Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 105 - 6. juni 2003 Nr. 105 - 6. juni 2003 3 Havnar Arbeiðsgevarafelag vil hava at vita, um verkfallið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag er ólógligt. Í Havnar Arbeiðsmannafelag missa tey ikki svøvnin av hesum VERKFALL Áki Bertholdsen Nú kann tað koma upp á tal, at Havnar Arbeiðsgev- arafelag fer at krevja endur- gjald frá Havnar Arbeiðs- mannafelag. Tað umhugsar Havnar Arbeiðsgevarafelag eftir at tað er komið undan kavi, at verkfallið hjá Havnar Ar- beiðsmannafelag kanska er ólógligt. Í lógunum hjá Havnar A r b e i ð s m a n n a f e l a g stendur, at varar ein ar- beiðssteðgur meiri enn 24 tímar, skal málið leggjast fyri limafund, har støða skal takast til arbeiðs- steðgin við atkvøðu- greiðslu, har vanligur meiriluti ræður. Men tað er ikki gjørt í hesum føri, nú Havnar Ar- beiðsmannafelag hevur verið í verkfalli í fýra vikur. Havnar Arbeiðsgevarafelag sigur í skrivi til Havnar Arbeiðsmannafelag, at er verkfallið ólógligt, kann endurgjaldskrav verða reist ímóti nevndini í Havnar Arbeiðsmannafelag. – Vit fara við hesum at biðja tykkum boða okkum frá, um tað er rætt, at av- gerð nevndarinnar um, at limir hjá Havnar Arbeiðs- mannafelag skulu fara í verkfall, ikki er løgd fyri og góðkend á felagsfundi, og at verkfallið tískil er ólóg- ligt, sigur Havnar Arbeiðs- gevarafelag í brævi til Havnar Arbeiðsmanna- felag. – Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag hevur eisini noktað limun- um at sleppa at taka støðu til semingsuppskotið á frumatkvøðu. Eftir umstøðunum vænt- ar Havnar Arbeiðsgevara- felag at fáa svar beinanveg- in. Er verkfallið ólógligt, tekur Havnar Arbeiðsgev- arafelag sostatt fyrivarni fyri at krevja endurgjald frá Havnar Arbeiðsmannafelag og teimum einstøku nevnd- arlimunum sjálvum. Alt hetta tekur formaður- in í Havnar Arbeiðsmanna- felag púra róligt. – Hasum eri eg yvirhøvur ikki nervøsur fyri, sigur Hans Joensen. Hann heldur, at heldur Havnar Arbeiðsgevarafelag at teir eiga at stevna Ar- beiðsmannafelagnum, so skulu teir bara gera tað. – Men eg haldi, at hetta er eitt tekin um, at nú vita teir ikki, hvat teir skulu gera so nú stendur illa til hjá teimum. Taka tað púra róligt Annars heldur Hans Joen- sen, at skal Havnar Ar- beiðsmannafelag standa saman við hinum arbeið- arafeløgunum, er grein 31 er eitt haft um beinið á felagnum. Tað er lógin sum sigur, at varar ein arbeiðssteðgur longri enn 24 tímar, skal tað leggjast fyri limafund at taka støðu til við atkvøðu- greiðslu, har vanligur meiriluti ræður. Tí fer hann at royna at fáa grein 31 strikaða úr Lógum felagsins. Tað fer hann at mæla lim- unum til at gera, men hann ásannar eisini, at tað krevst undirtøka frá limunum til at gera tað. Tað, hann hugsar um, er, at onki av hinum feløgun- um hevur eina slíka grein í lógunum og tað skapar óneyðugt rumbul og óneyð- ugar tvørleikar, skal Havn- ar Arbeiðsmannafelag hvørja ferð leggja slík mál fyri limafundir. – Ein skuldi trúð, at verð- ur nevndini álagt at sam- ráðast hava limirnir sam- stundis víst henni álit og givið henni heimild til at taka avgerðir til semings- uppskot og arbeiðssteðgir, sigur Hans Joensen. Men limir í Havnar Arbeiðsmannafelag eru ikki nøgdir og umhugsa eisini at stevna nevndini VERKFALL Áki Bertholdsen – Har var púra ongin slingur í valsinum. Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag kom styrktur aftur av lima- fundi í Havnar Arbeiðs- mannafelag seinnapartin mikudagin. Yvir 25 limir í Havnar Arbeiðsmannafelag høvdu biðið um limafund av við- gera støðuna í verkfallin- um. Men Hans Joensen sigur, at nevndin fekk 100% undirtøku fyri tí, sum hon hevði gjørt. Og undirtøkan fyri at verkfallið skuldi halda fram, var líka stór. Og hann leggur dent á, at tá ið hann sigur 100% undirtøku, skal tað skiljast heilt bókstaviliga, tí hann meinar hann ikki við 99% undirtøku. Hann sigur, at talan var um ein siðiligan fund, hóast hetta mundi vera ein hin fjølmentasti fundurin í fel- agnum leingi, tí mett verð- ur, at einir 300 mans vóru á fundi. – Á fundinum greiddi eg limunum frá, at nevndirnar í hinum feløgunum hava fullan avgerðarrætt og at tað kann skapa rumbul og tvørleikar, skal eitt felag alla tíðina spyrja limirnar eftir. – Hesi síðstu 15-16 árini hava vit ikki spurt limirnar eftir fyrr, tá ið støða skal takast til semingsuppskot og tá ið ongin hevur gjørt vart við seg, hava vit hildið, at tað varð góðkent manna- gongd, hóast eg ásanni, at tað stendur í lógini, at varar verkfall meiri enn 24 tímar, skal tað leggjast fyri limirn- ar. Limir umhugsa at stevna Teir, sum kallaðu saman til fundin, eru ikki heilt nøgdir kortini. Teir siga, at teir høvdu kallað saman til fundar við eini ávísari dagsskrá, men tann dags- skráin varð ikki fylgd. Teir høvdu sett fram fimm punkt, sum teir vildu hava fundin at viðgera. Teir vildu hava kunning um verkfallið og um støð- una. Teir vildi eisini hava fundin at taka støðu til at taka støðu til verkfallið eftir áðurnevndu grein 31. Somuleiðis vildu teir hava fundin at viðgerða krøvini til arbeiðsgevararnar og samstarvið við Føroya Ar- beiðarafelag og at enda vildu teir hava fundin at taka støðu til um verkfallið skuldi halda fram, ella um samráðingarnar skuldi tak- ast uppaftur. Dorian Petersen, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at teir góvu eisini felagnum skrivligar grundgevingar fyri, hví teir vildu hava fundin. – Men punktini, vit hava sett upp, vóru ikki tikin upp á fundinum, sum tey skulu. Sostatt var fundurin, sum var mikudagin, ikki tann fundurin, sum vit høvdu biðið um, sigur Dorian Pet- ersen. – Tað er eisini lógarbrot, sigur hann. – Sama, hvat vit halda um verkfallið, og sama, hvussu okkum dámar lóg- irnar hjá felagnum, so er tað ógvuliga álvarsligur trupulleiki, at nevndin ikki heldur lógirnar, sigur hann. Kortini ásannar hann, at limirnir stuðlaðu nevndini fult út og stuðlaðu eisini, at verkfallið heldur fram. Somuleiðis fekk nevndin stuðul til at halda fram. Hann sigur, at tað var heldur ikki so nógv hetta, sum fundurin snúði seg um. Fundurin snúði seg um, at vit hava lógir í felagnum, sum ikki eru hildnar og tað er rættiliga álvarsamt. Hann sigur, at fyri tað fyrsta hevur atkvøðu- greiðsla um verkfallið ikki verið enn og tað er grovt lógarbrot. Samstundis er áheitanin um fund við ávís- ari dagsskrá skúgvað til viks. Hann sigur, at tí umhugs- ar hann sjálvur at spyrja sakførara um grundarlag er fyri at stevna nevndini fyri lógarbrot. Hans Joensen sigur, at tað tekur 14 dagar at halda eykaaðalfund. Hann heldur eisini, at sum áheitanin frá limunum var orðað, var eitt ikki heilt greitt, hvat slag av fundi, teir vildu hava. Men hann váttar, at dags- skráin, sum stóð í áheitan- ini, varð ikki fylgd, men summi av málinum vórðu viðgjørd. Hann váttar tó, at formlig atkvøðugreiðsla var ongin. Hans Joensen sigur, at onki er avgjørt um tað so verður eykaaðalfundur seinni. Umhugsa at krevja endurgjald frá Havnar Arbeiðsmannafelag Nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag kom styrkt aftur av limafundinum mikudagin og tað rørir ikki formannin, at arbeiðsgevarar umhugsa at stevna fyri ólógligt verkfall Styrknaði á limafundi í Havnar Arbeiðsmannafelag Onkur tutlar formanninum í Havnar Arbeiðsmannafelag góð ráð í oyrað. hann kom styrktur av limafundinum mikudagin, tí hann fekk fulla undirtøku fyri verkfallinum Semingsmenninir fóru undir eina síðstu roynd at tiðna fastfrystu støðuna á privata arbeiðs- marknaðinum fyrrapartin hósdagin. Arbeiðarafeløgini halda fast við, at tey fara ikki undir 4 krónur pluss hálvt prosent í eftirløn og undirstrikaðu tað við at venda aftur til eitt prosent fyri árið SEMING Ingi Rasmusssen – Vit sita, til tað røkkur ella støkkur. So mikið var semja um á Hotel Hafnia fyrrapartin hósdagin. Tað var nú ella ongantíð, søgdu bæði ar- beiðarafeløg og arbeiðs- gevarar, sum semings- menninir høvdu kallað til eina síðstu semingsroynd. – Vit hava fingið eina áheitan frá Bjarna Djur- holm, landsstýrismanni við vinnumálum, um at gera eina semingsroynd afturat, og vit svaraðu sjálvandi játtandi. Vit hava prátað við partarnar í gjárkvøldið (mikukvøldið, blðm.), og vit hava góðar vónir um, at tað fer at bera til, segði Súni Schwartz Jacobsen, semingsmaður, stutt áðrenn samráðingarnar byrjaðu umleið klokkan 10.30 hós- dagin. Saman við hinum sem- ingsmanninum Høgna Høgnesen skal hann royna at koma við uppskotinum, sum báðir partar kundu liva við. Hvar tað lá, vildu teir ikki siga so nógv um, men tað er onki dulsmál, at sem- ingsroyndin liggur millum tær fýra krónurnar, sum ar- beiðsgevararnir siga vera markið, og tær 4,50 krón- urnar um árið, sum arbeið- arafeløgini eru komin niður á. Fóru uppaftur Spurningurin var, hvar ar- beiðarafeløgini lógu, tá samráðingarnar byrjaðu. Tí hóast tey strektu seg niður á fýra krónur upp á tímalønina um árið, pluss eitt hálvt prosent í eftirløn, so var tað ikki útgangsstøð- ið kortini, nú ein semings- roynd byrjaði. – Semingsmaðurin vendi sær til mín í gjárkvøldið, og eg gjørdi honum greitt, at arbeiðarafeløgini krevja 1 prosent í eftirløn umframt tær fýra krónurnar omaná lønina um árið. Tað hálva prosentið, var eitt tilboð, sum feløgini bjóðaðu ar- beiðsgevarunum fyri at finna eina semju, men tá teir ikki tóku av, so er tað ikki galdandi longur, sigur Páll Nielsen, advokatur, sum hevur ført samráðing- arnar fyri arbeiðarafeløgini. Helst er tað, fyri at hava okkurt at slaka við, at arbeiðarafeløgini løgdu eitt sindur omaná aftur eftirløn- ina. Men tað tyktist púra greitt hósdagin, at tey ikki fara niður um tað hálva prosentið í eftirløn og tær fýra krónurnar omaná løn- ina um árið. – Føroya arbeiðarafelag og Havnar arbeiðskvinnu- felag hava tosað saman, og vit eru púra samd um, at undir 4 krónur pluss eitt hálvt prosent fara vit ikki. So má løgtingið heldur leggja uppí, Og vit hava allar limirnar í rygginum, segði Vígdis Johannesen, forkvinna í Føroya arbeið- arafelag, beint áðrenn sam- ráðingarnar. Ivasamar vónir Hóast lítið skilir partarnar, millum eina hálva og eina krónu um árið, so vóru teir lítið semiligur. Arbeiðsgev- ararnir søgdu seg ongar vónir hava. Og tað kemst helst av, at teir standa eins streyrrættir sum arbeiðara- feløgini. Teir hava bara sagt seg at vilja samráðast um eina loysn, sum liggur millum 3,70 og 4 krónur við eftir- løn, tí teir siga seg ikki kunna slaka meira, sum framtíðarútlitini hjá vinn- uni eru. Helst er støðan hon, at arbeiðarafeløgini hava ilt við at fara nógv longur nið- ur enn 4 krónur og 0.50 % í eftirløn. Tí eitt verkfall í fimm vikur skal verjast. Hinvegin kundu arbeiðs- gevararnir verja eina lítla hækking við, at teir vildu vísa samfelagssinni og bjarga vinnuni undan húsa- gangi. Hvussu er og ikki. Um feløgini í verkfalli ikki kundu semjast, so stóð Bjarni Djurholm landsstýr- ismaður handan leiktjøldini klárur við einum uppskoti at leggja fyri tingið, og tað uppskotið legði seg helst á seinastu semingsroyndina, sum var ógreið, áðrenn blaðið fór til prentingar. Eingi tekin vóru, sum vístu, hvønn veg tað bar. Men áðrenn tann stóra fót- bóltsdystin millum Føroyar og Týskland í næstu viku er verkfallið óivað av. So ella so. Nú skal røkka ella støkka Handtøka. Kropsvisitatión. Í einum kliva uttan vátt ella turt í tveir tímar. Tað upplivdu fimm kvinnuligir verkfals- vaktir, tá útgerð til Tórsvøll við hjálp frá løgregluni varð koyrd í land av Norrønu mikudagin HANDTØKA Ingi Rasmussen »Vi er cellekammerater...« Hóast tær kvøldið áðrenn vóru búraðar inni, so var lagið gott og pláss til ein sang, tá Vígdis Johannesen, Nina Dahl, Sunrid Vang, Karla Einarsson og Mar- greta Rasmussen mintust afturá, at løgreglan setti tær fastar. Tær vóru eitt dømi um, at í verkfalli er eitt slag av undantaksstøðu. Løgreglan setti útvið 10 fólk í brumm- una í tveir tímar, tí tey blokeraðu við Norrønu mikudagin og ikki vildu upplýsa sítt navn. Og tær vóru alt annað enn nøgdar við ta viðferð, tær fingu. – Vit vórðu kropps- visiteraðar heilt inn undir brósthaldararnar og spurd- ar, um vit høvdu pass, tí vit gingu á einum Schengen- øki. Heilt erligt! Skulu vit nú ganga við passi í egnum landi? spurdu tær fimm, sum allar høvdu fingið sær pass við á Hotel Hafnia hósdagin, um tær nú skuldu hitt løgregluni aftur í havn- argøtum. Fýra teirra eru forkvinn- ur í sínum feløgum, og tí halda tær, at løgreglan til- vitað fór eftir teimum. Tær føra annars fram, at tað var púra óneyðugt at búra tær, tí tær stóðu bert friðarliga og hugdu. Ongin bilur varð steðgaður, bara tann eini trukkurin, ið varð førdur av einum manni, sum tók verkfalsrakt arbeiði, siga tær. Hann varð boðsendur at flyta tilfar til Tórsvøll beint uppundir stóra lands- dystin móti Týsklandi. Nú halda halda tær, at løgreglan er farin í parti við arbeiðsgevarunum. – Løgreglan letur seg brúka. Hví skal hon annars handtaka nakrar ommur og eina mammu at fimm børn- um? Mamman, sum hevur eitt barn í 6 ára aldri, slapp ikki so mikið sum at ringja heim. Tað er langt úti. Men teir gera bara, sum teir vera bidnir. Teir eru samfelags- ins ruskmenn, og teir verja altíð kapitalin, sigur Vígdis Johannesen. Verkfalsvaktirnir hava fingið tvær bøtur burturúr hendingini. 700 krónur fyri at bróta politiviðtøkuna, og bót fyri at bróta Schengen- lóggávuna. Upplivingin í brummuni hevur givið teimum okkurt at hugsa um og okkurt nýtt at stríðast fyri, tá verkfallið er av. – Vit høvdu ikki trúð, at umstøðurnar vóru so vána- ligar í føroyska fongslinum, og nú fara vit at arbeiða fyri, at tey sum enda í brummuni fáa frægari um- støður. Ommur og mammur endaðu í brummuni Skulu vit nú ganga við passi uppi á okkum í Føroyum? spyr Vígdis Johannesen, sum saman við Ninu Dahl, Sunrid Vang, Karlu Einarsson og Margretu Rasmussen varð búrað inni, tí tær blokeraðu Norrønu mikudagin Mynd: Jens K. Vang Tinganes andaði semingsmenninar í nakkan beint áðrenn seinastu semingsroyndina á Hafnia. Finna Høgni Høgnesen og Súni Schwartz Jacobsen semingsmenn ikki eina loysn á trætuni á privata arbeiðsmarknaðinum, sker landið ígjøgnum Mynd: Jens K. Vang C M Y K 3 2