hósdagur 5. juni 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 104 - 5. juni 2003
Nr. 104 - 5. juni 2003
9
Solveig Mohrhof frá
týsku ferðaskrivstov-
uni Nord-Nordost
Reisen, sum vitjaði
her við 15 týskum
ferðafólkum, sigur at
Føroyar er eitt vakurt
og annarleiðis land at
ferðast í, men oyggj-
arnar eru ov lítið
kendar í Týsklandi
FERÐAVINNA
Magnus Gunnarsson
Mánadagin kom eitt týkst
ferðalag við Norrønu. Tað
er týska ferðaskrivstovan
Nord – Nordost Reisen,
nærhendis Flensburg, sum
skipar fyri ferðini. Hendan
ferðaskrivstova, ið er 28 ára
gomul, skipar vanliga fyri
ferðum til Grønlands, Svø-
ríkis, Danmarkar, Ruslands
og Baltisku londini. Seks
tey seinastu árini hava tey
skipað fyri ferðum til Ís-
lands. Nú komu tey so ein
royndartúr til Føroyar við
15 ferðafólkum.
Tað er danska Solveig
Mohrhof saman við mann-
inum, Rydiger Mohrhof,
sum reka ferðaskrivstov-
una. Solveig hevur búð í
Týsklandi seinastu 40 árini.
Hon er sjálv ferðaleiðari á
hesi ferðini, hon sigur at
Føroyar er eitt sera vakurt
og annarleiðis land at ferð-
ast í, men hon heldur, at
oyggjarnar eru ov lítið
kendar í Týsklandi. Men
hon heldur samstundis, at
t.d.fótbóltsdysturin í kom-
andi viku kemur at bøta
munandi upp á tað, tá
nógvir týskarar koma higar.
Solveig hevur einaferð fyrr
verið
í
Føroyum
fyri
umleið 20 árum síðan. Tá
komu
tey
við
DFDS
f e r ð a m a n n a s k i p i n u m
Winston Churchill.
Týsku ferðafólkini vóru
fleiri útferðir meðan tey
vóru
her,
mánadagin
koyrdu tey við einum bussi
hjá Toru Tourist Traffic, tá
vóru tey m.a. á Frímerkja-
deildini á Arjum, har tey
fingu týskar faldarar um
føroysk frímerki.
Ferðalagið fór víðari við
Norrønu til Íslands í dag.
Næsta ár er so ætlanin at
koma aftur hendan vegin.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Willi Olsen sølu-
maður hjá Arctic
Import Føroyar
1. apríl varð Willi Olsen, í
Hósvík, settur í starv sum
sølumaður hjá Arctic Im-
port Føroyar. Willi er 26
ára gamal og hósvíkingur,
sonur Estrid, f. Hansen, úr
Hósvík og Magnus Olsen,
ættaður úr Funningi.
Willi hevði kiosk í Hós-
vík, áðrenn hann fór á
Føroya Handilsskúla, har
hann tók HH prógv í 1999.
Hann bleiv útbúgvin sum
bankaatstøðingur í Føroya
Banka í 2002. Hann er
giftur við Daniellu, f. Bu-
dure, úr Jebel í Rumeniu,
og tey eiga sonin Andrew.
Arctic Import er ein
handils- og tænastufyri-
tøka, sum leggur seg eftir at
vera ein samstarvsfelagi
hjá vinnulívsfólki og al-
mennum fyritøkum í Grøn-
landi og Føroyum. Fyri-
tøkan byrjaði sítt virksemi,
í Nuuk, í Grønlandi í 1978.
Hetta var í eini tíð, tá tørv-
urin á fjølbroyttum vøru-
veitingum til grønlendskar
handverkarar øktist.
Tað vísti seg, at serkunn-
leikin hjá Acrtic Import
kom væl við, og skjótt
fevndi virksemið so víða,
at neyðugt varð at útbyggja
og samstundis seta á stovn
eina skrivstovu í Danmark,
til at røkja teirra áhugamál.
Danska skrivstovan varð
løgd soleiðis, at møguleik-
arnir at koma til flogvøllin í
Aalborg og til Grønlands-
havnina vóru so góðir sum
gjørligt. So við og við er
hendan skrivstova vorðin
høvuðssæti í virkseminum
hjá fyritøkuni.
Í 1999 byjaðu teir við
Arctic Import Føroyar, og
settu ein staðbundnan sølu-
mann í Føroyum. Síðan tá
hevur tað bert gingið framá
hjá Arctic Import Føroyar,
sum hevur fingið nógvar
fastar kundar, bæði al-
mennar stovnar og privatar
fyritøkur. Umframt Willi
Olsen, sum er í Føroyum,
eru eisini tvey føroysk
starvsfólk á deildini hjá
Arctic Import í Nørre-
sundby. Talan er um Ann-
iku Jacobsen og Finnbjørg
Jacobsen.
Bjarti og eg komu at kennast, tá hann
eftir lokna skúlagongd tók leiðina oman
á kaina og kom at starvast hjá okkum í
1978.
Her var Bjarti við til at leggja enn betri
lunnar undir eina fyritøku í menning.
Hetta tíðarskeiðið var merkt av fram-
gongd og arbeiðsplássið var um hesa leið
merkt av eini góðari blanding av eldri og
yngri starvsfólkum.
Stefanus, Lakk, Bjarti og Chris løgdu
tónan an.
Tónin var skemtingarsamur og góður
og var viðvirkandi til at strævnir dagar
gingu lættari.
Nú tá hetta tíðarskeiðið er lagt aftur-
um, so kunnu vit goyma arbeiðsløtur og
farnar starvsfelagar í hjørtum okkara,
men til ber at taka løturnar fram aftur til
minnis og skemtanar tá høvi býðst. Um
minnið bilar, ber til at taka videotólið hjá
Chris til hjálpar.
Sum hjá øðrum og í tíðarandanum so
var eisini hjá okkum neyðugt at gera eina
arbeiðsuppdeiling.
Bjarti og eg vóru felags um at stíla fyri
og lyfta uppgávuna at avgreiða tey
farmaskip, sum fyritøka okkara hevði um
hendi. Tíðarskeiðið frá 78 til 92 var ikki
langt sæð í tíðarinnar perspektivi, men
innan okkara arbeiðsøki hendi nógv.
Farmaskipini vitjaðu oftari á Tvøroyri
tá,i kki vóru tey stór, men hóast tað og
kanska nettup tí var uppgávan at loysa
somikið størri og torførari.
Bjarti fekk um endan av tíðarskeiðnum
við „Rúnatindi" og „Nestindi" og var við
tá "Líðartindur" setti hol á eina heilt
nýggja tíð.
Haldi eg kann siga at uppgávan, sum
var litið mær og Bjarta í hendi hesi ár,
væl og virðiliga varð loyst.
Eftir loknan arbeiðsdag, sum mangan
kundi vera langur, hevði Bjarti sjálvandi
síni egnu áhugamál.
Niels og Dagmar Mortensen vóru
brennandi T.B.-stuðlar eins og tey á
Hamri og var hetta óivað borið víðari til
abba- og ommubarn teirra, Bjarta.
Bjarti var tó eitt sindur meira inter-
nationalur og valdi sær umframt T.B.
eisini Liverpool til heimalið sítt.
Tey komandi nógvu ungdómsár vóru
T.B., Liverpool, rokkbólkurin Queen og
hugnalig samvera við kammeratar ovast
á breddanum hjá Bjarta. Eisini her eru
nógvar góðar og ógloymandi løtur at
minnast afturá. Gullárini hjá T.B., Liver-
pool og Queen.
Bjarti hevði óivað góð og stuttlig ung-
dómsár í tryggum heimligum umhvørvi,
men tað, sum vantaði í, fann hann saman
við Sonny. Eitt stórt umskifti hendi hesi
næstu ár í hansara lívi, men tíverri ikki
bara til tað betra.
Samanhald gevur styrki og var hetta
avgerandi fyri at Bjarti hóast sjúkur fekk
góð ár saman við Sonny.
Okkara gerandisdagur gekk framvegis
við fúkandi ferð, men hjá Bjarta mundi
gerandisdagurin mangan tykjast lang-
ligur og seinførur. Gott at Sonny var har
og at hann hevði eina kjarnu av vinfólki
at styðja seg til. Bert fyri at nevna ein.
Jean Dimon. Takk fyri tað.
Tá Bjarti fekk keðiligu boðini um at
skurðviðgerðin var miseydnað, tók hann
ta djarvu, men greiðu støðu, at nú vildi
hann heim. Í heimligun umhvørvi vildi
hann taka støðu til hvat víðari skuldi
henda. Bjarti var ótrúliga róligur og
avkláraður og hartil sterkur í síni trúgv.
Vónaði til tað síðsta, men var realist og
visti hvønn veg tað bar.
Eftir fáar dagar heima andaðist Bjarti
bert 40 ára gamal.
Ærað veri minnið um mín góða vin og
arbeiðsfelaga Bjarta Mortensen.
Henrik
Minningarorð um Bjarta Mortensen
føddur 18. august 1962
deyður 23. mars 2003
Týsk ferðaskrivstova:
Fótbólturin ger Føroyar kendar
Solveig Mohrhof saman við teimum 15 ferðafólkunum, sum vóru her á vitjan
mynd: Jens K.Vang
Janus Petersen í
Vestmanna 75 ár
Hósdagin 5. juni verður
Janus Petersen í Vestmanna
75 ár. Janus er føddur og
uppvaksin í Kollafirði,
sonur Onnu Katrinu, f.
Joensen, og Emil Petersen,
bæði úr Kollafirði. Hann er
nummar fimm í rekkjuni av
13 systkjum. Sum ungur
var hann í Íslandi, har hann
arbeiddi á einum bónda-
garði og róði út. Hann
sigldi eisini við føroyskum
fiskiskipum. Í 40-unum
koyrdi hann hýruvogn í
Havn hjá Magnus Bærent-
sen og í Taxa.
Hann giftist í 1955 við
Elisabeth,
f.
Sørensen
(1929-1973), ættað úr Por-
keri. Tey búsettust í Kolla-
firði og fingu trý børn:
Bjarna, Annu og Hjørdis.
Áðrenn hann giftist við
Elisabeth, átti hann sonin
Kára Millum Garðarnar, úr
Klaksvík.
Hann er eisini kendur
sum Janus í Bindibókini, tá
hann stóð sum model í før-
oyskum troyggjum í tí før-
oysku bindibókini.
Janus er skiparalærdur,
og var hann skipari og
partaeigari í línubátinum
Eiriki Jalli, sum varð bygd-
ur í Sagvåg í Norra í 1962.
Hann sigldi eina tíð hjá
donskum reiðaríi. Hann var
eisini skipari og partaeigari
í farmaskipunum hjá Star.
Konan, Elisabeth, doyði í
1973. Í 1984 giftist Janus
giftist við Annefíu, f. Nico-
lajsen, úr Vestmanna, tey
búgva í Vestmanna og eiga
dóttrina Elisabeth.
Frá 1983-95 sigldi Janus
sum skipari hjá Strand-
faraskipum Landsins, fyrst
um Vestmannasund og í
nógv ár sum skipari á
Ternuni um Leirvíksfjørð.
Síðan
hann
gavst
hjá
Strandferðsluni,
hevur
hann verið onkran túrin við
Artic Viking, sum sonurin
Bjarni førur.
Janus er tjóðskaparsinn-
aður maður og er aktivur
limur í Tjóðveldisflokkin-
um.
Hóast Janus nú fyllir 75
ár, er hann sera virkin, hann
spælir fótbólt, rør út, hevur
dunnur og seyð. Ætlanin
var at halda føðingardagin,
men vegna verkfallið er
hann burturstaddur.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hesar hava fingið prógv sum Heilsuhjálparar í 2003
Aftast frá vinstru: Elsa Nielsen Sørvágur, Rúna Sørensen Trongisvágur, Elsa Poulsen Tórshavn, Ása Olsen Tórshavn, Gurli Svartá
Saksun, Olina Berg Skála, Marita Jacobsen Klaksvík, Aslai Højgaard Rúnavík, Randi Djurhuus Hvalvík, Hildegunn Simonsen
Klaksvík, Herðfríð Askildsen Tórshavn, Elin Kjærbo Tórshavn, Margaret Johannesen Leirvík.
Sitandi frá vinstru: Hanna West Hvalba, Hansa Ziskasen Vágur, Diana Jacobsen Lamba, Jensia Jacobsen Nólsoy, Heiðrún
Hansen Skopun, Marianna Antoniussen Klaksvík, Mina Bjartalíð Klaksvík.
Dagurin
5. juni. Grundlógardagur, hildin til minnis um at fría
stýrisskipanarlógin kom í gildi í Danmark henda dag í
1849. Dagurin ber annars navnið Bonifacius. Hann var
enskur munkur, sum var tiltikin trúboðari og fekk navnið
ápostul Týsklands. 80 ára gamal varð hann saman við 52
øðrum myrdur av heidningum í Frísalandi hvítusunnudag
í 754.
Jákup Dahl varð føddur henda dag í 1878 og deyður í
1944.
85 ár
Í dag, 5. juni, fyllir Maria Vang 85 ár. Dagurin verður
hildin saman við familjuni um kvøldið heima hjá
soninum.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæri pápi, verfaðir og abbi
Niklas F. Mikkelsen, Syðrugøta
andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 3. juni 2003,
71 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
hósdagin 5. juni kl. 18.00.
Jarðarferðin verður leygardagin 7. juni
úr Gøtu kirkju kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Marjun, Eghild, Jórun og Sunrit
Tey, ið ynskja at minnast Niklas, kunnu geva Gøtu kirkju eina gávu.
C
M
Y
K
9
8