Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mai 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 87 - 6. mai 2000 Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo 24 Nr. 87 – 6. mai 2000 post@sosialurin.fo Subject: Teldubræv Date: Tue 2.May. 2000 To: post@sosialurin.fo From: kirstin.didriksen@svenska.gu.se Reply to: kirstin.didriksen@svenska.gu.se ROK. Limir úr heimskenda stripbólkinum Chippendales vóru í síðstu viku við í einum stórum roki á einum gistingar- húsi í Keypmannahavn. Sambært sjónvarpsrásini TV2 byrjaði alt undir fram- førsluni, sum Chippendales høvdu í Falkoner Centret. Har varð ein 16 ára gamul genta togað á pallinum, og hon slapp at verða við í showinum eina løtu. Eftir framførsluna fór tann 16 ára gamla saman við einum vinkonu at vitja mannfólka- stripparnar, sum búðu á einum gistingarhúsi á Frederiksberg. Her gjørdust onkrir av teimum vælvaksnu monnunum ov naskir, sambært tí 16 ára gomlu, og hon ringdi tí við fartelefon síni til nakrar vinir. 10 mans komu á gistingar- húsið, og í móttøkuni endaði tað við ógvusligum bardaga millum hesar menninar og limir úr Chippendales. Ikki fyrr enn løgreglan kom á stað- ið var bardagin steðgaður. GRØNLAND. Ein av stovnar- unum av tí borgarliga grøn- lendska flokkinum, Atassut, varð seinasta vikuskiftið tveittur úr flokkinum. Otto Stenholdt hevur seinasta tvey árini funnist harðliga at Ellen Kristensen, sum umboðar flokkin í Fólkatinginum, og hetta varð ovboðið hjá einum meiriluta í flokkinum. Ellen Kristensen vann á júst Otto Stenholdt, tá seinasta fólka- tingsval var, og hon hevði undan floksfundinum hjá Atassut kravt, at Stenholdt varð rikin úr flokki- num. Og á hesum floksfundi valdi flokkurin at standa aftan- fyri Ellen Kristensen og Sten- holdt varð biðin um at fara úr flokkinum. Ellen Kristensen verður nú mettur sum upplagdi kandidat- urin til at yvirtaka formanssessin í flokkinum, tá núverandi for- maðurin, Daniel Skifte, fer frá á komandi landsfundinum. Steenholdt tveittur út BØKUR. Seinasta vikuskiftið kjakaðust fólk, sum fáast við bókaútgávur, um framtíðina hjá bókini. Hetta var í Keypmanna- havn. Ein teirra, Tor Nørretrander, helt, at tað besta, tú kanst eiga í 21. øld, eru evnini at siga søgur. Hann helt, at óttin hjá bókafólki fyri framtíðini er ógrundaður. - Í tíðini, sum vit nú fara inn í, verður tað ein kapping um at fáa fólk at geva gætur, segði hann. Og hann helt, at famyvir fara handritini til bøkur at verða løgd út á internetið. Bókaforløgini eru ímóti hesum, men Nørre- tanders ætlar sjálvur at leggja næstu bók sína á internetið. - Tú fært nakað aftur, tá tú gevur nakað. Soleiðis er kær- leikans lóg. Og soleiðis verður eisini, tá bøkurnar verða lagdar á internetið. Fólk sleppa frítt fram at, og tað fer at gera, at fólk geva bókunum gætur, og so koma inntøkurnar av sær sjálv- um, helt Nørretanders. Bøkur á internetið Chippendales fóru at berjast Chippendales- strippararnir endaðu í ógvusligum roki í Keypmannahavn Líka síðani 1872 hava sviar og danir tosa um at fáa í lag at gera eina brúgv yvir um Oyrasund, men fyrst nú er brúgvin um at gerast veruleiki. Í 1996 varð farið undir at gera brúnna yvir um sundið, og 6000 mans hava ar- beitt, tá teir vóru flest, við at gera brúnna. Sambandið yvir um telur 16 kilometrar og hevur fleiri lið, nevniliga eina brúgv, ið er 7,8 km til longdar, eina gjørda oyggj, ið er 4 km, ein undirsjóvartunnil ið er 3,5 km til longdar og eina gjørda hálvoyggj við Kastrup. Tað kemur at taka 10-12 min. at koyra yvir um, og tað kemur at kosta 275 kr. at ferðast við bili einvegis. Tey, ið ferðast nógv kunnu tó fáa eitt avsláttarkort, so- leiðis at ferðin kostar 100 kr. fyri túrin. At ferðast við toki millum Malmö og Keypmannahavn kemur bert at taka ein hálvan tíma og fer at kosta 70 kr. Við bussi kemur tað at kosta umleið 50 kr. 1.juli verður brúgvin vígd og 3000 gest- ir eru bodnir at hátíðarhalda dagin. Hjá stødd verða Carl Gustaf kongur og Mar- gretha drotning. Hátíðarhaldið verður sent beinleiðis í svenska og danska sjónvarp- inum, og væntandi verða 1600 mynda- og fjølmiðlafólk við, tá brúgvin verður vígd. Oyrasundsbrúgvin Europas första transnationella region Nógv hava gjøgnum tíðurnar verið í móti, serliga umhvørvisáhugað, at ein brúgv varð gjørd yvir um sundið, men mót- mælini eru minkað, nú ið brúgvin er um at verða liðug. Bæði frá svenskari og danskari síðu verður tosað um, at við brúnni skapast ein nýggjur landspartur, og vinnulívið vil vera við, at eitt úrslit av brúnni kemur at verða, at tyngdardepilin hjá EU kemur at førkast norðureftir. Fyrst í 90´unum var stórt arbeiðsloysi og kreppa í Skáni. Henda støða er vend orsaka av brúnni. Nýggjar forsøgnir vilja vera við, at 25.000 nýggj størv verða lýst leys næsta ár. Samstarv Nógv samstarv hevur verið seinastu árini millum londini og arbeiðsávísingin báðu megin sundið ávísir størv í svensk/danska økinum. Tíðindabløð, útvarp og sjónvarp hava longu lokalt tíðindatilfar. Longst er samstarvið komið innan lærdu háskúlar- nar, tað sokallaða Oyrasundsuniversitetið, ið er ein samstarvsmiðdepil millum 11 hægri og lærdar háskúlar. Granska verður í hvat týdning brúgvin kemur at hava fyri Skáni og Sæland. Her verður umráðið kannað bæði áðrenn, undir og aftan á brúnna. Hugt verður m.a. eftir menning innan ídnaðin, samleika, umhvørvi, heilsa og integratión. Onnur nýggj gransking- artiltøk eru sum t.d. IT Oyrasund, Medi- con Valley Academy og Oyrasund Food Network. Skúlarnir hava hildið hópin av skeiðum fyri at bøta um málkunnleikan í svenskum og donskum, og næmingarnir hava víst stóran áhuga í at læra seg hitt málið. Somuleiðis hava fyritøkurnar í umráðnum havt sítt fólk á málskeiði. Nógv hevur sostatt verið gjørt seinastu árini til at fyrireika seg til 1. juli. Danir fyribils lítlan áhuga Fleiri hugburðskanningar eru gjørdar um, hvørja áskoðan danir hava til brúnna. Kanningarnar vísa, at danir hava lítlan og ongan áhuga í at arbeiða ella útbúgva seg í Skáni. Teir flestu keypmannahavn- arar hava ongantíð sett sín fót í Malmö, men nógv kundu tó hugsa sær at fari yvir um til handils. Sum er koma bert fá at handla. Stóra framsýningin á býarsavninum í Malmø um sviar og danir, teirra hugburð og livihátt hevur fingið fólk úr øllum landinum at koma, men danir sita heima. Danir hava heldur ikki víst nakran áhuga í teimum væl bíligari húsunum í Skáni. Tað eru tey, ið vilja vera við, at Keyp- mannahavn kemur at fáa allan vinningin av brúnni. Um tað verður so, kemur tíðin at vísa. Brúgvin hevur kostað 22 milliardir kr. at gera og skal hesin peningur gjaldast aftur innan 30 ár við ferðagjaldi. Í dag fara eini 2000 til 3000 fólk í millum sundið hvønn dag av teimum 3,4 milli- ónunum, ið búgva í Oyrasundsumráð- num. Skal brúgvin bera seg fíggjarliga skulu 10.000 bilar fara yvir um hvørt døgn. Forsøgnin metir, at yvir 13.500 bilar koma at fara í millum dagliga, sostatt kemur brúgvin at bera seg fíggjarliga. Bæði mentunarliga og samfelagsliga hevur brúgvin longu sett síni spor við tí munandi økta samstarvinum millum bæði londini. Og hetta er bert byrjanin. Kirstin Didriksen, Gøteborg 26. apríl fingu Jóna og Jákup Eydnugarð, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3650 gr. 28. apríl fingu Tórhallur Nolsø og Maria Heradóttir, Tórs- havn, eina dóttir. Hon var 52 cm. long og vigaði 3335 gr. 28. apríl fingu Turid Simonsen og Andras E. Sigurðsson, Es- bjerg, eina dóttir. Hon var 55 cm. long og vigaði 4100 gr. 29. apríl fingu Gurið Joensen og Jónsvein Mortensen, Hoy- vík, eina dóttir. Hon var 50 cm. long og vigaði 2650 gr. 1. mai fingu Ingun og Heri Davidsen, Runavík, eina dótt- ir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3350 gr. 1. mai fingu Vinna Ósa Elia- sen og Eyðun Høgnesen, Klaksvík, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3700 gr. 2. mai fingu Randi og Pauli Petersen, Sørvágur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4400 gr. FØÐINGAR KIRKJUR & SAMKOMUR Gudstænastur 2. sunnudag eftir páskir Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen Havnar kirkja: kl. 11.00, Bjarni Bæk (MBF-Javni lands- stevnu) Argir: kl. 11, Heri Joensen Svínoy: kl. 17.00, altarg., Meinhard Bjartalíð Kollafjørður: kl. 11.00, Marjun Bæk Kvívík: kl. 12.00, Martin R. Jacobsen Eiði: kl. 10.40 skriftamál, kl. 11 messa, Emil Olsen Glyvrar: kl. 11.00, Uni Næs Fríðrikskirkjan: kl. 11.00, altargangur, Jónsvein Bech. Kl. 21 konsert við manskórinum við Skálafjørðin, og skúlakóri undir leiðslu av Johan Mortensen Sørvágur: kl. 11.00, David Johannesen Vágur: kl. 11.00, Leiti: kl. 12.30, Elsa Funding Tvøroyri: P. M. Rasmussen (eingin sunnudagsskúli, børnini koma í kirkju) Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10.00, Haraldssund: kl. 12.00, Norðoya Røktarheim: kl. 14.30, Niels Pauli Danielsen Norðskála: kl. 10.40 skriftarmál, kl. 11 gudstænasta og altargangur. Peter O. K. Olofson og Torleif Johannesen Broytt kirkjutíð: Frá komandi sunnudegi verður farið í kirkju kl. 11 í Haldórsvíkar og Sjóvar kirkju. Í Fuglafirði, Leirvík, Gøtu og Hellunum verður frá kom- andi sunnudegi farið í kirkju kl. 11. Talvan gongur fyri KFS í øllum prestagjaldinum. Ebenezer Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti og kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Morgunmøti kl. 11, kl. 12.15 sunnudagsskúli, kl. 18 evan- geliskt møti. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06 morgunbøn, kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 06 morgunbøn, kl. 11 morgungudstænasta, kl. 18 einki møti vegna møti í Frelsunarherinum, kl. 22 útimøti (um viðrar). Mánadagin kl. 06 morgunbøn, kl. 20 bønarskúlin. Frelsunarherurin í Havn Sunnudagin kl. 11 møti, Sofus Steingrund talar, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 møti, Rosemarie Claussen frá Týsk- landi. KFUM & KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoma v/Sólrun Christi- ansen, Skálavík. Týsdagin kl. 16 í KFUK: Várgleði, fyri børn. Kl. 17: 4. grein við skótunum til Langasands. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnukvøldið kl. 18: Møti við Teimum fýra. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla kl. 14 sunnudagsskúli. Einki møti, ístaðin felagsmøti hjá Aglow, í salinum hjá Frelsun- arherinum, har Rosemarie Claussen talar. Øll erui hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti v/Hellu og Regin Olsen. Innsavnan til húsið. Mánadagin kl. 19.55 venur Manskórið. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 11 møti. Morgunbøn mánadag-fríggjadag kl. 06. Øll eru væl- komin. Kirkjan í Norðskála Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ørkin, Saltangará Møti verður í Arbeiðsmannafelagshúsinum Hæddini í Saltangará, sunnudagin kl. 17. Húsmøti verður týskvøldið kl. 20 hjá Anthony & Charles, Saltangará. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 opið hús, evni: Missión og teen- street. Vitnisburður, drama og filmur á skránni. Sunnudagin møti kl. 17 við Paula Høj. Sangluttøka við Eyðun Jacobsen. http://kort.olivant.fo/˜keldan/ Missiónshúsið á Tvøroyri Eingin sunnudagsskúli verður sunnudagin, børnini fara í kirkju kl. 11. Sunnukvøldið verður møti kl. 18 við Karl Kenning og Johan Thomasen. Øll eru hjartaliga vælkomin. 1000-ára haldið Skúlin á Tvøroyri Leygardagin kl. 15 letur framsýningin um kirkjurnar í Føroyum upp í skúlanum á Tvøroyri. J. P. Gregoriussen, arkitektur hevur skipað fyri og greiðir frá. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Samkoman, Sion Vági Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags- skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 373777. Heimamissiónin Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólka- kirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals. Páskaboð – 2. leygardag eftir páskir »Men tá ið hann var risin upp árla hin fyrsta dagin í vikuni, opinberaðist hann fyrst fyri Mariu Magdalenu, henni, sum hann hevði rikið sjey illar andar úr. Hon fór og boðaði hetta fyri teimum, sum høvdu verið saman við honum, og sum syrgdu og gróti. – Og tá ið teir hoyrdu, at hann var livandi og var sæddur av henni, trúðu teir tí ikki«. (Markus 16,9–11). Valdu vit at steðga her og ikki at halda á við lestrinum um uppreisn Jesu Krist, so komu vit til eitt heldur ússaligt úrslit. Maria Magdalena boðaði frá í vinaskara, at hon Eitt ljós á gøtu míni 2. mai fingu Osvør Winther Jensen og Øyvind Hentze, Argir, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4800 gr. 2. mai fingu Anja og Trygve Haagensen, Strendur, eina dóttir, ið eitur Annbritt. Hon var 53 cm. long og vigaði 4150 gr. 2. mai fingu Paula og Richard Jacobs, Leirvík, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr. 2. mai fingu Edla Jacobsen og Jens Petersen, Tórshavn, eina dóttir. Hon var 52 cm. long og vigaði 2900 gr. 2. mai fingu Andrea Danielsen og Símun Michael Sørensen, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3500 gr. 4. mai fingu Jóna Hansen og Jóannis Joensen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3300 gr. hevði sæð Jesus, at hann hevði opinberað seg fyri henni, men teir trúðu ikki. Hetta fyrsta vitnið um uppreisn Jesu Krist fekk ivasama móttøku. Teir vildu ikki trúgva henni. Hugtungir sótu Jesu vinir og syrgdu og grótu, men evangeliið um uppreisn Jesu Krist var ikki júst tað, sum trúgv teirra við tað sama festi álit á. Maria Magdalena visti sjálv frá at siga, hvussu stórt undur maðurin Jesus sum Guðs sonur hevði framt í lívi hennara. Hon hevði áður verið hersett av sjey illum andum, men var sett í frælsi, tá Jesus rak hesar illu andarnar út. Sum so er fyrsta uppreisnarvitni eitt menniskja, ið kendi til bæði myrkursins og ljósins veldi. Áður undir leiðslu av illum andum, síðani sett í frælsi, hetta sanna guðgivna frælsi, har Jesus verður Harri og Meistari. Eisini er Maria Magdalena ein kvinna. Neyvan var tað ein fyrimunur fyri trúnna hjá lærusveinunum, at ein kvinna bar teimum hesi gleðiboð. Kvinnurnar vóru tá í Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033. Eysturoy: Leygardagin 6. mai: Andreas Petersen, tlf. 441086 Sunnudagin 7. mai: Magnus á Stongum, tlf. 423006 Norðoyggjar: Jaspur Petersen, tlf. 456400 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): Tlf. 371560 Suðuroy (suður): Tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi- dagar kl. 13–14. Tlf. 314544. Læknavaktir tíðini settar uttan fyri størri avgerðir, ja vórðu roknaðar í talleysum skara. Lærusveinarnir trúðu henni ikki. Hon møtti ikki ovurfegnum lærusveinum, sum av frøði hálsfevndu hana. Mundi tað vera, tí hon áður hevði verið hersett av illum andum? Mundi tað vera, tí at hon var kvinna í einum samfelag, har bara maðurin hevði orðið. Ein vælsignaður vitnisburður í halgubók, at tey, Jesus setur í frælsi, gerast eldhugað í tænastu hansara. Ikki ein spurningur um fortíð! Ikki ein spurningur um kyn, maður ella kvinna. Bara ein spurningur um at lata seg valda av frelsarans heilaga vilja og boða frá, at hann er ein upprisin frelsari – maðurin á krossinum – maðurin í grøvini. Hann er risin upp av deyða og grøv, og hevur opinberað seg fyri mær, eini kvinnu sum mær, Mariu Magdalenu. Amen. ANDLÁT 29. apríl Oddvar Carlsson, Stykkið, 44 ár Jákup Poulsen, Svínáir, 85 ár