Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 6. juni 2003 13 Vinarlag skal standa sína roynd Stórur partur av um- sitingini og politikar- um hjá Tórshavnar Býráð eru við í ferða- lagnum, sum kom til Reykjavíkar miku- dagin LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/ Jákup Mørk - Reykjavík Tað eru ofta hópur av trú- føstum áskoðarum, sum fylgja við føroyska lands- liðnum, tá dystir verða leiktir uttanlands. Stórur partur av hesum eru tíðum tey somu ferð eftir ferð, men í flogfarin- um hjá Atlantic mikudagin vóru tó eisini nøkur, sum ikki eru heilt so føst í hes- um sambandi. Tórshavn og Reykjavík eru vinarbýir, og nú lands- dystur landanna millum skal spælast í Reykjavík, er stórur partur av býráðnum í Reykjavík. Tað eru nú eis- ini onnur ørindi á skránni. - Tað er soleiðis, at grunnurin, Nuuk-Tórs- havn-Reykjavík, hevur sín árliga fund í Reykjavík í ár, og tað fall soleiðis, at hetta var jús í somu døgum, sum landsdysturin skuldi spæl- ast, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn. - Upprunaliga var tað ikki partur av ætlanini at fara til landsdyst, men nú alt liggur somikið væl fyri, gjørdu vit av at bjóða teimum íslendsku og grøn- lendsku umboðunum til dystin. Og sjálvt um slíkar inn- bjóðingar ofta verða send- ar, til tess at styrkja um vin- arlagið millum partarnar, so ivaðist Jan sjálvur í, hvørt hetta fór at hjálpa nakað serligt í so máta. - Tað veit eg nú ikki. Eg segði í øllum førum við íslendsku vertirnar, at tað helst var nokk so gott, at vit skuldu avstað alt fyri eitt, sum dysturin er liðugur. Eg rokni í øllum førum ikki við, at teir høvdu verið so øgiliga blíðir, eftir at okkara menn hava vundið burtur úr Íslandi. Eftir øllum sólar- merkjum at døma, verður Julian Johns- son leygardagin fimti føroyski landsliðs- leikarin, sum rundar teimum 50 landsdyst- unum LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/ Jákup Mørk - Reykjavík Higartil eru tað bert fýra leikarar, sum hava rundað teir hálvt hundrað lands- dystirnar. Øssur Hansen, Óli Johannesen, Jens Mart- in Knudsen og Allan Mørk- øre eru einasti leikararnir, sum eru í hesum fína sel- skapinum, men leygardagin legst væntandi ein afturat. Gongst alt sum ætlað, so verður talan nevnliga um 50. landsdystin hjá Julian Johnsson, og sjálvur við- gongur hann eisini, at tað hevur nakað at siga persón- liga, at hann nú er um at røkka hesum talinum. – Eg skal ikki siga, at tað er eitt mál í sjálvum sær, men sjálvandi fert tú at hugsa um tað, tá dystirnir gerast nógvir í tali. Ikki soleiðis, at eg í fleiri ár havi hugsað um runda talið, men tá kemur upp dyst nummar 46 og 47 og har á leið, so fert tú av tær sjálvum at hugsa soleiðis. Tá kann man kanska siga, at talan verður um eitt lítið mál á vegnum, heldur hann. Til stuttleikar kann nevn- ast, at tá Julian í síni tíð leikti fyrsta landsdystin móti Finnlandi, vóru hann og Allan Joensen úr KÍ landsliðsleikarar nummar 50 hjá Føroyum í altjóða høpi, so runda talið er kanska ikki heilt so fremm- ant hjá honum. Metið enn einki mál Júst fyltur 28 ár kann tað eisini roknast við, at Julian verður tøkur á landsliðnum í nøkur ár framyvir, og tað er nokk ikki heilt óveruligt at tosa um, at skal næsti metmaðurin eftir Óla Jo- hannesen finnast, so verður tað helst Julian Johnsson. Spurdur hvør hetta eisini er nakað, sum hann hevur hugsað um, ivast Julian tó eitt sindur. – Tað er klárt, at tað vildi verið nakað serligt, um eg ein dagin kom at standa við landsliðsmetinum, men tað er ikki tað, sum tað snýr seg um nú. Sum landsliðsleik- ari mást tú bara taka ein dyst í senn, og tann næsti av slagnum er so í Íslandi leygardagin, og har verður ivaleysa mikið at hugsa um. – Talan er jú um granna- uppgerð hjá báðum pørtun- um, og eg ivist ikki í, at allir mans fara at gera sítt ítarsta á vøllinum. So mugu vit bara vóna, at tað verður nóg mikið, heldur miðvall- arin, sum eftir øllum at døma skal halda rundan dag leygardagin. Rundur dagur í grannauppgerðini Borgarstjórin í Havn tók til, at fyri vinarliga býanna millum var tað helst gott, at umboðini hjá Tórshavnar Býráð sleppa sær avstað beinanvegin, sum føroyska liðið hevur tikið sær av Íslandi – Tá kemur upp dyst nummar 46 og 47 og har á leið, so fert tú av tær sjálvum at hugsa um tey hálvt hundrað, heldur Julian Johnsson 13 12 Nr. 105 - 6. juni 2003 Ungi Arsenal leikar- in hevur fingið fib- urskaða, og verður ikki við ímóti Íslandi leygardagin LANDSLIÐIÐ Páll Holm Johannesen B36-leikarin Heðin á Lakjuni fekk í seint í gjárkvøldið boð um at pakka taskuna, tí lands- liðsvenjarin, Henrik Lar- sen, hevur brúk fyri skjóta klaksvíkinginum í Ís- landi. Ungi Ingi Højsted hevur fingið so álvarsam- an fiburskaða, at Arsen- al-leikarin ikki verður tøkur hjá landsliðsvenjar- anum til dystin ímóti Íslandi leygardagin. Heðin fór av landinum við Atlantic Airways tíð- liga gjáramorgunin. Vit hittu Heðin á máli, júst eftir at hann var lendur í Reykjavík. Hann var feg- in um úttøkuna, og hann kennir seg væl fyri, um brúk skuldi verið fyri honum til dystin leygar- dagin. Heðin á Lakjuni fyri Inga Højsted Kviki B36-leikarin Heðin á Lakjuni fekk seint mikukvøldið landsliðboð fyri skadda Inga Højsted Maraton í Føroyum Stigtakararnir til Tórshavn Maraton vóna, at einir 35-40 rennarar fara at boða frá luttøku. Útlendsk- ir maratonrennarar vísa eisini kappingini áhuga. MARATON RENNING Páll Holm Johannesen Rennifelagið í Havn, Bragdið, skipar 19 juli fyri fyrstu maratonkapprenn- ingini nakrantíð í høvuðs- staðnum. Kappingin verður hóskandi kallað Tórshavn Maraton. Hetta er bert aðru ferð at skipað verður fyri maraton kapping í Føroy- um. Fyrru ferð var við oyggjaleikirnar í 1989, tá føroyingurin, Absalon Han- sen, endaði ovastue á sig- ursskamlinum. Samstarv við íslendingar Í samband við Tórshavn Maraton hevur Bragdið í hesum døgum vitjan av tveimum íslendingum, sum skulu hjálpa við fyrireiking- unum til kappingina. Báðir íslendingarnar eru við í samskipanini av Reykjavík Maraton, og teir skulu leggja føroyingum lag á. Føroysku samskipararnir av Tórshavn Maraton ætla, at kappingini skal fáa altjóða viðurkenning. Fyri at tað skal eydnast, skulu nøkur krøv lúkast. Eitt nú er krav, at rutan, sum skal rennast, skal vera máta av einum góðkendum rutu- mátara. Hesum hava føroy- ingar tikið til sín, og í hes- um døgum er altjóða góð- kendur rutumátari í Føroy- um, og hyggur at umstøð- unum. Á heimasíðuni hjá fræls- um ítrótti í Føroyum stend- ur, at seinast í 15.juni verð- ur kunngjørt hvør endaliga rutan í Tórshavn Maraton verður. Stórur áhugi Tórshavn Maraton í ár er ein roynd av sínum slag hjá Bragdinum, og ætlanin er, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Seinnu árini eru fleiri og fleiri føroyingar farnir at renna maraton. Ein av samskiparunum av Tórs- havn Maraton, Robert Vil- helmsen, sum sjálvur er maratonrennari, sigur, at um 25-30 føroyingar árliga renna maraton. Robert vón- ar, at Tórshavn Maraton fer at økja enn meir um áhugan hjá føroyingum at renna maraton. Stigtakararnir til kapp- ingina vóna, at luttakartalið verður um 35-40. Fleiri út- lendingar hava sýnt kapp- ingini áhuga, og í løtuni siga maratonrennarar úr Danmark, Íslandi og fjar- skotna Mallorka seg vilja at koma til Føroya til kapp- ingina. Stuttleikarenning Fyri at skapa ein serligan renni dám í býnum 19.juli, skipar Bragdið eisini fyri stuttleikarenning fyri tey, ið ikki seta seg fyri at renna maratonteinin. Ætlanin við stuttleikarenningini er at fáa fólk at røra seg hendan dagin, uttan at nøkur krøv verða til skjótleika ella tíð. Teinarnir í stuttleikarenn- ingini vera 5 km fyri vaksin og 3 km fyri børn. Fyri fyrstu ferð verður skipað fyri Tórshavn Maraton í summar. Kappingin verður leygardagin 19.juli, og er hetta bert aðru ferð, at maratonkapping er í Føroyum. Seinastu ferð var við oyggjaleikirnar í 1989. Mynd: Savnsmynd Tað er greitt, at bólkurin hjá KÍ- kvinnunum verður leiktur í Hollandi í døgunum 21-25 august UEFA CUP Páll Holm Johannesen Fyrrapartin mikudagin var lutakastið í UEFA-Cup kappingini hjá kvinnum. UEFA -Cup er einasta evropeiska kappingini fyri feløg hjá kvinnum. Kapp- ingin er fyri meistaraliðini í hvørjum landið. KÍ-kvinn- urnar gjørdust meistarar í fjør, og tí fall tað teimum í lut at boða frá luttøku til UEFA kappingina Luta- kastið bólkaði KÍ-kvinnur- nar við Fulham úr Ong- landi, Ter Leede úr Hol- landi og FC Codru Anenii úr Moldova. Bólkurin hjá KÍ verður leiktur í Hol- landi, og kappingin verður í døgunum 21-25 august. Triðju ferð Hetta er triðja árið upp í slag, at klaksvíkskvinnur vera við í kappingini. Fyri tveimum árum síðan vóru tær í Finlandi og í fjør leiktu KÍ-kvinnurnar í Svø- ríki. KÍ-kvinnurnar hava vunnið dystir bæði árini, so úrslitini kunnu ikki sigast annað enn at hava verið góð. Góðu avrikini farnu árini sæst eisini aftur í styrkismetingini hjá UEFA, tí til lutakastið vórðu KÍ styrkismettar í bólki trý, og hetta merkir at føroyska meistaraliðið er í millum 24 tey sterkastu meistara- liðini í Evropa. Kenna lítið til mótstøðuliðini Eftir lutakastið mikudagin, fingu vit orðið á venjaran hjá KÍ seinastu árini, Jón Harald Poulsen. Hann sigur seg kenna lítið til mótstøðu- liðini. Sambært Jón Haraldi, so er Fulham júst farnar at spæla hálva tíð, eftir at leikarar hava verið fulltíðar yrkisleikarar í nøkur ár. -U- 19 landsliðið hjá kvinnunum hevur leikt bæði ímóti Ong- landi og Moldova, og tað er tað einasta vit vita í løtuni. Komandi dagarnar verður farið at leita eftir upplýsn- ingum um mótstøðuliðini, sigur Jón Harald at enda. KÍ í bólki við Fulham KÍ-kvinnurnar avmyndaðir eftir at meistaraheitið kom í hús í fjør. Í august mánaði sleppa klaksvíkskvinnur rættiliga at royna seg, tá tær skulu til Niðurlond at spæla UEFA Cup. Mynd: Savnsmynd C M Y K 12