fríggjadagur 6. juni 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 105 - 6. juni 2003
Nú meðan verkfallið
hevur staðið við, og
lítið og einki brenni-
evni hevur verið at
fingið, hava hýru-
vognarnir havt nógv
at gera. Men brenni-
evni hevur í fleiri før-
um verið dýrt og
trupult at fáa
hendur á
HÝRUVOGNS-
KOYRING
Magnus Gunnarsson
Um hesa árstíðina er ofta
verkfall. Onnur ár, tá
strandfarskipini ikki hava
siglt, hava teir, sum eiga
smáar útróðrar- og stutt-
leikabátar, siglt við ferða-
fólki, posti og frakt millum
oyggjarnar. Hetta hevur
givið teimum møguleika
fyri eini eyka inntøku.
Hesaferð er tað nakað ann-
arleiðis, strandfaraskipini
hava siglt, meðan ferðslan á
landið hevur havt tað meira
trupult. Tað, at lítið av
bensini og dieselolju hevur
verið at fingið, hevur havt
við sær, at fólk hava verið
noydd at seta privatbilin og
leiga sær ein hýruvogn.
Ikki allir hýruvognsførarar
í Havn hava havt so lætt við
at skaffa sær brennievni. Á
bilstøðini Auto hava teir
egna bensinsølu, sum teir
einans hava brúkt til sínar
egnu hýruvognar undir
verkfallinum, so leingi tað
hevur vart. Aðrir hýru-
vognsførarar hava verið á
Sandoynni og bunkrað. Tað
er dýrt brennievni íroknað
ferðaseðilin við strandfara-
skipinum. Eisini hava teir
ligið fram við, tá bensin og
olja hava verið at fingið í
Kollafirði ella í Vestmanna.
So hvørt sum privatbil-
arnir blivu færri á gøtunum,
vaks koyringin hjá hýru-
vognunum. Tá býbussarnir
góvust í farnu viku, bleiv
eftirspurningur eftir hýru-
vognum størri.
Hýruvognarnir í Havn
hava ymiskar uppgávur at
røkja sum t.d. koyring við
blóðdonorum fyri Lands-
sjúkrahúsið og koyring fyri
Lágargarð
Fleiri leiga hýru-
vogn undir
verkfallinum
Hýruvognarnir hava havt nógva koyring undir verkfallinum
Hósdagin 12. juni
kemur eitt stórt
amerikanskt sangkór
á vitjan í Føroyum.
Talan er um The
Calvary Choir, ið er
úr samkomuni
Calvary Church í
Kalamazoo. Pastorur í
samkomuni er John
Monro, ið er giftur
við føroyskari konu
KÓRVITJAN
Amerikanska
sangkórið,
The Calvory Choir, vitjar í
Føroyum frá 12. til 16.
juni. 56 fólk eru við í kórin-
um, sum fer at vitja í
ymiskum samkomum í
Føroyum. Pastorur í sam-
komuni er John Monro,
ættaður úr Edenburgh í
Skotlandi. Hann giftist í
1974 við Gudny, f. Gunn-
arsson, úr Havn, dóttir
Jørghild, f. Thomsen, og
Ingolf Gunnarsson. Gudny
og John hava búð í USA
síðan 1981, tey eiga sonin
Christopher.
Calvary-sangkórið er úr
samkomuni
Calvary
Church
í
Kalamazoo,
Michigan í USA. Kalama-
zoo er býur við 70.000
íbúgvum í ein landsynning
í statinum Michigan, góðar
100 km eystan fyri Chicago
og vestan fyri Detroit. Her
liggja læristovnarnir West-
ern Michigan University og
Kalamazoo College. Fleiri
smærri býir liggja rundan
um Kalamazoo, so fólka-
talið í øllum økinum er
oman fyri 300.000.
Calvary Bible-samkom-
an varð stovnað sum sjálv-
støðug samkoma í 1929.
Høvuðsmál samkomunnar
er at vera og gera lærisvein-
ar, sum sýna fram og kunn-
gera Harran Jesus Kristus.
Sangkórið er eisini kent
fyri at halda fast við grund-
reglurnar í orði Guds. John
Munro hevur verið leiðandi
prædikumaður (pastorur) í
Calvary Bible-samkomuni
síðani í mai 1996.
Vanliga vitja fleiri enn
2000 fólk møtini hvønn
sunnudag, og er hetta tal
tvífaldað
seinastu
sjey
árini. Samkomubygningar
og aðrar eindir at virka frá
umfata góðar 30.000 fer-
metrar á einum øki, ið er
umleið 73.000 fermetrar til
støddar.
At tilbiðja Gud er aðal-
málið í lívinum í Calvary-
samkomuni, og samkoman
roynir at bera fram tilbiðjan
og lovsong í einum bíbilsk-
um, javnvigandi stíli, har
Gud er miðdepil. Calvary-
sangkórið umboðar hesa
lívsáskoðan og er kjarnin í
eini tónleikatænastu, sum
eisini umfatar eitt orkestur,
ið telur 30 limir, eins og
fleiri lovsongsbólkar og
ljómlið, handklokkukór og
fleiri barnakór. Sangkórið
syngur fyri tað mesta
sunnumorgnar og hevur, ið
hvussu er, tríggjar fram-
førslur á eini árligari jóla-
konsert, ið er vorðið stak
gott høvi til at røkka út til
fólkið har um vegir. Cal-
vary Bíble-sangkórið tók
upp sína fyrstu ljómfløgu í
mars 2001 við heitinum
„Worship at Calvary…
Live!" Tim Hathaway er
sang- og tilbiðjanar-pastor-
ur í CBC (Calvary Bible
Church). Partur av ábyrgd
hansara er at fyrireika og
leiða lovsongin og at
stjórna sangkórinum og
tónleikarunum. Hann og
kona hansara, Vicki, eiga
tríggjar døtur.
Kórið syngur í hesum
støðum:
Fríggjakvøldið 13. juni kl.
19.00 í Betesta í Klaksvík
Leygarkvøldið 14. juni kl.
20.00 í Siloa í Fuglafirði
Sunnudagin 15. juni kl.
10.30 í Lívdini í Hoyvíkar
Skúla
Sunnukvøldið 15. juni kl.
18.00 í Ebenezer
Stór kórvitjan úr USA
Samkomu- og kórleiðarar, f.v. John Monro, pastorur, og konan, Gudny Monro, sum er úr Havn, Vicky Hathaway og maðurin,
Tim Hathaway, sang og tilbiðjanarpastorur
Nr. 105 • fríggjadagur • 6. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Ivamálini eru í verjupartinum
Frammi á vøllinum
eru eingi ivamál,
meðan fimm spælarar
eru við í kappingini
um fýra pláss í
verjuni
ÍSLAND–FØROYAR
Jóannes Hansen
Longu undan fráferðini úr
Føroyum mikudagin tóktist
tað
rættuliga
upplagt,
hvussu føroyska liðið fer at
verða mannað á miðvøllin-
um og í álopinum, tá ið tað
í morgin fer at takast við
grannarnar fyri vestan á
Laugardalsvøllinum
í
Reykjavík.
Hóast hann eftir fýra um-
før í landskappingini ikki
enn hevur funnið vegin til
netmeskarnar
hjá
mót-
støðuliðunum – tað plagar
hann annars at vera óførur
til – so verður John Peter-
sen annar av álopsmonnun-
um. Undir liðini á honum
verður ivaleyst Andrew av
Fløtum. Á miðvøllinum er
einki at ivast í, at Jákup á
Borg verður í høgra borði,
og at Fróði Benjaminsen og
Julian Johnsson vera mitt
fyri. Hesin seinni hevur
saman við so nógvum øðr-
um B36 monnum ikki enn
verið serliga væl upplagdur
í heimligu kappingini, men
tann, sum hevur verið fast-
ur maður í sjey ár, og sum
stendur á gáttini til at spæla
landsdyst
nummar
50,
verður ikki settur av. Ser-
liga ikki tá ið Ísland, sum
hevur nógvar høvuðssterk-
ar spælarar og nógvar spæl-
arar, sum eru drúgvir í nær-
dystunum á liðnum, er hin
parturin.
Miðvallarplássið
í
vinstru hevur verið ivingar-
samt, síðani Øssur Hansen
og Jens Kristian Hansen
vóru fastir menn. Hjalgrím
Elttør og Heðin á Lakjuni
hava verið royndir í tí
ódnini. Heðin fekk ikki boð
hesa ferð. Hjalgrím kappast
við Rógva Jacobsen um
plássið, og tað er nógv, sum
bendir á, at Rógvi verður
tann drúgvari í tí kapping-
ini. Hann stóð seg væl, tá ið
hann fekk møguleikan í
vinadystunum ímóti Kas-
akstan, og tað hevur ikki
minsta týdningin, at hann
hevur væl betri fyritreytir í
høvuðspælinum – tað hevur
hann longu víst fleiri ferðir
í heimligu kappingini í ár –
enn kappingarneytin.
Ivamálini
Um Jens Martin Knudsen
ella Jákup Mikkelsen skal
vera í málinum valdast hesa
ferð, sum tað hevur gjørt
seinastu nógvu ferðirnar,
um, hvussu dagsformurin
er. Jákup, sum ikki sleppur
framat í bestu norsku deild-
ini, var ikki tøkur í fyrra
vinardystinum ímóti Kas-
akstan, og tá ið hann undan
seinna dystinum var komin
til Føroya, var hann so mik-
ið skaddur í einum fingri,
at tað ikki bar honum til at
spæla. Lars Høgh venur teir
báðar
málverjarnar
í
Reykjavík, og hann fara
Henrik Larsen og Jógvan
Martin Olsen ivaleyst at
fundast við, áðrenn teir
taka avgerðina.
Jens Martin var málverji
ímóti Skotlandi á heima-
vølli í fjør. Tá ið landsliðið
spældi í Litava og Týsk-
landi var Jákup millum
stólparnar, og hann var
rættuliga sannførandi.
Fimm spælarar eru við í
kappingini um tey fýra
plássini í verjuketuni. Teir
eru Christian Høgni Jacob-
sen, Jóhannis Joensen, Jón
Rói Jacobsen, Johan Byrial
Hansen og Súni Olsen. Um
Óli Johannesen og Pól
Thorsteinsson høvdu verið
tøkir hesa ferð, so hevði
verjan ivaleyst sæð soleiðis
út: Pól, Óli, Jón Rói og
Súni. Nú eru Óli og Pól
leikbannaðir, og tað hevur
við sær, at talan verður um
nýggja samanseting.
Á vongverjanum í høgru
eru Christian Høgni og Jó-
hannis
møguleikarnir.
Venjararnir tykjast hella til
Christian Høgna. Á vinstra
vongverja eru Súni og
Johan B. Hansen møguleik-
arnir. Í fyrstu atløgu er mest
upplagda boðið, at Súni
verður vongverji, og at
Johan ella Jóhannis Joen-
sen verður miðverji saman
við Jón Róa
Síðsti møguleikin
Tað er eisini ein annar
møguleiki, sum ikki hevur
verið nevndur, men sum tað
væl kann hugsast, at venj-
ararnir umhugsa. Aftur og
aftur hevur dentur verið
lagdur á, at tað í 4–4–2
spælskipanini hevur sera
stóran týdning at hava
góðar fótbóltsspælarar í
miðverjuni, og at teir eisini
eru skjótir. Á yngru lands-
liðunum
hevur
Jógvan
Martin Olsen fleiri ferðir
havt Súna Olsen í miðverj-
uni. Tí er møguleikin iva-
leyst og vendir á borðinum
á
gistingarhúsinum
í
Reykjavík, um Súni skal
vera miðverji saman við
Jón Róa.
Um tann loysnin hevði
verið vald, so verður Johan
B. Hansen í vinstra verju-
borði. Har hevur hann spælt
nógv í feløgunum, og hann
hevur eisini røkt tað plássið
á landsliðnum. Fyrimunir-
nir við hesi síðstu loysnini
eru altso tveir skjótir og
góðir bóltspælarar í mið-
verjuni.
Íslendingar eru góðir í
luftspælinum, og um teir
sleppa at leggja høgar send-
ingar í føroyska brotsteigin,
so verða teir vandamiklir.
Føroyingarnir á miðvøllin-
um og í verjuborðunum
skulu syrgja fyri, at ís-
lendingarnir ikki sleppa til
longu og høgu sendingar-
nar innfyri føroyska málið.
Um íslendingarnir sleppa at
gera tað, sum teir ætla sær,
so kann tað skjótt gerast
rættuliga kostnaðarmikið.
Jón Rói veit, hvat tað snýr
seg um í luftspælinum, og
Jóhannis og Johan er betri
fyri í tí partinum, enn Súni
er tað. Men føroysku spæl-
arnir fara neyvan at megna
at vinna luftbardaga ímóti
íslendingunum, og um tal-
an gerst um luftkríggj, so
kann tað skjótt aftaná verða
soleiðis, at semja verður
um, at tað ikki var rætt, at
Hans Fróði Hansen varð
settur eftir í Føroyum.
Í blaðnum í morgin verð-
ur meiri at frætta frá okkara
monnum í Reykjavík um,
hvussu liðið fer at síggja út.
Álopsódnirnar og miðvall-
arplássini er tað eingin ivi
um. Hvør skal manna hinar
ódnirnar verður vent og
snarað á venjaraborðinum í
Reykjavík í dag.
Jann Ingi Petersen, Atli
Danielsen, Ingi Højsted og
Jónhard Frederiksberg eru í
hesum
hugleiðingunum
ikki nevndir sum møguleik-
ar millum teir fyrstu ellivu í
morgin. Teir eru, so plagdi
maðurin at taka til, við fyri
at læra!
Stóru ivamálini undan
landsdystinum ímóti Íslandi
leygardagin eru í verjuni.
Sannlíkt er at GÍ-leikarin,
Súni Olsen, verður ein av
teimum fýra monnunum,
sum skulu halda íslending-
unum burtur frá føroyska
málinum.
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
11
10