leygardagur 6. mai 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 87 - 6. mai 2000
22
Nr. 87 - 6. mai 2000
Tann drúgva ferðin
Eftir Jústinus Leidsson
Eidesgaard
„Fram“ stevndi suður í Atlants-
hav, eftir at akkerið varð hálað á
Madeira. Skipið var serbygt til
at standa seg móti øllum vand-
unum í ísinum og var ikki ser-
liga væl egnað, nú teir nærk-
aðust Ekvator og tað gjørdist
heitari og heitari. Hundarnir
vóru um alt skipið og tað gjørd-
ist óterrligt sum hitin vaks. Ikki
tí skipaði viðurskiftir vóru um-
borð og hvønn einasta dag varð
dekkið spulað tvær reisiur og
reint vard gjørt eftir hund-unum.
Lagið var gott umborð, nú
allir vistu hvar teir stevndu og
teir vóru hugaðir at vinna kapp-
ingina um Suðurpólin. Um sama
mundi var bretski kanningarfarin
Robert F. Scott á veg til
Australiu og hann hevði somu
ørindi um Amundsen, hann ætl-
aði sær á Suðurpólin. Scott visti
ikki enn, at Amundsen stevndi
móti Suðurpólinum. Hann fekk
ikki boðini, fyrr enn hann kom
til Melbourne í Ausraliu.
Kendi Amundsen serfrøð-
ingurin, bretin Roland Huntford
ger nógv burturúr í bók síni um
Amundsen og Scott, at saman-
bera hesar menn, Tað fer at taka
ov langa tíð her at greiða hesar
samanberingar út í æsir. Men vit
nerta við tær av og á.
Huntfor skrivar millum annað
um tá bæði skipini „Terra Nova“
og „Fram“ tá tey stevndu suður-
eftir: „Leiðslan hjá Scott spegl-
ast í dagbókunum umborð á
„Terra Nova“ Tú kennir støðu-
loysi, onki mál fyri framman og
einki bjartskygni. Umborð á
„Fram“ er lagið ørvísi, her er
vilji og Amundsen kagaði so
langt fram í tíðina, at gamli
felagin hjá Nansen, Johansen
skrivaði í dagbókini: „Nógv sum
eigur at vera gjørt umborð á
einum skipi, sum skal verða
gjørt, liggur á láni, eitt nú at
halda seglini verður roknað sum
hjáputl.“
Tríggjar dagar eftir at „Fram“
var farið úr Madeira skrivað
Amundsen í dagbókina: „Vit eru
nú byrjaðir at fyrireika okkum
til Suðurpólsferðina. Segl-mak-
arin Røne, seymar gólv í 16
mannsteltini og Bjaaland er farin
at bøta um sleturnar.“
Umborð á „Terru Novu“
skrivar Cherry-Garrard um
saman mundi, tann 7. august
1910. „Ewans, Campell og Wil-
son hava sett eina sletunevnd og
sett meg sum skrivara, tó tað
verður ikki tað nógva eg skal
gera..
Hetta er skrivað næstan eitt
heilt ár aftaná at Scott gav boð
um, at hann ætlaði sær á Suður-
pólin. Fyrireikingarnar hjá bret-
um vóru ikki byrjaðar enn, með-
an hvør maður umborð á „Fram“
hevði úr at gera at fyrireika
Suðurpólsferðina.
Amundsen var ógvuliga upp-
tikin av at bøta um útgerðina,
hvør minuttur á tí fýra mánaða
langa túrinum av Madeira og
suður í Hvalvíkina varð nýttur
til hetta endamál. Vanligt var í
gomlum døgum umborð á skipi,
at dagurin var hátíðarhildin, tá
eitt skip passeraði linjuna ella
ekvator. Men slíkar hendingar
fingu ikki loyvi at broyta ar-
beiðslagið umborð.. Dagurin var
hildin sunnudagin 2. oktober
1910 og Amundsen kallaði hann
í síni dagbók: „ okkara ekvator-
døgurði, hóast við vóru eini tvey
stig norðanfyri. Vit hava ikki
stundir at nýta ein gerandisdag
til slíkt fjas.“
Hundarnir fyltu nógv í ger-
andisdegnum og teir settu
rættuliga lív í á hesi longu ferð
gjøgnum havoyðuna, har einki
annað var at stytta sær stundir
við enn arbeiðið. Hundarnir
fylla meira í dagbókunum enn
skipsfelagarnir. Hvør maður
hevði nakrar hundar, sum hann
skuldi ansa eftir. Johansen skriv-
ar í dagbókini: „Mínir hundar
eita „Líkið“, hann er helst tann
elsti umborð og hevur í sínum
fyrra livi helst verið ein øgiligur
tyranum, men nú er hann slakk-
aður nakað. Og so havi eg
„Skalpen“ og „Alfons“, ernir
hundar, sum halda saman í øll-
um.“
Amundsen skrivar í dagbók-
ini: „Fyri at ambæta okkara
børnum, so máttu vit fara skip-
aðir til verka. „ Í fyrstuni vóru
teir bundnir, fyri at ansa eftir at
teir ikki drupu hvønn annan, tá
teir brustu saman og bardagi var
tað besta teir vistu.. Teir máttu
tveita matin fyri teir, so smædnir
og bítskir vóru teir. Men hetta
broyttist skjótt og tvær vikur
seinni skrivar Amundsen:
„Á tann gangur, tá vit geva
Hundarnir vóru um alt skipið og skaptu trivna
„Fram „ inni í Hvalvíkini, ein
kópur liggur skotin á ísinum
og likkur hyggja at.
teimum at eta. Tað er rørandi
hvussu góðir hundarnir gerast
við teir sum geva teimum at
eta.“
Fyrst í oktober kendust hundar
og menn so væl, at at teir vág-
aðu at sleppa teimum leysum
við munnkurv. Allir hundarnir
brustu saman beinanvegin, men
ongin fekk skaða, bert onkur
lagdur lá á dekkinum . Teir
bardu illsinnið úr sær. Og
Amundsen heldur fram:
„Áðrenn vit loystu hundarnar,
høvdu vit lagt merki til, at nakrir
av eini ella aðrari orsøk ikki
trivust sum teir skuldu. Teir vóru
smædnir og óróligari enn hinir.
Tann dagin vit loystu teir sóu vit
hvat var áfatt. Onkur av teirra
vinum var bundin onkra aðra-
staðni á dekkinum og at teir ikki
kundu vera saman var orsøkin til
vánaliga hýri. Tað var rørandi at
síggja hvussu fegnir teir vóru, tá
teir sóust aftur. Sjálvandi settu
vit so teir sum vóru væl saman
og teir skuldu eisini vera saman
á pólinum frammanfyri slet-
urnar.“
Ísur í eygsjón
Tað gekk skjótt framá hjá
„Fram“, tann annan januar 1911
fóru teir suður um sunnara pól-
kringin og teir funnu opið hav
sunnari enn nakar annar á
teimum átta kanningarferðunum,
sum feamman undan vóru gjørd-
ar til meginlandið á Suðurpóli-
num. Men kanska var tað ikki
bert eydna, tí umborð á „Fram“
vóru íslosar, sum høvdu drúgvar
royndir í ísi og teir høvdu væl
og virðiliga kannað keldutil-
farið, sum fannst um ísin á
sunnaru hálvu og gjørt sínar
niðurstøður. Teir vistu, at ísurin
fylgdi eini ávísari leið. Eina-
staðni var belti av rekaísinum
smalast og har skuldu teir royna
at sigla igjøgnum. Innanfyri
rekaísiní Ross havinum var opin
sjógvur heilt inn at landi.. Teir
høvdu roknað seg fram til, at
ísbeltið var tynnst beint vestan-
fyri 180 stig . Íslosurin Beck frá
Tromsø í Norðurnoregi hevði
nærum alt sítt lív funnið leið í
ísinum norðanfyri og hann hevði
føling við ísinum. Tað var hann
einsamallur, sum tók avgerð um
hvar teir skuldu leggja á.
Tað gekk bara sum smurt
„Fram“ legði á ísin tann 3. jan-
uar 1911 á 175 stigum eystaru
longd og stevndi út í tað opna
Ross havið tríggjar dagar og 14
tímar seinni. Hetta var næstan
met.
Dieselmotorurin hevði staðið
sína roynd, hetta var fyrstu ferð
at nakar hevði roynt at sigla
gjøgnum ís við diesel. Meðan
teir sigldu gjøgnum rekaísin
høvdu teir skotið eina rúgvu av
kópi. Hetta var gott fyri hund-
arnar, sum seinastu fýra mánað-
arnar høvdu livað av turrum
fiski og salttálg og teir vóru
heldur linir
Teir sigldu móti landi og 11.
januar fingu teir tjúkka ísmúrin,
sum liggur yvir Rossvíkini í
eygsjón. Amundsen skrivar:
„Her lá so ísumúrurin, hann er
200 føtur høgur og eg haldi
heldur vit skulu kalla hann ein
kavamúr. Eg hevði roknað við,
at hann fór at gera meg meira
bilsnan, men Shaclketon hevði
skrivað so nágreiniliga um hann,
at hann var vorðin ein gamal
kenningur á ferðini suðureftir.
Her eru vit so.“
Nú galt um at finna Hval-
víkina. Ongin umborð hevði
verið her fytt. Teir høvdu bara
bókina hjá Shackleton at halda
seg til. Teir siglu fram við ísi-
num, eystureftir og komu ov
langt. Síðan hildu teir leiðina
vestureftir og funnu víkina. Teir
vágaðu tað Shackleton ikki
tordi, teir sigldu inn í vikina.
„Fram“ sigldi fram við einum
ísveggi, ið glitraði í sólini, ís-
pettir skavaðu fram við síðuni,
blástur sást og kjógvarnir kav-
aðu.. Menninir stóðu við bak-
borðslúnning og hugdi inn í
lovaða landið. „Fram“ kendi seg
heima í ísinum, augustarnir
svumu fram við kantinum og
koparnir sólaðu sær á ísinum.
„Fram“ legði at innast í víkini,
har ísurin var fastur. Ísankørini
vóru drigin inn á ísin og
Amundsen, Nilsen, Presterud og
Stubberud stóðu longu klárin við
skíðunum. Teir skuldu gera
fyrstu kanningarferðina og finna
fram til, hvar teir skuldu seta
smáttuna.
Í dag vita vit, at ein oyggj inni
í ísinum ger Hvalvíkina. Á veg
til havs verður ísurin steðgaður
av hesi oyggj. Oyggin er so lá,
at hon sæst ikki, hon liggur
undir ísinum. Frá hesi oyggj og
út til Hvalvíkina, liggur ísurin
brotin og ikki javnur, sum í
einum vanligum jøkli.
Amundsen og hansara menn
vóru eitt sindur óstúttir á bein-
unum eftir so nógvar mánaðar
umborð, men teir komu skjótt á
lagið. Teir fóru eftir havísinum
og einar tveir kilometrar frá
skipinum gekk ísurin í eini
brekku niðan móti ísmúrinum.
Teir høvdu funnið eina leið frá
havísinum og til fastari lendi.
Her á leið skuldi smáttan setast
upp.
Ísurin var óregluligur og
Amundsen var sannførdur um,
at her hendu sjálvdan broytingar
í ísinum. At ísurin var óreglu-
ligur sannførdi hann um, at okk-
urt steðgaði ísinum og hann var
ikki í iva um, at tað var land,
sum var atvoldin.. Tá teir vóru
komnir aftur á skipið máldu teir
dýpið, har har vóru 350 metrar
undir teimum.
Amundsen skrivar: „Vit funnu
eina lítlan dal einar fýra kilo-
metrar frá skipinum. Her ætla
við at seta smáttuna upp. Her
fara vit at byggja okkara heim
og higani skal okkara arbeiði
gerast.Vit byrja longu í morgin
hóast tað er sunnudagur við
onkrum smávegis og mánadagin
fara vit av álvara til verka.“
Tað var ikki nøkur vanlig ferð
„Fram“ hevði lagt aftur um. Frá
Madeira og til Hvalvíkina vóru
ikki færri enn 29.000 kilometur
og ferðin varð sigld uttan at
hava verið inni nakrastaðni.
Hetta ein ein tann longsta sjó-
ferðin í pólsøguni. Tað er ikki
Kokkurin Linfstrøm høgru megin útstappað-i hendan albatrossin
Teir veiða kóp á
rekaísinum
løgið, at Amundsen er í góðum
hýri og ynskir sær sjálvum
tillukku. Hann skrivar soleiðis:
„Her er nógvur kópur á ísi-
num, nógv meira enn vit hava
brúk fyri. Alt tykist at vera lagt
til rættis fyri okkum. Má tann
Gud, sum eg havi lært at elska,
lata hetta halda fram.“
Næstu dagarnir gingu við at
fáa alla útgerðina av skipinum
og teir fýra kilometrarnar fram
til smáttuna, sum teir góvu
navnið „Framheim“. Teir lærdu
seg at stýra hundunum og
veiddu kóp. Veturin lá fyri
framman á Suðurpólinum og
meðan hann herjaði skuldu teir
gera seinastu fyrireikingarnar.