Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 103 - 4. juni 2003 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3222, P/F DONG Føroyar, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Anders Eldrup, C.F. Richs Vej 58, DK-2000 Frederiksberg (formaður), Hans Jørgen Kruuse Rasmussen, Krokusvej 10, DK-2970 Hørsholm og Peter Skak- Iversen, Hovmosevej 12, Gadevang, DK-3400 Hillerød. Innkomin sum formaður: Søren Gath Hansen, Avnsøvej 3, DK-2820 Gentofte. Innkomin í nevndina: Per Mørch Sørensen, Tunet 9, DK-3450 Allerød (næstformaður), Jan Terje Edvardsen, Kvædevej 61, DK-2830 Virum, Mads Peter Arndal-Lauritzen, Skovvej 21, DK-2950 Vedbæk og Jens Anders Mørland, Vikedalsgate 35, N-4012 Stavanger. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Søren Gath Hansen, Avnsøvej 3, DK-2820 Gentofte. Innkomin sum stjóri: Mads Peter Arndal-Lauritzen, Skovvej 21, DK-2950 Vedbæk. Skráseting Føroya tann 30. mai 2003 Kristin Balle ________________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2574, Sp/f Bil Mini-Taxa 96, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Gorm Símunarson Simonsen, Frælsið 18, 100 Tórshavn (formaður) og Axel Andreas í Skorastovu, Tjarnarlág 6, 100 Tórshavn. Innkomin í nevndina: Andreas Gærdum Johansen, Gundadalsvegur 11 kj., 100 Tórshavn (næstformaður) og Karlon Rovi Winther, Velbastaðvegur 48, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Axel Andreas í Skorastovu, Tjarnarlág 6, 100 Tórshavn. Innkomin sum stjóri: Ingálvur Midjord Kjærbo, Eysturstræti 21, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 30. mai 2003 Kristin Balle ________________________ Hús í Trongisvági Um hóskandi boð fæst, verða sethús í Trongis- vági lýst til sølu. Grundøkið er 1045 m2 til søddar. Húsini eru í tveimum hæddum. Í miðhæddini er durur, gangur, baðiverilsi, kamar, stór stova og køkur – alt gjørt av nýggjum. Í kjallaranum eru wc, baðiverilsi, gangur, trý kømur og fýrrúm. Húsini liggja væl fyri, og hava stórt parkerings- pláss. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til: Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøtu 9 · Tórshavn Halgir Winther Poulsen , adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ólavur Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Tlf. 31 11 45 Suðuroyar Ellis- & Røktarheim 800 Tvøroyri Sjúkrarøktar- frøðingur Eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur við einari arbeiðstíð uppá 0,5 í skiftandi vaktum er leyst til setan frá 1. juli 2003. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til fyristøðukvinnuna,tlf.371666 lok. 147. Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til: Suðuroyar Ellis- & Røktarheim att. Fyristøðukvinnan Postrúm 51 800 Tvøroyri Umsóknarfreist 19. juni 2003. www.sosialurin.fo Lesið Sosialin C M Y K 18 Nr. 103 - 4. juni 2003 19 Mikudagin 04.06.kl. 2015 Hósdagin 05.06.kl. 2015 Mikudagin 04.06.kl. 1830 Mikudagin 04.06.kl. 2245 Hósdagin 05.06.kl. 1830 Hósdagin 05.06.kl. 2245 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Mikudagin 04.06.kl. 2200 Hósdagin 05.06.kl. 2200 Mikudagin 04.06.kl. 1930 Hósdagin 05.06.kl. 1930 HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Frumsýning Fríggjadagin 06.06. KOMANDI FILMUR 19 HEILSANIR Góða Eyðbritt Hjartaliga tillukku á 8 ára føðingardegnum, tað verður spennandi tá ið tit koma suður aftur. Kærar heilsanir omman, abbin og pixi Góða Eyðbritt Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum í dag, gleði meg til tit koma suður aftur. Heilsan Bartal Joselyn Andreasen – góða mamma Hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Takk fyri alt. Ynskir Oddmar Hey Ása – góða dóttir og systir Hjartaliga tillukku á 6 ára degnum 4. juni. Jesus signi framtíð tína. Heilsan mamma, babba, Súni, Sonny og Mary Vit hava hugt eitt sindur eftir, hvør missurin og kanska vinningurin av verkfallinum er VERKFALL Heri á Rógvi Verkfallið hevur nú vart siðani 8. mai. Hetta eru smáar fýra vikur. Roknað vit frá arbeiðsdagar frá 9. mail til og við 4. juni, gevur hetta seytjan arbeiðsdagar. Fyri hesa tíðina fáa fólk í verkfalli løn frá verkfals- grunnum. Hesin peningur hava limirnir sjálvir goldið inn, men skulu nú gjalda skatt, tá hann kemur útaftur. Ein arbeiðari hevur sum grundløn 92,2 kr. um tíman. Afturat hesum kunnu koma ymsar við- bøtur, t.e. fyri skitið arbeiði ella okkurt serstakt arbeiði. Afturat tímalønini ein løn- móttakari frítíðarløn, sum er tólv prosent afturat grundlønini. Harumframt verður sum er latið 3,6% í eftirlønargjaldið. Sostatt er samlaða útgjaldið fyri ein vanligan arbeiðstíma hjá arbeiðsgevaranum 106, 58 kr. Meðan verkfall fáa fólk vanliga 70% av lønini í verkfallspengum, um hesi gera sínar skyldur við at standa vakt og annað. Siga vit, at eftirlønar- gjald eisini verður goldið av verkfalsgrunni, so er virðið á hvørjum tíma nú 74,61 kr. ella 32 kr. minni enn í síðsta sáttmálaskeið- in-um. Missurin um dagin 255,8 kr. – um vikuna 1.279 kr. Missurin pr. 4. juni hevur verið sosatt verið 4.348 kr. samanlagt. Verður ikk roknað við eftirlønargjaldinum, so er tapið 247, 8 kr. um dagin og 4.213 kr. samanlagt. Men so er spurningurin, um verkfallið loysir seg. Fólk halda flest øll upp á, at tað ikki ber til at rokna hetta beinleiðis, og tað er ivaleyst eisini nakað um prátið. Nýta vit tríggjar krónur afturat tímalønini og eitt prosent afturat eftirlønini sum útgangspunkt,. so vísir tað seg, at verkfall á ein hátt loysir seg. Við seytjan sum útgangspunkt, so gev- ur ein tílíkur sáttmáli 9.128 kr. meira í enn tann undan- farni, tá verkfallspengarnir eru drignir frá. Íroknað verkfallspengar gevur tað einar 19.000 kr. meira, og hetta er væl meira enn tær fýratúsund, sum eru mistar við verkfallinum í mun til gamla sáttmálan. Men uppgerðin skal tak- ast við fyrivarni, tí ein nýggjur sáttmáli merkir eitt nú eitt nýtt útgangspunkt. 100 milliónir Eitt annað áhugavert útfrá hesum tølunum er, hvussu nógv verkfallsgrunnarnir hava verið noyddir at goldið í verkfallinum. Ingeborg Vinther sigur, at um 11-12.000 fólk eru í verkfalli. Roknað vit við 11.000 fólkum, so hevur verkfallið kostað grunnun- um 108 mió. kr., tá roknað verður uttan eftirlønar- gjald. Tað er so heldur ikki vist, at øll fáa júst hetta 70%, men í øllum førum kostar ein »vanligur« persónur í verkfalli verkfallsgrunnun- um. 578,28 kr. um dagin í besta føri. Verkfallið kostar hjá øllum Fólk í verkfalli missa 247,8 kr. um dagin, meðan verfall er Tilvildarlig mynd