Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 104 - 5. juni 2003 Fyri fyrstu ferð nakrantíð í Føroyum verður skipað fyri einum gospel prixið í Føroyum. Anja Han- sen og Eyðun Jacob- sen eru stigtakarar. Prixið byrjar í august mánaði, og finalan verður í oktober. Øll innleiðandi umførini og finalan sjálv verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði GOSPELPRIX Ingrid Bjarnastein Føroya fyrsta Gospel Prix fer av bakkastokki í august mánaði í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Talan er um trý innleiðandi umfør við eini finalu. Tað eru Anja Hansen og Eyðun Jacobsen, sum í samstarvi við Rás 2 og Televarpið, ið skipa fyri. – Endamálið við Gospel Prixnum er at menna gospeltónleikin í Føroyum, tí okkara meting er, at kristin tónleikur er eitt sindur skumpaður í bak- grundina. Soleiðis sleppa bólkarnir á pall og sleppa at framføra tónleik undir góðum umstøðum, siga fyrireikararnir. Televarpið við Kravið til bólkarnar ella einstaklingarnar er, at teir skulu spæla kristnan tón- leik. Hvat tónleikaslagið er, er líkamikið. Bólkar og einstaklingar kunnu luttaka, men tó verður talan ikki um nøkur stór kór, sum fólk vanliga seta í samband við gospel. Tað kunnu í mesta lagi vera níggju persónar í einum bólki. – Nakrar reglar hava vit eisini gjørt. Ein teirra er, at sami frontfigurur kann ikki verða í fleiri bólkum, men tilfarið, sum teir spæla nýtist ikki at verða sjálv- skrivað. Tað gera bólkarnir sjálvir av, men boðskapurin skal vera kristiligur, greiðir Eyðun Jacobsen frá. Hann leggur stóran dent á, at høvuðsendamálið við Gospel Prixnum er ikki kapping, men heldur at skapa betri karmar fyri gospelbólkum í Føroyum. Fyrireikararnir meta ikki, at eitt Gospel Prix fer at hava við sær, at gospel- bólkar fara at halda uppat við at melda til Prix Føroy- ar. Gospel Prixið fer heldur at geva teimum møguleika at sleppa út til eina breiðari áskoðarafjøld. Sum nakað heilt serligt, so er Televarpið eisini knýtt at tiltakinum. Og verður Gospel Prixið tað fyrsta stóra tiltakið, sum Tele- varpið fer at senda frá. Rás 1, sum rásin hjá Televarp- inum eitur, fer at senda frá Gospel Prixnum vikuna aftaná, at innleiðandi um- førini hava verið. – Rás 1 byrjar at royndar- senda aftaná summarfrítíð- ina. Men tað verður við ymsum øðrum, og tað er ikki vist, at talan verður um livandi myndir beinan- vegin. Gospel Prixið verður so tað fyrsta stóra, sum Rás 1 fer at senda frá, sigur Leila Hentze frá Televarp- inum. Útvarpsrásin, Rás 2, fer eisini at senda frá Gospel Prixnum. Tað verður sent beinleiðis út í luftina tey kvøldini, innleiðandi um- førini eru, og eisini frá sjálvari finaluni. – Vit vilja ikki hava nakran b-film. Hetta skal gerast væl og vit skulu hava eitt so gott tiltak, sum møguligt, og tað skal ikki standa aftanfyri onnur stór tiltøk í Føroyum, sigur Anja Hansen. Vinningarnir Fyrsta virðisløn verður helst luttøka á einum stór- um summarfestivali onku- staðni í Evropa. Hvar, hvussu og nær er ikki fast- lagt enn, og arbeitt verður eisini við eini studioupp- tøku. Vinningar verða eisini til bólkarnar, sum gerast nummar tvey og trý. Viðvíkjandi fígging, so verður væntað, at tiltakið hvílir í sær sjálvum. Men søkt verður eisini um stuðul aðrastaðni frá. – Alt er ikki endaliga fastlagt enn. Men Gospel Prixið verður, tað er heilt vist. Vit hava fingið ógvu- liga positivar viðmerkingar frá teimum, sum vit hava tosað við, so vit eru ógvu- liga spent uppá tað, sigur Anja. Um Gospel Prixið verður eitt afturvendandi tiltak, vita fyrireikararnir ikki enn. Men um undirtøkan er nóg góð, so er væl hugs- andi, at Gospel Prixið verður aftur á breddanum. Tilmeldingarfreistin er tann 1. august, og innleið- andi umførini verða ávíka- vist 30. august, 13. sep- tember og 27. september. Sjálv finalan verður í Mentanarhúsinum í Fugla- firði tann 11. oktober. Gospel 2003: Gospel Prix á fyrsta sinni Róðrarsamband Før- oya hevur lagt nýggju Fjarðastevnuna, sum hesaferð verður á Strondum, sama vikuskiftið, sum Eystanstevnan er í Runavík. Hóast fólk á vesturarminum á Skálafjørðinum hava mótmælt hesum og hava havt uppskot um tvey onnur vikuskifti, hevur Róðrarsam- bandið ikki verið at tosað við STEVNUR Vilmund Jacobsen Tá ið fólk á Skála og Strondum í fjør heyst frættu, at Róðrarsamband Føroya hevði ætlanir um at skipa eina nýggja FM- stevnu aftrat, lótu tey ikki hendan møguleikan fara aftur við borðinum. Tey fýra feløgini á Skála og Strondum, Skála Ítróttar- felag, Róðrarfelagið á Skála, StÍF og Strálan, høvdu ein felags fund í no- vember í fjør og eftir fundin, sendu tey skriv til Róðrarsambandið, har tey bjóðaðu seg fram at skipa fyri hesi stevnu. Úrslitið, sum spurdist burtur úr hesum, er Fjarða- stevnan, sum nú annað- hvørt ár verður á vestara armi á Skálafjørðinum og annaðhvørt ár í Vestmanna. Óheppið val Tá ið tað gjørdist greitt, at Róðrarsambandið hevði lagt hesa stevnu júst sama vikuskiftið, sum Eystan- stevnan verður hildin í Runavík, hava feløgini á vestara armi mótmælt hes- um, tí tað er óheppið, at tvær stevnur eru á Skála- fjørðinum samstundis. Í Runavík eru tey sjálv- sagt eisini hørm um hesa avgerð og hava hug at halda, at tað eru feløgini á vestara armi, sum vilja kroysta eina stevnu niður hinumegin fjørðin, sam- stundis sum regluliga stevnan er í Runavík. Men soleiðis hongur tað ikki saman. Á vestara armi havi tey ikki bara mótmælt hesum. Tey hava eisini havt upp- skot um tvey onnur viku- skiftir, har tey halda, at stevnan kundi ligið. Í fyrsta lagi hava strand- ingar og skálafólk víst á, at Vestanstevnan kundi verið eina viku seinni enn ætlað, soleiðis at Fjarðastevnan kundi verið tað vikuskiftið, ið Vestanstevnan er. Í øðrum lagi hava tey víst á, at Fjarðastevnan kundi ligið tvær vikur fyri ólav- søku. Men bæði hesi uppskot- ini eru feiðað av borðinum av Róðrarsambandinum - uttan, at strandingar og skálafólk rættiliga vita hví. Á Strondum og Skála vildu tey helst, at Vestan- stevnan varð flutt eina viku, tí tvær vikur fyri ólavsøku er eisini stevna í Gøtu. Men har er so eingin kappróður at taka hædd fyri. Nú Fjarðastevnan og Eystanstevnan liggja sama vikuskiftið, ber ikki til at hava kappróður á Eystan- stevnu, sum tað annars plagar at vera. Avgerðin hjá Róðrar- sambandinum setir tískil báðar "armarnar" á Skála- fjørðinum upp ímóti hvørj- um øðrum. Sum skilst, hava strand- ingar og skálafólk roynt tað, tey hava kunnað at fáa Róðrarsambandið at skipa so fyri, at stevnurnar báðar ikki verða sama viku- skiftið. Men tað hevur so verið til fánýtis. Undarligt kann tað tykj- ast, at tá ið stevnan verður í Vestmanna komandi ár, er einki til hindurs fyri, at hon ikki liggur sama viku- skiftið, sum Eystanstevnan er í Runavík… Tvær stevnur á Skálafjørðinum samstundis Anja Hansen (t.h.) er ein av fyrireikarunum aftanfyri Føroya fyrsta Gospel Prix, sum verður send av bakkastokki í august. Laila Hentze var við á tíðindafundinum sum umboð fyri Televarpið Mynd: Jens Kr. Vang Tað kemur dátt við - báðumegin Skálafjørðin - at Róðrar- samband Føroya hevur lagt nýggju Fjarðastevnuna sama vikuskiftið, sum Eystanstevnan verður hildin í Runavík C M Y K 14 Nr. 104 - 5. juni 2003 15 Eysturoyar Røktar- og Ellisheim søkir: Sjúkrahjálpara/heilsuatstøðing 1,00 tíð frá 01. oktober 03 at rokna. Avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing 0,5 tíð at byrja beinanvegin ella eftir nærru avtalu.Starvstíðin er til 01. november 03. Umsókn saman við prógvi, viðmæli o.a. skal vera komið okkum í hendi innan 18. juni 03. Nærri størvunum viðvíkjandi fæst at vita frá fyristøðumanninum á tlf. 448185 ella 448201. Graving Vit átaka okkum alt vanligt graviarbeiði við maskinu (3,5 t) t.d.snøgga rundan um hús,grava út fyri hjalli, bilhúsið o.s.v. Sp/f ENL tlf. 22 37 17 søkir lærarar Lærari til el-deildina Starvið, sum er eitt fulltíðarstarv, umfatar undir- vísing á el-deildini. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum elektrikari, hava prógv sum el-installatørur og minst 2 ára starvsroyndir innan yrkið.Neyðugt er at umsøkjarin hevur kunnleika til nýggjastu el-útgerð. Eisini er áhugi fyri stødd-, alis- og evnafrøði, og nýtslu av EDV, ein fyrimunur. Á el-deildini starvast 5 lærarar í føstum starvi og 1 verkstaðarhjálpari. Næmingarnir læra til elektrikara og ganga í skúla í 55 vikur tilsamans. Eisini verða SIT-næmingar undirvístir á deildini. Lærari til timburdeildina Starvið,sum er eitt fulltíðarstarv,umfatar undirvís- ing á timbur- og snikkaradeildunum. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum húsasmiður, og minst 2 ára starvsroyndir innan yrkið. Umsøkjar- ar við hægri útbúgving hava fyrimun. Timbur- og snikkaradeildirnar eru í sama bygningi. Lærarnir skifta ímillum báðar deildirnar. Á deildunum starvast 8 lærarar í føstum starvi og 1 verk- staðarhjálpari. Næmingarnir læra til húsasmið ella bygningssnikkara og ganga í skúla ávikavist 45 og 50 vikur tilsamans. Á deildini verða eisini SIT næmingar undirvístir. Setanarkor til fast starv: Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð, har tann,sum verður settur í fast starv,má vera til reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður seg pedagogiska/undirvísingarliga ella aðra førleika- gevandi útbúgving, sum er neyðug fyri at verða settur í fast starv. Løn: Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL. Størvini skulu setast 11. august 2003. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og starvstíð skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 13. juni 2003. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlan, tlf. 31 19 57. TEKNISKI SKÚLIN Í TÓRSHAVN Marknagilsvegur 75 · Postsmoga 239 FO-110 Tórshavn Telefon +298 311957 · Telefaks +298 316621 e-mail: tst@tst.fo Pedagogar og hjálparfólk til útibarnagarðin á Tvøroyri og pedagogar til vøggustovuna á Mýrufípuni Vøggustovan: Søkt verður eftir 1 pedagogi til vøggustovuna á Mýrufípuni. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett frá 01. aug. 03. Útibarnagarðurin: Útibarnagarðurin letur upp mánadagin 18.aug.03 í hølunum, har Nautilus er nú. Í útibarnagarðinum koma 21 heildagsbørn at ganga í aldrinum 5-7 ár. Søkt verður eftir: 3 pedagogum og 1 hjálparfólki at arbeiða 30 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi millum 7.30-18.00. Vit vænta av tær: • At tær dámar at arbeiða úti allar árstíðir og í øllum veðri • at tú hevur hugflog og dugur at nýta náttúruna sum arbeiðsamboð • at tú hevur góð samstarvsevnir • at tú vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum • at tú hevur gott innlit í námsfrøðiligt arbeiði innan dagstovnaøkið • at tú hevur gott yvirlit í tí dagliga arbeiðinum • at tú mennist støðugt í tínum arbeiði og er opin fyri nýggjum avbjóðingum Lønar og setanarviðurskiftir: Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.Størvini verða sett frá 01. aug. 03. Um pedagogar ikki fáast til øll størvini, verða hjálparfólk sett fyribils í tíðaravmarkaði størv. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Biritu Jacobsen, leiðara á tlf. 372700. Umsókn: Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum skulu vera Dagstovninum Mýrufípuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 23.06.2003. Tvøroyrar Býráð 15