hósdagur 5. juni 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 5. juni 2003
17
1. meistarar til
Fiskiveiðieftirlitið
Tvey størv sum 1. meistarar við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum verða hervið
lýst leys til setan sum skjótast.
Størvini fevna m. a. um hesar uppgávir:
• Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra
• Skipa fyri og luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúmunum, og rúmum sum
beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður
er
• Skipa fyri viðlíkahaldi sambært viðlíkahaldsskipan
• Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl. III/2 as Chief Engineer) ella
vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 1.stigi (STCW-regl.III/2 as 2nd Engineer)
við útbúgving, sum gevur rætt til vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri.
• Heilsuváttan fyri sjómenn
• Leiðsluroyndir
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa
Setanartreytir:
Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 28.lønarflokki sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.Tænastu-
staðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er 1. meistari.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum viðmælum,
skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 19. juni 2003 kl. 12.00.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Fiskiveiðieftirlitið
postsmoga 347
110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf.
35 30 30 og tosa við Elmar Højgaard,deildarstjóra.
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
2. meistarar til
Fiskiveiðieftirlitið
Trý størv sum 2. meistarar við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verða hervið
lýst leys til setan sum skjótast.
Størvini fevna m. a. um hesar uppgávur:
• Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra
• Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúmunum, og rúmum sum beinleiðis
hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er
• Luttaka í dagliga viðlíkahaldinum sambært viðlíkahaldsskipan
• Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 1.stigi (STCW-regl.III/2 as 2nd Engineer)
ella vinnubræv sum Skipsmaskinistur á 2.stigi (STCW-regl.III/1 as Watchkeeping
Officer)
• Heilsuváttan fyri sjómenn
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa
Setanartreytir:
Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 24.lønarflokki sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er 2. meistari.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnibrævi og møguligum viðmælum,
skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 19. juni 2003 kl. 12.00.
Umsóknirnar skulu sendast til :
Fiskiveiðieftirlitið
postsmoga 347
110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf.
35 30 30 og tosa við Elmar Højgaard,deildarstjóra.
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
17
16
Nr. 104 - 5. juni 2003
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 1008,
P/F Vestlax, 350 Vestmanna.
Viðtøkur broyttar:
02.05.2003.
Kapitalur:
Hækking við kr.
41.600.000,00 til kr.
42.100.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 25.000.000,00 til
kurs 100 og kr.
16.600.000,00 við
grunshækking.
Nevnd:
Farin frá sum formaður:
Jógvan Ziska Djurhuus,
Peder Andersensvej 1, DK-
9850 Hirtshals.
Innkomin sum formaður:
Suni Durhuus, Traðarvegur
19, 100 Tórshavn.
Farin úr nevndini: Ola
Holen, Nakkevegen 21, N-
6014 Ålesund og André
Flem, Las Magnolias 55
Parque Ivian, Pto Varas,
Chile.
Innkomin í nevndina:
Bergur Poulsen, 620 Runavík
og Odd Eliasen, Mørkin 8,
530 Fuglafjørður.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Suni
Durhuus, Traðarvegur 19,
100 Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 3.
juni 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3567
Navn: Sp/f 26.05.03.
Adressa: SMS, á
Trapputrøðni, 100 Tórshavn.
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 26.05.2003
Viðtøkudato: 26.05.2003
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 80.000,00 til kurs
100.
Stovnarar: Hans Waag,
Dalatún 12B, 100 Tórshavn
og Hilbert Dam, Blichervej
5, DK-8723 Løsning.
Stjórn: Hilbert Dam,
Blichervej 5, DK-8723
Læsning.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjóranum.
Grannskoðari:
Grannskoðaravirkið
Hermund Jacobsen, J.
Paturssonargøta 18, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
26.05.2003 - 31.12.2003
Endamál: Endamál felagsins
er at reka handil, keyp og
søla og annað virksemi í
hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 3.
juni 2003
Kristin Balle
_______________________
Maskinstjórar til
Fiskiveiðieftirlitið
Tvey størv sum maskinstjóri við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum verða hervið
lýst leys til setan skjótast gjørligt.
Størvini fevna m. a. um hesar uppgávur:
• Dagligu ábyrgdina av rakstri og viðlíkahaldi av øllum útbúnaði í
maskinrúmunum og rúmum, sum beinleiðis hava samband við maskinrúm,
umframt rúm har maskinútbúnaður er
• Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldi av øllum dekksmaskinum so sum spølum,
kranum og davitum
• Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldsskipanum
• Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl.III/2 as Chief Engineer)
• Heilsuváttan fyri sjófólk
• Leiðsluroyndir
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa
Setanartreytir:
Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 31.lønarflokki sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er maskinstjóri.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum viðmælum,
skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 19. juni 2003 kl. 12.00.
Umsóknirnar skulu sendast til :
Fiskiveiðieftirlitið
postsmoga 347
110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf.
35 30 30 og tosa við Elmar Højgaard,deildarstjóra.
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
Pedagogar/hjálpar-
fólk og vaskifólk
til frítíðarskúlan Stoffalág 60
Størvini: eru 2 pedagogar 30 tímar,1 hjálparfólk 20
tímar og 1 vaskifólk 15 tímar um vikuna.Arbeiðstíð-
in er í millum kl. 11.00 og 17.00. Tó vaskifólkið
aftaná kl. 17.00.
Stovnslýsing: Á frítíðarskúlanum ganga 58 børn,
24 fyrrapart og 33 seinnapart.
Tað er týdningarmikið: at tit hava hug og áræði at
skapa karmar til ein tryggan gerandisdag við
umsorgan fyri tí einstaka barninum. Umsøkjarin
skal kunna arbeiða sjálvstøðugt,vera røkin og førur
fyri at taka avgerðir í arbeiðinum, og dáma væl at
fara út við børnunum.Vit leggja dent á at vit eru eitt
frítíðartilboð til børnini, har tey fáa møguleikar at
spæla og vera saman við vinum.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett 11.08.03. Løn sambært sátt-
málanum millum Føroya pedagogfelag og Tórs-
havnar kommunu og Havnar arbeiðskvinnufelag.
Um pedagogar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í
tíðaravmarkað starv.
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um
útbúgving og royndum skulu vera frítíðarskúlanum
í hendi seinast 16. juni 2003. Umsóknirnar skulu
sendast til
Frítíðarskúlan Skt. Frans
Stoffalág 60
Box 3316
110 Tórshavn
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Mariu Heinesen, leiðara tlf. 314364/214364 ella
Katrin Petersen, samskipara tlf. 315160.
C
M
Y
K
16
Maskinmeistarar
halda fast við sína
støðu viðvíkjandi
sáttmálanum við SEV
SEV
Stefan í Skorini
Tað er leiðslan í SEV, sum
hevur biðið um fund við
Maskinmeistarafelagið, har
hon enn einaferð fer at
umrøða
sáttmálatrætuna
við maskinmeistararnar.
Maskinmeistarafelagið
tvíheldur um, at felagið
hevur gjørt ein galdandi
sáttmála og noktar at sam-
ráðast av nýggjum, hóast
Karsten Hansen ikki góð-
kennir sáttmálan vegna ov
stóra lønarhækking.
– Vit hava undirskrivað
ein sáttmála, og tað er ikki
okkara trupulleiki, at SEV
ikki hevur havt sítt bakland
í lagi, sigur Jógvan Nybo,
formaður í Maskinmeist-
arafelagnum.
SEV hevur hinvegin ført
fram, at felagsskapurin ikki
kann flyta lønir eftir einum
sáttmála, sum ikki er góð-
kendur í Fíggjarmálaráð-
num. Støðan var undan
fundinum so fastlæst, sum
hon kann vera.
SEV á fund við
maskinmeistarar
Jógvan Nybo lurtaði í gjár, mikudagin, enn einaferð eftir sjónarmiðunum hjá SEV