Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-10-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ljósmyndari Kalmar Lindenskor í ' Bdioix Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Torfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - PA Søslalurin Upøsetng P/T Soslalurin Prant: PA Pressan 1981 Jústines Eltesgaard Bústaður. Argjavegi 28 Teiglon: 11828 Postadr.. Postsmoga 78 110Térshavn Taletax: 14728 Argjum Nu mugu bank- arnir visa vilja og åbyrgd I bladnum leygardagin sigur Finnbogi Ísakson, landsstýr- ismaður í figgjarmålum, at aftan á avtaluna frá 12. oktob- er millum Ríkisstjórn Dan- markar og Føroya Landsstýri hava bankarnir í hvussu so er 500 til 600 milliónir krónur at veita sum lán til føroyska vinnulívið. Tørvandi gjaldføri er ein av høvudsorsøkunum til at før- oyska vinnulivid i so stóran ligið lamið. Hetta hevur ført til eitt stórt og nívandi ar- beiðsloysi, sum aftur hevur ført til fallandi inntøkur hjá landskassanum, og til øktar útreiðslur hjá Arbeiðsloysis- skipanini. Fleiri milliardir eru sprænd ar inn í bankarnar fyri at bjarga okkara peningaskip- an, og hetta eru flest øll samd um hevur verið tað einasta rætta. Men samstundis hevur verið funnist harðliga at, hvussu tað ber til, at eingir av hesum pengunum enda aft-ur í vinnulívinum. Bankastjór- arnir hava sagt, at tað eru eingi nýggj og lønandi projekt vinnulívsfólk víst aftur. M.a. hevur verið víst á ábyrgdar- loysi bankanna, tá teir ikki hava viljað fíggjað keyp av frystum fiski. Vit hava sæð frysta fiskin komið upp á land fyri síðani at fara av aftur landinum til aðrar keyparar. Orsekin: bankarnir vildu ikki figgja Vit hava frætt, at tad visir seg, at nógv virki, sum fram- vegis mugu metast at vera sunn virki og sum hava nógv fólk í arbeiði, rætt og slætt hava fingið kutað kassakre- dittirnar burtur og kunnu tí- skil alsikki arbeiða. Um hetta og nú. Tað stendur púra klárt, at tað ongantíð áður hevur hvílt so stór ábyrgd á júst bankunum sum nú, tá tað altumráðandi er at fáa fólk í arbeiði í landin- um at og at fáa tað virksemi, sum er, at koyra víðari og mennast. Tískil mugu vit inniliga heita á bankarnar um at vísa bæði vilja og ábyrgd. Teir eiga tí at taka orðini hjá fíggjarmálaráðharranum og fleiri undan honum í størsta álvara. Gera teir ikki tað, so kenna vit øll endan. Tað verð- ur fullkomiliga øskukalt her á landi, og tad kann neyvan verda tad, sum bankarnir | Í | mun, sum talan er um, hevur at figgja. Hetta hava fleiri erso,kunnu vitikki våtta her = ynskja ella? | Valið er eittans... Uttan sáttmálan við danir fæst ikki gongd á vinnulívið í bræði Tað verða álvarsligar av- gerðir, sum skulu takast av Føroya Løgungi í hesari vikuni. Såttmålin, sum varð undirskrivaður við donsku stjórnina, er av slíkum slagi, at tað uttan iva verða fleiri løgungslimir, sum fara at himpra seg við at taka stóðu tl tað, sum undirskrivad er Men tå verður spurning- urin, um hann ikki verður góðkendur, hverjar verða so avleiðingarnar, og hver er tann, sum so torir at standa við endan? Tað eru framvegis tey figgjarligu viðurskifuni hjá okkum, sum eru í fokus, og tað er einki at siga ul tað, ti sjálvt við einari stórari til- flytan av peningi, so hava vit tó ikki fingið trygd fyri, at nakað veruligt verður gjørt fyri at skapa arbeiðs- pláss, fyri aftur at gera tað liviligt her á landi. Men hin vegin er greitt: um vit ikki góðkenna ið hvussu so er fyribils tann sáttmála, sum er undirskrivaður, so standa vit heilt á berum, og hvussu viðurskifuni tá verða, er ikki ilt at meta um. Tá verða øll tey krøv, sum útlandið hevur til okkara samfelag, bæði privat og ikki minni øll ey almennu veðhaldini, gjørd effektiv, og tað vil so siga, at okkara samfelag er bankarot. Stór ábyrgd Tað er greitt, at tað verður ikk) læti at standa við end- an. Tað verður eingin løtt avgerð at taka, ti ågangurin er stórur, ikki bara frá teim- um, sum siga, at bert vit sleppa av við teir gomlu politikararnar, so er alt í lagi. Tað er væl soleiðis, at tey, sum nú merkja ágangin á sínum egna kroppi, við minkandi inntøkum og stórri krøvum, og ikki at gloyma ti stóra arbeiðs loysi, sum er ein tann størsta hóttan iméu okkum, tað er væl skiljandi. at:tey føla tað soleiðis, at ad eru bert politikaramnir, sum hava alla skyldina, og sleppa vit av við teir, so er alt í lagt, men so læu er tað ikki. Skuldi tað borið so í bandi, at hesin sáttmálin, sum ikki bara umfatar bøtan av við- urskiftunum hjá teimum føroysku bankunum, men samstndis betrar um møgu- leikarnar hjá løgtinginum at gjalda aftur ta stóru uttan- landsskuldina, og hartil hava vit fingið uilsøgn um, at danski staturin ikki bara veðheldur, men so sanniliga vil hjálpa okkum við aftur- gjaldingum, um hetta ikki verður samtykt, sjálvt við teimum herðum treytum, sum eru lagdar við, so verða vidurskiftini bara nógv verði enn tey eru nú. Og um tað eru nakrir politikarar, sum tora at lata vera at greiða hetta, tað fáa vit at síggja, tá ið atkvett verður. Tað má sigast, at teir taka eina stóra ábyrgd á seg. Taðer ikki fyri meg ein spurningur um samgongu slit ella ikki, tad er ein Spurningurr um, at vit fram vegis kunnu varðveita og leggja soleiðis ul rættis, at vit koma burtur úr teimum vánaligu umstødum, sum føroyska samfelagið er i. Tað kann gerast, men tað krevst dirvi, og er ágangur in stórur nú, hann verður ikki minni, ti sikud må verða, at vit seta okkum fyn, at tað aftur verður livi- lit her á landi við ú tilfeingi, sum nú okkum er givið Góðkennast Tað tykist sum, ateingin vil geva seg, eingin vil lata til tey, sum standa á berum, øll eru meiraog minni misnøgd við tað, sum er hent, men vit kunnu ikki liva við ti, sum er farið fram, vit mugu víð- ari, og ti má tann sáttmáli, sum er undirskrivadur, góð- kennast, fyri at geva okkum møguleikar at koma burtur úr okkara kreppu. Tað var sambandsumboðið, = sum segði í sjónvarpinum, at teir kundu taka undir við einum parti av tí semju, sum varð gjørd við donsku stjórnina. Tað at taka undir við einum parti loysir ongar trupul- leikar. Tað er allur sáumálin ella nýval. Val leysir einki Tað verður væl ein spurn- ingur, um verandi sam- gonga hevur rygg ul at standa við tað, sum her verður lagt fram. Hevur hon ikki tað, so verða avleiðing- arnar, at vit fáa eitt val, sum ikki loysir upp fyri nøkrum Heldur ger tað støduna verri, um samgongumenn eru bangnir fyri tí meting, sum sjónvarpið gav í einari veljarakanning, har tað tókt ist sum um tað verður sam bandsflokkunn, sum fær eitt sera gott val, og tað er júst tað, sum fleiri leiðandi fak felagsfólk helst vilja við teimum viðmeringum, sum teir ymisku formenninir hava verið frammi við. Eitt er greitt, at ein sam- gonga leidd av sambands- flokkinum verður ikki úti fyri tí ágangi, sum verandi samgonga hevur verið, og sum hon kemur at verða úti fyri, um vit standa saman um samgonguna og góð- kenna tann sáttmála, sum er gjørdur við donsku stjórn- ina. Teir borgarligu vilja hava tann fyrimun, at teir fáa arbeiðsfrið. Vit hava talandi dómi um hetta, at eru borgarlig stýri, so ger fakrørslan ikki tær stóru atsóknirnar. Burtur við innan- hýsis kegli Veruleikin er tann, um vit lesa blødini ella fylgja vid, hvat hendir runt um okkum, so eru vit ikki verri fyri enn el! norduriond, har tað ti- verri økist við arbeidsleys- um fólki. Tað verður dag og dagliga boðað frá, at ar beiðspláss verða nidurløgd. Okkara tilvera er knýtt at fiskivinnu og tilvirkan av fiski, her hava vit møgu- leikar at gera nakad, um veruligur vilji er til stadar. Tað, ið vit skulu gera i hes- um truplu tíðum er, at vit í staðin fyri at gera trupul- leikarnar stórri, so at fara til verka, gera tað møguligt, at fakrørslan, arbeiðsgevarar og Føroya Landsstýri skipa tað soleiðis, at vit aftur kunnu gera tað liviligt fyri tey, sum her búleikast. Leggja burtur mugu vit po- litiskar og fakfelagsligar meinbogar, tí livilíkindini her á landi eru í størsta vanda. Tað er greitt, at tey krøv, sum danska stjórnin hevur sett, eru heilt órímilig, men við tí stóðu, sum vit eru í, eru vit í fyrsta umfari noydd at góðkenna tey, fyri at tað ikki skal steðga upp, men vit mugu so sjálvi tara ul verka í felag, aftan á at allir mein- bogar eru ruddaðir av veg- num, fyri ikki allar tíðir, men í hesum vandatíðum, sum vit eru í. Hver vítt verandi sam- gonga hevur rygg til at standa ímóti, tá avgerðirnar Skulu takast, tað fáa vit at síggja í hesari vikuni. Eitt er greitt: hevur henda sam- gongan ikki dirvi, verður torført at finna aðrar, sum tora. Tað má standa øllum greitt, at fáa vit val nú, so skal ein nýggj samgonga til at samráðast við danir, og tá verða krøvini stórri og tey tók, sum tá skulu takast, verða væl tyngri, enn tey eru nú. Avgerðin verður tung, men hon má takast, við at samgongan og helst alt Løg- tingid vísir ábyrgd og góð- kennir verandi avtalu. Sverre Midjord