannes Hansen
Tað var einki, sum á fyrstu
metrunum í fyrsta róðrin-
um leygardagin bendi á, at
dreingirnir umborð á Sílin-
um skuldu gerast mest
sannførandi vinnararnir á
norðoyastevnu. Havfrúgvin
úr Vestmanna, sum vann
FM í 1999, fekk besta start-
in, og Tjaldrið, sum vann
FM í 2001 og aftur í 2001,
var væl við fyrstu løtuna.
Men tá ið hálvur teinurin
var rógvin, var Sílið, sum í
fjør var FM vinnari, væl
frammanfyri hinar.
– Stýrimaðurin hjá okk-
um segði, at Havfrúgvin í
startspurtinum var eina
bátslongd
frammanfyri
okkum. Tað var ikki fyrr-
enn startspurturin var av, og
vit róðu lunnaróður, at vit
tóku Havfrúnna, og so gekk
sera væl. Tá ið vit komu
framvið Kósabrúnni ivað-
ust vit ikki í, at vit vóru væl
frammanfyri vestaru bátar-
nar, sigur Sigtór Lützen.
Hann er bátsformaður
umborð á Sílinum, og hann
er royndasti maðurin um-
borð. Allir hinir, sum í fjør
vóru við til at vinna FM,
eru farnir av, tí teir vóru ov
gamlir. Sigtór hevur mann-
að bátin av nýggjum, og
hann hevur funnið mesta
partin av bátsfeløgunum
millum sínar liðfelagar:
– Vit eru fýra, sum spæla
hondbólt við Kyndli, so vit
kendust rættuliga væl, tá ið
vit fóru undir venjingina.
Vit hava vant síðani í janu-
ar. So í meiri enn tveir mán-
aðir var bæði hondbólturin
og kappróðurin á skránni.
Sigurin á norðoyastevnu
smakkar serliga væl hjá
bátsformanninum,tá
ið
hann minnist aftur á árið í
fjør.
– Tá vóru vit nummar
fýra á norðoyastevnu, og vit
vórðu kolldømdir á Skála-
fjørðinum. So vunnu vit
tríggjar róðrar. Í ár hava vit
so fingið betri start, enn vit
fingu í fjør. Nú fáa vit at
síggja, hvussu tað fer at
roynast.
Kappingin um tey fýra
plássini aftanfyri Sílið var
rættuliga tøtt. Tað slitnaði
ikki sundur millum Blik,
Tjaldrið, Havfrúnna og
Fípuna Føgru. Annað viku-
skiftið fæst at síggja, um
nakar av teimum fer at
megna at gera nakað við
Sílið, sum í Klaksvík var so
nógv fremst.
Kyndil og Sílið hoyra saman
Har var eingin ivi um, hvør
var fremsti báturin í
kvinnuróðrinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Sílið við Kyndils dreingj-
unum á bekkunum var so
langt fremstur av teimum
átta dreingjamanningunum
Mynd: Álvur Haraldsen
13
12
Nr. 103 - 4. juni 2003
Hjá royndu monnunum telur bara fremsta plássið
Manningin á Havnar-
bátinum er so mikið
roynd og sigursrík, at
teir síggja næst-
fremsta plássið sum
fyrsta tapara plássið
10–MANNAFØR
Jóannes Hansen
Næstfremsta plássið er
fyrsta taparaplássið. Tað
staðfestir bátsformaðurin á
Havnarbátinum,
Magni
Brøðraberg. Tað er einki
reyp í útsøgnini. Heldur
boðar hetta frá, at tá ið
rógvararnir eru so royndir,
sum teir eru umborð á
Havnarbátinum, og tá ið
teir hava vunnið so nógv, so
er tað bara sigurin, sum
telur.
Tá
ið
Havnarbáturin
leygardagin vann ársins
fyrstu kapping, var yngsti
maður umborð 24 og tann
elsti 34 ár. Síðani í fjør hava
teir skift tríggjar út. Tveir
av teimum, sum eru komnir
umborð, hava áður verið
partur av manningini, og
hin triði hevur eisini róð
nógv.
– Tað er kapping um at
sleppa upp í part umborð á
Havnarbátinum. Tá ið bát-
arnir verða mannaðir í
januar, verður fyrst kannað,
hvussu nógvir av teimum,
sum vóru við í fjør, ætla
sær at halda fram. So verð-
ur tosað um, hvørjir møgu-
leikar eru fyri nýggjum
fólki. Tað kann væl vera, at
onkrir verða vónsviknir, tí
tað ikki er pláss fyri teim-
um umborð á 10–manna-
farinum. Men so mugu teir
rógva við onkrum øðrum
báti og so vóna, at tað verð-
ur pláss fyri teimum eitt
annað ár, sigur Magni
Brøðraberg.
Sigurin leygardagin var
tann fimti á norðoyastevnu
hjá bátsformanninum á
Havnarbátinum.
Magni
vann við Gongurólvi í 1995
og 1996, við Ørvi í 1999 og
við Havnarbatinum í fyrra-
árið og aftur í ár.
Nólsoyingurin leingi
fremstur
Tað kappaðust bara fýra
10–mannafør í Klaksvík.
Tey lógu tætt saman vestar-
laga í róðrarøkinum. Allir
bátarnir vóru við til at
mynda róðurin. Tá ið teir
komu á mál var ongastaðni
leyst millum bátarnar.
– Nólsoyingurin fekk
besta startin. Róðursmað-
urin hjá okkum segði okk-
um skjótt, at vit vóru aftan-
fyri Nólsoyingin, og at hin-
ir vóru aftanfyri okkum. Tá
ið vit komu inn á beding-
ina, tóku við Nólsoyingin.
Kanska var tað meiri tað, at
teirra bátur ikki gekk so
væl á síðsta teininum.
Tað tóktist sum um Eyst-
uroyingurin hevði hug at
bjóða av í endaspurtinum,
men formaðurin á Havnar-
bátinum kendi seg ikki
hóttan av honum:
– Vit sóu aftur á Eystur-
oyingin um stýriborð. Hann
gekk væl síðsta partin av
teininum, men eg haldi, at
vit alla tíðina kendu tað,
sum um vit høvdu tak á
honum.
Vestmenningur var aft-
astur alla tíðina, og fjar-
støðan frá honum og fram
til Nólsoying var á málin-
um størri, enn hon var mill-
um hinar bátarnar. Serliga
millum Eysturoyingin og
Nólsoyingin var munurin
sera lítil.
Tað stóð nógv á, men
Havnarbáturin vann ársins
fyrsta 10-mannafarsróður, og
gleðin um hetta var sjónlig
eftir skotini á málinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Bátsformaðurin held-
ur, at samanspælið
millum hondbólt og
kappróður riggar stak
væl
8–MANNAFØR
Jóannes Hansen
Bátsformaðurin á Ørvi
eitur Halgir Dahl Olsen.
Tað er eitt kent navn í
hondbóltinum. Hann er
stórskjútti hjá H71 í 1.
deild, og hann hevur eisini
roynst væl á hondbólts-
landsliðnum. Tá ið vit
ynskja honum tillukku við
sigrinum í kappróðrinum
millum 8–mannafør leygar-
dagin og fregnast eftir, hvør
rør saman við honum, fæst
at vita, at tað eru nógvir
H71 arar umborð á Ørvi:
– Seks av teimum níggju,
sum eru við til at manna
bátin, spæla hondbólt við
H71. Tað er ein fín kom-
binatión at spæla hondbólt
um veturin og at rógva um
summarið.
Harvið
er
grundkonditiónin støðugt
góð. Í mars og fyrst í apríl
má leggjast væl til rættis,
soleiðis at tað gongur upp
við venjingini í hondbólti
og kappróðri, men tað ber
væl til, tá ið so nógvir so at
siga eru í sama báti, heldur
Halgir Dahl Olsen.
Bátsformaðurin á Ørvi er
royndur rógvari. Hann var
við Havnarbátinum í 2000
og 2001, og hann var við
Ørvi í 1999. Tveir av bátsfel-
øgunum hava ongantíð róð
áður, tveir vóru við Drekan-
um í fjør, og róðursmaðurin
róði við Drekanum í fjør.
Ørvur fekk fínan start, og
tað var ongantíð nakar ivi
um, at hann var fremstur:
– Argjabáturin, sum ikki
var so langt frá okkum, var
skjótt hálva aðru bátslongd
aftanfyri okkum. Kvívík-
ingur var heilt í hinum
borðinum, og stýrimaðurin
visti skjótt at siga, at vit
eisini vóru frammanfyri
hann. Tí róðu vit alla tíðina
lunnaróður. Tað var ikki
neyðugt at spurta, tá ið vit
nærkaðust málinum.
Væntar tú, at munurin fer
at verða eins stórur hvørja
ferð?
– Heilt víst verður hann
ikki tað. Vit vóru eystari á
enn kappingarneytarnir. Tí
komu vit fyrri í kyrrari
vatn. Kanska róðu vit einar
hundrað metrar meiri á
sløttum enn t. d. Kvívíking-
urin. Millum annað tí bestu
bátarnir á norðoyastevnu
fara at liggja undir liðini á
hvørjum í næstu kapping-
unum, fer munurin millum
bátarnar at minka, og vit
rokna við longu annað
vikuskiftið, at kappingin
verður væl harðari, enn hon
var hjá okkum á norðoya-
stevnu, heldur bátsformað-
urin á Ørvi.
Møguleikin fyri kvali-
fikatiónsróðri undan
norðoyastevnuni hev-
ur verið uppi og vent
aftur, eftir at tos um
plaseringar í róðrar-
økinum tók seg upp
aftur eftir róðurin í
Klaksvík
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Høvuðsstaðurin
fór
við
fimm av seks sigrum í fyrstu
FM kappingini, sum var í
Klaksvík leygardagin. Og
tað var um reppið, at allir
seks vinnararnir vóru úr
høvuðsstaðnum. Smyril úr
Vági syrgdi fyri, at ikki allir
vinnararnir vóru úr Suður-
streymi. Blikur av Argjum
vann genturóðurin, og vinn-
ararnir í fýra kappingum –
5-mannafør dreingir, 6-man-
nafør kvinnur, 8-mannafør
og 10-mannafør – vóru úr
Havnar Róðrarfelag. Avrikið
hjá HR minnir ikki so lítið
um 1996, tá ið fýra mann-
ingar hjá HR vunnu FM.
Talan var leygardagin um
besta úrslitiðå hjá Havnar
Róðrarfelag í Klaksvík
síðani í 1974. Tá var bara
kappast í fýra róðrum – 6-
mannaførini vóru ikki farin
at kapprógva tá. Sílið vann
við dreingjum og gentum,
Ørvur vann kappingina
millum 8-mannaførini og
Havnarbáturin vann eisini.
Ta ferðina var oysandi
regn í Klaksvík. Leygar-
dagin kendist úr honum.
Líkindini vóru einki serlig
úti á Vánni.Frá Kósini av
og inn á málið var tað ikki
so galið. Landssynningurin
bar við sær, at tað skjótari
gjørdist slættari hjá bátun-
um, sum lógu eystari.
Neyvan nakar ivast í, at
talan var um røttu vinnarar-
nar. Í kappingunum, har
eystastu bátarnir vunnu, var
fjarstøðan
frá
teimum
fremstu og til teir næst-
fremstu
ógvulliga
stór.
Kortini varð fleiri ferðir
havt á munni millum róðr-
arhugað leygardagin, at tað
var spell, at umstøðurnar
ikki vóru heilt tær somu at
kappast hjá fremstu bátun-
um. Møguleikin varð aftur
nevndur at skipa fyri kvali-
fikatiónsróðri undan norð-
oyastevnuni, soleiðis at tað
eisini í fyrstu FM kapping-
ini skal bera til at leggja
favorittarnar undir liðini á
hvørjum øðrum og mið-
skeiðis í feltinum.
Tá ið Smyril kom á Havn-
ina leygarkvøldið var skipað
fyri móttøku fyri nógvu
vinnarunum
úr
Suður-
streymi, og Smyril úr Vági
fekk eisini stórfingna mót-
tøku, tá ið hann kom suður.
Nú eru manningarnar
farnar at fyrireika seg til
næstu FM kappingina, sum
verður á Strondum annan
leygardag.
Á
Fjarðar-
stevnu, sum nýggja FM
kappingin verður nevnd í
kappróðrarskipanini.
H71 myndar manningina á Ørvi
Hoyvíkingarnir á Ørvi
skúgvaðu alla mótstøðu til
viks, tá 8-mannafarsróðurin
var á skránni
Mynd: Álvur Haraldsen
Besta úrslitið hjá Havnini síðani 1974
C
M
Y
K
12