leygardagur 6. mai 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Høgni Mohr
Myndir: Hjalma Nielsen
- Eg haldi ikki, at tað var serliga
provokerandi, tá ið eg í 1957 fór at
læra til fotograf. Hóast eg var
kvinna, sigur myndakonan, Judith
Johannesen, sum býr á Toftum, men
hevur myndastovu og handil í
Saltangará. Tá í tíðini vóru longu
fleiri konur, sum tóku myndir. Í
Vági var Ellen Dahl og í Gamla
Bókahandli í Havn var gøtukonan,
Kristina, sum kortini ikki var lærd,
minnist Judith.
Orsøkin til, at Judith valdi at læra
at taka myndir, var, at ongin hevði
lært hetta yrkið í Eysturoynni. Hon
vildi vera vís í, at hon fekk okkurt
at gera, tá ið hon var liðug at læra.
Og momman, Malla Olsen, stuðlaði
dóttrini í valinum. Men áhugin fyri
myndatøku kom longu tá ið Judith
var 14 ára gomul. Tá fekk hon eitt
Agfa myndatól, eitt sonevnt kassa-
apparat til gávus. Við hesum ein-
falda tóli reikaði hon um í haga og
fjøllum og tók náttúrumyndir.
Lærdi hjá Bambusi
Hin 8. juni í 1961 stóð Judith Jo-
hannesen við einum nýprentaðum
sveinabrævið. Á tí stóð, at hon var
útlærd í fotograffaget. Lærumeistari
var hin so navnframi Bambus í
Havn. Judith minnist lærumeistara
sín sum ein litríkan persón, hóast
tey bert arbeiddu við svart-hvítum
myndum. Hon arbeidd sjálvstøðugt
í myndastovuni hjá tí lagaliga læru-
meistaranum í Havn, og slapp at
taka øll sløg av myndum. Eisini um-
bidnar myndir til bløðini.
Teknisku skúlagongdina av-
greiddi hon í einum í Danmørk.
Eisini sveinastykkið, sum saman-
fataði alt tað, ið hon hevði lært hjá
Bambusi. Hon var m.a. til próvtøku
í ljóslæru og evnafrøði, og hon
skuldi sjálvandi vísa kynstur sín við
myndatólinum eisini. Í tí sam-
bandinum var hon úti og tók tekn-
iskar myndir av rørum, maskinum
og øðrum sjáldsomum evnum og
eisini modelmyndir á myndastovuni
á Danmark Teknologiske Institut,
har skúlin helt til. Alt var enn í svart-
hvítum.
Romantiskar myndir
Í dag arbeiðir Judith sum einhvør
nýmótans myndamaður. Millum
Flash-skipanir,
uppbloytingar-
skermar og ein riðil av Hasselblad
myndatólum við harmoniku-ljós-
verjum, alt stýrt við innreyðum
geislingum, gongur gerandisdagur-
in hjá royndu myndakonuni. Hon
hevur júst flutt myndastovuna av
Toftum og inn til Saltangará, har
hon hevur havt myndahandil í nógv
ár. Veggirnir eru prýddir við alskyns
romantiskum litmyndum. Ov rom-
antiskum, kundi onkur kanska hildi.
Judith kundi eisini hugsa sær, at fólk
tordu at vera eitt sindur øðrvísi við-
hvørt.
- Eg sakni fólk, sum koma inn
við t.d. grønum hári, og vilja hava
onkrar meira spennandi myndir,
sigur hon, beint tá ið ein eldri maður
kemur inn at fáa eina mynd til
nýggja koyrikortið. Maðurin er
bjartskygdur; hann tekur myndina
áðrenn hann hevur verið til lækna-
kanningar. So tað er onki fyri hjá
Judith at fáa hann at smíla á mynd-
ini, sum verður tikin við einum van-
ligum Polaroid-myndatóli.
Asymmetriskir skortar
Annars sigur Judith, at fólk eru sera
ójøvn at taka myndir av. Summi eru
púra rólig, meðan onnur eru alspent
og stív. Og útsjóndin er ikki altíð í
samsvari við nýtímans fyrimyndir.
Ferðandi myndamaðurin, íslending-
urin, Breiðdal, hevði eitt kent svar
til teirra, ið funnust at portrettmynd-
um hansara: »Man kan ikke få
smukke billeder af grimme skorte«
Judith nikker skiljandi, tá ið hon
minnist aftur á skemtingarsama ís-
lendingin, sum ofta var í Føroyum.
Og hon minnist eisini eina konu,
sum kom at klaga hjá Bambusi, tí
hon var ónøgd við myndirnar. Dam-
an, sum tók ímóti ónøgdu konuni
hugdi fyrst at myndunum og síðani
upp á konuna. Og so brast út úr
damuni:
- Oyssus, tær líkjast akkurát!
At summi fólk eru ljótari enn
onnur, heldur Judith kortini ikki.
- Tey eru asymmetrisk. Onkur
hevur kanska eina stóra nøs, ella er
eitt sindur skeivur í andlitinum. Tá
ræður um at hava eyga fyri ljósi,
og royna at finna rætta vinkulin inn
á høvdið. Tað ræður um at fáa tað
Myndakona í fokus
besta burtur úr, sigur Judith, sum
dámar best at taka myndir av
børnum, tí tey altíð eru so náttúrlig
og frí.
Stutt hjúnarløg
Hóast veggirnir í nýggju mynda-
stovuni í Saltangará eru prýddir við
lívsjáttandi og ofta romantiskum
myndum av børnum og hjúnum, er
tað ikki bara ein ljósareyður heimur
at takast við myndatøkur.
Fyrr var ikki serliga vanligt, at
hjún fóru hvør til sítt. Men nú kann
ganga skjótt báðar vegir. Judith hev-
ur upplivað, at hjún á rættiliga
nýggjum myndum, sum hon hevur
vaksið og snøggað um av eins list-
um, brádliga eru farin frá hvørjum
øðrum. Beint tá ið Judith skuldi fara
at sýna myndirnar fram í glugg-
anum.
- So nú má fylgjast við, sigur
Judith, sum sjálv hevur verið gift
við Karl Johannesen, byggimeistara
í 38 ár.
Eisini daprar løtur
Serligar tungar løtur upplivir
myndakonan eisini. Fyrr var púra
vanligt, at løgreglan sendi boð eftir
Judith, tá ið vanlukkur vóru hendar.
Tá skuldi hon taka myndir av van-
lukkustaðnum og umstøðunum,
sum yvirvaldið skuldi brúka í frá-
greiðingunum í sambandi við van-
lukkutilburðirnar. Hetta kundi eisini
vera á miðjari nátt, at hon varð
útpurrað, tí hon skuldi út at taka
myndir av onkrari vanlukku. Fleiri
ferðir varð hon skelkað, men skelk-
urin kom ikki av álvara fyrr enn
eftir, at hon var komin heim.
At blaða í rúgvismikla savninum
av negativum, kann eisini krevja
sítt. Tá kemur hon ofta fram á
myndir av menniskjum, ið fyri stutt-
um eru farin. Tá kann hugurin fara
til stroks við royndu myndakonuni
eina løtu.
- Men eitt hitt daprasta, eg havi
upplivað, var einaferð, eg júst var
heimkomin av ferð. Beint áðrenn
eg fór, hevði eg tikið myndir av
einari pinkulítlari gentu. Hon var
ikki meira enn hálvt ár. Eg minnist,
hvussu hon lá og sprellaði á gólv-
inum, meðan eg tók myndir av
henni; hon var so fitt og full av lívi.
Men júst afturkomin av ferðini, ið
bert vardi 14 dagar, frætti eg, at hon
var deyð. Tað var hart, minnist
Judith.
Munur á myndum
Men Judith leggur dent á, at starvið
sum myndakona er eitt spennandi
starv við nógvum avbjóðingunum.
Og hon sigur seg seta stór krøv til
góðskuna í arbeiðinum.
At fólk hava lært sítt fak, heldur
garvaða myndakonan hava stóran
týdning.
- Læran er í dag hálvtfimta ár,
men øll kunnu kortini kalla seg
fotograf. Var ikki neyðugt at læra,
so var man idiot, vissi man fór at
læra, heldur hon fyri. Og hon held-
ur, at nógvar myndir, t.d. nógvar,
sum verða prentaðar í bløðum eru
ov vánaligar og ofta eisini óhósk-
andi til heildina.
- Tú lesur kanska um ein politik-
ara, sum úttalar seg um eitt álvars-
mál. Í somu grein er mynd av sama
politikara, stórbrosandi. Tað er ikki
gott. Men síggi eg eina góða mynd,
so steðgi eg við hana; njóti hana, tí
hon er klár, spennandi og tí hon
sigur eina søgu, sum samsvarar við
skrivaðu søguna, sigur Judith.
Altíð til arbeiðis
Judith hevur eftir øllum at døma
ongantíð frí. Ikki tí, hon og maðurin
hava frítíðaráhugamál. Tey eru virk-
in í gongufelagnum í Havn. Men
hvørja ferð, farið verður til gongu,
hevur Judith myndatólið við. Kort-
ini kennir hon ikki nakað trýst á
sær longur. Fyrr rakk dagurin ikki
til. Øll vildu hava Judith at taka
myndir. Tá ið teir tríggir synirnir
komu heim úr skúlanum, róptu teir
bara: Mamma, ert tú inni? Og so
svaraði Judith úr myndastovuni ella
myrkakamarinum í neðra: Ja!
Tað var nóg mikið, so vistu teir,
at momman var heima.
- Eg haldi ikki, at eg nakrantíð
havi verið noydd at stríðast serliga
nógv, bert tí eg eri kvinna ella
PORTRETT. Judith Johannesen á Toftum hevur júst flutt myndastovu
sína í størri og betri høli í Saltangará. Toftakonan hevur verið virkin
myndakona í 43 ár. Og hon ætlar sær ikki at steðga enn á sinni.
Sosialurin hevur vent kúpuni í myndatólinum og latið Judith greitt frá
lívinum sum yrkismyndakona hetta drúgva tíðarskeið
mamma. Og eg havi ongantíð verið
noydd at spælt maður fyri at náa á
mál, staðfestir Judith. Men hon
leggur eisini aftur at, at hon hevur
ein mann, sum altíð hevur dugað at
gjørt døgverða sjálvur!
Heldur fram
Judith veit ikki, hvør skal taka yvir
handil og myndastovu, tá ið hon
einaferð leggur frá sær. Synirnir eru
ikki áhugaðir. Men hon hevur ikki
færri enn níggju ommubørn. Tað
elsta er 16 ár, og omman er longu
farin at royna at lokka við fakinum.
Men ommusonurin hevur lyndi at
halda, at myndatøkuyrkið er eitt
konufak.
Stendur tað til Judith, fáa ommu-
børnini nógv ár at umhugsa sítt yrki.
Hon ætlar sær undir øllum umstøð-
um at halda fram við fullari ferð.
Herfyryi vóru tríggjar fermingar,
sum hon skuldi avmyndað; allar í
hvør sínari bygd. Fyrst fór hon til
Hósvíkar, síðani norður aftur á
Skála og at enda til Leirvíkar. So-
leiðis hevur hon arbeitt síðani hon
lat upp sítt fyrsta myndastovu á
Toftum í 1966.
Grafikkur Sosialurin