hósdagur 5. juni 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 104 - 5. juni 2003
Nr. 104 - 5. juni 2003
3
Fríggjadagin 6. juni fer
Jóannes Djurhuus at verja
Ph.D. ritgerð sína í kol-
vetnisrelateraðari jarðalis-
frøði Analytical investiga-
tion of in-situ stresses and
hydraulic induced borehole
fracture. Í ritgerðini hevur
Jóannes ment algildugar
støddfrøðisligar fyrimyndir
("modell") av spenninum í
gróti kring borihol. Grund-
arlagið fyri fyrimyndunum
eru veggja rivur, ið standast
av, at boriruna verður trýst
niður í boriholið. Vanliga
eru stødd og rætningur av
grótspenninum ókend, men
eru tey avgerandi fyri,
hvussu sterkur borihols
veggurin er. Vitan um grót-
spennið hevur stóran týdn-
ing, tá ið verkfrøðingarnir
fyrireika nýggjar kolvetnis-
brunnar. Grótspennið kann
eisini siga um hvussu sjálv
boringin skal fara fram og
hvønn veg og hvussu langt
borast skal.
Sum eina roynd hevur
Jóannes nýtt mátingar frá
Snorre-kolvetnisøkinum í
Norðsjónum, og við góðum
úrslitum lýst grótspennið í
økinum. Fyrimyndirnar av
grótspenninum eru ikki
knýttar at ávísum kolvetn-
isbrunnum, og kunnu tí
einsvæl nýtast á Før-
oyaleiðini.
Arbeiðið við verkætlan-
ini er farið fram á Náttúru-
vísindadeildini á Fróðskap-
arsetrinum í samarbeiði við
Høgskolen í Stavanger, við
vegleiðing av Bernt S.
Aadnøy, professara.
Tað var oljusamtakið At-
lantic
Margin
Group
(AMG), sum lat fíggingina
til verkætlanina. Í AMG
bólkinum vóru oljufeløgini
Statoil, Enterprise og Mo-
bil.
Í dómsnevndini hava
sitið John Sebastian Bell,
Ph.D., chief scientist hjá
Sigma H. Consultants í
Kanada,
Arild
Saasen,
Ph.D., serfrøðingur frá
Statoil í Noregi og Per
Amund Amundsen, pro-
fessari, Dr.Philos frá Høg-
skolen í Stavanger, Noreg.
Tøkk
Í sambandi við 65 ára føðingardag mín vil
eg takka hjartaliga fyri vitjan bæði innan-
og uttanlendis frá, fyri gávur, blómur, fjarrit
og uppringingar.
Takk til tykkum øll, sum hjálptu til og sum á
ymiskan hátt gjørdu mær dagin hátíðar-
ligan.
Jákup Olsen, Vágur
Tøkk
Ein hjartans tøkk til øll tykkum, ið heiðraðu
meg á 100 ára degnum tann 28. mai við
blómum, gávum, fjarritum og køkum og
gjørdu mær, saman við familjuni, dagin so
hugnaligan!
Ein serstøk tøkk til Lágargarð, tað verið seg
bæði á Miðstovuni, køkurin, leiðslan sein-
ast, men ikki minst, tykkum, ið borðreiddu.
Enn einaferð stóra tøkk.
Margretha Egholm
Ph.D. verja við Fróðskaparsetur Føroya
– Løgmaður átti ikki
at givið pørtunum
boð umvegis fjølmiðl-
arnar, men hann
skuldi havt kallað teir
saman og givið teim-
um eina ordiliga yvir-
háling, soleiðis at teir
settu seg at finna eina
semju, sigur Atli
Dam, fyrrverandi løg-
maður
VERKFALL
Heri á Rógvi
Tá løgmaður í fjølmiðlun-
um boðaði frá, at lands-
stýrið og samgongan ikki
ætla at kalla tingið saman,
so var hetta ikki ein út-
melding, sum frøddi øllum.
Fleiri
halda
óivað,
at
politiski myndugleikin eig-
ur at leggja upp í, men
fyrrverandi
løgmaðurin,
Atli Dam, heldur, at Anfinn
Kallsberg skuldi farið til
partarnar beinleiðis og ikki
umvegis fjølmiðlarnar.
– Løgmaður átti ikki at
givið pørtunum boð um-
vegis fjølmiðlarnar, men
hann skuldi havt kallað teir
saman og givið teimum
eina ordiliga yvirháling,
soleiðis at teir settu seg at
finna eina semju, sigur ein
avgjørdur Atli Dam.
Maðurin, ið longst av
øllum hevur verið Føroya
løgmaður, sigur við hesum,
at Anfinn Kallsberg sleppur
ov tíðliga.
– Tað er alla æru vert, at
løgmaður og landsstýrið
virða rættin hjá pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum
at
finna eina semju, men nú
hevur verkfallið vart so
leingi, at løgmaður má
kalla partarnar saman, sig-
ur Atli Dam.
Vit fáa ikki Atla Dam at
siga, at løgtingið eigur ella
ikki eigur at leggja uppí.
Men Atli Dam heldur, at
løgmaður fer ov leyst við
bara at tosa umvegis fjøl-
miðlar, tí verkfallið hevur
sett so stór spor og vart so
leingi, at neyðugt er at fara
meira aktivt inn í málið.
Og tað er fatanin hjá
fyrrverandi løgmanninum,
at Løgtingið ikki bara skal
leggja upp í fyri at leggja
uppí.
– Partarnir á arbeiðs-
marknaðinum skulu røkja
sína skyldu. Tað tykist sum
um, at partarnir – og serliga
arbeiðsgevararnir – bíða
eftir, at løgtingið leggur
uppí. Men hetta skulu teir
ikki gera. Teir hava átikið
sær eina ábyrgd, og hana
kunnu teir ikki loypa frá,
sigur Atli Dam.
Ikki tað sama
Einaferð í áttatiárunum
syrgdi Atli Dam og táver-
andi samgongan fyri, at
løgtingið skar ígjøgnum og
lóggav um nýggjar sátt-
málar.
– Støðan tá var ein heilt
onnur. Tá samráddust fe-
løgini ikki saman. Havnar
Arbeiðsmannafelag legði
stóran dent á eftirløn og
Føroya
Arbeiðarafelag
legði ikki dent á hetta, og
støðan gjørdist so kom-
pleks, at tað tóktist ikki at
gerast nakar enda á, og
tískil var neyðugt hjá løg-
tinginum at skera ígjøg-
num, sigur Atli Dam.
Støðan tá og nú eru hvør
sínar, heldur Atli Dam
uppá. Tað, at øll arbeiðara-
feløgini samráðast saman,
skuldi gjørt tað munandi
greiðari og lættari at sam-
ráðast.
Hava uppiborið
Skulu vit tveita Atla Dam í
bólk við arbeisgevarunum
ella arbeiðarafeløgunum,
so má hann bólkast við ar-
beiðarafeløgunum.
Hann tekur fult undir við
Hans Joensen, formanni í
Havnar Arbeiðsmannafe-
lag, tá hann sigur, at gjógv-
in millum tey ófaklærdu og
hini ikki má veksa, og tískil
er neyðugt við einum størri
lønarvøkstri, enn arbeiðs-
gevararnir vilja vita av.
Støðið til hesar samráð-
ingarnar finna vit fyri
tveimum árum síðani, sigur
Atli. Tá fingu feløgini stór-
an lønarvøkstur og onnur
feløg hava eisini merkt
stóran lønarvøkstur. Atli
Dam kallar hetta sálarligu
bakgrundina, og hann skil-
ur ógvuliga væl, at arbeið-
arafeløgini ikki vilja gerast
verri fyri í samfelagnum.
Atli Dam heldur tað vera
átaluvert, at arbeiðsgevar-
arnir ikki hava flutt seg
longur, og verkfallið nú
snýr seg um undir eina
krónu fyri hvønn tíma.
– Tað er eisini burturvið,
at arbeiðsgevararnir kalla
til fund við teirri treyt, at
tað skal vera innanfyri eitt
mark hjá teimum. Tá roynir
mann ikki eftir einari
semju, sigur Atli Dam.
Ov nógv propaganda
Hesin seinasti mánaðurin
við verkfalli hevur givið
nógv pláss í bløðum og
loftmiðlum til fakfelags-
topparnar. Men hetta hevur
ikki alt verið líka hugnaligt,
heldur Atli Dam, og stórur
tørvur er á góðum statisk-
um tilfari.
– Tað er alt ov nógv
propaganda. Partarnir sita
bara og skjóta aftur og fram
eftir hvørjum øðrum við
hvør sínum tilfari, sigur
Atli Dam.
– Hetta hoyrir ongastaðni
heima, sigur fyrrverandi
løgmaðurin, sum heldur
verkfallið hava vart leingi
nokk, og tíðin er komin til
at semjast.
Atli Dam um leiklutin hjá løgmanni:
Sleppur ov lætt
Partarnir á arbeiðsmarknað-
inum troyngja til eina
ordiliga yvirháling, sigur
fyrrverandi løgmaðurin, Atli
Dam
- Hóast tíðin er
knøpp, fara vit at gera
alt, vit megna fyri at
fáa eina góða stevnu,
sum verður meira
enn ketshup, pylsur
og tombola, sigur
Jógvan Óli á Fríðriks-
mørk, sum er í
nevndini, ið fyri-
reikar Fjarðastevnuna
FJARÐASTEVNAN
Vilmund Jacobsen
Vikuskiftið, 13-15. juni,
verður fyrsta stevnan nakr-
antíð á vestara armi á
Skálafjørðinum, har kapp-
róðurin telur við í FM-
kappingini. Hetta er ein
nýggj stevna, sum Róð-
rarsamband Føroya hevur
samtykt at seta í verk.
Stevnan verður annaðhvørt
ár á vestara armi á Skála-
fjørðinum og annaðhvørt ár
í Vestmanna. Væntandi fer
stevnan at skifta ímillum
Strendur og Skála, men ein
møguleiki er eisini, at
bygdirnar í framtíðini fara
at skipa eitt felags stevnu-
øki, har stevnan verður
hildin.
- Tíverri gjørdist tíðin
knøpp, men vit hava lagt
okkum í seðlarnar, og øll
bygdin stendur aftanfyri
stevnuna, sigur Jógvan Óli
á Fríðriksmørk, sum er í
nevndini,
ið
fyrireikar
Fjarðastevnuna.
Hann sigur, at málið hjá
strandingum er at skipa fyri
eini góðari stevnu, sum er
nógv meira umfatandi, enn
vanligu bygdastevnurnar
hava verið.
- Vit hava eftir førimuni
roynt at gjørt okkum ómak
og fara at skipa fyri nógv-
um og áhugaverdum til-
tøkum. Vit vilja hava eina
stevnu, sum í vavi er meira
enn ketshup, pylsur og tom-
bola, sigur hann.
Tað er ein fimmmanna-
nevnd, sum vegna Stranda
Ítróttarfelag og Stáluna
hava ábyrgdina av stevnuni.
Nógv fólk hava, sum
Jógvan Óli á Fríðriksmørk
sigur, lagt seg í seðlarnar
og ein teirra, sum hevur
lagt nógva orku í fyri-
reikingarnar,
er
Virgar
Nielsen, ið virkar sum eitt
slag av formanni ella sam-
skipara.
Stevnan
á
Strondum
byrjar fríggjakvøldið, 13.
juni, kl. 18, tá ið fyrstu til-
tøkini verða á skránni. Lagt
verður fyri við, at Bygda-
húsið og Stálihølið lata
upp. Kl. 19 fríggjakvøldið
verður paintball skjóti-
kapping á fótbóltsvøllinum,
og hálvan tíma seinni verð-
ur
barnasangkapping
í
Bygdahúsinum.
Fríggja-
kvøldið endar við barna-
diskoteki, sum eisini verður
í Bygdahúsinum.
Leygardagin verður ein
hópur
av
tiltøkum
á
skránni, og vit fara ikki at
nevna tey øll í hesum um-
farinum.
Dagurin byrjar við skrúð-
gongu úr skúlagarðinum og
niðan til Bygdahúsið, har
hornorkestur
spælir
og
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður í mentamálum, setir
stevnuna.
Hóast Jógvan Óli á Fríð-
riksmørk segði, at stevnan
verður meira enn ketshup,
pylsur og tombola, so verð-
ur hetta sjálvsagt eisini ein
partur av Fjarðastevnuni.
Kappróðurin verður leyg-
ardagin kl. 15, og sum
nevnt, telur hesin á fyrsta
sinni við í FM-kappingini.
Kl. 16 verður møguleiki
at koyra Go-Gart og mini-
knallert á kaiøkinum við
Viking Seafood, og somu
tíð verður aftur paintball-
skjótikapping á fótbólts-
vøllinum.
Tivoli verður eisini við
Bygdahúsið, og hesin part-
urin verður opin frá kl. 16
til midnátt.
Tey, ið hava áhuga fyri
málningalist og handlist,
hava eisini okkurt at fara til
bæði leygardagin og sunnu-
dagin.
Kl. 17.30 verður steypa-
handan á kaiøkinum við
Vaðhorn, og her verður tað
Eivind Jacobsen, bygda-
ráðsformaður, sum handar
steypini.
Eitt forvitnisligt tiltak
leygardagin verður frá kl.
18-21, tá ið útvaldir per-
sónar, eitt nú prestar og
listamálarar, fara at mála
hvør sín málning. Hesir
verða seldir á uppboði
sunnukvøldið kl. 21.
Fjarða-teitið, har ymiskt
er til skemtunar, verður eitt
afturvendandi
tiltak
á
stevnuni. Hetta verður sýnt
fram í biohøllini í Bygda-
húsinum, bæði leygardagin
og sunnudagin. Fyrsta sýn-
ingin verður leygardagin kl.
19.
Børnini sleppa eisini at
uppliva meira enn dans,
tivoli og koyring av ymisk-
um slagi. Kl. 19 leygar-
dagin fara Bobo & Fjotti at
hava barnatiltak í Bygda-
húsinum við gykli, ganda-
kynstri og búktalara. Sam-
stundis verður aftur barna-
diskotek, sum varar til kl.
21.30.
Tey, ið vilja "pussa sær
sálina", verða heldur ikki
fyri vanbýti, tí leygarkvøld-
ið kl. 21.30 hevur Missi-
ónshúsið
útimøti
við
Bygdahúsið og eftir møtið,
eru øll vælkomin í Missi-
ónshúsið til kaffi, køkur og
hugna.
Leygarkvøldið kl. 22.15
verður kafé við livandi tón-
leiki,
frásagnum,
mid-
náttarrøðu og felagssangi í
Bygdahúsinum - við eitt nú
Ole Lauritsen, Tobba (Tor-
bjørn Jacobsen) og Tumm-
asi í Garði.
Á midnátt verður stevnu-
dansur í Bygdahúsinum við
Rok, har Signar úr Homr-
um spælir.
Sunnudagin verður eisini
nógv á skránni, og dagurin
byrjar við gudstænastu kl.
11, har Jógvan Fríðriksson,
prestur, prædikar, og kingo-
sangarar luttaka.
Kl. 13 verður landskapp-
ingardystur í fótbólti í 3.
deild, menn, millum Skála
og TB, og kl. 15 verður
landskappingardystur í 1.
deild, menn, millum Skála
og KÍ.
Eins
og
leygardagin,
verður kafeteria, tivoli, Go-
Gart, paintball og og annað
á skránni sunnudagin.
Kl. 15 sunnudagin verður
skemtirógving við Heygs-
støð, og kl. 18 verður
skemtifótbóltsdystur mill-
um kvinnur av Strondum
og Skála á hondbólts-vøll-
inum. Á hondbóltsvøllin-
um verður eisini ymiskt
undirhald fyri børnum, eitt
nú brotssparkskapping.
Kl. 19 verður áhuga-
verdur skemti-fótbóltur -
ella ørvitiskapping, sum tað
verður
rópt
-
millum
bygdaráðini á Strondum,
Skála, Toftum og Gøtu á
fótbóltsvøllinum.
Kl.
21
sunnukvøldið
verður útimøti við Bygda-
húsið, sum Keldan skipar
fyri.
Strandingar hava lagt seg í seðlarnar
Á fyrsta sinni fara strandingar at skipa fyri eini stevnu, har kappróðurin telur við í FM-
kappingini. - Vit hava lagt okkum í seðlarnar, og øll bygdir stendur aftanfyri stevnuna, sigur
Jógvan Óli á Fríðriksmørk, sum er í nevndini, ið fyrireikar Fjarðastevnuna
C
M
Y
K
3
2