leygardagur 7. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 106 - 7. juni 2003
Nr. 106 - 7. juni 2003
5
Fríggjakvøldið lat
Summarframsýningi
n 2003 í Norður-
landahúsinum upp,
og sjey føroysk
listafólk fara
komandi vikurnar at
sýna fram fjølbroytt
listaverk. Heitið í ár
er »Mótsetningar og
breidd«
FRAMSÝNING
Stefan í Skorini
– Vit eru sanniliga glað
fyri, at verkfallið nú er av ,
so at vit kunnu hava summ-
arframsýningina
og
mentanarnátt sum ætlað,
sigur Helga Hjørvar, stjóri í
Norðurlandahúsinum.
Sjey føroysk myndlista-
fólk eru við á framsýning-
ini, sum hongur uppi til 31.
juli. Alt húsið er tikið í
nýtslu til hesa framsýning-
ina, so at listaverkini passa
inn í tað umhvørvið, har tey
hanga ella standa.
Listafólkini á framsýn-
ingini
eru:
Zacharias
Heinesen, Hansina Iversen,
Rannvá
Kunoy,
Astri
Luihn, Sigrun Gunnars-
dóttir Niclasen, Torbjørn
Olsen og Guðrið Poulsen.
Fjølbroytt verk
– Vit hava eina sera spenn-
andi framsýning í ár, og vit
hava tikið fleiri partar av
húsinum í nýtslu. Hetta til-
takið eydnaðist sera væl í
fjør, og tí halda vit fast við
henda leistin. sigur Helga
Hjørvar.
– Heitið á hesi summar-
framsýningini gevur eitt
greitt tekin um, at framsýn-
arar, sum sjálvir hava skip-
að framsýningina og sostatt
eisini
mótsetningarnar,
hava viljað lagt dent á tað
samansetta, stendur at lesa í
bóklinginum, sum er skriv-
aður um listafólkini og
framsýningina.
Listafólkini spenna eisini
yvir fleiri mansaldrar, har
elsti luttakarin Zacharias
Heinesen er føddur í 1936,
og yngst er Rannvá Kunoy,
sum er fødd í 1975.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður við mentamálum,
letur framsýningina upp
klokkan 22, og klokkan 23
fer íslendska kórið Sunnan
Heiða at syngja.
Annars hevði Norður-
landahúsið
opið
leingi
fríggjakvøldið, so at fólk
kundu fáa høvi til at njóta
myndlistina, sum varð sýnd
fram.
Íslendsk íkast
Íslendska kórið Sunnan
Heiða,
sum
telur
36
sangarar, var eisini við á
mentanarnáttini. Við sær
hevði kórið tann kenda
operasangaran
Ólavur
Kjartan Sigurðarsson og
ein klaverleikara.
Kórið fer eisini at hava
eina konsert í mentanarhús-
inum í Fuglafirði leygar-
kvøldið klokkan 20.
– Vit fara ikki at
útnevna ein semings-
mann, tí vit meta
okkum hava ein
sáttmála og síggja
ikki nakra ósemju
millum okkum og
SEV, sigur Jógvan
Nybo, formaður í
Maskinmeistara-
felagnum
ARBEIÐSTRÆTA
Stefan í Skorini
Hósdagin sendi stýrið í
SEV eitt skriv til Maskin-
meistarafelagið, har stýrið
heitti á felagið um at út-
nevna ein semingsmann, so
at ein loysn kann finnast á
knútinum, sum er íkomin
eftir at Karsten Hansen ikki
vildi góðkenna sáttmálan
millum partarnar.
Hetta vil Maskinmeist-
arafelagið tó ikki hoyra tal-
an um. Felagið fer at svara
skrivinum frá SEV og boða
frá, at tað ikki fer at út-
nevna ein semingsmann, tí
felagið hevur skrivað undir
ein sáttmála.
Maskinmeistarafelagið
heldur sostatt fast við, at
sáttmálin, sum varð undir-
skrivaður tann 28. mars,
framvegis
er
galdandi,
hóast hvørki Fíggjarmála-
ráðið ella SEV vilja kenn-
ast við hendan sáttmálan.
Men er tað ikki heldur
løgið, at Maskinmeistara-
felagið heldur fast við ein
sáttmála, sum Fíggjarmála-
ráðið ikki vil góðkenna, og
sum SEV ikki kann halda
seg til?
– Nei tað halda vit ikki er
løgið. Vit hava undirskrivað
ein sáttmála, sum okkara
limir hava fingið løn eftir,
so har er í veruleikanum
eingin trupulleiki, sigur
Jógvan Nybo, formaður í
felagnum.
SEV vísir til paragraf 21,
stk. 1 í tí nýggja sáttmálan-
um. Henda greinin er tó
eisini við í tí gamla sáttmál-
anum. Har stendur at um
sáttmálin er uppsagdur ella
semja ikki fæst í lag part-
anna millum, hevur hvør av
pørtunum rætt til at fáa
tingingar framdar við uppí-
legging av semingsmanni.
Um semja ikki fæst um
semingsmann verður hann
útnevndur av sorinskrivar-
anum.
SEV kann sostatt vænta
sær at fáa noktandi svar frá
Maskinmeistarafelagnum,
og fastlæsta støðan er so-
statt ikki nærri eini loysn
nú enn áður.
Fjølbroytt summarframsýning
Maskinmeistarafelagið vil ikki hava
semingsmann
Astri Luihn (vinstrumegin)
og Guðrið Poulsen sita her
við eitt av listaverkunum,
sum verða at síggja í
Norðurlandahúsinum fram
til 30. juli
Mynd: Jens Kr. Vang
Í sambandi við, at
2003 er lýst at verða
ár teirra brekaðu, er
ljóskastarin av álvara
settur á tey, ið bera
brek og teirra viður-
skifti. MBF ger eitt
miðvíst arbeiði fyri at
fáa viðurskiftini lýst,
og tey lata væl at
undirtøkuni
ÁR TEIRRA BREKAÐU
Solby A. Eliasen
Hóast stór framstig eru
hend á økinum seinastu
árini, so eru framvegis
viðurskifti her á landi, sum
avmarka tey, ið bera brek,
frá at kunna virka so van-
ligt, sum til ber. Verri enn
so allir almennir bygningar
eru atkomuligir og onnur
viðurskifti eru somuleiðis
ikki betrað.
Og tað hevur Marjun
Sigurðsdóttir, forkvinna í
MBF, góðar vónir um at fáa
betra. MBF arbeiðir mið-
víst við at varpa ljós á
viðurskiftini hjá teimum,
sum bera brek, og tað letur
til at undirtøkan er góð.
Millum annað er ein
herferð á skránni hetta
summarið, har ferðast verð-
ur kring landið við ymsum
framsýningum og øðrum,
sum tey, sum bera brek,
skipa fyri.
Fyrsta stig av herferðin
var á norðoyastevnu, sum
var um mánaðarskifti mai –
juni. Tá var millum annað
ein framsýning, sum teir
vardu verkstaðirnir í Klaks-
vík, Runavík og Havn stóðu
fyri. Har kundi ein síggja
tekningar og annað, sum
tey í dagliga starvast á
verkstøðunum hava gjørt.
Ein av lyklapersónunum til
hesa framsýningina, Símun
Poulsen úr Klaksvík, hevði
ein heilan vegg fyri seg
sjálvan við sínum meistar-
ligu tekningum. Tað er
somuleiðis ein tekning frá
honum, sum er á plakatini
fyri ár teirra brekaðu.
So bar eisini til at royna
ymiskt tól á hesi fram-
sýningini, sum lýsa viður-
skiftini summi av teimum,
sum bera brek dagliga liva
undir. Til dømis var eitt tól,
sum vísti, hvussu tað er at
hava tinitus. So var eisini
ein fløga við teknmáli fyri
børn, og MBF hevði ein
krók, har ein kundi fáa
upplýsningar av ymsum
slagi.
M´s Blues Band var
eisini við á norðoyastevnu,
og tey hildu eina góða
konsert í sambandi við
setanina av stevnuni. Tað
var sera stuttiligt at síggja
og hoyra tey. Tey spjaddu
lívsgleði, tað er púra vist.
Men hetta var sum sagt
bert byrjanin til tað heila.
MBF hevur ætlanir um at
ferðast kring landið við
hesum. At tað bleiv júst á
norðoyastevnu, var tí, at ein
stevna verður mett at verða
eitt gott høvi at varpa ljós á
hesi viðurskiftini. Tað sást
somuleiðis aftur í røðarun-
um á norðoyastevnu. Marj-
un helt sjálv røðu til mid-
náttarsamkomuna og for-
kvinnan í Giktafelag Før-
oya, Laila Solmunde helt
røðuna til fólkafundin. Og
harafturat varð Tóra við
Keldu biðin um at handa
steyp og heiðurmerki til
kappróðrarfólkini.
Og Marjun væntar, at tey
somuleiðis verða við á
Jóansøku og á Varmakeldu.
Hvussu verður við Ólav-
søkuni, veit hon ikki at siga
nú.
Náa onkur mál
Tær báðar Marjun Sigurðs-
dóttir og Laila Solmunde
hildu sum sagt ávíkavist
røðurnar á midnátt og til
fólkafundin á norðoya-
stevnu. Báðar vístu tær á, at
nógv er hent á økinum,
men enn er langt eftir á
mál.
– Atkoma er so nógv,
men eg vænti, at hetta sum
nú hendir og er hent, fer at
spreiða seg sum ringar í
vatninum, sigur Marjun
Sigurðsdóttir.
Hon vísir á, at eitt nú er
tann teknmálstulkaða Dag-
ur og Vika eitt sera stórt
framstig á leiðini. Men
samstundis harmast hon
um, at pengarnir til hetta
eru við at ganga undan, og
alt týðir upp á, at hetta
verður burtur aftaná 1. juli.
Men tað ætlar hon ikki skal
henda. Hon sigur, at tey
mugu royna at arbeiða fyri
at útvega neyðuga peningin
og so finna eina varðandi
loysn.
– Hugsa tær, um tú
ongantíð hevði hoyrt nøkur
tíðindini – hvørki í útvarpi
ella sjónvarpi. Øll tey, sum
eru deyv, fingu fyri fyrstu
ferð eina teknmálstulkaða
Dag og Viku í oktobur, og
tey eru so fegin um hana,
sigur
Marjun,
sum
somuleiðis fegnast um, at
feløg og stovnar arbeiða
fyri at gera teirra bygningar
meiri atkomuligar. Hon
nevnir mentunarhúsið í
Fuglafirði og nýggja bygn-
ingin hjá Føroya Sparikassa
yvir við Strond í Havn, sum
hevur fingið eina viður-
kenning frá MBF.
Eisini er fartelefonin eitt
sera hent amboð hjá deyv-
um, sum jú hava møguleika
til at senda sms boð, og
harvið fáa tey samskift við
øll uttan stórvegis trupul-
leikar.
MBF arbeiðir við at
fyrireika eina ráðstevnu,
sum skal verða í Norður-
landahúsinum seinni í ár.
Har er ætlanin at Bengt
Lindquist, sum er spesial-
rapportørur í ST skal halda
fyrilestur. Tær fyrireik-
ingarnar eru ikki komnar á
mál enn, men ætlanin er , at
ráðstevnan skal bera brá av
bæði føroyskum og út-
lendskum gestum og tilfari
annars.
Maria Olsen úr
Klaksvík skipar fyri
roykistopp skeið-
um. Tað eru heilt
einfalt skeið, har tú
lærir at leggja siga-
rettirnar á hillina.
Hon hevur havt eitt
skeið, og tað næsta
byrjar komandi
mikukvøld
ROYKISTOPP
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Eitt tílíkt skeið
varar í seks vikur. Luttak-
ararnir hittast eitt kvøld
um vikuna í hálvanannan
til tveir tímar. Tvey tey
fyrstu kvøldini verða nýtt
til at fyrireika seg upp á at
leggja av. Tað vil siga, at
tey áseta dagfestingina
fyri, nær tey skulu gevast.
Síðani verður arbeitt við
at fyrireika seg sum best
til tað. Tann triði fundurin
verður so hildin einar
tveir til tríggjar dagar eftir
ásettu dagfestingina. Og
teir fundirnir, ið eftir eru,
verða so nýttir til at eggja
einum til at halda sær.
– Vit arbeiða við at
broyta hugburðin. Heldur
enn at fokusera upp á
trongdina at roykja, so
flyta vit heldur ljóskast-
arin yvir á, hvussu gott
tað er ikki at roykja,
greiðir Maria frá.
Hon sigur, at tað ber til
at læra seg at leggja av at
roykja líka so væl, sum
ein kann læra at spæla
upp á eitt ljóðføri ella eitt
hvørt annað. Tað verður
tikið í stigum, og ein gerst
betur og betur til tað, sum
tíðin líður.
Ein annar fyrimunur
við at fara á skeið at læra
seg heldur enn at royna
einsamallur er, at tá kem-
ur ein í samband við fólk,
sum eru í sama báti.
– Tú hittir fólk, sum
vilja tað sama, sum tú, og
tað skuldi lætt eitt sindur
um, heldur Maria.
Men nær er ein so út-
lærdur ikki-roykjari?
Tað heldur Maria er tor-
ført at siga, men hon sigur
tó, at tá ein megnar at vera
yvirmaður hjá sigarettini
og ikki umvent, tá er ein
komin væl áleiðis.
Maria
Olsen
hevur
verið sokallaður selskaps-
roykjari sjálv, men tað eru
nú hálvttriðja ár síðani, at
hon sjálv roykti seinast.
Hon plagdi bert at roykja
til serlig høvi, men hon
gavst, tí hon var bangin
fyri, at hon fór at gerast
roykjari. Til dagligt ar-
beiðir Maria á Norðoya
Apotek, og hon sigur, at
hon dagliga sær roykjarar
inni har, sum stríðast við
at leggja av. Tað og so
hennara áhugi fyri at
menna tað roykfría um-
hvørvið gjørdu sítt til, at
hon í 2001 fór niður at
taka hetta skeiðið.
– Her var ongin veg-
leiðari í roykistoppi í
Klaksvík frammanundan,
og tað spældi somuleiðis
inn, sigur hon. Maria eru
leiðari hjá byrkjubeinun-
um í Skótaliðinum Nóls-
oyar Páls, og har arbeiðir
hon eisini fyribyrgjandi
móti royking. Í desembur
2002 gjørdi hon eina
avtalu við tey, at um tey
ikki royktu í eitt heilt ár,
so fáa tey eitt merki á
skótabúnan afturfyri.
– Um tað kann verða
við til at halda teimum frá
at byrja, so er tað bara
gott, sigur Maria Olsen.
Tað er pláss fyri 15
skeiðsluttakarum hvørja
ferð og áhugin er stórur
millum fólk. Til seinasta
skeiðið var fult teknað, og
luttakararnir vóru í aldrin-
um 16 til 51, so ikki kann
annað sigast enn, at tað er
fyri allar aldursbólkar.
Fyrsta kvøldið verða
tær 1.050 krónurnar, sum
skeiðið kostar rindaðar,
og samstundis verður ein
tagnarskylda avtalað, so
at fólk ikki fara út um teir
fýra veggirnar og tosa um
skeiðið.
Hetta skeiðið byrjar
mikukvøldið 11. juni kl.
21 í Uppistovu, sum er
húsið, har gulu skótarnir í
Klaksvík húsast. Tekning
fer fram á tlf 282171 mill-
um klokkan 18 og 22.
Útlærdur ikki-
roykjari
Marjun Sigurðsdóttir, forkvinna í MBF:
Mál verða rokkin
við hesum árinum
Maria Olsen úr Klaksvík arbeiðir miðvíst við at menna
tað roykfría umhvørvið. Hon skipar fyri roykistopp skeiði,
sum byrjar í Uppistovu mikukvøldið 11. juni klokkan 21
– Árið í ár gevur øllum føroyingum ein møguleika, hvør ið
tekur av, tað skal verða tykkara val, segði Laila Solmunde,
forkvinna í Giktafelag Føroya millum annað í røðu síni á
norðoyastevnu
Mynd: Norðlýsið
Marjun Sigurðsdóttir helt sína røðu undir heitinum: At hava
heimarætt. – Og tað er eitt av endamálunum við ári teirra
brekaðu. At øll skulu kunna kenna seg heima á jøvnum føti
við øll onnur, segði hon millum annað í Vágstúni á
norðoyastevnu
Mynd: Norðlýsið
C
M
Y
K
5
4