Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mai 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Nr. 87 - 6. mai 2000 16 Nr. 87 - 6. mai 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Rigmor Dam, lærarinna Eg eri ikki reyðsokkur. Eiheldur eri eg maður. Eg eri kvinna. Lisbeth og Katrin og Rúna og Hildur og Helena eru menn. Tær eru ósamdir um okkurt og samdir um annað. Millum annað, hvørt teir eru damur. Damu- menniskju. Mannkvendi. Kallar við kvinnuligum skapi og kventasligum eginleikum. Næstan ordiligir. Kvasi- fólk. Sambært orðabókini er ein løgtingskvinna ein kvinna við sæti á tingi, meðan ein løgtingsmaður er eitt fólk við sæti á tingi. Tað eitur løgtingsmaður, tí maður merkir menniskja - sigst. Sjálvsagt er ein løgtingsmaður eitt menniskja, ikki eitt kríatúr. Men er ein løgtingskvinna so ikki eitt menniskja, men kanska eitt kríatúr? Løgtingsumboðið ella umboðsmaðurin? Sjálvsagt eit- ur tað Løgtingsumboðið. Umboðsmaður er í sær sjálvum ein anakronisma. Fyri tað fyrsta er heitið ‚Løgtingsumboð‘ bæði vakurt og fevnandi. Fyri tað næsta er tað ikki stolið úr donskum (og tað átti at boðað frá góðsku í hesum døgum!). Í triðja lagi er ‚umboð‘ hvørkikyn og kann bendast, um so var, at ein kvinna varð sett í starvið. Vit kenna dømið „løg- tingsmaðurin Lisbeth ..er hørm um..“! Í fjóðra lagi er tað ómetaliga ótíðarhóskandi at tvíhalda um gamla patriarkalska hugsunarháttin, at maður er menniskja - og harvið ein kvinna ein maður. Hesin hugburður er ein syndarlig leivd úr fornari ortodoksari mentan, sum vit tíbetur næstan eru komin til lívs. Í londunum kring okkum gerast kvinnuligu virðini alsamt meira sjónsk. Hetta innan umsiting, vinnulív og í gerandisdegnum sum heild. ‚Sosiala dimensiónin‘ rópast fyribrigdið, og tað er ein ásannan av, at kvinnur kanska slett ikki eru so býttar kortini. Fólk hungra eftir meiri tíð og er tað in at vera barna- og um- hvørvisvinarligur. Bleyt human kvinnulig virðir, sum eru í andsøgn við yuppie-karrieru-forbrúkara-ein- semið, sum annars hevur eyðkent hesi lond (og Før- oyar fyri tað) í nógv ár. Men sum ikki einaferð eru vit føroyingar eftirbátar, sum leggja okkum í øvugta borðið og standa í skerandi kontrast til umheimin. Politiski andin tykist at vera: „Vit mugu forrestin eisini hava eina damu á upp- stillingarlistan... summi velja eftir kyni og slett ikki eftir førleika“! Tí: Konufólk meyla og knarra. Gabba og mjarra. Jú, tær eru ein sonn marra. Og tí er tað eisini heilt legalt at nevna ein nýggjan almennan stovn: Umboðsmaðurin! Jú, í summum førum líkjast vit meira Afganistan enn skandinavisku londunum og tað er flóvisligt. Men kanska kemur ein dagur, tá boyggjarnir mugu boyggja seg, og loyva systrunum uppí spælið. Tá verður nógv stuttligari at spæla saman, um báðir partar verða hoyrdir og allar meiningar virdar. Tá tolsemi og ráðarúm fer at valda og ein kvinna er ein kvinna og ein maður er ein maður. Tí einki er meira køvisligt enn ein undirbrotligur spælikammirátur. Tá verður well at vera føroysk í Føroyum. Felagsskapurin Føroyar - Afganistan Jan V. Jørgensen hevur flogið yvir Føroyum í yvir 30 ár, og tað dámar honum sera væl. Mynd: Jens Kr. Vang 30 ár við Vøn yvir Føroyum Á FLOGI. 59 ára gamli Jan V. Jørgensen hevur síðani 1969 regluliga flogið við tyrlu yvir Føroyum. Hann hevur um 1000 flúgvitímar í føroyskum øki, og nú hann verður pensjóneraður, vil hann gjarna halda fram at flúgva tyrlu í Føroyum Vøn í tyrluni, haðani hann hevur sæð niður á føroyskt sjó- og landaøki í umleið 1000 tímar. Mynd: Jens Kristian Vang Eyðun Klakstein Síðani 1969 hevur Vøn ver- ið á flogið yvir Føroyum. Einar 1000 tímar hevur hann sitið í sjóverjutyrluni, meðan hon hevur verið á flogi í føroyskum sjó- og landaøki. Men nú er tíðin við Vøn av. Jan V. Jørgensen, sum er hansara kristna navn, verð- ur pensjóneraður, tá hann um stutta tíð verður seksti ár, og seinasta vikuskiftið gjørdi hann sín síðsta túr yvir Føroyum – fyribils. Hann fellur fyri aldurs- markinum í sjóverjuni, men hann kann í grundini flúgva hjá eitt nú Atlants- flog til hann verður 65. Og tað hevur hann hug til. – Teir kunnu bara ringja, um teir hava brúk fyri mær, sigur Vøn. Í verjuni síðani 1969 Navnið Vøn fekk Jan V. Jørgensen, tá hann kom í verjuna á fyrsta sinni. Allir tyrluskipararnir fáa eitt navn við trimum bókstav- um. Fyrstu ferð Vøn var á flogi í Føroyum, var í oktober mánaði í 1969 – árið eftir at hann byrjaði í sjóverjuni. Hann hevur flogið alla staðni í kongaríkinum, og ein fittan partur av tíðini hevur hann brúkt í Føroym við millum annað fiskieftir- liti og sjúkraflutningi. Og kanska heldur hann fram sum tyrluskipari í Før- oyum, tá hann verður pen- sjóneraður í donsku verjuni. Í løtuni heldur hann frí í tvær vikur, men hann skal aftur til arbeiðis í sjóverjuni seinni í mánaðinum. Kona Vøn er ættað úr Sør- vági. Eyðun Klakstein Tá nakað serligt er á vási í Klaksvík, er tað næstan ein sjálvfylgja, at Klaksvíkar Horn- orkestur er við. Um talan so er um onkran serligan ítróttardyst, hátíðarløtur, norðoyastevnu, Flaggdagin ella jólahugna, so eru fólk frá Klaks- víkar Hornorkestri altíð á stað- num og gera løtuna hátíðarliga. Og Klaksvíkar Hornorkestur er eisini fast orkestur til lands- dystirnar í fótbólti. Klaksvíkar Hornorkestur varð fimti ár í gjár, og í hesum sam- bandi hava teir skipað fyri yms- um tiltøkum. Teir høvdu konsert, og ein framsýning, sum sýnir brot úr søgu felagsins, er at síggja hetta vikuskiftið. Hóast felagið er fimti ár, eru tað tveir limir, sum hava verið við alla tíðina. Tað eru Otto Samuelsen og Sámal Christian- sen, sum sostatt hava fimti ár á baki sum hornspælarar í Klaks- vík Hornorkestur. Tey ungu halda ikki fram Sambært gerðabókini hjá Klaks- víkar Hornorkestri varð felagið formliga stovnað á fundi, sum varð hildin 5. mai í 1950. Longu í september mánaði ári fyri hevði fyrireikandi fundur verið. Navnið á felagnum var tá Klaksvíkar Hornblástrarfelag, men fýra ár seinni varð navnið á felagnum broytt til Klaksvíkar Hornorkestur. Í dag spæla 25 fólk í orkestri- num, og tað eru bæði ungfólk og eldri fólk. – Støðan hjá Klaksvíkar Horn- orkestri er hampuliga góð. Vit hava havt ávísar trupulleikar við at fáa tey ungu fólkini, sum byrja í Hornorkestrinum, at halda fram at spæla við okkum, men við hvørt eydnast tað, sigur Magnus Arge, sum er formaður í Klaksvíkar Hornorkestur, nú felagið heldur merkisdagin. – Tað sigur seg sjálvt, at eing- in, sum ikki hevur ein veruliga hug fyri at spæla við horn- orkestrinum, tímir at brúka tvey kvøld um vikuna ár eftir ár til at venja við okkum, sigur hann. Normann og broytingartíðin Klaksvíkar Hornorkestur hevur fleiri ferðir havt útlendskar venj- arar. Tann mest tiltikni er helst Normann Edwards, sum kom til Klaksvíkar í 1965. Tá hevði Klaksvíkar Hornorkestur longu havt fleiri útlendskar venjarar í styttri tíðarskeið. Orsøkin til, at Normann Ed- wards kom til Klaksvíkar var, at Havnar Hornorkestur hevði fingið sær útlendskan venjara. Tað var Robert Oughton, sum var tónaskald og kornettúrmæl- ingur. Oughton hevði fingið nógv burtur úr Havnar Horn- orkestur, og tað gjørdist alsamt meira upplagt, at neyðugt varð við kønari og vandari hjálp til at menna horntónleikin. Robert Oughton spældi á eini norðoyastevnu fyrst í seksti- árunum, og hansara solo á kor- nettina var so sannførandi, at hon rættiliga kveikti ein neista í klaksvíkingum. Gjøgnum Oughton fingu klaksvíkingar samband við Nor- mann Edwards úr Doncaster, sum kom til Klaksvíkar at verða at venja Klaksvíkar Hornorkest- ur í 1965. Tað skuldi stórt áræði til at fáa sær útlendskan venjara, tí hann skuldi lønast, og tað var eingin stuðul at fáa nakra staðni. Men við monnum sum Eli Nolsøe á HORN. Klaksvíkar Hornorkestur fyllir í hesum døgum fimti ár, og í dag er valla eitt hátíðarhald í Klaksvík, uttan at hornorkestrið eisini er við Hava blást í fimti ár odda bar til at skaffa pengar gjøgnum ymisk tiltøk. Normann er hetjan Normann Edwards var í Klaks- vík til 1986, tá hann fór aftur til England. Hetta var eftir eina Danmarkarferð hjá Hornorkestr- inum. Normann, sum hann varð kallaður, skuldi koma aftur til Klaksvíkar á várið í 1969, men fyrst skuldi hann steðga á í Sør- vági og venja við Hornorkestri- num har. Tá hann kom til Klaks- víkar var tað í eini kistu, tí hann doyði brádliga, og kistan varð flutt til Bretlands við einum trolara. – Normann Edwards broytti ljómin hjá Klaksvíkar Horn- orkestur, og tann ljómurin, sum Normann gav orkestrinum, hava vit roynt at varðveitt síðani, sigur Alex Sólstein, sum er ein av drúgvu limunum í orkestri- num. – Normann er tann stóra hetj- an hjá onkrum av limunum í orkestrinum, og tað plaga vit at skemta okkum við viðhvørt. Tá teir ikki vita, hvat teir skulu siga, so draga teir Normann fram, sigur Magnus Arge. Alex Sólstein og Magnus Arge sita hendan dagin í hølunum hjá hornorkestrinum og gera klárt til tiltøkini, sum skulu vera um vikuskiftið. Til kapping í Luxembourg Klaksvíkar Hornorkestur hevur gjørt fleiri uttanlandsvitjanir í síni fimti ára søgu. Í 1994 vóru teir á konsertferð í York, og árið eftir vóru teir við í europeiskari kapping fyri horn- orkestur í Luxembourg. Síðani hava onnur føroysk orkestur roynt seg í hesi kapping, men eingin hevur fingið sama úrslit, sum Klaksvíkar Hornorkestur fekk í 1995. Í 1997 skifti Klaksvíkar Horn- orkestur øll ljóðførini hjá sær út. – Vit keyptu nýggj ljóðføri fyri eina hálva millión krónur. Tey gomlu ljóðførini hjá okkum brúkar musikkskúlin í Klaksvík, haðani vit fáa nógvar av okkara spælarum. Umframt hornblástur hevur Klaksvíkar Hornorkestur eisini sítt egna kór, sum sleppur fram at til serliga høvi – eitt nú veitsl- ur hjá felagnum. Kórið er doypt Sjivaskórið. Og teir tiltiknu Vágheygafrensarnir, sum plaga at spæla til dans av og á, er sprottnir burtur úr hornorkestri- num í Klaksvík. Sharon Fisher er venjari hjá Klaksvíkar Hornorkestur í løt- uni. Klaksvíkar Hornorkestur spælir til føðingardag hjá Klaksvíkar kommunu