Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 104 - 5. juni 2003 Nr. 104 - 5. juni 2003 5 Arbeiðarafeløgini í verkfalli bjóðaðu í gjáramorgunin arbeiðsgevarunum til nýggjan fund VERKFALL Áki Bertholdsen Arbeiðarafeløgini í verk- falli lógu ikki longi á boð- unum frá Løgmanni. Løgmaður heitti í fyrra- kvøldið inniliga á partarnar á arbeiðsmarknaðinum um enn einaferð at sessast við samráðingarborðið fyri at royna at finna eina loysn á verkfallinum, so at samfel- agið fæst ígongd aftur. Og longu í gjáramorgun- in sendi arbeiðarafeløgini í verkfalli arbeiðsgevarunum nýggja innbjóðing um fund. Men samstundis gjørdi arbeiðarafeløgini greitt, at feløgini í verkfalli kunnu ikki slaka meiri, tí tey hava longu slakað nógv meiri enn ætlanin nakrantíð var. Tískil bjóðaðu arbeiðara- feløgini í verkfalli arbeiðs- gevarunum til at at skrivað undir tað síðsta tilboðið frá feløgunum. Tað tilboðið er, at tíma- lønin skal hækka fýra krón- ur um tíman 1. mai í ár og aftur fýra krónur 1. mai komandi ár. Samstundis vilja vit hava 0,5% í eftir- løn um árið. – Vit skilja, at nógvir av limum tykkara nú eru kom- in sera illa fyri av verkfall- inum og verkbanninum, og ikki minst er hetta galdandi fyri alivinnuna, søgdu ar- beiðarafeløgini í fundarfrá- boðanini til arbeiðsgevar- arnar. – Vit fara at heita á tykk- um um enn einaferð at um- hugsa seinasta uppskot okkara, ikki minst við atliti til truplu støðuna hjá egnu limum tykkara, løgdu fel- øgini afturat. Jan Mortensen á Arbeiðs- gevarafelagnum segði bein- anvegin í gjáramorgunin, at tað kemur als ikki upp á tal at góðtaka tilboðið frá arbeiðarafeløgunum. Teirra seinasta tilboð er at lønarhækkingin skal vera minni enn fýra krónur um árið, tá ið eftirlønin er tald uppí og longur vilja teir ikki vikast. – Vit hava longu slakað niður um tað, sum limir okkara høvdu sett sum minstamark og vit kunnu ikki slaka meiri, sigur Ingeborg Vinther VERKFALL Áki Bertholdsen – Vit kunnu ikki slaka meiri. Tí vóna vit, at ar- beiðsgevararnir taka av okkara seinasta tilboðið. Beint fyri døgverða í gjár hevði Ingeborg Vinther ikki heilt mist trúnna uppá, at tað skuldi fara at eydnast at finna eina semju við ar- beiðsgevararnar, so at ein endi kundi fáast á verkfall- inum. Men hon leggur dent á, at tað eru ikki arbeiðarafeløg- ini í verkfalli, sum hava forða fyri at ein semja kundi fáast. Upprunaliga kravdu vit at tímalønin skuldi hækka 12,60 krónur um árið í ár og tað sama næsta ár. Síðani slakaðu vit niður í 8,24 krónur um árið og síðani aftur bæði niður í 7,00 krónur, 6,00 krónur og 5,00 krónur um árið. – Og seinasta útspæl okkara er, at vit hava góð- tikið, at tímalønin hækkar 4 krónur í ár og aftur 4 krón- ur næsta ár, men so skulu vit hava 0,5% afturat í eftir- løn um árið, sum er minni enn 50 oyru afturat um tíman. – Hinvegin hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag bert førkað seg frá kr. 2,00 krónum um árið upp í 3,70 krónur um árið. – So kann ein og hvør roknað út, hvør hevur víst góðan vilja fyri at fáa semju og hvør ikki hevur, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at á einasta samráðingarfundinum var í veruleikanum ikki talan um samráðingar – Tað, sum hendi, var, at arbeiðsgevararnir góvu ar- beiðarafeløgunum eini kravboð. Og tað var, at løn- in skuldi hækka minni enn 4 krónur um tíman í ár og aftur tað sama næsta ár, tá ið eftirlønin er tald uppí. Um Løgtingið leggur uppí, fara vit at heita á øll fakfeløg í landinum og limir okkara kring Føroya land, um at stuðla teimum tiltøkum, sum vit fara at seta í verk. Ingeborg Vinther sigur, at arbeiðaragfeløgini hava longu slakað væl meiri nið- ur um tað minstamark, sum fakfelagslimirnir framman- undan høvdu álagt samráð- ingarnevndini ikki at fara niðurum. – Tað hava vit gjørt fyri at gera okkara til at fáa eina semju, men tíverri vilja ar- beiðsgevararnir ikki førka seg so mikið, at tað ber til. Ingeborg Vinther er eisini fullgreið yvir, at støðan er hættislig nógva staðni í samfelagnum. – Men fólk eiga eisini at minnast til, at tað eru tveir partar, sum samráðast. Og skyldina fyri, at verkfallið ikki langt síðani er endað, liggur hjá arbeiðsgevarun- um. – Tað verður ofta lagt eftir arbeiðarafeløgunum sum um at tey eru einasti parturin í hesum málinum. Men tað eru tveir partar, sum samráðast og ábyrgdin liggur ikki hjá øðrum part- in einsamøll, sigur Inge- borg Vinther. Á miðdegi í gjár vóru so- statt framvegis ongi útlit fyri at longsta verkfall á privata arbeiðsmarknaðin- um síðani araldsdagar, kundi fáa ein enda. – Er hetta støðan hjá politikarunum, skulu vit gloyma alt um ein sjálvberandi búskap, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag VERKFALLINUM Áki Bertholdsen – Politikararnir vísa ikki ábyrgd fyri landinum. Tað er tann turrisliga staðfestingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag eftir at landsstýrið hevur gjørt av at tað fer ikki at kalla tingið saman at viðgera verk- fallið. Eftir at samráðingarfund- urin týsmorgunin var end- að-ur úrslitaleysur, góvu arbeiðsgevararnir skarvin yvir og tað boðaðu teir Løgmanni frá. Men á landsstýrisfundi týskvøldið gjørdi landsstýr- ið greitt, at tað fer ikki at leggja seg út í samráðing- arnar, tí hetta er eitt mál, sum partarnir á arbeiðs- marknaðinum eiga at loysa sjálvir. – Sostatt kunnu vit stað- festa, at politikararnir eru ikki sinnaðir at taka ábyrgdina av samfelagnum, sigur Jan Mortensen. Hann veit við vissu, at bara um eini tvey ár, er ali- vinnan bara helvtina av tí, sum hon er nú, tí so stórar trupulleikar er hon komin í, bæði av vánaligum prísi, sjúku og so eisini av verk- fallinum og teimum kostn- aðarøkingum, sum tað førir við sær. – So er spurningurin, hvussu verður við øðrum vinnum. Men sum útlitini eru, fer fiskaarbeiði ikki at veksa, heldur fer tað at minka. – Eg veit, at fyritøkur hava verið uttanlands og leita eftir møguleikum at lata virki upp har, heldur enn í Føroyum, eitt nú í Póllandi. – Sostatt er vandi fyri, at virki í Føroyum verða nið- urløgd. Í øllum førum er veruligur vandi fyri, at nýtt virksemi, sum kundi verið í Føroyum, ístaðin verður lagt í onkrum øðrum landi, eitt nú til Póllands. Men hann vil ikki nevna, hvørjar fyritøkur, talan er um. – Tað er ikki vist, at nakað hendir beint nú. Men gongdin er greið, at er løn- arvøksturin í Føroyum so stórur, sum hann er, uttan at nakar hevur áhuga fyri at gera nakað við tað, verða tað framleiðslur, sum verða lagdar í útlondum, heldur enn í Føroyum. Men hann leggur afturat, at tað, at politikarnir onki vilja gera við tað, er eisini ein støða at taka. – Tað er eitt greitt aftur- stig, at tað er komið hartil, at Løgtingið átti at lagt uppí, tí tað loysir onki mál í longdini. – Men tað er greitt, at partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum eru ikki førir fyri at finna eina ábyrgdarfulla loysn. – Og tað sær heldur ikki út til, at politikararnir halda, at tað er teirra uppgáva og tað er so eisini ein støða at taka. Jan Mortensen leggur afturat, at sum gongdin er, skulu vit gloyma alt um ætlanina hjá landsstýrinum um ein sjálvberandi bú- Bóðu arbeiðsgevarar hugsa seg um einaferð afturat Vit kunnu ikki slaka meiri og tí hava vit biðið arbeiðs- gevararnar umhugsa seinasta tilboð okkara einaferð enn, sigur Ingeborg Vinther sum her er á seinasta samráð- ingarfundinum týsmorgunin Verkfallið: Vit eru eru longu farin niður um minstamarkið Arbeiðsgevararnir: Politikararnir vísa ikki ábyrgd fyri samfelagnum Eftir samráðingarfundin týsmorgunin góvu arbeiðsgevararnir skarvin yvir. Tað eroabyrgdarleyst at politikararnir ikki vilja leggja uppí, sigur Jan Mortensen – Arbeiðarafeløgini í verkfalli hava gjørt tað, sum tey kunnu. Nú er restin í hondunum á arbeiðsgevarunum, segði IngeborgVinther á miðdegi í gjár. Samráðingarfundurin týsmorgunin var stuttur - og úrslitaleysur So lítið skilir partar- nar nú, at semings- maðurin átti at gjørt enn eina roynd at fingið partarnar til semingsborðið. Tað heldur Jákup í Gerð- inum, sum er ein tann mest royndi semings- maðurin í Føroyum. Partarnir eiga at sita saman, til ein loysn er funnin. Um neyðugt í dagavís VERKFALL Ingi Rasmussen – Hevði tað verið í mínari tíð, so hevði eg kallað part- arnar saman alt fyri eitt. Soleiðis sigur ein tann mest garvaði semingsmað- urin Jákup í Gerðinum um støðuna á privata arbeiðs- marknaðinum. Persónliga dámar honum lítið, at løg- tingið skal avgera stríðið, og tað er heldur ikki ætlan- in hjá løgmanni, sum støð- an er. Verkfallið er skorið niður til at snúgva seg um eina krónu. Feløgini á privata ar- beiðsmarknaðinum boygdu seg týsdagin heilt niður á eina lønarhækking á fýra krónur um árið, pluss eitt hálvt prosent omaná lønina í eftirløn. Arbeiðsgev-arar- nir vildu ikki fara um tað markið, teir høvdu sett, sum var fýra krónur omaná tímalønina um árið við eftirløn. Altso eru tað 50 oyru um árið, sum skilja partarnar. Ella ein króna yvir tvey ár. – Tað var ikki hildið at vera nógv í mínari tíð, men partarnir hava eftir øllum at døma sett eitt mark, sum er torført at koma forbí. Eg haldi, at eg hevði kannað, um tað var so stutt millum partarnar, sum tað ljóðar, og so hevði eg gjørt eina roynd, sigur Jákup í Gerð- inum. Skulu sita saman Tað var týsdagin, at Føroya arbeiðsgevarafelag bjóðaði teimum fimm arbeiðarafe- løgunum til fundar við einum tilboði. Teir vildu samráðast, um semja kundi fáast á einum grundarlagi, sum lá millum 3,70 krónur, ið varð seinasta semings- uppskotið, og 4 krónur. Arbeiðarafeløgini møttu, men vildu ikki koma niður um tær fýra krónurnar, pluss eftirløn. Longu eftir tveimum tímum strandaðu samráðingarnar. Tað er alt ov tíðliga, heldur Jákup í Gerðinum. – Tað hevur týdning at vera saman, so partarnir kunnu mýkja hvønn annan. Tað skal ikki bera pørtun- um til alla tíðina at fara hvørt til sítt, tí so fáa teir nýggjar kreftir og fara aftur til útgangsstøðið, og so er líka vítt sum sýtt. Tað er uppgávan hjá semings- monnunum at halda partar- nar til, so framhald og kon- tinuitetur alla tíð er í sam- ráðingunum, og tað hevur ikki verið óvanligt at sitið í fleiri samdøgur út í eitt, sigur Jákup í Gerðinum, sum heldur sína rekord vera 100 tímar í eitt koyr. Persónligt stríð Verkfallið er sloppið at ganga alt ov leingi, heldur garvaði semingsmaðurin. Tað hevur gjørt, at tað stendur sum í berginum. Langa verkfallið, sum fer inn í fimtu vikuna, hevur gjørt tað verri, at koma burturúr naggatódnini, tí stríðið er vorðið persónligt millum samráðingarfólkini. – Tónin hevur verið syndarligur, og tað tykist at vera heilt galið við kemiini millum fólk. Tað hevur stóran týdning undir slíkum samráðingum, at partarnir kunnu tosa saman, hóast teir eru ósamdir og hava hvør sítt mál. Tað er eisini uppgávan hjá semings- monnum at ganga ímillum, sigur Jákup í Gerðinum. Kanska var tað byrjanini, tað var galið við, heldur hann. Eitt nú legði sem- ingsmaðurin út við, at hann ætlaði at steingja fólkini inni sjálvan 1. mai, altjóða arbeiðaradagin. Seinni hava fakfeløgini verið harðlig við serliga Suna Szhwartz Jacobsen, semingsmann, og hava kært hann fyri vinnumálaráðið. Hóast tónin onkuntíð var harður, heldur Jákup í Gerðinum seg ongantíð hava verið úti fyri slíkum. Hóast klandur og agg heldur hann tíðina verið komna, at semingsmenninir gera enn eina roynd. Tí, sum hann sigur, eitt 50 oyra er onki at streyka fyri. Tilboð stendur við VERKALL Ingi Rasmussen Føroya arbeiðsgevara- felag hevur í skrivi til arbeiðarafeløgini boð- að frá, at tilboðið um samráðingar millum 3,70 og 4 krónur stend- ur við. Felagið kann ikki góðtaka 4 krónur pluss 0,5 prosent í eftirløn oman á lønina, soleiðis sum arbeið- arafeløgini skutu upp mikudagin. Føroya Arbeiðsgev- arafelag kann ikki slaka meira, tí sum bú- skaparliga støðan er vorðin, hóttir hetta arbeiðspláss, og út- flutningsvinnan kemur í svárar trupulleikar, sigur felagið. Føroya Arbeiðsgev- arafelag heitir tí aftur á arbeiðarafeløgini um gjølla at umhugsa støðuna aftur út frá búskaparstøðuni í landinum og støðuni hjá Føroya fólki, sum eru í vanda fyri at missa arbeiðspláss síni. Semings- menn til reiðar SEMING Ingi Rasmussen – Um partarnir sjálvir megna at finna eina loysn, so er tað best. Men vit eru til reiðar, um boð eru eftir okk- um. Soleiðis sigur Suni Schwartz Jacobsen, annar av semings- monnunum í trætuni á privata arbeiðsmarkn- aðinum. Semingsmenninir kastaðu frá sær, tí so langt var millum tað, sum arbeiðarafeløgini kravdu, og tað, sum ar- beiðsgevararnir vildu lata. Undir seinastu royndunum at semjast eru partarnir kortini komnir so tætt hvørj- um øðrum, sum ong- antíð áður. – Nú er so tætt, at tað kundi hugsast, at vit aftur koma upp í leikin, men tað liggur ikki í kortunum beint nú. Best hevði verið, um partarnir sjálvir megna at finna eina loysn, sigur Suni Schwartz Jacobsen. Politisk inntriv eru áður gjørd á privata arbeiðsmarknaðinum í líknandi støðum, sum vit nú eru í. Men løgmaður slær fast, at tað hevur landsstýrið ongar ætlanir um, hóast alivinnan og arbeiðspláss eru í vanda VERKFALL Ingi Rasmussen Á gøtuni hoyrast fólk ynskja verkfallið niður og norður, og fleiri vóna, at politiski myndugleikin setir eitt punktum við lóg. Men landsstýrið hevur ongar ætlanir um at loysa knútin á privata arbeiðsmarknaðin- um. Tað gjørdi løgmaður púra greitt eftir landsstýris- fundin í týskvøldið, eftir at enn ein samráðingarroynd var slitnað. Hann heitti í staðin á partarnar um at finna saman aftur beinan- vegin. – Partarnir á arbeiðs- marknaðinum hava sam- ráðingarrætt, og tað merkir eisini, at teir hava nakrar skyldur og ábyrgd at finna loysnir. Um politiska skip- anin skal inn at finna loysn- ir, so er tíðin komin at taka av skipanina, vit hava, har partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum samráða seg til sáttamálar, segði Anfinn Kallsberg í Tinganesi týs- kvøldið. Hann ásannaði, at stór virði fara fyri skeyti, bæði í alivinnuni og aðrastaðni. – Beint í løtuni hvørva arbeiðpláss, sum ikki koma aftur, og um onki hendir nú, so hava vit stórt arbeiðs- loysi í Føroyum um fáa dagar ella tímar, segði løg- maður. Kortini er onki politiskt inntriv í væntu í løtuni. Tey hava annars ikki verið óvanlig í Føroyum í líkn- andi støðum. Verkføll hjá Føroya ar- beiðarafelag vóru steðgað bæði í 1985 og 1987, hjá feløgum í sjúkrahúsverkin- um í 1989, og lagt er eisini upp í verkføll hjá Skipara- og navigatørfelagnum tveir ferðir síðstu árini. Tá landsstýrissamgongan við Atla Dam løgmanni á odda legði upp í verkfallið í 1987 við løgtingslóg, vóru grundgevingarnar líkar teimum, vit hoyra í dag. »Verkfallið hevur staðið við í tríggjar vikur, og sem- ingsstovnurin hevur enda- liga og avgjørt boða frá, at eingin samráðingarloysn fæst til vega. Tí er bert í at velja uppílegging frá løg- tinginum ella framhaldandi verkfall og verkbann, til annar parturin liggur eftirá. Hetta seinasta rakar stórar partar av samfelagnum og øðrum fakfeløgum, sum ikki kunnu medvirka til eina loysn á trætuni, t.d. skúlaverkið, heilsuverkið, fiski- og útróðrarmenn, ali- vinnu og búnaðarvinnu, har milliónavirði fara fyri skeyti, umframt at fram- haldandi ósemja elvir til størri vørutrot hjá al- menninginum«, skrivaði landsstýrið í viðmerking til lógaruppskotið, sum steðg- aði verkfallinum tá. Núverandi støða ljóðar sum eitt deja-vu frá 1987, vil onkur siga. Men hóast vit hava havt verkfall í fýra vikur í Føroyum, ætlar sitandi landsstýri so ikki at gera táverandi stýri kynstr- ið eftir. Partarnir mugu sjálvir loysa málið, er boð- skapurin. Tá blaðið fór til prentingar, vóru framvegis ongar ábendingar um, at tað fór at bera til. Tíð til seming Landið aftrar seg við at leggja uppí Jákup í Gerðinum (uttast vinstumegin) í vælmaktini. Semingsmaðurin heldur, at partarnir skulu sita saman í dagavís, so teir ikki koma til nýggjar kreftir og fara aftur til útgangsstøðið. C M Y K 5 4