hósdagur 5. juni 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 104 - 5. juni 2003
Nr. 104 - 5. juni 2003
7
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum og ikki minst
semingsmenninir hava víst í verki, at teir ikki megna at
liva upp til ta ábyrgd, ið áliggur teimum. Tað líkist heilt
einfalt ongum, at partarnir ikki liggja vannrættir í
luftini dag og nátt og royna at finna eina semju. Ístaðin
fyri ganga dagar og vikur ímilllum, at samband er,
meðan partarnir fylla heimasíður við skotum eftir
hvørjum øðrum, t.d. um at onkur einstaklingur hevur
fylt bensin á bilin hjá sær. Hetta er barnsligt og tænir
ikki nøkrum endamáli.
Báðir partar eiga at endurskoða sín samráðingar-
teknikk og eiga harafturat at meta um, um fólkini, ið
leiða samráðingarnar yvirhøvur duga at samráðast.
Kanska onkur gerst firtin av hesum orðum, men borg-
arin sær so einki prógv fyri samráðingarsnildi.
Var tað ikki eisini uppá sítt pláss, at semingsmenninir
stungu í sekkin, tá teir nú hava givið skarvin yvir?
Hava teir ikki fullkomiliga misskilt sína uppgávu!
Kann Føroya Landsstýri loyva sær at sita og hyggja at,
meðan eitt nú ferðavinnan, ið er ein av nýggju vinn-
unum í Føroyum, svíður? Kann Føroya Landsstýri
loyva sær bert at hyggja at, meðan føroyska ryktið
verður til einkis uttanfyri landoddarnar?
Gamaní eru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, ið
fyrst og fremst eiga ábyrgdina av syndarligu støðuni,
men Føroya Landsstýri kann ikki siga seg frítt fyri at
hava lagt grundina til støðuna við sínum politikki.
Undir øllum umstøðum eigur Føroya Landsstýri
trupulleikan nú, eftirsum Semingsstovnurin ikki riggar,
og partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki tosa saman.
Hetta kann løgmaður ikki skákað sær undan.
Løgmaður átti at givið pørtunum á arbeiðs-markn-
aðinum ein uppsang fyri at ganga og søpla tíðina burtur
í vikuvís uttan konstruktivar samráðingar. Harnæst
eigur løgmaður at geva Fíggjarmálaráðharranum boð
um at virða SEV sáttmálan, tí ein undirskrivað avtala er
ein avtala. At SEV so ikki hevði sítt hús í ordan, tá teir
undirskrivaðu við Maskinmeistarafelagið, er harmiligt
og eigur at fáa avleiðingar. Tó er hetta ein spurningur
millum SEV og Fíggjarmálastýrið og hevur einki við
Maskinmeistarafelagið at gera, ið hevur undirskrivað
ein nýggjan lønarsáttmála í góðari trúgv. Løgmaður má
síðani fáa Bjarna Djurholm til at endurskoða semings-
stovnin.
Síðst men ikki minst eigur Føroya Landsstýri at leggja
uppskot fyri Tingið um, at landið eins og fyrr betalir
fyrsta sjúkradag. Hetta ynskja báðir partar á arbeiðs-
marknaðinum, og óivað hevði hetta gjørt, at arbeiðs-
gevarnir høvdu havt ráð at gingið krøvunum um fýra
krónur um tíman pluss eitt hálvt prosent afturat í
eftirløn á møti. Soleiðis høvdu øll kunnað verið glað,
uttan sjálvandi Fíggjarmálaráðharrin, ið hevði verið
noyddur at funnið 8 til 10 milliónir á Fíggjarlógini.
Hetta kundi hóskandi verið spart í almennari umsiting,
har 8 millónir eru smápengar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Góð ráð harra Løgmaður
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans J. Hermansen
Hvørt ár halda vit páskir,
hvítusunnu,
stevnur
av
ymiskum slagi og jól. Og
annað hvørt ár leggja vit
arbeiðið niður. Soleiðis er
lívið í Føroyum. Alt vendir
javnan aftur. Tað er sum við
sjóvarfallinum.
Hví man tilveran hava
lagað seg soleiðis her hjá
okkum? Hví munnu vit
leggja arbeiðið niður so at
siga fast annað hvørt ár, tá
ið sáttmálasamráðingarnar
standa í botni? Her er eitt
hvørt rúkandi galið, og
hetta er ein torskildur
spurningur,
sum
fleiri
mugu taka ábyrgdina av.
Politikkarin
er
óivað
tann, sum má átaka sær
stóra ábyrgd av, at støðan
er, sum hon er. Hóast nakað
er fráliðið, hevur borgarin
ikki gloymt, hvussu løg-
tingsmenn uttan himpr
ásettu og øktu sína egnu
løn. Meinigi maðurin hevur
ilt við at skilja tílíka av-
gerð, tí tað líkist mest ein-
um kvetti, har politikkarin
hevur brúkt fólkaræðið til
at geva sær sjálvum loyvi
til at fara eftir skattaborg-
arans peningi til egið
gagns. Allar løgtings- og
landsstýrimannalønir
og
eftirlønir teirra áttu at verið
ásettar av óheftum fólki og
við støði í føroyskum løn-
arviðurskiftum og -poli-
tikki.
Og so hesi ótolandi verk-
føllini, sum skaða meiri
enn tey gagna: Tey skaða
samfelagið sum heild, tey
skaða arbeiðspláss, tey
skaða vinnulívið, ferða-
vinnuna, men tey raka
harðast tann, tey skuldu
gagnað, nevniliga arbeiðs-
takaran sjálvan. Annað
hvørt ár fer stórur partur av
frítíð og frítíðarløn til at
gjalda verkfall, sum næstan
bara gagnar fakfelagsleið-
arum. Alibiið til at vera
afturvaldur sum leiðari
liggur í, at tú hevur øst fólk
upp í nøkrum, sum líkist
einum arbeiðaraverkfalli.
Men tað er langt millum
lønirnar hjá tímaløntum og
tær hjá nógvum av leið-
arum teirra. Hetta er tekin
um ábyrgdarloysi, og tað er
eisini tekin um dugnaloysi.
Um allar trætur skulu av-
gerast við glíming, til annar
liggur eftir á, snýr tað seg
bara um veruleikafjart und-
irhald. Tað hevur als einki
við kor verkamanna at
gera. Tað átti at verið gjør-
ligt at loyst lønartrætur á
annan hátt enn við verk-
falli, men viljin tykist ikki
vera til staðar til tess. Og so
er alibiið fyri at vera aftur-
valdur sum fakfelagsleiðari
eftir øllum at døma eisini
burtur.
Men løgið er, at eingin er,
sum mælir ímóti hesum
vitloysi, tí stórur partur av
verkamannafjøldini kennir
sannleikan. Er eingin so
frægur, at hon ella hann
dittar sær at krevja, at
demokratisk
viðurskifti
galda eisini fyri fakfelags-
politikk? Ella hvussu leingi
ætla tey tímaløntu blint at
fylgja teimum, sum annað
hvørt ár noyða tey út í ar-
beiðsloysi móti teirra vilja,
bara fyri at fáa eina fjøður í
sín egna hatt? Yrkingin hjá
Rasmussi Effersøe "Fast
stóð í fonnum…" lýsir ver-
andi støðu væl, um vit bara
fylgja slóðaranum, ið dugir
ikki at nýta vit og skil. Vón-
andi
vaknar
arbeiðara-
rørslan skjótt og sær, hvat
gongur fyri seg. Nógv er, ið
kann og skal fáast upp á
pláss, uttan at ein skal
berjast annað hvørt ár bara
fyri at vinna tað mista
innaftur. Alt annað eru bara
tóm orð.
Tað er sera óheppið, at
semingsstovnurin
tykist
vilja fara aftan fyri bakið á
fakfelagsleiðsluni við at
mæla til eina uratkvøðu um
semingsuppskotið, tí tað
var tað ikki búgvið til enn,
og tað østi eisini verka-
mannafeløgini óneyðugt.
Tíverri sær út til, at tá ið
fólk fær vald, broytast tey,
so at heilin tóðnar og
kroppurin bólgnar. Allar
ósemjur skulu avgerast við
einum glantrileiki, har lítið
og einki hendir í veruleik-
anum til gagns fyri tann,
tað skuldi gagnað. Seinasta
útspælið við at taka flestu
undantaksloyvi aftur minn-
ir mest um máttloysi einans
við einum endamáli: at fáa
løgtingið at leggja uppí. Og
tá er alt stríðið til fánýtis.
Tá ið hetta stríðið er av,
er nógv, sum skal rættast
uppaftur, bæði fakfelags-
politiskt og landspolitiskt,
men fyrsta stigið er at fáa
enda á verkfallinum. Tað
gerst bara við nýggjum
hugburði, tí so at siga øll, tú
tosar við, eru samd um, at
tíðin er farin frá ábyrgdar-
leysum verkføllum, ið bara
gagna nøkrum heilt fáum.
Fyrr enn tað er hent, fara
ósemjur frameftir at vera
merktar av ábyrgdarloysi,
vónloysi, máttloysi, lóg-
loysi og dugnaloysi. Tað
átti at verið gjørligt at brúkt
vit og skil eisini. Antin
mugu leiðslurnar taka ann-
að skinn um bak ella lata
onnur við viti og hegni
sleppa framat. Sum er,
gongur verkamannafjøldin
eitt stig fram og tvey eftir
hæli.
Verkfalshugleiðingar
Fingu kravboð frá arbeiðsgevarunum
Fakfeløgini í verkfalli
Partarnir á privata arbeiðs-
marknaðinum hittust týs-
dagin 3/6/2003 til fundar
um støðuna, nú verkfall/
verkbann hevur staðið við í
vikuvís.
Arbeiðarafeløgini í verk-
falli hava víst vilja til at fáa
enda á verkfallinum og
hava víst samfelagssinni,
tað prógva t.d. tey mongu
undantøkini, sum givin eru,
áðrenn arbeiðsgevararnir
tóku leiklutin sum teir
ráðandi hesum viðvíkjandi.
Tá løgdu teir t.d. Smyril eitt
tíðarskeið.
Arbeiðarafeløgini hava
slakað heilt nógv í sínum
krøvum hesar farnu vikur-
nar. Frá 25 krónum í tvey
ár, varð farið niður á 16,48
krónur. Síðani niður á 14
krónur, síðani 12 krónur, 10
krónur. At enda 8 krónur (í
tvey ár) og so ávíst eftir-
lønarprosent.
Arbeiðsgevarar løgdu út
við 3,20 krónum.
Á fundinum týsdagin var
greiða støða teirra, at talan
kundi gerast um 4 krónur,
hvørki meira ella minni. So
arbeiðsgevararnir hava hin-
vegin ikki flutt seg langt
hesar vikurnar.
Arbeiðarafeløgini gingu
við til tær 4 krónurnar um
árið, men hildu fast við
kravið um eitt ávíst eftir-
lønarprosent. Men eisini
her slakaðu arbeiðarafeløg-
ini, frá einum prosenti
niður í 0,8 prosent og niður
í 0,5 prosent. Men uttan
úrslit.
Framhald á næstu síðu
Bjørn á Heygum
Avoldað valdsuppgerð
Heimsmet í verkføllum -
Landið lagt lamið reguliga
á nærum hvørjum ári -
blokadur - boykott - sam-
hugatiltøk - ólag á sam-
ferðsluni - ongin undirvís-
ing - vantandi tíðindaflutn-
ingur - ongin vaktar- og
bjargingartænasta, - og
soleiðis kann haldast fram,
hetta er dagligdagurin í
Føroyum.
Øll eru samd um at henda
støða er fullkomuliga og
aldeilis óhaldbar og at onki
framkomið samfelag kann
liva við einum slíkum aftur-
vendandi ruðuleika hvørt
einasta ár og kanska fleiri
ferðir árliga.
Henda avoldaða valds-
uppgerð
og
makt-
demonstratión millum ar-
beiðsgevara og arbeiðs-
takara, sum tíðin langt
síðan er farin frá, má fáast í
eina aðra meira civiliseraða
legu
Skaðarárin, óstabilitetur
og oyðileggjandi umdømi
av hesum lemjandi verk-
føllum er undirgravandi
fyri búskapin og er vorðin
ein álvarsligur samfelags-
trupuleiki og ein hóttan
móti rættarsamfelagnum og
okkara tilverugrundarlag.
Veik politisk skipan
Orsøkin til ruðuleikan í
Føroyum
skal
ivaleyst
síggjast í ljósinum av eini
sera
veikari
politiskari
skipan samanhildið við
eina upparbeidda siðvenju,
har partarnir á arbeiðs-
marknaðinum nærum eru
friðhalgaðir og kunnu hó-
reiggja sær sum teimum
lystir.
Útgangsstøði er sjálv-
sagt, at ongin kann taka
rættin frá einum arbeiðstak-
ara at leggja frá sær arbeiði,
ella hjá arbeiðsgeva at taka
ímóti eini slíkari tænastu, tá
sáttmálaloysi er millum
partarnar.
Tá slíkt hendir er ein tó
noyddur at taka neyðug
samfelagsfyrilit, soleiðis at
lív, heilsa og vítttfevnandi
samfelagsvirði ikki fara
fyri skeyti.
Tá partarnir á arbeiðs-
marknaðinum ikki duga
sær hógv og kenna síni
mørk við tí úrslitið at trygd
og tilverugrundarlagið hjá
einstaka borgaranum kem-
ur í vanda, tá ikki bert eig-
ur, men skal Landsstýrið og
Løgting at taka øll neyðug
stig til at steðga slíkum
samfelagsniðurbrótandi
virksemi.
Fyribyrging neyðug
Tað er ei heldur nóg mikið
at landsins stjórn og lóg-
gevarar bara sita hendur í
favn hvørja ferð og bíða til
støðan er vorðin so ótol-
andi, at slík lógarinntriv
gerast neyðug.
Teir hava eina treytaleysa
skyldu at forða fyri, at
samfelagið ferð eftir ferð
skal koma út í slíkt óføri.
Til tess at fyribyrgja hes-
um anarki er tískil neyðugt
at seta nýskipanir í verk,
sum kunnu laga reglurnar á
arbeiðsmarknaðinum
til
nútíðarkrøv og treytir, so-
leiðis at henda kaotiska
støða kann fáa ein enda.
Ongin ivi er um, at ein
arbeiðsrættur er alneyð-
ugur, soleiðis at tað kann
setast skjótt og effektivt inn
mótvegis ólógligum tiltøk-
um frá ávikavist arbeiðs-
gevara
og
fakfeløgum.
Ongin haldbar grundgeving
er enn førd fram um at vit
ikki skulu stovnseta ar-
beiðsrætt uttan bara hesar
afturvendandi
ákærur,
brigsl og hóttanir uttan
innihald frá ymsum fak-
felagsleiðarum, sum eftir
øllum at døma stórtrívast
umdir hesum óskipaði við-
urskiftum, sum nú valda.
Politikararnir
eru
nú
noyddir at taka sær um
reiggj og sýna dirvi, tá
hetta hetta eyðkenda feika
konfliktskýggjandi støðu-
loysi mótvegis pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum bara
førir okkum enn longri út í
kyksendan..
Boykott av størvum
Tað er eisini týðuligt, at
ávís feløg eru farin at
spreingja mørk og nú eru
gingin ov vítt í teirra "me-
todum" til tess at vinnu sín-
um limum teirra "sjálv-
søgdu rættindi".
Maskinmeistarafelagið
kann sigast at ganga á odda
í hesi nýggju herferð við at
taka kvørkratak á samfelag-
ið og ikki at skýggja nakrar
midlar, um so hetta gongur
móti landsins lógum og
vælferð.
Tað sigst at teir ikki
himprast við at sløkkja fyri
elveitingini til alt landi um
sáttmálaviðurskiftini mót-
vegis SEV ikki koma í rætt-
lag. Hetta er ikki verkfall,
hetta er í veruleikanum rein
sabotga, sum ikki eigur at
verða told eitt einasta minut
uttan lógarinntriv.
Annað eyðkent dømi er
stríðið millum maskin-
meistarafelagið og Vaktar-
og
Bjargingartænastuna,
har ávísir limir í felagnum,
sum eru tænastumenn, hava
sagt upp síni størv kollek-
tivt í samráð við Maskin-
meistarafelagið.
Teir krevja nú at vera
settir aftur uttan umsókn,
samstundis sum Maskin-
meistarafelagið boykottar
allar nýggjar starvssetanir
hjá Vaktar- og Bjargingar-
tænastuni. Hetta ber heilt
einfalt ikki til og hetta krav
kann og má ikki gangast á
møti, tá tað annars vildi
verið talan um beinleiðis
lógarbrot. So kann maskin-
meistarafelagið
fáa
so
nógva undirtøku og sam-
hugafráboðanir frá øðrum
fakfeløgum, sum tað vera
vil.
Ein tænastumaður sum
lógliga hevur sagt seg úr
starvi, er farin úr starvi -
basta! Tá starvið er leyst,
skal tað lýsast alment og
kann ein og hvønn søkja
samb. § 5 í lógina um tæn-
astumenn.
Vaktar-
og
Bjargingar Tænastan kann
og skal tískil ikki gera
annað enna tað lógin álegg-
ur teimum og sum stovn-
urin hevur gjørt, nevniliga
at lýsa størvini leys, so-
leiðis at allir skikkaðir
umsøkjarar fáa høvi til at
søkja. Vaktar- og Bjarging-
artænastan kann og skal
sostatt ikki ganga krøv-
unum frá maskinmeistara-
felagnum á møti., Eitt krav
frá einum fakfelag um at
bróta landsins lógir, kann jú
ikki koma uppá tal og
mugu skipini hjá Vaktar- og
Bjargingartænastuni harvið
heldur liggja til dómadag,
heldur enn eitt slíkt krav
verður gingið á møti. Her
verður Maskinmeistarafe-
lagið og øll teirra stuðuls-
feløg tískil noydd at taka í
egnan barm, tá mark skal
vera fyri hvat man kann
loyva sær av "horriblum"
krøvum um ikki rættar-
samfelagið skal verða full-
komuliga undirgravað og
tileinkisgjørt.
Ólógligar blokadur
Vit uppliva eisini dagliga
hesar blokadur av vanligari
samferðslu og lógligum
ørindum hjá borgarum og
stovnum, sum ikki eru
fevnd av verkfalli, og sum
eftir øllum at døma eru
vorðnar stovureinar og góð-
kendar sum eitt nýtuligt
amboð í hesum gamaldags
stættarstríðið, sum sýnist at
hava so góð gróðrarlíkindi í
Føroyum.
Hetta er bara ein óhald-
bar støða og ein fullkomin
misfatan
av
galdandi
reglum. Skal bara nøku-
lunda skil valda í hesum
landi, eiga hesar blokadur
at verða beindar av vegnum
á staðnum og uttan nakað
himpr yvirhøvur.
Ongn kann liva við at
ávísir bólkar í samfelag-
num fyri at tæna egnum
seráhugamálum á ein slíkan
primitivan hátt taka aðrar
uttanfyristandandi ósekar
samfelagsborgarar sum
gíslar í teirra innan-hýsis
striðið, fyri harvið at
trumfa sín vilja ígjøgnum.
Tá lógligur postflutn-
ingur verður tarnaður og
sjálvstøðug vinnurekandi,
sum als ikki eru fevnd av
verkfallinum, verða forðað
í at útinna síni dagligu
ørindi uttan at løgreglan
kann hjálpa teimum, tá
haltar støðufesti hjá av-
varðandi myndugleikum og
tá er nakað rívandi galið
við sjálvum rættar-samfe-
lagnum!
Bæði politikarar og løg-
regla eiga at gera sær púra
greitt at teirra lunkaða og
svikaliga støðuloysi á hes-
um øki ikki kann halda
fram. Teir mugu yvirvinna
sín "berøringsangst" ella
nertingarræðslu fyri pørt-
unum á arbeiðsmarknaðin-
um. Tá sjálvt grundleggj-
andi virði í rættarsamfelag-
num eru komin í vanda er
stundin komin til handling.
Antin seta myndugleikarnir
seg í respekt á hesum øki
her og nú ella er álvarsligur
vandi fyri at hetta sam-
felagið spakuliga verður
undirgravað innanífrá av
lógloysi og ruðuleika.
Eitt primitivt eljustrið,
har nakrir fakfelagsleiðarar
í egnum fullkominleika og
uttan ábyrgd fyri lógini ella
fyriliti fyri øðrum taka seg
sjálvan til rættis, betrar ikki
um korini og loysir ongar
trupulleikar hjá vanliga
løntakaranum í Føroyum.
Fakfeløgini í
verkfalli
Til
Vinnumálaráðið
Att.: Bjarni Djurholm,
landstýrismaður
Føroya Løgtingið
Att.: Anfinn Kallsberg,
løgmaður
Tórshavn,
hin 3. juni 2003
Soljóðandi skriv hava
fakfeløgini í verkfalli
sent Bjarna Djurholm,
landsstýrismanni í vinnu-
málum, Anfinni Kalls-
berg, Løgmanni og øllum
teimum politisku flokk-
unum
Nú frættist at Føroya
Arbeiðsgevarafelag
hevur heitt á Landsstýrið
um at kalla tingið inn, í
sambandi við trætuna á
privata arbeiðsmarknað-
inum.
Hetta merkir, at ar-
beiðsgevararnir
vilja
hava at lønin hjá limum
okkara verður ásett við
lóg.
Vit vilja staðiliga ávara
okkara politikarar móti at
leggja seg út í trætuna á
arbeiðsmarknaðinum.
Um Løgtingið leggur
uppí, so er hetta eitt bein-
leiðis álop á fría samráð-
ingarrætt
okkara,
og
harvið eitt álop á sjálvu
demokratisku skipanina
her á landi.
Ein uppílegging er
eisini tað sama sum at
Løgtingið gongur ørindi
fyri arbeiðsgevara-partin,
og vit skulu boða frá, at
tað
skal
ikki
verða
gloymt,
um
okkara
politikarar soleiðis stinga
verkamannafjøldina
í
ryggin.
Vit skulu vísa á, at tað
ikki er fakfeløgini sum
hava forðað fyri at semja
kundi fáast í lag um løn-
ina, tí undirritaðu feløg
hava slakað í lønarkrøvu
m okkara frá kr. 12,60 pr.
ár niður í kr. 8,24 pr. ár,
og síðani aftur bæði
niður í kr. 7,00, kr. 6,00
og 5,00 pr. ár.
Hinvegin hevur Føroya
Arbeiðsgevarafelag bert
førkað seg frá kr. 2,00 pr.
ár upp til kr. 3,70 pr. ár.
Hetta merkir, at undir-
ritaðu feløg hava slakað
heilar kr. 7,60 pr. ár (ella
í alt kr. 15,20 yvir tvey
ár), meðan arbeiðsgev-
arasíðan bert hevur flutt
seg kr. 1,70 pr. ár (ella
3,40 yvir tvey ár).
Seinasta samráðingar-
royndin í dag vísti eisini,
at Føroya Arbeiðsgevara-
felag ikki ynskti verulig-
ar samráðingar, tí uttan
mun
til
hvussu
vit
royndu, so vildu teir ikki
førka seg eitt oyra frá tí
sum teir byrjaðu við sum
útspæl sítt. Teir góðu
Arbeiðarafeløgunum eini
kravboð í millum kr.
3,70-3,90 og var hetta
ongin semingsroynd.
Um Løgtingið leggur
uppí, fara vit at heita á øll
fakfeløg í landinum og
limir okkara kring Før-
oya land, um at stuðla
teimum tiltøkum, sum vit
fara at seta í verk.
Betri hevði verið um
Landstýrið trýsti á hin
partin, um at fara aftur til
samráðingarborði
við
samráðingaranda og ikki
við einum kravboðum
Vinaliga
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðs-
mannafelag
Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag
Arbeiðarafeløgini fóru
við opnum sinni á fundin.
Men talan var á fundinum
ikki umbeiðsgevarar, sum
vóru komnir at tosa um
nakað ella at royna semju.
Talan vóru um eini kravboð
til arbeiðarafeløgini frá
FAG og tessvegna fóru
partarnir aftur hvør til sítt.
Strongd alivinna
Hvørjaferð verkfall hevur
verið seinnu árini, hava
arbeiðarafeløgini
verið
løgd undir at koma alivinn-
uni í stóran vanda.
Her skal viðmerkjast, at
arbeiðarafeløgini hava altíð
víst vilja, so støðan ikki
gerst hættislig. Hinvegin er
sannroynd, at alarar fylla so
nógv í ringarnar og at fisk-
urin er strongdur, verkfall
ella ikki.
At fylla ringarnar á
tremur gongur út yvir um-
hvørvið og fiskin. At nýta
støðuna mótvegis arbeið-
arafjøldini, sum berjist fyri
rímuligari løn, er ikki
sømuligt. Ein kann spyrja,
hvar eftirlitið og hvat upp-
gávan
hjá
Landsdjóra-
læknanum er. Arbeiðarafe-
løgini hava víst vilja og
samfelagssinni. Arbeiðara-
feløgini hava ikki verið
órímulig í verkfallstiltøk-
um, men hava hinvegin
havt stóra umsiting av teim
mongu undantøkunum. Ar-
beiðarafeløgini hava ikki
sett fram órímulig krøv ella
verið órímuligur samráð-
ingarpartur, tað prógvar
m.a. slakingin uppá 20
krónur, meðan arbeiðsgev-
ararnir hinvegin bert hava
flutt seg nøkur oyru og ikki
vilja hoyra talan um eftir-
lønarprosent.
Hinvegin
hava arbeiðsgevararnir nú
heitt á Føroya Løgting og
landsstýrismyndugleikar
um at leggja uppí, hóast teir
áður hava sagt seg ikki
velja hesa loysn, men tað
hevur longi verið arbeið-
arafeløgunum greitt, at júst
hetta var ætlan arbeiðsgev-
aranna. Arbeiðarafeløgini
ynskja ikki hesa loysn, men
heldur eigur landsstýris-
myndugleikin at fáa part-
arnar saman aftur til sam-
ráðingarborðið, har Sem-
ingsstovnurin aftur eigur at
fara til verka.
Ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum
Ein ávaring á Løgting-
ið og Landsstýrið
Framhald av síðu 6
C
M
Y
K
7
6