Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mai 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 87 - 6. mai 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 87 - 6. mai 2000 Fylgið við ítróttinum um vikuskiftið á: www.sosialurin.fo Nú skulu klaksvíkingar í gongd Fjálturin hjá klaksvíkingum, sum framvegis eru bæði mál- og stigaleysir, gerst til álvarsamt trýst, um teir ikki megna at vinna heimadystin móti VB sunnudagin Dystirnir um vikuskiftið 1. deild menn, 3. umfar 07.05 B36-FS Vágar Lassin Isaksen 07.05 Sumba-B68 Suni Johansen 07.05 B71-GÍ Oddmar Andreasen 07.05 KÍ-VB Niklas á Líðarenda 07.05 NSÍ-HB Birgir Sondum 2. deild menn, 2. umfar 06.05 TB-EB/Streymur Petur Hansen 06.05 GÍ-B36 Tommy O. Joensen 06.05 KÍ-ÍF Jákup Martin Kjeld 06.05 LÍF-NSÍ Jón Kári Frederiksen 06.05 HB-Royn Hans F. Hansen 3. deild menn, 3. umfar 07.05 B36-FS Vágar Tommy O. Joensen 07.05 TB-B68 Zoran Mancic 07.05 B71-ÍF Erling Eysturoy 07.05 KÍ-VB Palli Gregersen 07.05 Skála-AB Jonhard Hansen Kvinnudeildin 07.05 GÍ-HB Aron Olsen 07.05 AB-Sumba Ransin N. Djurhuus 07.05 VB-Skála Zoran Mancic 07.05 B71-KÍ Jonhard Johannesen 07.05 B36-EB/Streymur Ólavur Weihe vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 2 2 - 0 - 0 6 2 4 6 2 HB 2 2 - 0 - 0 2 0 2 6 3 NSÍ 2 1 - 1 - 0 4 3 1 4 4 B68 2 1 - 0 - 1 3 3 0 3 5 GÍ 2 1 - 0 - 1 3 3 0 3 6 VB 2 1 - 0 - 1 2 2 0 3 7 B71 2 1 - 0 - 1 1 1 0 3 8 FS Vágar2 0 - 1 - 1 3 5 -2 1 9 KÍ 2 0 - 0 - 2 0 2 -2 0 10 Sumba 2 0 - 0 - 2 1 4 -3 0 JÁKUP MØRK Heldur óvæntað eru tað tey bæði høvuðsstaðarliðini, sum fyribils hava lagt seg á odda í landskappingini. Ikki minni óvæntað eru føroyameistararnir úr KÍ at finna í kriminella økinum, hóast tað ikki kann rokanast við, at teir verða verandi so niðarliga alt kappingarárið. Hetta vikuskiftið skulu teir á heimavølli leika móti VB, og er hetta bert ein av dystunum um vikuskiftið, sum í fleri førum tykjast at gerast rættuliga spennandi. Hóast tað enn eru tvey lið, sum hava fult stigatal, so eru tó ikki tekin um, at liðini enn eru farin at ganga í hvør sínum bólki, soleiðis sum støðan hevur verið seinnu árini. Hvussu verður, tá komið er longur út á árið, ber sjálv- andi illa til at siga, og fyri fyrst hava vit valt at taka saman um teir fimm dyst- irnar, sum standa á skránni hetta vikuskiftið. B36 sum favorittur B36 hevur saman við grannunum úr HB fingið fulla úrtøku úr teimum báð- um fyrstu umførunum, og stenudur tað til høvuðsstað- arliðið, er einki at ivast í, at hetta eisini stendur við eftir vikuskiftið. Hvørki skaðar ella leik- bann eru enn farin at gera um seg, og tískil hevur Pelle Andersson alt fólkið tøkt. Higartil hevur ikki hilnast nakað serligt hjá vága- monnunum, men teir dylja tó ikki fyri, at tað var fløv- andi at fáa stig móti NSÍ fyri viku síðani. Komandi dyst- irnir eru nevnliga móti teim- um báðum havnarliðunum, og leikararnir eru greiður um, at teir í øllum førum ikki eru favorittar at vinna hesar dystirnar. Hóast hetta, so hava teir ongar ætlanir um at geva vertunum nakað til gávus, men fara hinvegin suður at stríðast fyri í hvussu so er øðrum stiginum. Kim Poulsen og Eyðfinn Davidsen hava enn ikki spælt í landskappingini, og tá vit í gjár frættu úr Vág- unum, vóru teir meira enn ivasamir til dystin. Hinveg- in er litavin, Bakus, nú komin rættuliga fyri seg aft- ur, so tað er nærum við sterkastu manning at farið verið ti Havnar. Bæði skulu vinna Á Krossinum taka sumbing- ar hesa ferð móti tofta- monnum, sum av mongum vera spáddir at enda ovar- laga hetta kappingarárið. Higartil hevur B68 fingið trý stig, og skulu teir halda fast í oddaliðunum, er helst neyðugt við trimum stigum hetta vikuskiftið. Móti B36 var Jan Peter- sen uttanfyri við skaða, og ikki er sannlíkt, at hann verður tøkur sunnudagin. Harumframt hevur Kristian Poulsen havt trupulleikar við lærinum í vikuni, um- framt at Eyðstein Skipanes heldur ikki hevur vant alla vikuna. Skulu toftamenn vinna, fyri at halda fast í oddinum, so er eisini neyðugt hjá sumbingum at fáa stig, um teir skulu lyfta seg upp frá botninum. Sumbingarnir eru fullgreiðir um, at allir dystirnir á árinum eru tor- førir, men hinvegin eru teir ongantíð lættir at syfta á heimavølli. Ikki talan um stórsigur Tað er við spenningi, at sandoyingar sunnudagin ta- ka ímóti gestunum úr Gøtu. Seinnu árini hevur hesin dystur annars roynst sera illa fyri B71, har teir í fleiri førum hava veirð smurdir av. Hinvegin tykjast gøtu- menn ikki at vera eins væl fyri nú, sum teir onkuntíð hava verið, og tí síggja sandoyingar nú ein møgu- leika at hevna eyðmýking- arnar seinnu árini. Burtursæð frá Bergleifi Sólsker, sum fekk reyða kortið móti VB, hava sand- oyingar alt fólkið tókt, so fyritreytirnar undan dysti- num eru so at siga opti- malar. Tað kunnu tær ikki sigast at vera hjá gøtumonnum, sum eftir øllum at døma mugu vera bæði Óla Han- sen og Hans Paula Petersen fyri uttan, tí báðir fingu onkrar snuddir móti HB. Hetta merki so aftur, at GÍ noyðist at finna aðrar møgu- leikar til álopspartin. Á verjusíðuni leikti Martin Thomsen á fyrsta sinni fyri GÍ mikukvøldið, og sum skilst, er avtala gjørd um, at danin í øllum førum verður við GÍ, tað sum eftir er av fyrru kapp- ingarhálvu. Sum nevnt, so hava gøtumenn havt sera góð úr- slit á Sandi seinnu árini, men hóast hetta, so ivast teir ikki í, at talan verður um ein sera torføran dyst á Sandi sunnudagin. KÍ undir trýsti Sum omanfyri nevnt, so eru leikararnir hjá KÍ undir stór- um trýsti, nú teir á heima- vølli taka ímóti gestum úr Vági. Í skrivandi løtu er kanska eitt sindur ivasamt, hvussu verður við fólki til hendan dystin, tí í gjárkvøldi hittust bæði liðini eisini í kapp- ingini um løgmanssteypið. Tá vit í gjár frættu úr Klaksvík, var støðan á leið hin sama, sum hon var fyri viku síðani. Pacek er fram- vegis útilokaður, orsakað av skaðanum hann fekk undir venjing í farnu viku, og har- umframt er framvegis ivi um, nær Arnold Joensen verður tøkur aftur. John Ryan noyddist út í hálvleikssteðginum, tá KÍ vitjaði í Gundadali, og alla hesa vikuna hevur hann havt frí, so klaksvíkingar vóna, at hann verður tøkur aftur til dystin sunnudagin. Um trýstið, sum liggur á KÍ-leikarunum í hesum døgum, sigur ein av teimum royndu leikarunum, Harley Bertholdsen, at hetta má ein bara læra at liva við. - Tá talan er um siðvandu feløg- ini, er altíð eitt ávíst trýst á bæði leikarum og venjara, og hetta sæst eisini aftur, nú vit hava tapt tveir dystir á rað. Í fjør taptu klaksvíkingar bert tríggjar dystir, og Har- ley ásannar eisini, at nú er kvotan um at vera uppi, um teir skulu gera sær vónir um at endurvinna FM-heitið. Fyri fyrst ræður tó um at basa vágbingum, og hetta er eisini fremsta málið, sum leikararnir hjá KÍ hava í løt- uni. Vágbingarnir vóru, eins og klaksvíkingar, nakað skerdir, tá teir í gjárkvøldi løgdu leiðina norðureftir, og serliga er tað í verjupart- inum, at illa stendur til. Kri- stof Popzynzki, leikandi venjarin hjá VB, greiddi í gjár frá, at í liðskiparin, Eyðun Jacobsen, í øllum førum ikki var tøkur til dyst- in í gjárkvøldi vegna sjúku. Harumframt dragast bæði Predrag Zivkovic og Magni Jacobsen við skaður, so líkt er til, at VB má royna seg við at kalla spildurnýggjari verju. Frameftir vøllinum stend- ur eitt sindur betri til, men sjálvur var Kristog eitt sind- ur ivasamur, tá hann eisini hevur verið sjúkur í vikuni. Hóast hetta, so var tað við góðum treysti, at VB ven- jarin og menn hansara fóru norðureftir í gjár. Spælið higartil í kappingarárinum eru teir væl nøgdir við, men í dystinum móti B71 stóð úrtøkan als ikki mát við møguleikarnar, og henda skal avgjørt betrast, um hugsingar skal vera um at fáa stig suður aftur við sær. Oddadystur í Runavík Toppdysturin hetta viku- skiftið man helst vera í Runavík, har nummar tvey og trý á stigatalvuni bresta saman. Gestirnir úr Havn høvdu steypadyst mitt í vikuni, men tá sótu fleiri av teim- um, sum vanliga eiga fastan sess á vøllinum, uttanfyri og hvíldu seg. Samstundis bar dysturin við sær, at Hans á Lag, sum fekk reytt kort móti KÍ, sat leikbanni av sær, so venjarin hjá HB hev- ur so at siga alt fólkið tókt til dystin. Undantakið er Hans Jørgen Djurhuus, sum fekk reytt kort í Gøtu. Úr HB frætta vit, at teir ætla sær á vøllin eftir øllum stigunum sunnudagin. Und- an kappingini var annars sagt, at teir sum so ikki høv- du sett sær nakað endaligt mál fyri kappingarárinum, og líkt er eisini til, at hetta hevur verið viðvirkandi til, at taka nakað av trýstinum av ungu monnunum. Havnarmenninir ætla sær framhaldandi at hava fulla úrtøku eftir vikuskiftið, men hesum eru runavíkingarnir ikki samdir við teimum í. Higartil í ár hevur tó hilnast nakað serligt á heimavølli hjá NSÍ, har teir taptu allar dystirnar í steypakapping- ini, men nú seta teir sær fyri, at vend skal koma í. Spælið í landskappingar- dystunum hevur eisini verið á eini góðari leið, og Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, heldur eisini, at leikararnir eru sera uppsettir upp á at byggja víðari á góðu byr- janina. Í løtuni eru runavíkingar á triðja plássinum, og ein sigur á HB, sum teir hava eitt hampuliga gott tak á seinnu árini, førir í minsta lagið annað plássið á stiga- talvuni við sær. TIPS 13 Vika 18. • 6.-7. mei. Við Jan Joensen Seinasta freist leygard. kl. 14.50 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 Arsenal Chelsea Enska Premier League Coventry Sheffield Wednesday Enska Premier League Derby Newcastle Enska Premier League Leicester Bradford Enska Premier League Middlesbrough Watford Enska Premier League Sunderland West Ham Enska Premier League Wimbledon Aston Villa Enska Premier League Celtic Aberdeen Skotska Premier League Dundee FC. Dundee U. Skotska Premier League Hearts St. Johnstone Skotska Premier League Motherwell Hibernian Skotska Premier League Werder Bremen Bayern München Týska Bundesligan Sporting Lissabon Benfica Portugisiska fyrsta deild 1 X 1 X 2 1 2 1 2 1 1 X 2 1 X 2 1 1 X 1 1 X 1 X 2 1 X Til Íslands Um vikuskiftið sendir ÍSB fýra rørslutarnaðar menn til Íslands Hesir skulu kappast í NM í boccia, sum verður í Keflavík. Kappingin verður leyg- ardagin og sunnudagin, og føroyingarnir skulu luttaka bæði í lið- og ein- staklingakappingini. Teir, ið manna føroyska liðið hesaferð, eru Jógvan Telling Joensen, Marius Johansen, Sámal Jacob- sen og Áki Joensen. Hesir tríggir royndust væl, t´a ÍSB herfyri skipaði fyri FM-kapping í boccia Jan Tippar Veddingarmaðurin hesa vikuna er liðskiparin hjá Føroyameistarunum úr Klaksvík, Jan Joensen JÁKUP MØRK Veddingarseðilin hesa vik- una er eitt sindur øðrvísi enn vanligt, tí eingin dystur úr ensku 1. deild er við hesuferð. Harafturímóti hevur dan- ska Tipstænastan valt at taka nakrar dystir úr Skot- landi, umframt tveir topp- dystir úr ávíkavíst Týsk- landi og Portugal. Hvørt hetta ger uppgáv- una hjá veddingarmanni okkara hesa vikuna, Jan Jo- ensen úr KÍ, lættari ella tor- førari er ilt at siga, men í øllum førum hevur KÍ lið- skiparin funnið tveir av teimum trimum sikru dyst- unum uttan fyri ensku Premier League. Í Onglandi hevur hann roknað við, at Middles- brough sigur heimaáskoð- arunum farvæl við einum sigri á Watford. Hinar báðar sikru dyst- irnar hevur hann funnið í Skotlandi, har hann hevur sett 1-tal útfyri dystirnar, Celtic-Aberdeen og Hearts St. Johnstone. Ringt at roknað út Áhugavert er annars, at Jan í tveimum førum hevur valt at nýta sonenvdar 1-2 gar- Hetta vikuskiftið skal liðskiparin hjá KÍ, Jan Joensen, gita um úrslitini á veddingarseðlinum Kristian á Neystabø avsannar tíð- indini um, at fyrrverandi KÍ mál- verjin, Stephen Boyle, skal vera ávegis til B36 JÁKUP MØRK Norðlýsið skrivar í dag, at B36 í løtuni arbeiðir við at knýta fyrrverandi KÍ málverjan, Stephen Boyle, at felagnum. Kristian á Neystabø, formaður í B36 sigur, at tað er rætt, at B36 hevur tosað við Stephen, men sigur í sama viðfangi, at hann als ikki er aktuellur longur. Undan kappingarári- num hugdu vit eftir, hvørjir málverjar vóru tøkir á marknaðinum, og í hesum sambandi hugdu vit sjálvsagt fyrst eftir málverjum, sum áður hava roynst væl í føroy- sku kappingini. Tí tosaðu vit eisni við Stephen, men meira enn prát kom ong- antíð burturúr. Kristian sigur víðari, at í dag er fyrrverandi KÍ málverjin álvarsliga skaddur í knænum, og tí- skil kemur hann als ikki upp á tal til B36 málið, har Tróndur Vatnhamar framvegis eigur fremsta sessin. Ikki til B36 Veddingarseðilin Soleiðis skal veddingarseðilin lesast Nýtta skipanin er U-4-6-100. Hetta merkir, at 4 dystir eru heilgarderaðir og 6 eru hálvgarderaðar. Hinir tríggjir eru sonevndir sikrir. Umframt at gera av, hvussu ymsu dystirnar skulu garderast, skal eisini sonevnt U-tekn setast við teir dystir, har garderingar verða nýttar. Hetta verður sett við úrslitið, sum verður roknað sum mest sannlíkt, og eru U-tekn gjørd størri á veddingarseðlinum. deringar, har hann sostat hevur gitt rætt, um dysturin ikki endar við javnleiki. Hetta botnar kanska eisini í, at nú er liðið somikið langt út á árið, at dagsform- urin hjá ymsu liðunum kann vera sera svingandi. Serliga í slíkum førum, har annað av liðunum er statt miðskeiðis á stigatalv- uni, og tí hevur lítið og einki at spæla fyir, og hetta er júst støðan hjá bæði Newcastle og Leicester, meðan mót- støðulið teirra, Derby og Bradford eru stødd niðar- liga, og tískil helst fara at stríðast fyri tilveruni í bestu deildini. Gongur framá Umframt Jan, tippa eisini Magni Jarnskor, John Peter- sen og Rúni Nolsøe saman við Horninum og Sosial- inum. Fyrstu vikuna raktu bæði Magni og John 11 dystir í veddingarskipanini, meðan Rúni fyri viku síðani rakti 12 av teimum 13 dystunum rættar. Spurningurin tykist tí ver- a, um Jan heldur fast um positivu gongdina, soleiðis at veddingarseðilin hesu ferð kann hava 13 rættar dystir.