leygardagur 6. mai 2000síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 87 - 6. mai 2000
28
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 87 - 6. mai 2000
Birthe Helene f. Djurhuus og Jacob C. F. Olsen
f. 24.08.1916 – d. 04.10.1999 f. 04.04.1902 – d. 12.06.1963
At føðast hevur sína tíð
at doyggja hevur sína tíð
at gráta hevur sína tíð
at læa hevur sína tíð
at dansa hevur sína tíð
at missa hevur sína tíð
at syrgja hevur sína tíð
Eitt skeið í tilveru okkara er av. Mamma hevur lagt frá
sær og svevur nú deyðans blund saman við pápa. Pápi
varð bert 61 ára gamal, og mamma rakk gott og væl
kempualdur. Vit fýra systkini hava býtt okkara millum
tað, sum var inni hjá okkum. Vit hava hildið á nógvum
og eru komin fram á mangt, sum hevur mint okkum á
farnar dagar – á tey sorgleysu barnaárini, tá vit øll vóru
saman. Okkurt, sum vit sjálvi sum børn góvu foreldrum
okkara – sprellimannin, sum pápi gjørdi okkum – ta
»fínu« smørskálina, sum bert varð brúkt um høgtíðirnar
– hin dýra blýantsspískaran hjá pápa – bindi- og hekli-
uppskriftirnar hjá mammu – ummælisbókina hjá pápa
– mannakornini hjá mammu og onnur ting, sum hoyrdu
til inni hjá okkum. Seinasta kvøldið, áðrenn systirin,
sum býr í Danmark, fór av stað aftur, høvdu vit eina
skilnaðarstund, og vit tosaðu nógv um mammu og pápa.
Mamma pápa var úr Knútsstovu í Havn og pápi
hansara var av Toftanesi í Leirvík. Mamma mammu
var úr Streymnesi og pápi hennara var av Strondum.
Pápi okkara var føddur í Oyndarfirði og búði har til
hann var 5 ára gamal, tá fluttu tey til Havnar. Mamma
okkara var fødd í Hósvík og 14 ára gomul fór hon til
Havnar at tæna. Pápi hevði síni foreldur, til hann var
um 30 ára gamal, men mamma var longu 14 ára gomul
foreldraleys. Pápi var 37 ár og mamma var 23 ár, tá tey
giftust, so vit fýra systkini hava ongantíð havt ommur
ella abbar hjá okkum. Tað kann tykjast nakað fátæksligt,
men vit halda ikki, at vit saknaðu tað so nógv, tí familjan
er stór – serliga tann hjá mammu – og vit høvdu nógv
samband við hana. Mamma og pápi giftust beint fyri
kríggið, og tá var ivaleyst mangan tungt bæði hjá teimum
og øðrum at fáa endarnar at røkka saman.
Mamma var heima og pápi arbeiddi ofta langar dagar
og hann teknaði og málaði um kvøldarnar. Mamma var
tann praktiski parturin í teirra hjúnalagi og pápi var (vit
kunnu kanska siga) spælibarnið. Mamma var sterk og
røsk og gjørdi at kalla alt tað handaliga, pápi tók sær av
tí skrivliga. Áðrenn pápi setti seg at tekna og mála um
hvøldarnar, plagdi hann, sum mamma segði, at verma
upp, vi ðat tekna ymiskt fyri okkum, sum vit so skuldu
gita. Hetta dámdi okkum sera væl og tað var spennandi,
tí ikki fyrr enn hann teknaði náttpottin, gavst hann. Tá
vit fingu bøkur at lita í jóla- ella føðingardagsgávu,
skuldi pápi altíð lita minst eina síðu í teimum. Mamma
sang ofta fyri okkum. Hon lærdi okkum barnarímurnar
hjá Hans Andriasi, skjaldur, tættir og kvæði. Eisini tá
vit vóru løgst um kvøldarnar, sang hon og sum tann
praktiska konan hon var, sat hon í køkinum við stokkum
og læt so dyrnar standa opnar inn í kamarið til okkum.
Pápi kom altíð at signa okkum, tá vit vóru niðurfarin.
Mammu dámdi eisini so væl yrkingar, og tað lá væl fyri
hjá henni at yrkja, og hon yrkti ofta til ymisk høvi í
familjuni. Eisini hevði mamma stóran tokka til
Frelsunarherin, og hon hávirdi tann gerning stovnarin
William Booth byrjaði í London. Vit systkin gingu í
sunnudagsskúla og vóru skótar hjá Frelsunarherinum í
Havn.
Av tí at pápi hevði tær gávur, at hann dugdi at tekna
og mála, varð hann kendur fyri síni jólakort, tekningar
í jóla- og skúlabókum, skreytbløð, myndir, leikstjøld
og mangt annað; mamma hevði ikki tær gávurnar, men
hon syrgdi fyri at hann altíð kundi seta seg at skapa, og
so tók hon sær av øllum tí húsliga arbeiðinum, eisini tí,
sum menn gjørdu í øðrum heimum. Vit børn hugsaðu
ikki so nógv um tað, tað átti bara at vera so.
Ímillum tey ting, ið lógu inni hjá okkum, vóru scrap-
bøkur og ringbind, og har var nógv at síggja og lesa.
M.a. hesar báðar yrkingarnar, sum vit prenta niðanfyri.
Aðra yrkti Louis Zachariasen til pápa, tá pápi fylti 50
ár og hina yrkti Svanhild Zachariasen til mammu, tá
mamma fylti 65 ár. Heima hjá okkum var tað helst sum
hjá teim flestu, har var ofta gangur, skem og málageip,
men har var eisini hátíðarligt og ikki minst hugni. Har
lærdu vit siðir og atburð, rætt og órætt, gaman og álvara.
Í dag siga vit, at vit eru takksom fyri okkara foreldur
og fyri barnaheimið, sum gav okkum lívd og hvíld,
friðskjól og tryggleika.
Vit lýsa frið yvir minnið teirra.
Ingibjørg, Marjun, Jákup og Karin
Borin í heim í lítlari bygd
gird við fjøllum, prýdd við áum,
í lágari smáttu tú hevði búgv
– fossar runnu í gjáum –.
Lítil og smæðin var henda smátta,
fevndi tó um stór og um smá,
mongum gav hon trygd fyri ótta,
tá veðrið ringa herjaði á.
Áargrind og skeljamatur
dagligur kostur var,
stórur pottur við gapandi øðum
varliga varð tikin úv.
Spældi í haga og á sandi,
á nýslignum hógvi at renna dyst,
flogsaðist so flættubandið
við eitt var burturmist.
Í ósa maðkapirrur at fanga
í rimli állukálvar
eftir rottugøtuni kláraði at ganga
– eitt bragd, ein hámetti sjálvur –.
Á torvheiðar tú noyddist ganga
– ikki av fríum vilja –
rann undan tarvi, ið dámdi sær at stanga,
leypur og tú máttu skiljast.
Fermd tú vart í nýggjari kirkju,
høgtíðsdámur yvir bygdini lá,
har tú skuldi um bandið styrkja
til vegin fyri framman lá.
Loknir vóru barnadagar,
ævintýrið ein enda fekk.
og tú leitaði burtur hagar,
hvar øll og alt eftir klokku gekk.
Nú tú rundar sekstifimm
árini bert vú væl,
hóast brim og brotasjógvar
høvdið ei undir var.
Vit tær takka fyri hesa løtu
og fyri mangar slíkar,
tillukku vit siga og leypa á føtur,
leingi livi tú ár, dagar og tímar.
Minningarorð um
Súsonnu Hansen
Hósdagurin 9. mars 2000 var ein sera vakur
og sólríkur dagur. Ein av teimum bestu
døgunum, ið vit hava havt higartil í ár. Eingin
hevði væntað, athesin dagurin skuldi blíva
so óhugnaligur. Tú góða Súsanna bleiv tikin
frá okkum – bert 19 ára gomul.
Tað kennist so sera løgið, at tú ikki ert
ímillum okkum meira. Tú vart altíð so glað
og hevði altíð eina hjálpandi hond til reiðar.
Vit báðar hava kent hvørjaaðra í fýra ár. Vit
gingu í 10. flokki í Tvøroyrar skúla saman,
eg gekk í b-flokkinum og tú í a-flokkinum.
Eftir 10. flokk fóru vit á studentaskúla í Vági
og har komu vit at ganga í sama flokki. Tú
vart ein sera dugnaligur næmingur og fekk
altíð teir flottastu karakterirnar, og hevði
nakar uppiborið eitt studentaprógv, so var
tað tú góða Súsanna. Vit hava so nógv at
takka tær fyri. Tá okkara flokkur skuldi
námsferð til Rom, vart tú tann, ið skipaði
fyri næstan øllum tiltøkunum, ið vit høvdu.
Uttan teg vóru vit ikki komin til Rom.
Tað er so sera meiningsleyst, at tú skuldi
doyggja so ung góða Súsanna. Tú vart í
tínum besta blóma og hevði alt lívið
framman fyri tær og tí hevði tú stórar ætlanir
við. Men Jesus pápi vildi hava teg heim til
sín at vera.
Eg hugsi nógv um tykkum bæði Marnu
og Karl. Tit hava mist tykkara einasta barn.
Jesus pápi verið hjá tykkum og styrkið
tykkum og tykkara nærmastu.
Góða Súsanna, eg vil takka tær fyri fýra
góð vinaár. Eg fari ongantíð at gloyma teg
og eg veit, at vit báðar skulu møtast aftur
ein dag.
Hvíl í friði og takk fyri alt.
Ritha
Louis Zachariasen
Svanhild Zachariasen
Tú sást og tók tær ýti, hvar nakað ýti var,
og sjón tín for so víða, langt út um eingjargarð.
Hvørt litafyribrigdi og heildina í mátti,
alt fataði títt eyga, í sama andadrátti.
Tá vuksu myndir vakrar fram fyri tíni sjón,
so lív varð kveikt úr deyða. Nú komið er í nón,
vit ynskja vesturskin títt vil Føroyum fløva leingi
og ungum ættum boð frá aðalbornum dreingi.
Jákup og Birtelena í Keypmannahavn í 1949
Stuðul til framleiðslu
av føroyskum
loftmiðlatilfari
Á fíggjarløgtingslógini 2000 eru kr. 400.000
játtaðar til framleiðslu av føroyskum loftmiðla-
tilfari.
Tey, ið arbeiða við ella ætla at fara undir at
framleiða føroyskt loftmiðlatilfar, eru vælkom-
in at søkja.
Umsókn við lýsing av verkætlan, tíðarætl-
an, fyribils óbindandi tilsøgn um program-
seting frá avvarðandi útvarps- ella sjónvarps-
støð, og fíggjarætlan fyri verkætlanina skal
sendast til:
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Postrúm 3279 - 110 Tórshavn
Telefon 35 50 50 — Telefax 35 50 55
e-postur.: umms@umms.fo
Umsóknarbløð fáast við at venda sær til
Undirvísingar- og Mentamálastýrið ella á
heimasíðuni: http://www.umms.fo/Mentan/
umsokn.htm
Umsóknarfreistin er mikudagin 7. juni 2000.
Tey, ið vilja hava meira at vita um stuðulin,
eru vælkomin at venda sær til Undirvísingar-
og Mentamálastýrið.
Undirvísingar- og
Mentamálastýrið
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Ársaðalfundur
Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag hevur
ársaðalfund Kristi himmalsferðardag, 1.
juni 2000 kl. 15.00 í missiónshúsinum í
Leirvík.
Fundarskrá:
1. Ársfrágreiðing
2. Ársroknskapur
3. Val av nevndarlimum
4. Val av tiltakslimi
5. Val av grannskoðara
6. Ymist
Uppskot, sum limir ynskja at koma til við-
gerðar á aðalfundi, og uppskot til nevndar-
limir mega vera formanninum, Una Næs,
530 Fuglafjørður, í hendi 8 dagar framman
undan aðalfundinum.
Í sambandi við aðalfundin verður eisini al-
ment møti í missiónshúsinum í Leirvík kl.
19.00.
Nevndin
Frá
Runavíkar býráð
Við hesum skal verða mint á at bøgarð-
arnir skulu vera í seyðahøgum standi í
seinasta lagi 15. mai 2000.
Runavíkar býráð