Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-10-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 1993síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nýggjur Nr. 202 — 23. OKTOBER 1993 leiðari á Hotel Foroyum 32 ára gamla Lis Rasmussen, ið hevur starvast á Hotel Føroy- um sum marknaðar- og sølu- stjóri, er frá 1. oktober sett sum dagligur leiðari á hotellinum Hotel Føroyar hevur fingið nýggjan dagligan leiðara 32 ára gamla Lis Rasmus- sen, ið hevur starvast á ho- tellinum í umleið eitt ár sum marknaðar- og sølu- stjóri, varð 1. oktober sett í starv sum dagligur leiðari á hotellinum. Mær hevur dámt væl at arbeitt á hotellinum, og tað er ein stór avbjóðing nú at hava fingið dagligu leiðsl- una um hendi, sigur nýggi leiðarin í práti við Tíðinda- blaðið Sosialin. Serliga eru tað broyt- ingarnar á marknaðinum, 1ð skapa avbjóðingina. Frá at hava vend ein seljara- marknaður er marknaðurin nú broyttur ul at vera ein keyparamarknaður, har tað er kundin, ið kanska hevur stórri ávirkan á prisstødi og annað. Í dag er stødan tann á marknaðinum, at vit skulu kappast við bæði útlendsk hotell og lokalar kókikonur. Lis Rasmussen sigur, at besta útgangsstæðið, hon kann hava í starvi sínum, er at finna í nøkrum, danski stórvinnumaðunn Mærsk Mynd: Kalmar McKinney Møller segði i sjónvarpinum herfyri. Gera sítt besta Hann segði, at tá ein kortini skal gera eitt arbeiði, so kann ein eins væl gera tað so gott sum gjørligt. Tað eru annars trý ting, ið hava stóran týdning fyri meg í arbeiðinum, og tey eru at vera motiveraður, seta sær eitt mál og at trúgva upp á seg sjálvan, sigur Lis Ras- mussen Táein er í einum slíkum starvi sum hesum, kann ein altíð koma út fyri at gera mistøk. Men tá ræður um at duga at læra av teimum. Ein og hvør kann jú gera mis- tøk. Tað sama er vid teim- um sokallaðu »6populeru« avgerdunum, ið kanska eru at siga fólki upp, tí tey ikki megna sítt arbeiði. Tað ber eisini til at venda positiva vegin, ti ein persónur, ið ikki klárar sítt, hevur tað jú heldur ikki so serliga gott við seg sjálvan. Undir sínari leiðslu hevur Lis Rasmussen um veturin 11-12 fólk, meðan tey eru Tíðindablaðið eini 30 um summand, tá nógv meira er at gera á ho- tellinum. Umráðandi er at mou- vera tey fólkini, ein arbeiðir saman við. Í dag renna jú øll skjótari, enn tey hava gjørt, og tá er umráðandi at geva fólki tað, tey eiga. Eg hugsi um, at ofta er nógv lættan at finnast at mistøkum enn eitt nú at geva fólki rós, tá tey hava tað uppiborið fyri tað góða arbeiðið, tey gera, heldur leiðarin á Hotel Før- oyum Øll starvsfólkini hava tydning, hóast tað ikki eru øll, ið taka eins stórar av- gerðir, og tí er umráðandi at fáa fólk at trívast og hava tað gott á arbeiðsplássinum. Lis Rasmussen heldur, at av ti at kappingin í dag er so ótrúliga hørð á marknadin- um, er tað júst umráðandi at finna uppá og seta hugskot í verk: Tað er ikki nóg mikið at finna ein tørv hjá fólki. Ikki fyrr enn hann er umskapað- ur til eitt ynski, hevur tú fingið um rætta endan. hj. Nýggi sjónvarpsstjórin: Málið er eitt 100% føroyskt sjonvarp Seinnapartin hósdagin varð Arni Gregersen av einum samdum landsstýri settur í starv sum nýggjur sjón- varpsstjór, efur at Jógvan Asbjørn Skaale tey síðstu tíggju árini hevur sitid í stjórastólinum í Vørdsluni. — Dag frá degi verða ikki nakrar stórri broytingar á sjónvarpinum, men málið er so við og við at seta teir tankar í verk, sum eg havi um sjónvarpið, sigur nýggi stjórin í stuttum práti við Tíðindablaðið Sosialin. — Sum er, senda vit 42% føroyskt tilfar. Tað vil siga tilfar, ið er tekstað, umgjørt ella beinleiðis førovskt ul- far frá okkara hond. Málið er tó avgjørt, at sum tíðin gongur, skal Sjónvarp Fer- oya verða eitt 100% før- oyskt sjónvarp. Hvussu verður við Degi og viku, nær kunnu tit hava tíðindasending mánakveld eisini? Tað megna vit í hvussu er ikki við ti fólki, vit hava nú, tí okkum tørvar at fáa eini trý fólk fleiri, um tað skal bera til. Men eisini eru onnur øki í sjónvarpinum, ið kundu trongt til, at vit gjørdu meira burturúr, og tað fara vit alla tíðina at gera efur førimuni. Her hugsi eg eitt nú um dramatikk fyri bæði børn og vaksin, ung- dómssendingar og annað, ið meira kundi verið gjørt við, sigur sjónvarpsstjórin. - Eisini kundi verið ynskiligt at fingið gjørt okk- Árni Gregersen: Seinnapartin hósdagin varð hann settur í starv sum nýggjur sjónvarpsstjóri eftir at Jógvan Asbjørn Skaale hevur rekt hetta starv tey síðstu tíggju árini. Síðstu árini hevur Arni Gregersen starvast sum programmleiðari á Sjón varpi Føroya Mynd: Kalmar urt við lóggávuna í sam- bandi við sjónvarp í Føroy um. Hendan lóggávan tolt onkrar åbøtur — kanska ser- liga í sambandi við sjón- varpslýsingarnar og okkur annað við. Sjálvsagt er hetta nakað, politikararnir skulu arbeiða við, men vit eiga at eisini at siga frá okk- ara tørvi í hesum sambandi. Nýggi sjónvarpsstjórin, Árni Gregersen, er 41 ára gamal og royndur innan arbeiði á fjølmiðlunum. Í 1976 tók hann prégv sum journalistur, og meðan hann lærdi, var hann eitt skifti á Vendsyssel Tiden- de. Eisini hevur starvast á Dagblaðnum, Útvarpi Føroya og danska blaðnum BT Síðani 1984 hevur Armi verið fastur maður á sjón varpinum seinnu árini sum programleiðart Nú hann er fluttur ein sess upp í Vørdsluni, skal sek) ast efur nýggjum program leiðara, og tað ætlar nýgg! stjórin sær ikki at bíða við Vit fara í næstum at lýsa starvið leyst, og tá so um- sóknarfreistin er úti, skal eg gera eina innstilling, ið sjónvarpsneyndin skal við mæla, áðrenn landsstýrið endaliga setir starvið, sigur Arni Gregersen R VI ( i Y AN L hj. Fjúrtanda, VIÐ ADC XX >) NU, -Heilsølan / Láarvegur 14 - Tórshavn - Tlf. 15828 - Fax 15893 i ARBEIDSHANDSKAR til oll endamál — bæði á sjógvi og landi Í | = H | 8 Í í | | p | LE