Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 105 - 6. juni 2003 Nr. 105 - 6. juni 2003 7 Nú tykist gongd verða komin á samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum aftur, og tað er meira enn gott. Hvør so enn loysnin verður so skal enn einaferð staðfestast á hesum stað, at føroyska vælferðarsam- felagið er dragnað afturúr í mun til okkara granna- lond. Undir slíkum umstøðum er tað høpisleyst at tala um fullkomið lønarafturhald. Fíggjarmálaráð- harrin kom at "fortala" seg í samrøðu við ÚF her- fyri, at tað í veruleikanum ikki eru ráð til nakra lønarhækking í heila tikið. Hetta var helst sagt við fullveldinum í bakhøvdinum. Tað, sum heldur átti at ligið teimum ráðandi fremst í huga, skuldi verið at virka fyri at endurreisa vælferðarsamfelagið so- leiðis, at Føroyar ikki bert eru eitt land fyri tey væl- bjargaðu ella tey vælútbúgvnu. Seinastu árini hevur arbeiðsmarknaðurin fyri tey mongu við góðum og høgum teoretiskum útbúgv- ingum verið sera góður. Alt gott um tað! Men sam- stundis tykist tað, sum tey ráðandi hava gloymt tey lágløntu og pensionistarnar. Hetta er spell. Pen- sionistarnir hava bygt hetta land, og hava annað og betri uppiborið! Tey tímaløntu halda hjólunum á landi malandi. Kortini eru tey mongu í fram- leiðsluvinnuni løst føst í eini varandi láglønarstøðu uttan allar teir starvsligu fyrimunir og sosialu ágóðar, sum tey vællærdu í almennari ella privatari vinnu hava. Tað tykist enntá, sum samgonguflokkarnir ynskja, at soleiðis skal støðan vera í alla framtíð, tí illneitanin inn á fakfeløgini heldur fram. Í bløðunum kallar ein av tingmonnum Tjóðveldisflokksins tað fyri at "snobba niðureftir", at tingmenn úr Javnaðarflokk- inum hava sýnt samhuga við fakfeløgnum í teirra stríð fyri betri korum. Í heila tikið hevur skrivingin í seinastuni endaliga prógvað, at Tjóðveldisflokkurin hevur sleppt verkafólkinum upp á fjall. Hetta er hugstoytandi og boðar ikki frá góðum, um vit hugsa um útlitini fyri føroyska vælferðarsamfelagnum. Í staðin fyri at fara undir at endurreisa vælferðar- samfelagið, verður bert stútt og støðugt talað um skattalættar, sum um ein skattalætti er ein heild- arloysn uppá allar trupulleikar. Men spurningurin er, um ikki ein skattalætti skapar nýggjar trupulleikar. Við skattalætta minka almennu inntøkurnar. Hvussu skulu økt vælferð, pensionir og eitt sosialt rættvíst trygdarnet so fíggjast í framtíðini? Hvussu hongur hetta saman við at blokkurin skal burtur? Hvussu ætlar samgongan at loysa pensiónspurningin hjá verkafólkinum í primeru vinnuni við skattalætta og minkandi blokki? Hvussu hongur hetta saman? Og kann hetta yvirhøvur hanga saman uttan so, at sam- gongan ætlar at avvikla vælferðarsamfelagið. Vit skuldseta avgjørt ongan, men tað hevði hóskað væl til tann nýliberalistiska marknaðarbúskap, sum sam- gongan er í ferð við at seta í verk í Føroyum. Livst so spyrst! DAGSINS MEINING Sosialurin Vælferðin dragnar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Helgi Nielsen Tórshavn tann 31. mai 2003 Forkvinnan í Føroya Ar- beiðarafelag ákærir í bløð- unum stjóran í Vinnuhúsin- um fyri at ærumeiða leiðar- arnar í føroysku arbeiðara- feløgunum, av tí at hann hevur sagt, at hesi fólk trívast best við anarki. Fyri okkum, sum eygleiða tað sum fer fram í samband við verkfallið, er tað ringt at síggja, hvussu komast kann uttanum at kalla framferð- arháttin hjá arbeiðarafeløg- unum fyri anarkistiskan. Fyritøkur verða á ólóg- ligan hátt blokeraðar í sín- um arbeiði, við at verkfalls- vaktir forða fólki, sum ikki eru í verkfalli, í at útinna teirra arbeiði. Tá so hesar fyritøkur loksins taka av- gerð um at lata aftur, av tí at tær ikki fáa arbeitt, ja, so stendur forkvinnan í FA beinanvegin klár og prokla- merar, at nú hava arbeiðs- gevararnir tikið stig, sum fara at raka vanliga føroy- ingin óneyðuga meint. Hetta siga somu fólk, sum í fleiri vikur hava syrgt fyri, at eingin vøra er útflýggjað handlunum, og sum eru beinleiðis atvoldin til, at nógv húski, ung sum gom- ul, nú noyðast at fáa sær mettuna sum frægast. At Ingeborg Vinther heldur, at Føroya fólk ikki duga at síggja rætta saman- hangin, er at undirmeta intelligensin hjá Føroya fólki so nógv, at talan er um ærumeiðing. Øll sum ikki taka 100% undir við Ingeborg Vinther verða løgd undir at vera ímóti arbeiðarafjøldini. So- leiðis hevur Ingeborg Vinther ákært nærum allar myndugleikar í landinum, ja, sjálvt danska løgmála- ráðið, fyri at verða í parti við arbeiðsgevarunum. Enn er kirkjan ikki ákærd fyri tað sama, men tað man verða, tí Ingeborg Vinther ikki gongur í kirkju, tí so hevði hon hoyrt tey lisið Faðir vár, har biðið verður: gev okkum í dag okkara dagliga breyð. Tað er sjálv- sagt eisini at vera í parti við arbeiðsgevarunum og ímóti arbeiðarafeløgunum. Hóast eg ikki havi tað stóru virðingina fyri Inge- borg Vinther sum fakfe- lagsleiðara, havi eg stóra virðing fyri arbeiðarafjøld- ini og unni teimum væl eina lønarhækkan. Ansast skal tó eftir, at lønarhækk- anin ikki verður so stór, at eingin arbeiðsgevari hevur ráð at keypa arbeiðsmeg- ina, tí tá er lítið vunnið. Tað kann sjálvandi verða gott at fáa eina munandi hægri løn í eina tíð, men um hetta ger, at arbeiðsplássið ikki long- ur er kappingarført og tí má lata aftur, er betur um løn- arhækkingin var minni, soleiðis at arbeiðið var tryggjað framyvir eisini. Hesum var Hans Joen- sen, formaður í Havnar Ar- beiðsmannafelag inni á herfyri, tá hann nevndi at eitt samstarv má verða millum partarnar á arbeiðs- marknaðinum og landsins myndugleikar. Hetta vóru skilagóð orð, og tess verri er tað so at skilja, at hann er farin í lag við Ingeborg Vinther til hesar samráð- ingarnar, tí við henni sum leiðara verður ongantíð nakað konstruktivt sam- starv millum partarnar. Hon søkir ósemjur heldur enn semjur, hon rópar og goyr heldur enn tosar og roynir annars alsamt at øsa fólk, heldur enn at loysa trupulleikar. Hetta er tað, sum hon sær út til at trívast best við, og tað haldi eg ikki á nakran hátt tænir før- oysku arbeiðarafjøldini. Tað sum vildi tænt før- oysku arbeiðarafjøldini best, vildi verið at fingið ein nýggjan formann í FA. Ein formann sum hugsar um áhugamálini hjá limun- um bæði nú og í framtíðini, og sum vil gott samstarv millum partarnar á før- oyska arbeiðsmarknaðinum - arbeiðstakarum, arbeiðs- gevarunum og samfelag- num sum heild at frama. Ingeborg Vinther ærumeiðir Føroya fólk TÍÐINDASKRIV Kunningarstovan og Tórshavnar kommuna Gongudagur í Tórshavnar kommunu 14. juni Aðalstjórar og arbeiðs- fólk, bilførarar og bindi- klubbar, starvsfólk og stjórar, ung og gomul, stór og smá, rund og mjá, setið bilin og gangið. Vit byrja á Vaglinum kl. 15.00, har borgarstjórin, Jan Christiansen, setir gongudagin og sendir okk- um avstað. Áðrenn vit fara til gongu, hitar Stimbur okkum upp. Fimm ymiskar rutur Møguleiki at at velja ímillum fimm ymiskar rutur sum eru 2, 3, 5 ella 7. kilometrar. Allar rutur eru av Vaglinum niðan á Tórs- vøll. Á Tórsvølli verður skip- að fyri ymiskum undir- haldi. Kom og gakk fyri lívin- um! Kom og gakk! Fakfeløgini í verkfalli Á heimasíðuni hjá FAG verður sagt frá, at fakfe- løgini hava kravt ein lønarvøkstur, sum er hægri enn 60 %. Hetta eru ósanndini av grovasta slag, og talan er helst um enn eina roynd hjá arbeiðsgevarunum at royna at fjala tann veruleika, at teir við harðrendu støðu sínari eru við at føra egnu limir sínar í óføri. Umboðini fyri FAG søgdu undir sjálvum sátt- málasamráðingunum, at ein stórur partur av útrokning- um teirra av lønarkrøvun- um hjá arbeiðarafeløgunum vóru gitingar, og tí er tað átaluvert, at FAG kortini brúkar hesar skeivu útrokn- ingar í ágangi sínum á fak- feløgini. Hetta vísir kortini helst hvussu kroystir arbeiðsgev- ararnir eru, nú teir ikki fingið Løgtingið at leggja uppí trætu okkara. Arbeiðsgevararnir lúgva um lønarkrøvini hjá fakfeløgunum Fokus á leiklutin hjá kvinnuni Tann 13. juni skipar Føroya Tele fyri ráðstevnu, har fokus verður sett á leiklutin hjá kvinnuni í almenna og privata vinnulívinum í Føroyum TÍÐINDASKRIV Fríggjadagin 13. juni 2003 skipar Føroya Tele fyri einari ráðstevnu í hølunum hjá Leikhúsinum Gríma. Hetta er eitt samstarv millum Føroya Tele, Joan Peitersen og Pernille Aalund. Pernille Aalund er sjónvarpsvertur, rithøvundur og fyrilestahaldari. Hon hevur eisini skeið í persónligari menning og í samskifti. Vit kenna hana kanska mest frá TV3, har hon hevur verið sjónvarpsvertur m.a. í Pernilles Univers. Sum sjónvarpsvertur hevur hon fingið innlit í nógv áhugaverd evni og hyggjaratølini tala fyri seg. Pernille hevur ma. skriva bókina "Syv Qvinder". Í løtuni er hon stjóri á mediefyritøkuni www.oestrogen.dk Joan Peitersen starvast í konsulentfyritøkuni PS4, har hon eisini er partnari. Hon hevur drúgva útbúgv- ingarbakgrund, m.a. diplomútbúgving í gransking og organisatiónsgreining. Joan hevur arbeitt sum konsulentur í nógv ár. Føroya Tele hevur brúkt PS4 í samband við innanhýsis leiðaraútbúgving. Meiri fæst at vita á www.PS4.dk Endamál við ráðstevnuni Ráðstevnan hevur sum endamál at seta fokus á leiklutin hjá kvinnum í tí almenna og privata vinnulívinum í Føroyum. At vera kvinna, - er tað í sjálvum sær ein gávuríkur og ómissiligur førleiki á toppinum í tí almenna og privata vinnulívinum í Føroyum? Javnan hoyra vit um kanningar frá londunum rundan um okkum, sum vísa á, at tað hevur positiva ávirkan á botnlinjuna at hava kvinnur í leiðandi størvum í fyritøkuni. Eisini hava vit hoyrt, at kvinnur eru betur dámdar sum leiðarar enn menn. Málbólkur Ráðstevnan er ætlað teimum, sum hava áhuga í at hoyra, hvørjar leiðaraeginleikar serliga kvinnur hava og hvønn fyrimun fyritøkur og stovnar hava av at seta kvinnur í leiðandi størv. Málbólkurin fyri ráðstevnuna eru sostatt kvinnur, sum antin eru ella hava hug at royna seg sum leiðarar og leiðslur í stovnum og fyri- tøkum - stórum sum smáum. Luttakarnir fáa eitt boð uppá, um tað er rætt, at kvinnurnar ikki tora at halda seg til? Um kvinnur duga nakað annað enn menn og hvørjar fyrimunir fyritøkurnar hava av at seta kvinnur í leiðandi størv. Vit fáa eisini eitt boð uppá, hvussu kvinnur í fram- gongd fáa familjulív og arbeiðslív at hanga saman, hvussu kvinnur fáa góð úrslit sum leiðarar og hvør munurin samanumtikið er á kvinnuligum og mann- ligum leiðarum. Á ráðstevnuni luttaka Úr Danmark: Pernille Aalund, rithøvundur, sjónvarpsvertur og stjóri á www.oestrogen.dk Joan Peitersen, konsulentur og partnari hjá PS4 Úr Føroyum: Turið Debes Hentze, advokatur Marita Rasmussen, fiskivinnufrøðingur Laufey H. Blaasvær, akademiøkonom Sólja í Ólavstovu, løgfrøðingur og aðalstjóri Andras Róin, stjóri á Føroya Tele Frásøgufólk: Bjørt Samuelsen, journalistur Kostnaður kr. 549,00 + mvg. íroknað ábit, kaffi og morgunmat. Av tí at ráðstevnan verður hildin í Leikhúsinum hjá Grímu, er avmarkað, hvussu nógv kunnu luttaka. Mannfólk hava bert atgongd fyrrapart. Ráðstevnan byrjar kl. 8.30 og endar 17.00. Meiri fæst at vita um ráðstevnuna á www.olivant.fo/radstevna ella á tel. 303114. Tilmeldingin fer fram umvegis heimasíðuna ella pr. telefon. Tilmeldingarfreistin er 6. juni 2003. VIÐMERKINGAR Anita á Fríðriksmørk tingkvinna fyri Tjóðveldisflokkin Samstundis sum útreiðsl- urnar til almennu tæn- asturnar eru tvífaldaðar, er innistandandi í lands- bankanum gott og væl trífaldað Høvuðsendamálið við fíggjarpolitikkinum má verða, at vit fáa ein sjálv- berandi búskap, (tað vil her siga uttan blokkstuðul úr danska ríkiskassanum). Og at vit megna at føra eina javna búskapargongd. Ein jøvn búskapargongd vil taka burtur tey ógvusligu sveiggini, sum vit hava verið von við seinastu nógvu ártíggju. Sjøtil varð settur á hetta í 1998! Eg veit væl, at vit ikki eru komin á mál. Men málið er sett og týðandi til- tøk framd til tess at náa hesum máli. Til dømis eru settar stór- ar upphæddir í landsbank- an, goldið er niður uppá uttanlandaskuldina og blokkstuðulin skorin við einum triðingi ( við 366 milliónum). Hetta eru alt tiltøk, sum semja ikki hev- ur verið um í nakrari sam- gongu undan henni í 1998. Nógv orka verður frá andstøðufólkum løgd inn fyri at afturvísa hesum, og dagliga lesa vit um ta vána- stýring, sum tey meina, at sitandi samgonga rekur. Magni Laksafoss hevði eina grein í farnu viku um nakað tað sama. Tann teo- retiski parturin var rættiliga áhugaverdur. Men tá M.L vísir á tiltøk hjá sitandi samgongu, so "gloymir" hann nokkso týðandi viður- skifti. Hann skrivar m.a., at samgongan hevur ført ein konjunkturviðgangandi politikk, at "avlopið er minkað niður í null í ár", at "lítið og onki er lagt inn á goymslu" (síðani sitandi samgongu tók við í 1998), "onki avlop er á fíggjarlóg- ini, skuldin er stór og upp- sparingin lítil". Hetta eru ikki smávegis atfinningar. Og serliga ikki frá einum búskaparfrøð- ingi. Men eg vil tó siga, at inflatión er við at koma í hasi sitatini, tí tey eru dagliga at hoyra ella lesa frá andstøðuni á tingi. Eg vil kortini her grund- geva fyri, hví hasir pá- standir ikki kunnu standa einsamallir, og hvussu virð- ið í pástandunum minkar, tá ið teir verða settir upp ímóti øðrum atlitum í búskap- inum. almennu tænasturnar M.L skal hava rætt í, at tað ljóðar øgiligt, at útreiðslu- vøksturin til almennu tæn- asturnar er tvífaldaður (úr einari uppí tvær milliardir seinastu 5 árini). Men tú kanst ikki bara taka éin faktor úr búskap- inum. Tú noyðist at hyggja at heildini. Verður t.d. hugt at, hvat liggur aftan fyri henda útreiðsluvøkstur, sæst, at 600 milliónir av hesi milliard eru farnar til lønarvøkstur. førdi politikkurin og andstøðan Tað skal tó sigast, at tað hevur verið ein politiskur kampur uttan líka, at hildið almennu útreiðslunum niðri. Gjørdu vit soleiðis, sum andstøðan hevur lagt upp til ferð eftir ferð, so tók samgongan bara undir við tí ótal av uppskotum um stuðul til vinnuna, um øktar almennar útreiðslur og um minni inntøkur. Forrestin, so er onki upp- skot frá andstøðuni komið um meirinntøkur, ella um minni útreiðslur! Tað ótrúliga er sjálvandi eisini, at meðan somu flokkar, sum í dag brigsla samgonguni fyri at hava lagt ov lítið til síðis, spott- aðu yvirskotið so tað stóð eftir, tann tíð tað var. Tey kallaðu yvirskotið fyri "bringupríðið hjá Karsten Hansen", "alt gott um yvir- skot, men tað skal valdast" osfr osfr. Og so var løg- tingið dýkt undir við upp- skotum frá andstøðuni um øktar almennar útreiðslur. lønarvøksturin Og um hildið verður uppá, at lønarvøksturin hevur verið ov stórur, so mugu vit eisini minnast til, at stóri lønarvøksturin er eitt úrslit av tí uppafturbygda sam- felagnum, sum gjørdi, at eini 4000 fólk fluttu aftur til landið. Ein rímiliga stórur partur av hesum 4000 fólkunum eru komin heim og eru farin til ar- beiðis – eisini hjá tí al- menna. Harvið økist al- menni lønarvøksturin sjálvsagt. Øktu lønarútreiðslurnar eru eisini eitt úrslit av, at lønirnar hjá teimum, sum ikki fluttu av landinum í kreppuni, stóðu antin í stað ella hesi fóru niður í løn. Hetta hava tey so vunnið innaftur hesi seinastu fimm árini, og tí merkist lønar- vøksturin ógvusligari, enn hann annars vildi gjørt. uttanlandaskuld, men positiva eginogn Samstundis sum útreiðslur- nar til almennu tænasturnar eru tvífaldaðar, er inni- standandi í landsbankanum gott og væl trífaldað (úr 676 milliónum í mai 1998 uppí 2338 milliónir í apríl í ár). Sama tíðarskeið er eisini goldið niður uppá uttan- landaskuldina. Hon var 4,5 milliardir, tá ið sitandi samgonga tók við. (Tá er tann privata skuldin, sum tað almenna yvirtók í kreppuni íroknað). Frá juni 1998 til dagin í dag er uttanlandaskuldin hjá føroyingum minkað við 1/2 milliard. At rinda av uttanlanda- skuldini er væl eisini ein uppsparing. Tá ið tú ert inni á uttan- landaskuldini, er tað eisini av týdningi at nevna ogn- ina. Privatu eiga nemliga meira í útlondum, enn tað almenna skyldar. Við øðrum orðum er útlendska eginognin hjá føroyingum positiv. blokkstuðulin og oljupengar Eisini er tað rættiliga mót- sigandi at siga, at blokkurin skal verða tryggleikin í okkara búskapi, samstundis sum sagt verður, at vit mugu miðja eftir einum sjálvberandi búskapi. Tú kanst ikki bæði. Eisini er tað í andsøgn at siga, at blokkniðurskurður- in heldur átti at verið nýttur til øktar almennar út- reiðslur og samstundis siga, at almennu útreiðslurnar eru øktar alt alt ov nógv. Harafturat er tað eisini naivt at trúgva, at danska stjórnin vil lata okkum blokkstuðul, sum vit ár undan ári seta í landsbank- an. Eisini hevur blokkstuðul- in tíðum verið samanborin við oljupengar. "Er blokk- stuðulin avlagandi fyri føroyska búskapin, so vilja oljupengarnir eisini verða tað", verður sagt. Hesar upphæddir hava jú tað til felags, at tað liggur ongin arbeiðsmegi aftanfyri hesar inntøkur. Men munurin er tó hin avgerandi. Oljupengunum koma vit sjálvi at stýra. Vit kunnu t.d. væl seta allar oljupengarnar í landsbank- an ella í grunn, um vit halda tað verða hitt mest gagnliga. (burtursæð frá teimum fyrstu 500 milli- ónum, sum eru oyramerktar niður í danska statskassan). Blokkin hinvegin, kunnu vit ikki bara uttan víðari seta í landsbankan, hann er jú ætlaður til nýtslu her á landi. Harnæst er blokkurin eitt gjald frá dønum, fyri at vit lata teimum yvirvalds- rættin yvir land- og sjóøki okkara. Tann dagin vit byrja at tosa um at yvirtaka yvirvaldsrættin, koma greið boð um, at so verður blokkurin tikin frá okkum. Í so máta eru oljupeng- arnir ein sunn inntøka, um vit væl at merkja duga at handfara pengarnar. M.a. við at seta teir í grunn, og hava strangar reglur fyri, hvussu pengar kunnu koma úr grunninum. búskaparlig afturgongd kemur til okkara - eisini útifrá Tá ið vit royna at stýra búskapi okkara, eru vit bara ein finna í spælinum. Al- tjóða ávirkan spælir rætti- liga aktivan leiklut, og er avgerandi fyri, hvussu vit klára okkum. Okkara leik- lutur er so at handfara upp- og niðurgongutúrarnar, sum koma inn á okkum uttanifrá. Tað eru tekin í sól og mánað, sum vísa, at vit nú kunnu rokna við einari bú- skaparligari afturgongd. Ì londunum sum vit sam- handla við í Europa, í USA, í Japan, og sum hava stóra ávirkan á okkara búskap, eru tekin um afturgongd longu byrja. Tað kemur at ávirka okkum fyrr ella seinni. Tað vita vit. Og tað vistu vit longu fyri 5 árum síðani, at tíðin fór at koma. Tí hava vit lagt til síðis, tí fingu vit eina avtalu um at rinda uttanlandaskuldina niður, og tí miðaðu vit eftir einum blokkstuðulsfríum búskapi. Tað er væl møguligt, at vit ikki hava nokk inni- standandi í landsbankanum til eitt ógvusligt bakkast. Men vit hava so 900 milli- ónir oman fyri tað lógar- ásetta, sum er 1,5 mia. (Tvs í alt 2,4 mia) Tá ið vit tóku við í 1998, var talið 900 milliónir niðan fyri tað, sum í dag er lógarásett. Við øðrum orðum er besti búskaparpolitikkur at miðja eftir eini javnari gongd. Tað er tó ongin trygd fyri at gongdin verð- ur so jøvn, at vit ikki merkja sveiggj. Tað eru jú altíð viðurskifti, sum ongin forútsá. Men stýringin tey undan- farnu 5 árini hevur tryggj- að, at sveiggini verða væl minni í framtíðini, enn tey vildu verið eftir ein kon- junkturviðgangandi poli- tikk. Byrur og andróður skifta um høv C M Y K 7 6