fríggjadagur 6. juni 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 105 - 6. juni 2003
Nr. 105 - 6. juni 2003
9
Ebbedinna Jacobsen
Kollafirði
Ikki so sjáldan lesa vit bæði
í føroyskum og donskum
bløðum um, at menn og
kvinnur, ið hava lisið gud-
frøði og virka sum prestar,
avnokta at Jesus Kristus
varð føddur av eini moyggj.
Hesir stíga fram og siga,
at Bíblian ikki í øllum
førum er innblást av Gudi.
Teir loyva sær at skræða
Guds orð sundur fyri eyg-
unum á teimum, sum tey
skulu vera andaligir veg-
leiðarar hjá. Jesus segði um
slíkar:
"Blindir vegleiðarar eru
teir blindum; og tá ið
blindur leiðir blindan falla
báðir í grøvina." (Matteus
15,14)
Táið vit lesa í evangeli-
unum síggja vit, at tað eru
høvuðsprestar og skrift-
lærdir, sum Jesus ofta talar
um og biður okkum varða
okkum fyri. Jesus visti alt
og kendi hugsanir teirra, so
tað var ikki av ongum hann
segði so.
Eg haldi at ávarðing
Jesusar móti slíkum er eis-
ini í gildi í dag.
Tað vóru eisini hesir
somu, sum við svikum,
fingu Jesus tiknan av døg-
um.
Teir skipaðu eisini fyri, at
væl skuldi verða hildið vakt
við grøv Jesusar, av ótta
fyri at lærisveinar Jesusar
fóru at stjala líkið og siga
hann vera risnan upp. Men
teir kundu ikki við allari
teirra vakt forða fyri at
Jesus reis upp. Tá ið so
Jesus var risin upp góvu
teir fólki pening fyri at bera
fram ósannindi og søgdu:
"Lærisveinar
Hansara
komu um náttina og stjólu
Hann, meðan vit svóvu.".
Alla hesa tilgongdina
lesa vit um í kapitlunum
27-28 í Matteusar evangel-
ium.
Ormaavkom
Í Nýggja Testamenti verður
nógv skrivað um hvussu
omanfyri nevndu persónar
bóru seg at móti Jesusi,
sum var hin í Skriftini frá-
boðaði Messias. Her skulu
verða tikin nøkur dømi:
Jóhannes doypari sigur:
"Men tá ið Jesus sá nógv-
ar Farisearar og Saddu-
kearar kom til dóp sín,
segði
hann
við
teir:
"Ormaavkom! Hvør lærdi
tykkum at flýggja undan
vreiðini, ið kemur?" (Mat-
teus 3,7)
"Tá
ið
Fariseararnir
hoyrdu hetta, søgdu teir:
"Tað er bert við Be´elsebul,
høvdinga hinna illu anda,
Hesin (Jesus) rekur út illar
andar." (Matteus 12,34)
Í kapitlunum 23-24 í
Matteusar evangelium eru
nøkur álvarslig orð viðvíkj-
andi omanfyri nevndu per-
sónum, t.d.:
"Vei tykkum, tit skrift-
lærdu og Farisearar, hyklar-
ar tykkara!" 23,14
"Vei tykkum, blindu veg-
leiðarar tykkara!" 23,16
"Høggormar! Ormaav-
kom!" 23,33
"Mangir
lygiprofetar,
skulu stíga fram og villeiða
mong." 24,11
"Høvuðsprestarnir og alt
ráðið royndu tá at fáa
rangan vitnisburð móti
Jesusi, so teir kundu taka
Hann av døgum." 26,59
"Tá ið nú morgunin var
komin, hildu allir høvuðs-
prestarnir og hinir elstu
fólksins ráð móti Jesusi at
drepa Hann." 27,1
"Og alt tað, sum høvuðs-
prestarnir og hinir elstu
klagaðu Hann fyri, svaraði
hann einki." 27,12
"Men høvuðsprestarnir
og hinir elstu yvirtalaðu
fólkið at biðja um at fáa
Barrabas leysan, men Jesus
dripnan."27,20
"Á sama hátt háðaðu
høvuðsprestarnir
Jesus."
27,40
"Dagin eftir? savnaðust
høvuðsprestarnir og Farise-
ararnir hjá Pilatusi og
søgdu: "Okkum kemur í
hug, at hasin villeiðarin
(Jesus) segði, meðan hann
enn livdi: Eftir tríggjar dag-
ar rísi Eg upp." 27,62
Teir østu fólki upp móti
Jesusi
Í Markusar evangelium lesa
vit:
"Táið hinir skriftlærdu og
fariseararnir sóu, at Hann
át við tollarum og syndar-
um, søgdu teir við læri-
sveinar Hansara: "Hann
etur og drekkur við tollar-
um og syndarum." 2,16
"Varðið tykkum fyri hin-
um skriftlærdu, sum fegin
vilja ganga í síðum klæðum
og verða heilsaðir á torgun-
um." 12,38
"Høvuðsprestarnir
og
hinir skriftlærdu royndu,
hvussu teir kundu taka
Jesus við svikum og drepa
Hann." 14,1
"Men høvuðsprestarnir
østu fólkið upp at biðja um,
at hann fyrr skuldi geva
teimum Barrabas leysan."
15,11
Royndu at fáa Jesus
fyribeindan
Í Lukasar evangelium lesa
vit:
"Hinir skriftlærdu og
Fariserarnir høvdu eyguni
eftir Jesusi, um Hann
mundi fara at grøða sabbat,
fyri at teir kundu finna
okkurt at klaga hann fyri."
6,7
"Menniskjasonurin skal
líða nógv og verða vrakað-
ur av hinum elstu, høvuðs-
prestunum og hinum skrift-
lærdu." 9,22
"Bæði Fariseararnir og
hinir skriftlærdu knarraðu
og søgdu: "Hesin (Jesus)
tekur ímóti syndarum og
etur við teimum!" 15,2
"Men høvuðsprestarnir,
hinir skriftlærdu og hinir
fremstu
menn
fólksins
royndu at fáa Hann rudd-
aðan av vegnum." 19,47
Í Jóhannesar evangelium
lesa vit:
"Høvuðsprestarnir
og
Fariseararnir sendu tænarar
avstað at taka Jesus." 7,32
"Høvuðsprestarnir løgdu
upp ráð at drepa Lázarus
við." 12,10
Rannsakaðu og
prædikaðu skriftirnar,
men vóru ikki umvendir
Í Apostlasøguni 26,11-12
sigur Paulus, sum áðrenn
umvending sína var ein
skriftlærdur fariseari, um
leiklut sín í at jagstra tey
trúgvandi:
"Eg læt tey íðiliga straffa
í hvørji synagogu og tving-
aði tey at spotta, og eg gekk
so langt í øði míni móti
teimum, at eg forfylgdi tey
til býir í øðrum londum. Í
hesum ørindum fór eg tá til
Damaskus við valdi og
myndugleika frá høvuðs-
prestunum."
Hóast hann var ein skrift-
lærdur og kendi skriftirnar,
var hann kortini ikki ein
umvendur maður. Hann
helt seg vera á góðari anda-
ligari leið, men nýggja lívið
í Kristusi var hon fremm-
ant. Hann var ein av teim-
um, sum Jesus segði um:
"Tit rannsaka skriftirnar,
tí tit hugsa, at tit hava ævigt
lív í teimum; og tað eru tær,
ið tala um Meg. Og til Mín
vilja tit ikki koma, so tit
kunnu fáa lív." (Jóhannes
5,39)
Vitnisburðurin hjá hinum
skriftlærda Paulusi, er hes-
in:
"Eg, sum áður var spott-
ari, atsøkjari og yvirgangs-
kroppur, men eg fann mis-
kunn, av tí at eg visti ikki
betur, tá ið eg í vantrúg
gjørdi so? tað er trúvert orð
og til fulnar vert at verða
fagnað, at Kristus Jesus
kom í heimin at frelsa
syndarar, og av teimum eri
eg hin størsti."
Dánjal Gaardlykke
Nei álvaratos, nú havi eg
fingið nokk av hesum
streykarínum.
Hvat
er
meiningin við hesum? At
knúsa alt samfelagið? Fyri
mær tykist hetta sum rein
terrorisma. "Um eg ikki fái
mín vilja, skal hevnast. Og
náði tann sum setur seg upp
ímóti, ella bara torir at seta
spurnartekin við fakfelags-
formannin og hinar av
sama kalibri.
Nú haldi eg at tað er uppá
tíðina at verkafólk taka seg
saman og fáa aðrar per-
sónar at umboða seg. Nú
hava vit havt vetur (Vinter)
nóg leingi. Hví skal man
dyrka fíggindskap ímillum
arbeiðsgevarar og arbeiðs-
takarar? Tað sum ein í veru-
leikanum ger, er at stríðast
ímóti sær sjálvum. Hví ikki
læra av Sandoy Seafood?
"Gongst Sandoy Seafood
væl gongst tær væl"?.
Nei nú er uppá tíðina at
vit í felag fara at byggja
hetta landið upp, og lata
vera við knúsa alt tað sum
er uppbygt í berari hevni-
søku og hatri. Tí hvat annað
er tað enn hevnisøka og
hatur sum stýrir Ingeborg
og hennara líkum? Eg síggi
ikki annað. Tá ið ein ong-
antíð hevur kunna samráðst
seg til nakað sum helst
uttan við verkfalli og við
hóttan um morð og brand,
er sera yvingasamt um ein
er búgvin til sína uppgávu.
Nú er nokk!
Teir skriftærdu, prestarnir og Jesus
GRANSKING OG
OLJUPENGAR
Jan Müller
Í dag fer Jóannes Djur-
huus at verja Ph.D. rit-
gerð sína í kolvetnis-
relateraðari jarðalisfrøði
Analytical investigation
of in-situ stresses and
hydraulic induced bore-
hole fracture. Í ritgerðini
hevur Jóannes ment al-
gildugar støddfrøðislig-
ar fyrimyndir ("modell")
av spenninum í gróti
kring borihol. Verjan fer
fram á Læraraskúlin í
dag klokkan 13. Hetta er
tann fyrsta doktararit-
gerðin frá Náttúruvís-
indadeildini. Hon er
fíggjað av oljufeløgun-
um í tí gamla AMG
bólkinum, har bert Stat-
oil er eftir í Føroyum.
Hini
feløgini
vóru
Mobil og Enterprise.
Hans Pauli Joensen,
leiðari á Náttúruvísinda-
deildini vísir á, at grund-
arlagið undir tí, sum nú
fer fram á hesum økin-
um, eru teir pengar, sum
vórðu latnir í 1998 av
AMG-bólkinum. Ph.D
verkætlanin er ein partur
av tí sponsoravtaluni.
Hin parturin er sponsor-
eringin av partíar pro-
fesorati.
Hans Pauli Joensen er
sera fegin um, at tað
hevur eydnast at fáa
oljufeløg sum Statoil at
vísa granskingini og ar-
beiðinum hjá Náttúru-
vísindadeildini ans. –
Tað at oljufeløg komu
inn í myndina í 98 var
sera heppið, tí júst tá
umhugsaðu vit at vera
við til at byggja upp eina
kompetansu í Føroyum á
hægri støði við atliti at
oljuvinnuni. Vit valdu at
fara inn rímuliga tíðliga,
men tá vóru eingir peng-
ar á fíggjarlógini til
slíkt. So man kann siga,
at vóru teir pengarnir frá
oljufeløgunum
ikki
komnir, so høvdu vit
ikki byrjað so tíðliga og
vóru heldur ikki komnir
so langt ávegis.
Hans Pauli Joensen
vísir á, at tey í løtuni
hava tvær PhD verkætl-
anir í gongd umframt
ein postdoc. verkætlan.
Tey eru eisini farin at
byggja upp eina rann-
sóknarstovu á Náttúru-
vísindadeildini.
Teir
fyrstu oljuverkfrøðing-
arnir eru eisini klæktir á
deildini, og har var sein-
asta hálva annað árið
fíggjað við sponsor-
pengum frá Statoilbólk-
inum m.a. uppihald hjá
studentum í Norra og
Danmark.
- So oljufeløgini hava
havt ein sera týðandi
leiklut fyri menningina
av hesum fakøkjunum á
Náttúruvísindadeildini á
Fróðskaparsetrinum.
Her er talan um geo-
fysikk ella jarðalisfrøði
við atliti at kolvetnis-
vinnuni. Men hinvegin
hava vit alla tíðina lagt
dent á, at projektini
skulu hava týdning og
vera áhugaverd sjálvt
um eingin oljuvinna
verður. So tað er lagt
upp soleiðis, at projekt-
ini hava ein breiðan vís-
indaligan áhugan. Verð-
ur eingin olja funnin, so
hevur hetta kortini ikki
verið til fánýtis. Vit
hyggja eitt sindur breið-
ari men kortini hava vit
oljuvinkulin í kikaran-
um sigur leiðarin á
Náttúruvísindadeildini.
VIÐMERKINGAR
Oljupengar
koma væl við
hjá Náttúru-
vísindadeild
Lesið
-tað
loysir seg
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Joan Midjord
Joensen 25 ár
2. juni fylti Joan Midjord
Joensen úr Klaksvík 25 ár.
Joan kenna vit best frá
hondbóltinum, har hon
hevur verið ein av lykla-
spælarunum hjá Stjørnuni
tey seinastu árini. Og
somuleiðis
gjørdi
hon
rættiliga vart við seg, tá
hon varð tikin út til kvinnu-
landsliðið í hondbólti, sum
leikti ímóti Svøríki.
Men ikki bert er Joan nú
fjórðingsøld gomul. Í juli
mánaði í ár hevur hon lovað
jugoslaviska stjørnuspæl-
aranum, Alexander Djor-
djevic sítt stóra ja. Tað fer
fram í Christianskirkjuni í
Klaksvík, leygardagin 12.
juli klokkan 15.
Joan er dóttir Eyðun og
Mildrid Joensen í Klaksvík,
og hon hevur tvey systkin.
Til dagligt arbeiðir hon í
ítróttarhandlinum Innkast,
sum hon eigur saman við
systur síni.
Jógvan Edvard
40 ár
Í gjár, 5. juni, fylti Jógvan
Edvard Lindenskov Joen-
sen í Havn 40 ár. Jógvan
Edvard er sonur Rannvá og
Tummas Joensen. Rannvá
er úr Havn, dóttir Edvard
Lindenskov (í Rættará) og
Biritu, sum var ættað úr
Leynum. Tummas er nóls-
oyingur, sonur Valborg og
Jógvan í Heiðriksstovu.
Jógvan Edvard er giftur
Hansinu, ið er ættað úr
Garðinum í Klaksvík, dótt-
ir, Rannvá og Kjartan Han-
sen.
Fyrr í ár lótu Jógvan
Edvard og Hansina upp
handil, ið selur køkar, Biga
køkar, í Niels Finsensgøtu í
Havn, har Tórs Cafteria
fyrr helt til. Jógvan Edvard
letur væl at undirtøkuni,
handilin hevur fingið, og
hann leggur dent á, at tað
serliga er dygdarkøkar,
hann roynir at selja.
Sum yngri var Jógvan
Edvard í Danmark og læs.
Hann fór seinni til skips, og
sigldi - serliga við klaks-
víkstrolarum – í nøkur ár.
Hann hevur eisini roynt seg
sum lærara og pedagog,
men hevur seinnu árni
verið í handli, til hann nú
fór undir egnan handil.
Jógvan Edvard er eisini
kendur í Gundadali, har
hann kann rópa rættuliga
hart, tá HB spælir – og so
er tað eisini Liverpool, sum
hevur
hansara
serliga
tokka.
Jógvan Edvard eigur tvey
børn, sum búgva í Dan-
mark, Ann Celene og Jan-
us. Um stutta tíð flyta Jógv-
an Edvard, Hansina og
dóttirin Rannvá í nýggj hús
í Maritugøtu í Hoyvík.
Minningarorð um
Jørgin Hansen
Glyvrar
f. 25.06.1938 d. 11.04.2003
Ikki vardi tað okkum, tá ið Jørgin fór til Dan-
markar í sjúkraørindum, at hetta skuldi verða hans-
ara seinasta ferð her í lívinum. Tá ið vit, sum starv-
aðust saman við honum, ringdu niður til hansara,
var hann so glaður og hevði gott mót. Vit hopaðu
at hann skuldi vinna á sjúkuni, men so skuldi ikki
verða, hansara tíð var komin.
Okkum untist at koma at kenna Jørgin gjøgnum
okkara felags arbeiðspláss, á smoltstøðini, hesi
seinastu árini, sum vit kunna minnast aftur á við
takksemi. Jørgin stórtreivst millum okkum.
Smoltstøðin liggur í haganum hjá Jørgini, so eftir
loknan arbeiðsdag lá væl fyri hjá honum at hyggja
eftir seyðinum, sum hann røktaði sera væl.
Jørgin var altíð góður at heita á, spurdi tú hann
um onkra tænastu, var svarið, "tað er meira enn
gaman í".
Jørgin hevði sera gott eyga fyri náttúruni, hann
kendi hvønn fugl og hvønn seyð. Eisini hevði hann
gott innlit í øllum samfelagsviðurskiftum, og av tí
at hann var nakað eldri enn vit, varð tað áhugavert
hjá okkum at líða á, tá hann fortaldi um ymiskt.
Í vikuskiftinum, tá Jørgin hevði frí frá arbeiði,
koyrdi hann javnan niðan at hyggja til seyðin, og
dámdi honum væl at koma inn á smoltstøðina at
vitja vakthavandi til eitt prát og ein kaffimunn.
Mangan hevði hann ein kjøtbita við, honum dámdi
væl at fjálga um tey, ið vóru rundan um hann.
Jørgin var sera góður við sína lítlu familju, sum nú
er nógv skerd, tá hann er farin. Góða Helga,
Malan, Torben, Martha og lítla Helga, tit hava mist
ein góðan mann, pápa verpápa og abba. Við
djúpastu samkenslu vilja vit við hesum lýsa frið
yvir minnið um okkara kæra starvsfelaga og vin,
Jørgin Hansen.
Jan, Ingemar og Ragnar
Dagurin
6. juni. Norbertus, deyður í 1134. Týskur aðalsmaður,
sum stovnaði eina nýggja munkaskipan í Premontre í
Fraklandi og seinni gjørdist biskupur í Magdeburg.
Silvurbrúdleyp
Sunnudagin 15. juni hava hjúnini Bina Klakstein
og Heri Ellingsgaard, Klaksvík, silvurbrúdleyp.
Dagurin verður hildin leygardagin 14. juni, millum
kl. 11:00 - 16:00, við ábiti og morgunmati
(brunch) í Skálanum í Klaksvík. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Jónsvein Jensen
60 ár
Í dag fyllir ein kendur
Gøtumaður trýss ár. Hann
eitur Jónsvein Jensen. Jón-
svein er sonur Martinu og
Meinhard (Hellu Mein-
hard) Jensen í Gøtu. Hann
er mitt í einum systkina-
flokki upp á ellivu.
Jónsvein er best kendur
sum servicemaður hjá Alu-
Plast í Gøtu. Hann hevur
verið í flestu húsum í Før-
oyum. Á flestu virkjum og
stovnum, á næstan hvørjari
hædd. Sett hurðar og vind-
eygu í ella gjørt okkurt í
stand, sum er farið.
Jónsvein er giftur við
Kristionnu, fødd Øregaard,
úr Søldarfirði. Tey eiga
dóttrina Mirjam, sum er
yngst, og synirnar Tórheðin
og Meinhard. Øll búgva í
Gøtu. Borgar var elst, men
hann fórst í bilvanlukku í
1989. Kristianna og Jón-
svein eiga ommu og abba-
børnini Borgar, Kristionnu,
Emblu, Jan og ein ný-
føddan ommu og abbason.
Jónsvein fór til skips, tá
hann fylti fjúrtan, og sigldi
fram til 1980. Tá fór hann í
land at arbeiða hjá Alu-
Plast, ella hjá Schwartz,
sum tað ofta varð kallað
fyrr. Har hevur hann verið
øll árini síðan, eisini tá tað
næstan
var
fólkatómt
kreppuárini. Hóast hann
ikki hevur lært og ikki fór
at arbeiða sum handverkari,
fyrr enn hann var næstan
fjøruti ár, so hevur hann
víst seg sum ein framúr
handverkara.
Jónsvein
sigldi fyrstu árini við Bár-
uni í Gøtu. Seinni var hann
við fleiri skipum. Hann
sigldi nógv við Havørnini,
og seinast í sjeytiárunum
var hann við kraftblokka-
bátinum Polaris. Tíðliga í
trýssunum var hann við
týskum trolara.
Annars kann tað sigast
um Jónsvein, at hann er
serliga
lættur
í
sinni,
skemtingarsamur og dugir
væl at práta við øll fólk.
Ítróttarliga er tað GÍ, sum
hevur áhugan, og í náttúr-
uni er tað serliga fuglurin.
Jónsvein er so sera glað-
ur fyri sang. Tað hoyrist
heima í stovuni. Serliga
sunnudagurin fer fyri tað
nógva við sangi. Bæði at
syngja við á møti í Fila-
delfia í Gøtu og aftur við
sjónvarpi og útvarpi og
fløgum heima við hús.
Stórur føðingardagur var
tilrættalagdur, í leigaðum
høli, men tað varð steðgað
av verkfalsrørsluni. Dag-
urin verður hildin heima
hjá Kristionnu og Jónsveini
í Norðragøtu, har húsini
standa opin allan dagin og
alt kvøldið.
Kristianna og Jónsvein Jensen
Joan Midjord Joensen ( til vinstru) her avmyndað saman við
einari av svensku landsliðsleikarunum, Åse Eriksson
C
M
Y
K
9
8