leygardagur 6. mai 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 87 - 6. mai 2000
18
Nr. 87 - 6. mai 2000
Felagið bleiv stovnað 10 mai
1997, og hava sostatt 3 ára føð-
ingardag í ár. Tað stuttliga var,
at ST útnevndi 10 mai í fjør til
at vera Altjóða Apopleksidagur á
hvørjum ári.
Heilafelagið hevur í dag ein
limaskara, sum telur 200 limir.
Í nevndini sita:
Guðrun Hansen, formaður.
Jógvan Telling, næstformaður.
Paula Árnafjall, kassameistari.
Súna Mørk, skrivari.
Helena Fríðheim, nevndarlim-
ur.
Marius Johansen, tiltakslimur.
Annika Kristiansen, tiltakslim-
ur.
Endamálið hjá Heilafelagnum
er at styrkja fyribyrging, bráa
viðgerð og uppvenjing.
At stuðla royndum, ið hava til
endamáls at minka um fylgurnar
av apopleksi og afasi og harvið
betra um lívskorini. At styðja
vísindarligari gransking
At kunna um apopleksi og afasi
At betra viðgerðar-, undirvísing-
ar-, og uppvenjingarmøguleikar-
nar. At stuðla apopleksi-, afasi-
raktum og teirra avvarandi, ráð-
geva um almennan stuðul, skeið,
frítíð og aðra hjálp, og at luttaka
í tjóðskaparligum, norrønum og
altjóða samstarvi.
Nevndir kring Føroyar
Felagið hevur hesi 3 árinum
arbeitt við at stovna undir-
nevndir kring Føroyar. Byrjað
varð við at býta Føroyar upp í 6
øki og kunna um felagið og
savna limir. Økini eru Vágoy,
Eysturoy, Norðoyggjar, Sandoy,
Suðuroy og Streymoy. Á hvørj-
um staði vórðu undirnevndir
valdar við einum raktum, einum
avvarandi og einum fakfólki.
Ætlanin við undirnevndunum er
at skapa eitt netverk, sum saman
við nevndini kann skipa fyri
ymiskum tiltøkum.
Felagið hevur havt eina fyri-
lestrarøð við fakfólkum um
ymisk áhugamál, sum limirnir
hava sett spurningar til. Fyri-
lestrar verða framyvir hildnir, og
í ár hevur nevndin avgjørt at
ferðast meira út á oyggjarnar við
fyrilestrum.
Týsdagin tann 9 mai verður
fyrilestur og somuleiðis ein
hugnaløta fyri Norðoyggjar
hildin í Ósaskúlanum í Klaksvík
við ergoterapeuti Kirstin
Ellingsgaard og fysioterapeuti
Marjun Poulsen. Tær fara at
greiða frá um uppvenjingina
eftir apopleksi. Fyrilesturin
verður hildin kl. 18.30
Mikudagin 10 mai, ferð út-
varpssendingin »Tilveran« hjá
Armgarð Arge at viðgera, hvussu
tað er at verða raktur av apopleksi
og afasi.
Aðrir fyrilestrar og tiltøk, sum
koma at verða í ár, men har
neyv dagfesting enn ikki er fast-
løgd eru fyrilestur og hugnaløta
í Runavík, sum verður í hesum
mánaðinum. Fyrilestur og
hugnaløta á Tvøroyri í næsta
mánaði.Vikuskiftisferð til Gjógv
(Gjáargarð) 1. til 3. september.
Fyrilestur og hugnaløta í Vágum
í september. Fyrilestur og
hugnaløta á Sandoynni í oktob-
er. Fyrilestur og hugnaløta í
Havn við Hera Kragesten,
psykologi í november, og jóla-
hugni í december.
Týðandi við limaskapi í MBF
Í ár hevur Heilafelagið, felagið
fyri apopleksi og afasirakt, fing-
ið limaskap í MBF. Hetta er eitt
stórt framstig, tá ið hugsað verð-
ur um, hvussu týdningarmikið
tað er hjá einum lítlum nýstovn-
aðum felag at kunna hava eitt
stórt og breitt bakland. Okkara
ynski hevði tó verið, at vit
høvdu fingið limaskap í MBF, tá
felagið varð stovnað, tí at tað
hevði lætt munandi um upp-
byggjanina og virðingina úteftir
av felagnum.
Tá ið umbyggingarnar í MBF
verða lidnar, fær Heilafelagið
skrivstovuhøli. Tá ætlar felagið
at hava eina fasta viðtalutíð/
skrivstovutíð um vikuna.
Heilafelagið og undirbólkar
Í Heilafelagnum eru nakrir undir
bólkar.
Avvarandi bólkur: Í bólkinum
sita avvarandi og tosað um alt
sum tykist teimum brúk fyri at
tosað um. Ein avvarandi bólkur
er ógvuliga góður at kunna
venda sær til og vera saman við,
tá ið ein av okkara nærmastu eru
vorðin rakt/ur. Tað eru nógvir
ósvaraðir spurningar sum av-
varandi kundi hugsa sær at fing-
ið eitt prát um, og eisini fáa at
vita at tey eru ikki einsamøll við
trupulleikunum. Avvarandi bólk-
urin roynur at vera saman uml. 1
ferð um mánaðin
Bólkur fyri apopleksirakt:
Sum nakað nýtt varð á aða-
lfundinum í árstovnaður ein
áhugabólkur fyri rakt. Sum rakt-
ur kann ein hava brúk fyri at
tosað við onkran, sum er í somu
støðu sum ein sjálvur.
Endamálið við bólkinum er, at
rakt av og á kunnu hittast og
tosað um felags spurningar og
ymisk viðuskiftir.
Øll eru hjartaliga vælkomin til
at venda sær til Heilafelagið,
felagið fyri apopleksi- og afasi-
rakt, við spurningum og við-
merkingum. Felagið hevur tlf.
321520. Lættast er at fáa fatur á
felagnum um kvøldið
Apopleksi
Apopleksi merkir blóðtøpp ella
bløðing í heilanum, sum førir
við sær lammilsi í aðrari síðuni.
Vit nevna hettar ofta slagtilburð.
Blóðtøppur í heilanum er van-
HEILIN. Umráðandi er at fáa blóðtrýstið kannað regluliga hjá lækna, tí ov høgt blóðtrýst er týðandi vandaorsøk
til apopleksi. Heilafelagið roynir at betra um fyribyrging, viðgerð og uppvenjing í sambandi við apopleksi
Betri fyribyrging,
viðgerð og uppvenjing
ligasta atvoldin.
Einir 12.500 danir fáa hvørt ár
apopleksi. Í Føroyum eru eingin
almenn hagtøl fyri hvussu nógv
verða rakt. Mett verður at títt-
leikin er nakað tann sami í mun
til fólkatalið. Apopleksi rakar
serliga fólk yvir 65 ár. Seinastu
árini eru stór framstig gjørd
innan viðgerðina fyri apopleksi
og mong fólk eru í dag á lívi,
sum hava havt apopleksi.
Eitt sindur um heilan
Hóast heilin bara vigar umleið
1,3 kilo, so nýtir hann 20% av
súrevninum í kroppinum. Men
hóast stóra súrevnis- og orku-
tørvin, so hevur heilin ongar
goymslur og má tí alla tíðuna
fáa nýtt súrevni við blóðinum.
Apopleksi er vandamikið, tí
tøppurin ella bløðingin forðar
blóðinum at renna út í heila-
kyknurnar. Varðar súrevnistrotið
bara fáar minuttir, so farast
heilakyknurnar skjótt, og tí er
skjót viðgerð alneyðug.
Heilablóðtøppurin kemur
serliga av æðrakálking í heila-
lívæðrunum ella hálslívæðr.
Sjúkueyðkennini
Apopleksi vísur seg oftast við
eitt ella fleiri sjúkueyðkenni sum
koma brádliga:
• Lamni í aðari síðuni
• Talutrupulleikar
• Muðurin blívur skeivur
Heilafelagið heldur á hvørjum ári Altjóða Apopleksidagin, sum er 10. mai. Hendan myndin er frá hátíðarhaldinum í fjør
Jákup Mørk
Tað var á jólum í 1996 at
mamma Siborg, Hjørdis Klode,
varð rakt av eini heilabløðing.
Fyrstu tíðina var hon sera illa
fyri, men Siborg sigur seg vera
fegna um tað hjálp hon fekk
fyrstu fýra mánaðirnar, tá hon
var innløgd á E3 á Landssjúkra-
húsinum.
Spakuliga kom hon fyri seg,
og at enda var hon somikið birg,
at hon so spakuliga kundi koma
upp at ganga, um so var at onk-
ur hjálpti henni.
Kundi ikki fara heim
Tá Hjørdis var búsitandi í
Skúgvi, var ikki hugsingur um
at lata hana fara heim aftur, tí
umstøðurnar í heiminum vóru
snøgt sagt ikki nóg góðar. Si-
borg, sum er einasta dóttir
hennara, sigur frá, at hon kendi
tað sum sína skyldu at skipa
soleiðis fyri, at mamman kundi
koma heim til sín at búgva.
Hon setti sær eisini hetta fyri,
og eftir at nakað av tíð var farin
til at gera eina hóskandi íbúð í
kjallaranum, kundi Hjørdis flyta
inn hjá dóttrini á vári 1998.
Tað er annars ikki bara at siga
tað, at innrætta eina íbúð, sum
kann verða eitt heim hjá apo-
pleksiraktum. Meðan Siborg
vísur okkum runt hjá mammuni,
greiður hon frá, hvussu alt er
gjørt á skilabesta hátt, soleiðis at
gerandisumhvørvið hjá mamuni
kann gerast so trygt sum gjør-
ligt. Eitt nú eru ongar gáttir
nakrastaðni í húsinum. Køkur,
uppihaldsrúm og sovikamar eru
øll í sama rúmi, soleiðis at lætt
er at sleppa til og frá, og harum-
framt eru eisini onkrir tekniskir
hentleikar, sum á hvør sín hátt
lætta um í gerandisdegnum.
Týdningarmesta av hesum er
helst kallitólið, sum Hjørdis
altíð hevur um hálsin. Hetta ger,
at hon altíð kann fáa fatur á
dóttrini, um okkurt skuldi verið
áfatt. Verður trýst á tólið, verður
ringt á fartelefonina hjá Siborg,
sum sostatt fær tosað við
mammuna, og møguliga farið
heim, um hetta er neyðugt.
Heimahjálpin kann betrast
Umframt at fáa mat frá Láar-
garði, stendur Hjørdis eisini í
boði at vera tríggjar fyrrapartar
um vikuna á Láargarði, hagar
hon sleppur við MBF-bussinum.
Fyri stuttum varð hon tó skurð-
viðgjørd, og nú hon ikki er so
birg, nýtir hon bert tilboðið eina
ferð um vikuna.
Harumframt fekk hon at byrja
við vitjan av heimahjálp tríggjar
ferðir um dagin, men síðani
oktober mánað í fjør, er hetta
sett upp til fimm ferðir dagin.
- Eg eri sera glað fyri heima-
hjálpirnar, sum í nógvar mátar
gera gerandisdagin hjá mammu
lættari. Oftast er talan um tær
somu, men av og á er sjálvandi
neyðugt við avloysarum, og
hetta kann onkuntíð geva trupul-
leikar, greiðir Siborg frá.
- Apopleksi rakar so at siga
ongantíð á sama hátt, og tí hava
ymsu sjúklingarnir tørv á hvør
sínari viðgerð og viðferð. Eitt nú
hevur tað almikið at siga, at
sjúklingurin sleppur at gera sum
mest sjálv. Bara smálutir sum
sjálv at seta brillurnar á høvdið,
ístaðin fyri at heimahjálpin ger
tað, er við til at hækka lívs-
góðskuna, og hetta er ein sera
týdningarmikil partur av til-
veruni. Trupulleikin er tó tann,
at mamma er ógvuliga passiv,
og tí gevur hon ikki sjálv boð
um hetta, greiðir Siborg frá.
Tískil hevur hon sjálv gjørt eitt
yvirlit, har allar dagligu rutin-
urnar eru festar á blað, soleiðis
at heimahjálpirnar hava nakað at
halda seg til, tá tær eru á vitjan.
Hóast hon sostatt sigur seg
vera sera glaða fyri tað hjálp,
sum heimahjálparskipanin gev-
ur, so heldur hon kortini, at
nógv kann betrast hesum viðvík-
jandi.
- Heimahjálpirnar hava alt í
verðini ov nógv fólk at taka sær
av, og tí er tað ein sera stór
byrða, sum liggur á teimum. At
gera mammu klára um morgun-
in, tekur kanska ein tíma fyri
eina, sum er von við tað, men tá
tær skulu taka sær av fýra vitja-
num hvønn fyrrapart, so sigur
tað seg sjálvt, at okkurt kortini
liggur á láni, greiður Siborg frá.
- Eg skal tó ikki lasta heima-
hjálpunum fyri hetta, tí tær gera
so sanniliga eitt megnararbeiði,
men fíggjarligu umstøðurnar
gera tað ógvuliga strævið hjá
teimum.
Harumframt heldur hon eisini,
at tað kundi verið ein stór hjálp,
um skipanin eisini var virkin um
náttina. - Mamma megnar ikki
sjálv at venda sær, og tí kann tað
væl koma fyri, at hon hevur
ligið í somu støðu ov leingi, og
tá er bert eitt at gera, og tað er
trýsta á kallitólið. Ikki tí, eg geri
tað við gleði, men onkuntíð
kann tað vera nakað tungt at
skula upp fleiri ferðir um nátt-
ina, fyri síðani at fara til arbeiðis
tíðliga morgunin eftir.
Ov lítil venjing
Tá ein er raktur av apopleksi, er
neyðugt við støðugari uppvenj-
ing, men eisini á hesum øki eru
stórir manglar. Siborg greiðir
frá, at við verandi skipan kunnu
sjúklingar umvegis kommunu-
læknan koma til tríggjar vikur
uppvenjing um árið á Lands-
sjúkrahúsinum, tá ella um pláss
er fyri hesum.
Eftir innleggingarseðli frá
læknanum verða sjúklingar inn-
lagdir í tríggjar vikur, har tey fáa
venjing ein tíma um dagin. Eru
tey ikki serliga væl uppløgd júst
henda tíman á degnum, er einki
at gera, tí eins og tað er galdandi
fyri heimahjálpirnar, so hevur
fysioterapiin á Sjúkrahúsinum
eisini sínar avmarkingar, sum í
stóran mun eru fíggjarligar.
Siborg heldur tó, at tað er eitt
sindur keðiligt, at tað tekur so
langa tíð at sleppa inn til upp-
venjing. Frá tí at læknin skrivar
innleggingarseðilin, ganga einir
4-6 mánaðir, áðrenn sjúklingurin
verður lagdur inn.
Glað um Heilafelagið
Síðani Heilafelagið varð sett á
stovn, hava Hjørdis og Siborg
verið limir, og er Siborg sera
fegin um hetta. Fyri stuttum var
ein bólkur fyri avvarandi sett á
stovn, og er hon eisini sera fegin
um hetta.
Tey avvarandi hittast so við
jøvnum millumbilum, og kunnu
tey tá tosa saman um royndir
sínar, eins og tey eisini kunnu
kunna hvønn annan um, hvussu
ymsu tilboðini um hjálp rigga.
Serliga hetta seinasta heldur
Siborg hevur ligið á láni, tí upp-
lýsingin á økinum er als ikki
nóg góð eftir hennara tykki.
- At byrja við hevur bólkurin
fyri avvarandi tó kanska verið
mest uppróp. Ein samkoma, har
vit kunnu flenna og gráta saman,
men so hvørt, sum vit koma at
kennast betri, ivist eg ikki í, at
hetta verður okkum øllum ein
stór hjálp.
Avmarkar gerandisdagin
Tað at hava ein apopleksiraktan
í heiminum setur eisini sínar
avmarkingar í gerandisdegnum,
greiður Siborg frá. - Sjálv skal
eg vera stand-by 24 tímar um
samdøgrið, og hetta hevur hetta
eisin við sær, at eg ikki kann
fara ov langt heimanífrá. Oman í
býin er tað longsta, sigur hon
við einum smíli.
- Tá mamma er til umlætting,
ber tó til at fara longur, tí tá veit
eg hon verður ansað alt sam-
døgrið. Eg kundi tó ynskt, at
tíðin, har hon er til umlætting,
varð fastløgd í betri tíð, soleiðis
at tey avvarandi høvdu betri
møguleika at leggja frítíð og
annað til rættis eftir hesum.
Skipanin við umlættingar-
heiminum er tó ein sera týdn-
ingarmikil liður í tilveru okkara,
APOPLEKSI. Siborg Arge er ein teirra, sum í gerandisdegnum hevur apopleksi
nær at sær. Fyri góðum trimum árum síðani fekk mamma Siborg heilabløðing,
og í tey bæði seinastu árini hevur hon búð heima hjá Siborg
Apopleksi í gerandisdegnum
tí á henda hátt »kann eg fáa frí í
nakrar vikur«, soleiðis at battarí-
ini verða lødd av nýggjum, so at
siga.
- Samanumtikið eri eg tó sera
glað um, at eg havi kunna tikið
mammu heim. At tað kann vera
eitt sindur strævið onkuntíð, má
eg bara taka við sigur Siborg. Tá
eg setti mær fyri at taka mammu
heim, gjørdi eg samstundis av, at
hetta ikki skuldi verða ein byrða
fyri restina av húskinum, og tað
ætli eg mær eisini at halda. Ikki
tí, sjálvandi eri eg fegin um eina
hjálpandi hond, men henda skal
helst koma sjálvboðin, og ikki
vera nakað, sum maðurin ella
synirnir skulu kenna sum eina
skyldu, sigur Siborg at enda.
- Sjálvandi kann hetta ávirka
gerandisdagin hjá húskinum
nakað. M.a. tí synirnir viðhvørt
mugu taka fyrilit fyri ommuni,
tá eitthvørt stendur á skránni.
Tað skal tó eisini sigast, at hetta
ongantíð hevur verið nakar
trupulleiki her heima, og hetta
eri eg eisini sera fegin um, sigur
Siborg.
At Hjørdis eisini er glað um
hetta er heldur einki at ivast í.
Hon er fullgreið um, at tað
kanska seinni verður neyðugt at
búgva á Láargarði ella í einum
sambýli, og hon er eisini skrivað
upp til pláss á hesum, tí tað er jú
ikki vist, at dótturin altíð hevur
orku ella umstøður til at ansa
sær.
Siborg Arge og mamman, Hjørdis Klode. Mynd: Álvur Haraldsen
• Svølgtrupulleikar
• Sjónin ávirkast
• Føliforstýrilsir
• Tilvitskan ávirkast
• Ringur høvuðverkur
• Onnur goymd eyðkenni
Tey einkultu eyðkennini eru
tengd at rakta økinum í heila-
num, og eru tí ikki altíð líka hjá
teimum, ið verða rakt av
apopleksi.
Viðgerðin
Tað er umráðandi, at tann, ið
raktur verður av apopleksi, kem-
ur undir læknahond skjótast
tilber. Viðgerðin teir fyrstu tím-
arnir aftaná slagtilburðin, er av
alstórum týdningi í royndunum
at bjarga heilakyknunum.
Somuleiðis hevur tað stóran
týdning fyri førleikan at upp-
venjingin byrjar skjótast tilber.
Uppvenjingin verður framd av
røktarstarvsfólki, ergoterapeut-
um, fysioterapeutum og talu-
lærara
Fyribyrging
At liva sunt er umráðandi t.v.s.
ikki roykja, eta sunnan mat
(minni feitt og meira grønmeti,
frugt og groft breyð) og røra seg
nóg mikið. 1-2 gløs av víni ella
øli dagliga er í lagi, men størri
nýtsla av alkoholi økir vandan
fyri apopleksi.
Umráðandi er at fáa blóðtrýst-
ið kannað regluliga hjá lækna, tí
ov høgt blóðtrýst er týðandi
vandaorsøk til apopleksi. Sunnur
liviháttur og heilivágur, kunnu
lækka ov høgt blóðtrýst.
Vandin er eisini størri, hevur
ein fyrr havt apopleksi ella TCI,
hevur sukursjúku ella óreglu-
ligan hjartaslátt. Í hesum førum
er fyribyrging ógvuliga umráð-
andi.