Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 6. juni 2003 15 Pedagogur og/ella hjálparfólk og reingerðarfólk til Frítíðarskúlan í Stoffalág 82 Størvini: eru eitt pedagogstarv uppá 30 t. og tvey hjálparfólkastørv uppá 30 t. og 25 t. Reingerðar- størvini eru 2 t.at vaska ovaru hædd og 2 t.at vaska niðaru hædd. Stovnslýsing: Á Frítíðarskúlanum í Stoffalág 82, ganga 67 børn. 46 ganga fyrrapart og 21 ganga seinrapart. Tað er týdningarmikið, at tit hava hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing, áliti og umsorgan fyri tí einstaka barninum og eitt gott samstarv millum foreldur og starvsfólk. Dentur verður lagdur á,at umsøkjarin kann arbeiða sjálvstøðugt, er røkin og førur fyri at taka avgerðir í arbeiðinum. Vit leggja stóran dent á, at vit eru eitt frítíðar- tilboð til børnini. Vit eru saman við børnunum í teirra frítíð.Vit vilja skapa møguleika fyri, at børnini mennast við at lurta, práta og vera saman við teimum. Setanarviðurskifti: Størvini verða sett tann 06. august 2003, løn sambært sáttmála ímillum Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Peda- gogfelag. Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Umsókn saman við viðmælum, upplýsing um út- búgving og royndum skulu vera Frítíðarskúlanum í hendi seinast 16. juni 2003. Umsóknirnar skulu sendast til: Frítíðarskúlan í Stoffalág 82 100 Tórshavn Setanarsamrøður verða skjótast gjørligt eftir hetta. Meira fæst at vita um størivni við at venda sær til: Barbaru Dahl, leiðara og Bjørg Danielsen, varaleiðara á tlf. 314879. søkir lærarar Lærari til el-deildina Starvið, sum er eitt fulltíðarstarv, umfatar undir- vísing á el-deildini. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum elektrikari, hava prógv sum el-installatørur og minst 2 ára starvsroyndir innan yrkið.Neyðugt er at umsøkjarin hevur kunnleika til nýggjastu el-útgerð. Eisini er áhugi fyri stødd-, alis- og evnafrøði, og nýtslu av EDV, ein fyrimunur. Á el-deildini starvast 5 lærarar í føstum starvi og 1 verkstaðarhjálpari. Næmingarnir læra til elektrikara og ganga í skúla í 55 vikur tilsamans. Eisini verða SIT-næmingar undirvístir á deildini. Lærari til timburdeildina Starvið,sum er eitt fulltíðarstarv,umfatar undirvís- ing á timbur- og snikkaradeildunum. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum húsasmiður, og minst 2 ára starvsroyndir innan yrkið. Umsøkjar- ar við hægri útbúgving hava fyrimun. Timbur- og snikkaradeildirnar eru í sama bygningi. Lærarnir skifta ímillum báðar deildirnar. Á deildunum starvast 8 lærarar í føstum starvi og 1 verk- staðarhjálpari. Næmingarnir læra til húsasmið ella bygningssnikkara og ganga í skúla ávikavist 45 og 50 vikur tilsamans. Á deildini verða eisini SIT næmingar undirvístir. Setanarkor til fast starv: Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð, har tann,sum verður settur í fast starv,má vera til reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður seg pedagogiska/undirvísingarliga ella aðra førleika- gevandi útbúgving, sum er neyðug fyri at verða settur í fast starv. Løn: Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL. Størvini skulu setast 11. august 2003. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og starvstíð skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 13. juni 2003. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlan, tlf. 31 19 57. TEKNISKI SKÚLIN Í TÓRSHAVN Marknagilsvegur 75 · Postsmoga 239 FO-110 Tórshavn Telefon +298 311957 · Telefaks +298 316621 e-mail: tst@tst.fo Hús í Vági til sølu Hús á Oyralagi í Vági til sølu um hóskandi boð fæst. Áhugað kunnu ringja Tlf. 37 38 74 Gøtu kommuna søkir 1 dagrøktara at byrja 4. august 2003. Dagrøktarheimið skal vera innrætta barnavinarligt, har rúm er til børnini at spæla í og hóskandi trygt spæliøki uttanfyri. Í skipanini eru tríggjar dagrøktarar, tvær í Syðru- gøtu og ein í Norðragøtu.Vit hava skipa eina spæli- stovu, har dagrøktarar saman við børnunum og leiðaranum koma saman til ymiskt, ein dag um vikuna mánadag frá kl. 7.30 til kl. 12.00. Vit eru í stovuni sum frítíðarskúlin brúkar. Lønin er sambært sáttmála við Føroya Kommunala arbeiðsgevarafelag. Til Dagstovnin í Gøtu søkist 1 pedagog til starv í frítíðarskúlanum,»Skorðan« at byrja 18. aug. 03. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. 1 pedagog til starv í barnagarðsstovu, »Látri« at byrja 4. aug. 03. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna. 1 hjálparfólk til starv í barnagarðstovu, »Látri« at byrja 4. aug. 03. Arbesiðtíðina er 30 t. um vikuna. 1 pedagog til starv í barnagarðstovu,»Á Helluni« at byrja 4. aug. 03. Arbeiðstíðin er 30 t. um vikuna, møguleiki er at fáa 35 t. um vikuna. Í dagstovninum eru 5 stovur, ein vøggustova »Á Rókini« 14 pláss 0-2 ár, ein smábarnastova »Í Gjónni« 18 pláss 2-4 ár, ein barnagarðsstova »Á Helluni« 21 pláss 4-6 ár, ein barnagarðsstova við børnum í forskúlaaldri »Látri« 20 pláss og frítíðarskúlin til børn í 1. flokki »Skorðan« 10 pláss. Dagstovnurin lat upp 1. februar 2000 og liggur í hugnaligum og barnavinarligum umhvørvi, við Gøtugjógv. Um eingin pedagogur søkir verður hjálparfólk fyribils sett. Lønin er sambært sáttmála við Føroya Pedagog- felag. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Torgerð Hansen, tlf. 442012 lokal 10. Skrivlig umsókn skal sendast okkum áðrenn hósdagin 19. juni 2003.Bygdarráðið tekur sær rætt til frítt at velja ímillum umsóknirnar ella ongan at seta. Dagstovnurin í Gøtu boks 32 511 Gøtugjógv Skopunar skúli Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2003-2004, umleið 24 tímar um vikuna. Fyrimunur er,um tú kanst taka á teg svimjiundirvís- ing og kanska eisini tónleik. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá fyrsta læraranum á tlf. 361696 ella 217696. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi 20. juni 2003. Skúlastýri f. Skopunar skúla v/ Kristrun Kjærbo 240 Skopun 15 14 Nr. 105 - 6. juni 2003 Rockbólkurin Týr er biðin um at koma at spæla, tá ið russisku býirnir St. Petersborg og Petrozavdosk fara at halda teirra 300 ára dag. Seinastu vikurnar hevur bólkurin arbeitt í donskum studio, har nýggj fløga verður tikin upp TÓNLEIKUR Pop.fo Tað eru nógv fólk eystan- fyri, sum kenna føroyska bólkin Týr, og nú hevur bólkurin fingið ikki minni enn tvær innbjóðingar til at koma at spæla í Russlandi. Í báðum førum er talan um rundar dagar hjá báðum – St. Petersburg og Petroza- vodsk. Í Petrozavodsk er Týr biðin at spæla saman við russiska bólkinum Con- trasts, sum spælir akkust- iskan tónleik, sum byggir á fosturlandssangir. Tað er svenska ambassa- dan í St. Petersborg, sum hevur boðið Týr hagar at spæla. Harafturat er Týr eisini boðið at spæla á øðrum konsertum í Karelia-øk- inum. Enn er ikki greitt, um Týr fer til Russlands at spæla. Teir hava brúk fyri stuðlum til ferðina, og finna teir nakrar, so kann kon- sertferðin gerast veruleiki. Í studio Seinastu vikurnar hevur Týr verið í studio í Jútlandi, har teir hava gjørt upptøkur til nðggja útgávu, sum kemur út í næstum. Fyrst í mai mánaði vóru teir í studio í eina viku, og nú hava teir aftur verið og tikið upp seinastu vikuna. Tað er í Jacob Hansen Studio, at upptøkurnar til nýggju fløguna verða gjørdar, og tað er maðurin, sum eigur studio, sum sjálvur stendur fyri upp- tøkunum. Hetta er eini upptøkuhøli, sum hava ver- ið nógv brúkt av hørðum rockbólkum, og teir í Týr lata sera væl at umstøð- unum. Ætlanin er, at fløgan hjá Týr skal koma út um mánaðarskiftið. Týr bodnir til russiskan føðingardag Rúni Joensen, aðalstjóri í løgmálaráðnum: Eingin ivi um heimildir hjá Karsteni – Endamálið við lóg- ini er, at landsstýris- maðurin skal stýra og samskipa landsins lønar- og fíggjarpol- itikk, og hann má hava tey neyðugu am- boðini til tess, sigur aðalstjórin í Løgmála- ráðnum til málið um sáttmálan millum SEV og Maskinmeist- arafelagið, sum Kar- sten Hansen ikki vil góðkenna SÁTTMÁLATRÆTA Stefan í Skorini Aðalstjórin í løgmálaráðn- um ivast ikki í, at Karsten Hansen hevur sín fulla rætt til at havna sáttmálan, sum SEV og Maskinmeistara- felagið samráddu seg fram til. – Landsstýrismaðurin skal góðkenna allar slíkar sáttmálar, sigur Rúni Joen- sen, aðalstjóri í Løgmála- ráðnum. Hann vísir til við- merkingarnar til lógina. Jákup Danielsen, fyrrver- andi formaður í Starvs- mannafelagnum, sáar í Dimmalætting iva um heimildina hjá Karsteni Hansen at havna einum slíkum sáttmála. Men hes- um vísir Rúni Joensen staðiliga aftur. Jákup Danielsen førir fram, at landsstýrismaðurin ikki skal leggja seg úti í lønarhækkingar ella -lækk- ingar, tí hetta er ikki ein áseting í einum sáttmála. Rúni Joensen vísir hin- vegin á, at í viðmerking- unum til nýggju kommunu- stýrislógina kemur fram, at landsstýrismaðurin skal góðkenna slíkar sáttmálar sum heild og ikki bara ásetingar og aðrar smálutir. – Sostatt skulu sáttmálar og avtalur, sum kommuna, kommunur ella kommunal- ir felagsskapir gera, har ásetingar eru um løn- og setanarviðurskifti góðkenn- ast av landsstýrismannin- um, stendur í viðmerking- unum til § 5 stk. 5 Fíggjarpolitisk amboð Rúni Joensen vísir á, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum skal stýra og samskipa landsins lønar- politikk, og henda greinin í lógini er eitt av amboðun- um, sum hann hevur fingið til at fremja júst hetta. Fíggjarmálaráðharrin varar av øllum slíkum sáttmálum, sum kommunur og komm- unalir felagsskapir gera. Hann slær fast, at hjá teimum er eingin ivi um heimildina hjá landsstýris- manninum, men hinvegin er áhugavert at kanna, hvussu henda støðan er íkomin. Mannagongdirnar viðvíkjandi góðkenning av sáttmálum er møguliga ikki so greið, sum tær kundu verið. – Trupulleikin í hesum førinum er, at hetta var tann fyrsti sáttmálin, sum bleiv undirskrivaður í ár, og tí elvir hann til trupulleikar, sigur Rúni Joensen. Hann heldur, at SEV skuldi havt kanna lógina betur, tí hóast talan er um eina nýggja kommunustýr- islóg, sum er útgangsstøði tað sama sum í gomlu lógini, tá landsstýrismaður- in eisini skuldi góðkenna slíkar sáttmálar. Heidi Andreasen kappast í British Open SVIMJING Páll Holm Johannesen Eiðisgentan, Heidi Andreasen, skal um vikuskiftið kappast í svimjikappingini British Open. Kappingin byrjar í dag, og hildið verður á til sunnudagin. Heidi sigur seg vera væl fyri til kappingina, og hon er spent til at royna seg aftur í kapping. Vanliga eru svimjarar úr øllum Evropa við í British Open, og soleiðis verður eisini í ár. Heidi Andreasen hevur farnu vikurnar vant sera miðvíst til kappingina, og hon er við at sleppa av við akslaskaðan, sum hevur darvað veningini nógv seinasta árið. Heidi fer um vikuskiftið at kappast í greinunum 50 m frí, 100 m frí, 400 m frí og 100 m firvald. Kommunustýrislógin: § 5, stk. 5. Ásetingarnar í sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk (íroknað kommunalar felagsskapir) og flokkingar og stig fyri størv, sum ikki frammanundan greitt eru ásett í sáttmála ella avtalu, skulu góðkennast av landsstýris- manninum. Viðmerkingar: Til stk. 5. Ásetingin skal verða við til at tryggja eitt javnt alment lønarlag og at samsvar er millum lønir hjá landinum og hjá kommunum. Sostatt skulu sáttmálar og avtalur, sum kommuna, kommunur ella kommunalir felagsskapir gera, har ásetingar eru um løn- og set- anarviðurskifti góðkennast av landsstýrismanninum. Viðvíkjandi flokkingum og stigum verður serliga hugs- að um hægri størv. Rúni Joensen, aðalstjóri í Løgmálaráðnum, ivast ikki í, at Karsten Hansen hevur heimild at havna sáttmálanum, sum interkommunali felagsskapurin SEV hevur gjørt við Maskinmeistarafelagið C M Y K 14