Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-10-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 1993síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 202 — 23. OKTOBER 1993 TTT Tíðindablaðið { sestalurin | Føroyingar eiga Ikki at hugsa stórt - Stovnid smá og alternativ virki -Stóðan í Fóroyum er torfør, men tit mugu for alt í verðini ikki missa vónina og arbeiðshugin. Tað ræður um at finna upp á, síggja nýggjar møguleikar og brúka hugflogið, viljan og dirvið til at fara í gongd. Hví ikki framleiða whisky í Før- oyum spyr tann heldur sjåldsami men kendi islendski vinnu- lívsmaðurin Orri Vigfússon, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum! Orri Vigfusson er Føroyavinur við stórum F og heldur, at føroyingar kunnu faa nógv burtur úr við einum víðkaðum samarbeiði við Ísland. Lyklaorðini eru at tosa saman. stin ga ut í kortið m eggjar verkætlanir, skaffa fig gl ne til teirra, sam- ráðast við partnarar á meginlandinum oma. Her eru vissuliga møguleikar. Latið okkum troyta teir í felag og hjálpa hvørjum ødrum sigur hesin fryntligi og litillætni íslendingurin, sum Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við. Í hesum døgum vitjar ein kendur íslendskur vinnu livsmadur í Føroyum Hann vil fegin vera mill- um teirra, sum bera heitið "Føroyavinur” og heldur seg ikki vera ósmædnan, tá hann sigur, at hann hev- ur roynt at tæna føroysk- um áhugamálum og ætlar at gera tað í framtíðini eisini. Maðurin eitur Orri Vig- fusson og hevur vitjað her á landi fleiri ferðir í ymis- kum grindum. Tað er einki dulsmál, at íslendingar eru ymiskir á máli um, hvervítt føroyingar skulu sleppa at varðveita fiskikvotu sína í Íslandi. Orri Vigfússon er millum teirra, sum hevur roynt at verja henda rætt føroyinga og fer hann at gera tað framhaldandi. Men hver er so hesin lítillætni men samtíðis sera virkni vinnulívsmað- urin og hví hevur hann serstakan áhuga fyri Før- oyum! Hann er úr Siglu- firði, har hann í mong ár hevur rikið vinnulívsvirk- semi. Hann hevur havt eima sildaverksmiðju i mong ár og hevur eisini arbeitt nógv við at roykja laks til amerikanska mark- naðin. Síðani 1964 hevur hann verið ein av undan- gongumonnunum fyri at menna ídnaðin í Íslandi. Hann hevur havt ein týðandi leiklut í íslendska ídnaðarfelagnum, situr í neyndini fyri ein av stóru bankunum í Íslandi, er stjóri í eini av selubúð unum á flogvøllinum i Keflavík, hevur sett á stovn eina verksmiðju, sum framleiðir vodka, ið verður selt kring allan heimin og sum sítt lívs- starv hevur hann sett sær fyri at bjarga tí atlantiska villlaksinum. Laksurin Tad er m.a. i sambandi vid laksin, at Orry Vigfússon í løtuni vitjar i Føroyum. Hann er talsmadur fyri ta stóru samtøku, sum fevnir um laksaáhugamál í bæði Íslandi, USA, Kanada,m Onglandi og ødrum lond- um vid og sum hevur til endamál at steðga veiðuni eftir villlaksi á opnum havi. Hesi seinastu árini hevur tað eydnast Orra at fáa fleiri av løndunum , sum annars hava veitt laks, at gevast við fiski- skapinum og fáa tey so eina ávísa peningaupp- hædd afturfyri. Slík avtala hevur eisini verið gjørd við Føroyar og ætlanin er nú at fáa føroyingar at endurnýggja avtaluna. Orry Vigfússon sigur við Tíðindablaðið Sosial- in, at tað verður gjørt eitt Ómetaliga stórt arbeiði i fleiri londum at seta út laks. Bert í hesum árinum brúka USA, Kanada, Bret- land og Írland einar 150 mill. dollarar fyri at menna laksastovnin, sum hann heldur er í ringum standi -Eg geri hetta av mín- um eintingum, tú eg haldi tað er so umráðandi, at vit ikki forkoma laksastovn- unum í Norðuratlantshavi. Vit hava longu sæð, hvussu dálkingin og broytingar í náttúruni, sum eru komnar av mannaávum, hava skatt stovnin. Vit síggja eisini, hvussu nýggjur fiskireidskapur fer vid stovninum. Tí haldi eg vit heldur eiga at verja um stovnin og tað er nátúrligt, at tey lond, sum brúka nógvan pening til at byggja henda stovn upp og halda hann við líka eisini fáa inntøkur onkursvegna sigur Orry Vigfússon, sum vísir á, at fær laksurin frið so kemur hann aftur í áirnar, har hann varð settur út og har er møguleiki at vinna nógvan pening. -Tá vit so heita á lond um at lata vera við at veiða laksin er tað eisini fyri at tryggja, at allir partar, tá avtornar, kunnu fáa nakað burtur úr. Við hesum sipar hann til, at m.a. føroyingar fáa nakrar milliónir um árið fyri ikki at fiska laksin og hetta heldur Orri Vigfuson vera eina góða loysn fyri allar partar. Hann vónar tí, at føroyingar aftur í ár fara at Fr Orri Vigfusson hevur alt síu lív arbeitt fyri at verja um laksastovnarnar í Norðuratlantshavi. Nú er hann aftur í Føroyum fyri at fáa føroyingar at endurnýggja avtaluna um laksin endurnýggja avtaluna. Sjálvur heldur hann, at føroyingar hava fingið eina góða avtalu undan- farin ár, eisini ti at so lítið hevur verid til av laksi. Hann heldur tað er umráðandi, nú londini brúka so nógvan pening til at byggja stovnin upp, at laksurin fær frið. Og ti er hann eisini sera fegin um, at fleiri lond hava gjørt umrøddu avtalur um at gevast við fiskiskapurin fyri at fáa eina ávísa upphædd afturfyri. Arbeiði tykkum burtur úr kreppuni Orri Vigfusson er sera hugtungur um sváru kreppuni í Føroyum, men hann heldur tað vera skeivt at fella í fátt og sigur bart út frá egnum royndum, at einasti møgu- leiki at koma burtur úr eini kreppu, er at arbeiða seg burtur úr henni. Hetta ber so eisini í sær, at tú skal hava nógv góð hugskot og eisini hava dirvi og trúgv upp á at seta tey í verk. Sum eitt dómi um dirvi hansara kann nevnast, at Orry fyri nøkrum árum síðani fostraði tankan um at fara undir vodkaframleiðslu í Íslandi. Hetta hildu mangir íslendingar vera “hol í heydið", men Orry fór til verk, gjørdi drúgvar kanningar og samráddist í heili tvey ár við keyparar í útlandinum, áðrenn hann fór í gongd. Í dag er framleiðslan av ís- lendskum vodka ein blóm- andi forrætning og taka vit Rúsuna í Havn td. so verður sera nógv selt av júst vodkainum hjá Orra Vigfússon, sum ber heitið “Icy Vodka" og er ser- merkt á tann hátt, at tað verður marknarført í heilt ødrvisi fløskum enn van- ligt vodka. -Tað ræður fyrst og fremst um at fáa hug- skotið, síðani at brúka ta neyðugu tíðina til fyrireik- Ingarnar og tå tú so skal framleiða vøruna tá at geva henni eitt egið snið, títt egna, soleiðis at hon kann marknadarførast sum nakað annað enn hini sløgini av vodka, sum eru á marknaðinum sigur Orri Vigfusson. Samarbelål Men hví tá tosa so nógv um júst hetta spurdu vit Orra! -Jú, sigur hann, tað er tí, at hetta dømid vísir, at tað ber til at fáa arbeiði og skapa virði, um hug- flogið, viljin og dirvi er til tað. Og tað er hetta sum eg fegin vil siga tykkum føroyingum. Tit eiga eitt sera virkið og vælútbúgvið fólk. Tit eru ikki sért meinlikir okkum íslendingum, munurin er serliga samband tykkara við umheimin. Har vit hava sjálvstýri og ráða okkum sjálvum og hava tætt tilknýti til USA, Rusland og eisini Ongland, har eru út saman við Danmark og hava mest ulknýti tann vegin. Eg haldi, at júst hesi ymiski viðurskifti okkara kunnu gera, at vit kunnu njóta gott av einum samarbeiði, har vit royna at vísa tykkum vegin til okkara marknað og tit vísa okkum vegin til tykkara. Vit eru so smáir í tí stóru heildini, at vit fara ong- antíð at taka frá hvørjum ødrum, heldur tvørturiméti fara vit at kunna supplera hvør annan og rætt og slætt stuðla hvørjum gðrum sigur Orry Vigfússon. Just hetta at føroyingar eru so fáir og íslendingar væl fleiri ger, at eitt nú íslendingar eru nógv betri umboðaðir úti í stóru verð eitt nú við sendistovum ol. Her kundi Orry Vigfússon væl hugsað sær, at ís- lendskar sendi- og um- boðsstovur og forum, har íslendingar hava sæti