Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 106 - 7. juni 2003 Nr. 106 - 7. juni 2003 3 Leygardagin 19. juli 2003 verður skipað fyri stórari lastbila- stevnu á havnaøkin- um í Runavík. Tað er Leif Eliasen í Klaksvík sum samskipar tiltak- ið. Hetta verður fyrsta stevna av sínum slagi í Føroyum LASTBILASTEVNA Magnus Gunnarsson Stór lastbilastevna verður í Runavík leygardagin 19. juli 2003. Tað er 24 ára gamli klaksvíkingurin Leif Eliasen, sum er samskipari av tiltakinum. Hann arbeið- ir dagliga sum lastbilaførari hjá Elmar Zachariasen í Klaksvík. Hóast lastbila- stevnur ella Trucker festi- valar sum tað eisini verður nevnt aðrastaðni, eru vanlig tiltøk í øðrum londum, er hetta tó fyrstu ferð, at slíkt tiltak verður fyriskipað í Føroyum. Leif Eliasen sig- ur, at hann hevur fingið hugskotið á túrum, hann hevur verið í Evropa eftir lastbilum fyri fyritøkuna, sum hann arbeiðir hjá og á lastbilastevnum í Danmark. Endamálið við hesi stevn- uni er, at lastbilaførarar, sum bert møtast og heilsa upp á hvønn annan í ferðsluni, nú kunnu møtast og hugna sær saman og tosa um felags áhugamál, meðan bilarnir verða sýndir fram. Leif vónar at nógvir lastbilaeigarar tekna seg til stevnuna. Tað eru sum so ongar treytir, allir bilar kunnu vera við, lastbilar, trailarar, fiskabilar, skrelli- bilar o.s.fr. Men hann væntar at bilarnir, ið koma til stevnuna, eru reinir og snøggir. Bilarnir eru góð reklama fyri teirra egnu fyritøkur. Møguliga verða motorsúkklur eisini við á stevnuni, men støða er ikki tikin til tað enn. Stevnan verður á havnaøkinum í Runavík. Áhugaði kunnu tekna seg áðrenn 6. juli hjá Leif Eliasen tel. 225253 ella teltupost: leif@ez.fo Rover 620 2,0 SI 131 hk Árg.sept.2000,bert koyrt 12.300 km. Bilurin hevur aircondition, alufelgur, fjarstýrt sentrallás, el- síðuspegl v. hita, CD-anlegg v.m. Prísur: kr. 180.000 P/f D.B. Bilar Jónas Broncksgøta 15 Tel. 310600 Fax 310650 Lastbilastevna í Runavík Leif Eliasen í Klaksvík samskipar lastbilastevnuna í Runavík C M Y K 3 2