fríggjadagur 6. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 105 - 6. juni 2003
Nr. 105 - 6. juni 2003
5
Alivinnan
ein um-
hvørvis-
bumba –
ferða-
vinnan við
at syndrast
VERKFALL
Jan Müller
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður vón-
ar, at verkfallið nú
verður av, nú partarnir á
arbeiðsmarknaðinum
aftur eru savnaðir til at
finna seming. Avgjørt
neyðugt er at nakað
ítøkiligt
hendir
nú.
Støðan í alivinnuni er
so álvarsslig, at man
kann ikki bíða longur.
Ætlanin hjá landsstýr-
ismanninum var at lóg-
geva um alivinnuna
men tá tað frættist
mánakvøldið at partar-
nir fóru aftur til sam-
ráðingarborðið,
helt
hann at tað fór at bera
til at fáa eina semju.
Um støðuna í ali-
vinnuni sigur landsstýr-
ismaðurin, at lands-
djóralæknin hevur gjørt
eina frágreiðing sum
ikki er nakar hugnalig-
ur lesnaður. Hon vísir,
at alivinnan er vorðin
ein umhvørvisbumba.
Fimm alibrúk eru um at
fara av knóranum og
sum hava eitt virði
uppá 300 mill. kr.
Uppá
fyrispurning
hví man ikki hevur lagt
uppí frá politiskari síðu
nú alivinnan er um at
fáa banahøgg sigur
Bjarni Djurholm, at
stóð tað til hansara so
hevði tað longu verið
gjørt fyri alivinnuna,
men tað hevur ikki bor-
ið til. Man skal hava
politiskan ryggdekning
fyri at gera tað og tað
eru ikki allir, sum hava
mett, at tíðin hevur
verið búgvin til tað.
Landsstýrismaðurin
ber eisini stóra ótta fyri
ferðavinnuni. Alt tað
sum er bygt upp gjøg-
num fleiri ár er við at
fara fyri skeyti. Í sam-
bandi við dystin móti
Týskalandi koma nógv-
ir útlendingar til Før-
oya. Eitt nú fleiri av
keypararunum av før-
oyskum alilaksi til at
hyggja eftir alivinnuni.
– Nú hava vit brúkt
nógva orku at profilera
Føroyar so tað verður
eisini eitt annað bílat
útlendsku tíðindafólk-
ini fáa av Føroyum, tá
tey koma í næstu viku,
nú alt samfelagið liggur
nærum lamið, har tómar
hyllar, tóm virki osfr.
eru gerandismyndin.
SENDIHARRAVITJAN
Jan Müller
Herfyri
vitjaði
nýggi
franski sendiharrin í Dan-
mark, Régis de Belenet
Føroyar á fyrstan sinni.
Hetta hendi um somu tíð,
sum Julianna Klett, advo-
katur varð útnevnd til
nýggjan franskan konsul í
Føroyum eftir Valdemar
Lützen, sum hevur ynskt at
leggja frá sær. Konslaem-
bætið hevur annars verið í
Lützenfamiljuni í 104 ár.
Tað var undir nýggjum og
hugnaligum umhvørvi, at
franski sendiharrin beyð
fyrst til tíðindafund og
seinni til móttøku fyri inn-
bodnum, nevniliga í nýggja
Vertshúsinum í Havn, sum
okkara kendi listamaður
Tróndur Patursson hevur
gjørt litríkt og livandi við
sínum sertøku litum og
glaslistaverkum.
Franski sendiharrin, sum
hevur verið í uttanríkistæn-
astu í 34 ár, er útbúgvin í
politiskari vísind og løg-
frøði. Hann hevur m.a. ver-
ið ráðgevi hjá verjumála-
ráðharranum, hevur verið
sendiharri
í
Ruslandi,
áðrenn Múrurin fall, hann
hevur verið í Nato og hevur
eisini verið sendiharri í
Jibuti og Eritrea umframt í
Sweits og Lichtenstein. Nú
hevur hann so sæti í Keyp-
mannahavn og hevur sum
sítt arbeiðsøki eisini Føroy-
ar og Grønland.
Vitjanin varð nógv merkt
av okkara fiskivinnusam-
starvi við Frakland, har
hann m.a. vitjaði virki um-
framt at hitta umboð fyri
landsstýrið, her bæði løg-
mann og varaløgmann.
Sendiharrin fegnast um
fiskivinnusamstarvið við
Føroyar og ivast ikki í, at
føroyingar hava møguleika
at útflyta uppaftur meira av
teimum serstøku fiskavør-
unum, sum fraklendingum
dáma.
Sendiharrin kom til Før-
oya við nýggju Norrønu, og
hann heldur skipið vera
sera gott at ferðast við.
Hann heldur møguleikar
skuldu verið at fingið fleiri
fronsk ferðafólk henda
vegin. Her hugsar hann
m.a. um ferðafólk, sum
dáma náttúru og serstakar
mentanir heldur enn at leita
sær í onnur lond.
Hann er fegin um at tað
eru nógvir føroyskir ung-
dómar, sum velja at læra
franska málið og heldur
hann fyri, at hetta kann vera
við til at knýta enn sterkari
bond
millum
londini.
Møguleikar skulu so eisini
verið hjá føroyingum at
farið til Fraklands at læra
mál og mentan. Her eru
møguleikar at søkja um
stuðul.
Uppá fyrispurning um
hann heldur vónir eru fyri
at stóra franska oljufelagið
TotalFinaElf fer at vísa
føroyska landgrunninum
áhuga í framtíðini sigur
sendiharrin, at feløgini
fylgja gongdini í Føroyum.
Tey hava verið virkin her
eina tíð men tóku seg aftur,
tá fyrsta útbjóðingin gjørd-
ist veruleiki, eitt nú orsak-
að av treytunum og tí tað
ikki var so lætt at fáa sam-
starv við nakað føroyskt
oljufelag. Hann helt fyri, at
feløgini eru opin fyri
nýggjum avbjóðingum og
duldi heldur ikki fyri, at
eins og onnur oljufeløg so
má metast, at eisini fronsk
feløg fara at vísa eini kom-
andi útbjóðing í føroyskum
øki ans. Hetta vil tó altíð
vera ein spurningur um
oljutilgongdina í heiminum
sum heild og annars um tær
reglur og treytir, sum verða
galdandi. Hann útilokaði tó
ikki, at møguleiki er at
síggja fronsk oljuáhugamál
í føroyskum øki í fram-
tíðini.
Nýggi franski sendiharrin í Danmark:
Vil menna
samvinnuna
við Føroyar
Franski sendiharrin her saman við Julionnu Klett, nýggja franska konslinum uttanfyri
Vertshúsið, sum flaggaði við teimum røttu litunum henda dagin
Mynd Jan Müller
Frá tíðindafundinum inni í teimum
snotuligu og hugnaligu hølunum í
Verthúsinum
Mynd Jan Müller
Løgmaður:
Partarnir eiga trætuna
Broyt-
ingar hjá
Jacques
Fríggjakvøld verða nú
meira føroysk í Jacques.
Føroyska tilhaldsstaðið
við Nørreport broytti
herfyri navn frá Jack-
Ways til Jacques.
Fríggjakvøldið hevur
Jacques verið útleigað til
Club Schhhh, sum hevur
spælt nógv øðrvísi tón-
leik, enn leygarkvøldini
bjóða á Jacques.
Hetta er nú liðugt.
Fríggjakvøld vil live tón-
leikur verða spældur Jac-
ques. Nú fríggjakvøldið
verða tað Pætur við
Keldu og Eyðun Nolsøe,
sum fara at spæla.
Seinni út á náttina
verður diskotek, har
Eyðfinn Drewsen fer at
velja løgini.
Jacques sýnir annars
báðar landsdystirnar hjá
Føroyum - móti Íslandi
og Týsklandi.
Løgmaður heldur
ikki, at tað er rætt at
blanda seg í trætuna á
arbeiðsmarknaðinum
VERKFALL
Heri á Rógvi
Landsstýrið við løgmanni,
Anfinn Kallsberg, á odda
gjørdi í vikuni av ikki at
leggja upp í fyri at gera ein
enda á verkfallinum. Løg-
maður hevur higartil um-
vegis fjølmiðlarnar heitt á
partarnar á arbeiðsmarkn-
aðinum um at finna eina
semju. Men hevur ikki
verið beinleiðis í sambandi
við partarnar.
Hetta átalaði fyrrverandi
løgmaðurin, Atli Dam, tann
núverandi av slagnum fyri í
Sosialinum.
Atli Dam segði tá:
“Løgmaður átti ikki at
givið pørtunum boð um-
vegis fjølmiðlarnar, men
hann skuldi havt kallað teir
saman og givið teimum
eina ordiliga yvirháling, so-
leiðis at teir settu seg at
finna eina semju.”
Men hesum er Anfinn
Kallsberg ikki samdur við
honum í.
– Entin eru tað partarnir
á
arbeiðsmarknaðinum,
sum loysa trætuna, ella eru
tað politikararnir. Tá vit
sum politikarar ikki fara
upp í málið, so skulu vit
eisini halda okkum frá at
blanda okkum, sigur An-
finn Kallsberg.
Løgmaður
sigur
seg
fylgja eftir førimuni væl
við í verkfallinum, men
hann hevur onga ætlan um
at blanda seg.
Landsstýrismaðurin hjá
Fólkaflokkinum í vinnu-
málum, Bjarni Djurholm,
hevur heitt á semingsmenn-
inirnar um at fara aftur til
partarnar. Men hetta hug-
skotið hevur Bjarni Djur-
holm ikki fingið frá sær,
sigur løgmaður. Kortini fáa
vit ikki løgmann at siga, at
hetta var skeivt gjørt.
Fólkaflokkurin hevur í
fjølmiðlunum boða frá, at
hann er til reiðar at gera ein
enda á verkfallinum, finna
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum ikki eina semju.
Men hesa útsagnina vil løg-
maður als ikki gera við-
merkingar til. Hann vísir
bert til formanninum fyri
flokkin, Òla Breckmann.
Anfinn Kallsberg heldur, at
hann hevur gjørt sína skyldu
í sambandi við verkfallið
Gjalda mest, men eru harðast raktir
- Tað er hugstoytandi,
at alarar, sum yvir-
høvur gjalda sínum
arbeiðsfólki meira
enn vanliga tímaløn,
eru teir, sum eru
harðast raktir av
verkfallinum, sigur
Súni Durhuus á
Vestlax
ALING OG VERKFALL
Vilmund Jacobsen
Líkt er til, at tað er torført
at fáa eina heildarmynd av,
hvussu alivinnan hevur ver-
ið fyri undir hesum verk-
fallinum, sum nú hevur vart
í meira enn fýra vikur.
Har alibrúk eru rakt av
ILA-sjúku, hava arbeiðara-
feløgini givið avmarkaði
undantaksloyvir at taka fisk
til tess at byrgja uppfyri ov
stórum felli. Er ILA í út-
broti, doyr nógvur fiskur,
og smittan breiðir seg
skjótt.
Velduga
stór
virðir
standa uppá spæl, og eitt
ILA-rakt alibrúk hevur
verið samanborið við eina
stóra fiskagoymslu, sum
stendur í ljósum loga.
Heilsumyndugleikarnir á
økinum krevja, at alibrúk,
sum eru rakt av ILA, skulu
tømast sum skjótast. Nú
verkfall er, verður kapasit-
eturin hareftir, tí talið av
arbeiðsfólki er avmarkað,
og allur fiskurin skal fryst-
ast.
Sosialurin vitjaði í Gøtu
stutt eftir, at verkfallið
byrjaði. Har stríddust tey
við at taka ILA-sjúkan fisk
upp úr nótunum, soleiðis at
fellið ikki verður ov stórt. Í
tveimum nótum við 800
tonsum av fiski, høvdu tey
ILA í útbroti, og í byrjanini
doyðu einir 250 fiskar um
dagin.
Vit hava skilt, at støðan
hevur verið uppaftur trupl-
ari hjá teimum á Bakka, har
nógv størri nøgdir av fiski
eru deyðar. Ovasti leiðarin
fyri alingini har hevur tó
ikki viljað tosað alment um
støðuna.
Vestlax stabilt
Súni Durhuus á Vestlaxi og
Vestsalmon,
sum
bæði
hevur smoltaling, sjógval-
ing og sláturvirki, sigur, at
eini 120 fólk, sum starvast
hjá teirra feløgum, eru í
verkfalli.
- Men vit hava ikki havt
tað stóra fellið hesaferð, tí
støðan hjá okkum í løtuni
er rímiliga stabil. Hetta
hevur hóast alt lætt nógv
um. Verri var undir seinasta
verkfalli, tá ið ILA-sjúka
rættiliga gjørdi um seg.
Alt arbeiði á sláturvirkin-
um í Kollafirði hevur ligið
stilt seinastu fýra vikurnar,
men tað hevur eydnast
teimum, sum starvast hjá
feløgunum og ikki eru í
verkfalli, at hildið lív í
fiskinum.
- Fóðurskipaninar til
smoltalingina og sjógval-
ingina eru sjálvvirkandi, og
hetta lættir ómetaliga nógv
um undir slíkum umstøð-
um, sigur Súni.
Hugstoytandi
Súni Durhuus heldur tað
vera hugstoytandi, at verk-
fallið rakar alivinnuna so
hart hvørja ferð, verkfall er,
tí veruleikin er, at tey, sum
starvast runt um á alibrúk-
unum, fáa meira løn enn
vanligu tímalønina.
Spurdur, hví hesi fólk eru
betur lønt enn onnur, sum
gera vanligt tímalønt ar-
beiði, sigur hann:
- Hetta kemst av, at tey
arbeiða
undir
stórari
ábyrgd, tí tað, tey fáast við,
er livandi fiskur, sum krev-
ur sína dagligu røkt.
Hann heldur tað tí vera
ógvuliga keðiligt, at júst
alarar verða so hart raktir
hvørja ferð, verkfall er.
- Og ringast er, har sjúka
er við at taka fótin undan
alarunum, sigur Súni Dur-
huus.
Vestlax hevur aling í eitt
nú Vestmanna, Sundalagn-
um, Fuglafirði og á Oynd-
arfirði.
Á sláturvirkinum hjá
Vestsalmon í Kollafirði ar-
beiða eini 80 fólk í tveim-
um vaktum.
- Tað er ógvuliga keðiligt, at
júst alarar verða so hart
raktir hvørja ferð, verkfall er,
tí tey, sum starvast í alivinn-
uni, tjena meira enn vanligu
tímalønina, sigur Súni Dur-
huus á Vestlax
C
M
Y
K
5
4