Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 5. juni 2003 13 Kappingin á Silly-oyggjunum verður av ongum Róðrarsamband Før- oya vónar kortini, at tað fer at eydnast teimum at finna aðra útlendska kapping til føroyska kappróðr- arfólkið KAPPRÓÐUR Páll Holm Johannesen Seinastu árini hevur verið fastur táttur hjá føroyskum róðrarfólki at kappast um luttøku á GIG-róðrarkapp- ingini á Silly-oyggjunum. Síðan 2000 hava føroyingar róð kapp á Silly-oyggjun- um. Alt bendir nú á, at lut- tøkan á Silly verður av ongum komandi ár. Høvuðsstuðulin aftanfyri føroysku luttøkuna, oljufel- agið Faroese Partnership, hevur boðað Róðarsam- bandinum frá, at endamálið við stuðulinum er rokkin, og at tíðin er búgvin at stuðla øðrum pørtum í før- oyska samfelagnum. Lut- tøkan á Silly-oyggjunum er sera kostnaðarmikil, og samstarvið við Faroese Partnership hevur verið hornasteinurin undir luttøk- uni hjá føroysku kappróð- armanningunum. Nú sam- starvsavtalan er uppsøgd, tykist rættiliga sannlíkt, at føroyingar ikki vera um- boðaðir í kappingini á Silly oyggjunum komandi vár. Formaðurin í Róðrasam- bandið Føroya, Hannis Jo- ensen, er harmur um av- gerðina hjá Faroese Partner- ship, men skilur kortini væl avgerðina, tí stuðulin er sera kostnaðarmikil hjá felagn- um. Hannis Joensen leggur dent á, at partarnir skiljast í sátt og semju, og Róðrar- sambandið takkar Faroese Partnership fyri gott sam- starv seinastu árini. Sum skilst á formannin- um í Róðrarsambandi Før- oya, so verður arbeitt við at finna aðrar kappingar í út- londunum til føroyska kappróðarfólki, tí stórur áhugi er fyri slíkum kapp- ingunum millum kappróðr- arfólki, sigur formaðurin Hannis Joensen Stórt spell Seinast í apríl mánað í ár, var kvinnumanningin á Jarnbardi á Silly oyggjun- um og kappaðist. Ein av Silly-veteranunum er róð- urskvinnan á Jarnbardi í fjør, Jannie Dam Jacobsen. Hon hevur verið við í kapp- ingini á Silly oyggjunum tríggjar ferðir. Hon heldur at tað er stórt spell, at lut- tøkan í kappingini nú verður av ongum. – Tað er eitt stórt upplivilsi at lut- taka, og kappingin er ein eyka gularrót hjá kappróð- arfólkinum, og tí er tað stórt spell, at kappingin á Silly ikki fer at hava før- oyska umboðan komandi ár, sigur Jannie Dam Jacobsen at enda. Kvinnumanningin á Jarn- bardi kappaðist seinast í apríl mánaði á Silly oyggj- unum. Í løtuni røkist lítið fyri, at føroyingar komandi ár verða við í kappingini á Silly oyggjunum. Mynd: Savnsmynd TÍÐINDASKRIV Aftur í ár skipar fótbólts- samband Føroya fyri fót- bóltsskúlum, og verða teir fimm í tali hesaferð. Skúlarnir eru fyri børn í aldrinum 8 til 14 ár. Fótbóltsskúlarnir verða á hesum støðum: 26.-27.06.2003 í Sanda- vági. Høvuðsvenjarar verða Atli Gregersen og Páll F. Joensen 27.-28-06.2003 í Klaks- vík. Høvuðsvenjarar verða Bill M. Jacobsen og Ann- finn Danielsen 27.-28.06.2003 á Toftum. Høvuðsvenjari verður Jógvan Martin Olsen 27.-28.06.2003 í Tórs- havn. Høvuðsvenjari verð- ur Petur Simonsen 04.-05.07.2003 í Vági. Høvuðsvenjari verður Mathias Davidsen Fyrra dagin vara skúlar- nir frá kl. 13.00 til 18.00 og seinna dagin frá kl.10.00 og til umleið kl.16.00. Tilmeldingarbløð verða løgd út til feløgini og á posthúsini og fólkaskúlar- nar kring landið 04.06.2003, og er tilmeld- ingarfreistin 18. juni 2003. Tá skúlarnir enda, fáa børnini ein T-shirt og eina sodavatn, ið Føroya Bjór hevur latið, og góðgæti, ið P/F Kjølbro heilsølan hev- ur latið. Somuleiðis fáa tey prógv og ein fótbólt. LANDSDYSTUR Páll Holm Johannesen Tað er onki yvir at dylja, at rættiliga stórur áhugi er í Føroyum fyri landsdystun- um ímóti Íslandi og Týsk- landi. Landsliðið fór av landinum í gjár, har leiðin gekk til Íslands. Við í ferða- lagnum eru umboð fyri flestu fjølmiðlarnar í Før- oyum, og Sosialurin er sjálvsagt eisini við í ferða- lagnum, og fer komandi dagarnar at fylgja við okk- ara monnum undan dyst- inum í Reykjavík leygar- dagin. Eftir øllum at døma eru tað ikki bert føroyskir fjøl- miðlar, sum sýna føroyska landsliðnum áhuga. Á einari av mest vitjaðu heimasíðum hjá fótbólts- fjepparum, soccernet.com, er í løtuni ein sera áhuga- verd og rúgvumikil grein um føroyska fótbóltslands- liðið. Tað er enski journalistur- in, Chris Connelly, sum hevur skrivað greinina. Hann vísir á, at komandi vika verður størsta fótbólts- vikan hjá føroyingum nakr- antíð. Onglendingurin er so mikið bjartskygdur undan stóru uppgávunum ímóti Íslandi og Týsklandi hjá føroyska landsliðnum, at hann metir tað ikki vera heilt óhugsandi, at føroy- ingar fara at fáa úrtøku úr báðum dystunum. Hann væntar eisini, at føroyingar væl kunnu gera seg galdandi í kappingini um annað plássið í bólkin- um. Hann metir Týskland vera sterkasta liðið í bólk- inum, men eftir hansara tykki kunnu øll hini liðini enda á øðrum plássi. Lið- ini, ið enda á øðrum plássi fáa atgongd til ein sokall- aðan play-off dyst um eitt pláss í EM kappingini í Portugal næsta summar. Chris Connelly fylgir eft- ir øllum at døma væl við í føroyskum samfelagsviður- skiftum í løtuni, ti hann nevnir í grein síni um landsliðið, at stórt verkfall herjar oyggjarnar í løtuni. Onglendingurin vísir á, at týskararnir skulu ikki taka sær av verkfallinum, og áttu heldur at hugsa um føturnar hjá vandamikla læraranum, John Petersen, sum vanliga hevur lætt at finna fram til málmeskar- nar. Størsta hóttanin hjá týskararunum átti tí heldur at verið John Petersen, og ikki drúgva verkfallið á privata arbeiðsmarknaðin- um, skrivar Chris Connelly millum annað í grein síni. Enskur journalistur: Føroyar møguleika at enda á øðrum plássi í bólkinum Báðir landsdystirnir sendir beinleiðis Sjónvarp Føroya hevur fingið loyvið at senda lands- dystirnar ímóti Íslandi og Týsklandi beinleiðis. Vanliga hevur SVF trupulleikar at fáa loyvið at senda heima- dystirnar beinleiðis, men av tí dysturin ímóti Týsklandi longu er útseldur, verður hann eisini sendur beinleiðis. Sambært Varpinum, sum verður í Sosialinum í morgin, byrjar SVF at senda Ísland-Føroyar kl.16.00 leygardag- in, og Føroyar-Týskland kl.19.45 mikukvøldið. -páll Fimm fótbólts- skúlar í summar Tað eru ikki bert føroyskir fjølmiðlar sum sýna føroyska landsliðnum áhuga. Í eini av mest vitjaðu heimasíðunum hjá fótbóltsfjepparum, soccernet.com, er í løtuni ein áhugaverd grein um føroyska fótbóltslandsliðið. Greinaskrivarin biður m.a. týskararnar ikki taka sær av verkfallinum í Føroyum í løtuni, men áttu heldur at ansa eftir vandamikla læraranum John Petersen. Mynd: Savnsmynd 13 Nr. 104 • hósdagur • 5. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Kendi danski málverjin Lars Høgh: Fer at stuðla Jens og Jákupi undan torføru dystunum –“Island bliver en kæmpe hård nød at knække” sigur danski málverjin Lars Høgh, sum skal venja før- oysku málmenninar undan dystunum. Hann heldur tað vera sera týdningarmikið hjá føroyska liðnum at fokusera nógv uppá dystin móti Ís- landi. Tað er nevniliga altavgerandi fyri at fáa eitt gott úrslit í tí næsta dystinum móti Týskalandi LANDSDYSTIR Jákup Mørk Nógv verður gjørt fyri at fáa Føroyum góð úrslit í komandi EM undandystum í fótbólti móti Íslandi og Týskalandi, eitt nú stuðul til málmenninar, sum fáa eina sera torføra uppgávu í báðum dystunum. Í gjár fór fyrrv. Danski landsliðs- málverjinsaman við lands- liðvenjaranum, Henrik Larsen beinleiðis til Reykjavíkar við flogfari úr Danmark. Lars Høgh hevur fingið eina bundna upp- gávu undan dystunum, og tað er at venja og stuðla føroysku málverjunum. Vit hittu Lars Høgh, áðr- enn hann fór út á hesa held- ur sjáldsomu ferð. –Eg eri sera fegin um at hava fingið hesa uppgávuna og skal so gera tað eg kann fyri at stuðla málmonnunum. Hetta er ein sera spennandi uppgávu, sum eg gleði meg til at fara í gongd við. Lars Høgh hevur egna fyritøku, sum nettupp hevur til endamál at stuðla og venja málmenn. Í løtuni hevur hann nógvar uppgáv- ur, eitt nú arbeiðir hann við Tummas Sørensen hjá Sunderland, við Jimmi Nielsen hjá AAB, tí danska ungdómslandsliðnum, fyri ungdómsskúlar osfr. Talan er um sera fjølbroyttar upp- gávur og er tann føroyska eisini serstøk á tann hátt, at hon snýr seg um tveir dystir. Men ber tað yvirhøvur ber til eftir so stuttari tíð at læra og venja tveir mál- menn, sum hava spælt so leingi og tí hava sín mál- mansstíl? - Málmenninir á lands- liðnum er royndir og góðir málmenn, og tí hava teir sjálvandi eina góða ballast við, tá teir fara á vøllin. Og tað er ein stórur fyrimunur. Mítt íkast vil so hava nakað við motivatión at gera og at stuðla undir ávíst, sum skjótt og lætt kann betrast. Nú kenni eg bæði Jákup og Jens væl. Men eg havi so ikki vant við teimum fyrr, og tí veldst sjálvandi alt um, hvat vit tríggir finna fram til. Vit fara at tosa saman og so leggja eina ætlan fyri eina venjing. Lars Høgh skal vera saman við føroysku landsliðsmál- monnunum í 9 dagar og vónar hann, at hann kann vera ein stuðul hjá mál- monnunum, sum hann annars heldur eru tveir góð- ir málmenn. Lars Høgh vónar sjálv- andi, at hann kann geva málmonnunum burtur av nøkrum av teimum roynd- um hann sjálvur hevur gjørt sær gjøgnum árini. –Vit skulu sjálvandi ikki leggja meira í hetta enn tað er, men tað er greitt, at tess meira tú arbeiðir við mál- monnunum, tess størri møguleiki er at broyta okk- urt. Í hesum førinum verður tó meira talan um at arbeiða við tí, sum málmenninir longu eru dugnaligir til. Lars Høgh sigur, at síðani í 80 og 90 unum hevur man havt miðvísa málmansvenj- ing í eitt nú Danmark, men nú heldur hann tíðina vera komna hartil, at man kann fara inn og geva “coach- ing”, har tað verður arbeitt við øðrum síðum av mál- mansspælinum so sum málsetningi, veikum og sterkum síðum og tí mentala partinum av mál- mansspælinum eisini. Hetta hevur nakað at gera við, at tú fer inn og hevur eina per- sónliga coaching við teir einstøku málmenninar. - Eg haldi annar, at tað er flott og tað er nýhugsan tað, sum fótbóltssambandið er farið í gongd við, nú teir hava heitt á í hesum førin- um meg um at taka mær persónliga av báðum mál- monnunum. - Kann hetta eisini hava positiva ávirkan á alt liðið? - Tað skal eg ikki kunna siga, men tað er greitt, at tess fleiri av parametrunum hjá einum landsliði verða ment, tess størri møguleiki er fyri at tingini eydnast. Vit sprurdu Lars Høgh um tað ikki er serliga týdn- ingarmikið at hava góðar málmenn, tá hugsað verður um eitt nú sterku týsku álopsmaskinuna? - Tað er greitt. Men eg haldi tit hava so góðar mál- menn, at teir fara at megna hesa uppgávuna væl. Eg vil sjálvandi geva mítt ík- ast, men tað er málmaðurin sjálvur, sum tekur avgerð- ina, tá er á vøllinum. Man kann geva honum nøkur góð amboð og góð “hint” tí man sjálvur hevur staðið so nógv í máli. - Hvussu nógv er talent og hvussu nógv hevur venj- ing at siga fyri at vera ein góður málmaður? - Talentið skal vera har. Og so skal tað vera ein vilji til at vilja arbeiða “sten hamrende hårdt og mål- rettet”. Og har eru tit sera væl fyri við tykkara mál- monnum. Lars Høgh sigur, at tað ræður um at gera tey ein- føldu tingini rætt. Tað er essensurin við málmans- spælinum. Kendi danski málverjin viðgongur annars, at tað verða tveir sera torførir dystir Føroyar skulu spæla. – “Island bliver en kæmpe hård nød at knække” sigur málverjin, sum heldur tað vera sera týdningarmikið hjá føroyska liðnum at fok- usera nógv uppá dystin móti Íslandi. Tað er nevni- liga altavgerandi fyri at fáa eitt gott úrslit í tí næsta dystinum. Tryggingarfelagið Føroyar vendi sær herfyri til Fótbóltssambandið, við atliti til A-landsdystirnar Ísland - Føroyar 7. juni 2003 og Føroyar - Týsk- land 11. juni 2003 og beyð sær til at hjálpa Fót- bóltssambandinum at fyrireika landsliðið so væl sum gjørligt til nevndu dystir. Eftir tilráðing frá A-landsliðsvenjaranum Henrik Larsen, varð avgjørt millum FSF og Tryggingar- felagið at heita á Lars Høgh um at hava servenjing við A-landsliðsmálmonnunum v.m. Lars Høgh verður við hesi avtalu tilknýttur A- landsliðnum frá 4. til 12. juni 2003. Umframt at hava servenjing við A-landsliðsmálmonnunum er ætlanin at skipa fyri frálæru og venjing 9. ella 10. juni 2003 fyri føroyskum málmansvenjarum og málmonnum. Fakta Lars Høgh er sjálvur kendur málverji og skal hann nú fylgja føroysku landsliðsmálonnunum undan og í dystunum móti Íslandi og Týskalandi Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen er tveir frálíkir mál- menn sigur danski Lars Høgh, sum nú fer at motivera teir til torføru dystirnar C M Y K 12