leygardagur 7. juni 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 106 - 7. juni 2003
Nr. 106 - 7. juni 2003
7
Verkfallið er nú av, og
nógv umstrídda verk-
fallið hevur givið før-
oysku arbeiðara-
fjøldini eina lønar-
hækkan áljóðandi
sløk níggju prosent.
Fleiri spyrja seg
óivað, um verkfallið
var tað vert
VERKFALL
Heri á Rógvi/Àki
Bertholdsen
Um midnáttarleitið hós-
kvøldið skrivaðu partarnir á
arbeiðsmarknaðinum um-
síður undir ein nýggjan
sáttmála. Hósdagin hevði
verkfall vart í samfullar
fýra vikur.
Ùrslitið gjørdist ein løn-
arhækkan áljóðandi 8,53%
yvir tvey ár. Lønin hækkar
við 4,3 krónum beinanveg-
in í ár, og 1. mai í 2004
hækkar lønin aftur við 4,3
kr.
Eisini verða aðrar broyt-
ingar gjørdar, eitt nú í sam-
bandi við setanarskriv til
starvsfólk.
Alt verður lagt omaná
grundlønina – eftirlønar-
gjaldið verður tað sama
komandi tvey árini. Hetta
valdu arbeiðarafeløgini at
gera, tá greitt varð, at part-
arnir fóru at semjast um 4,3
kr.
Aðrastaðni á síðuni sæst,
hvussu lønin broytist kom-
andi árini. Ùtrokningarnar
eru gjørdar við støðið í
grundlønini.
Møguligar
viðbøtur ella meirinntøka
er ikki roknað við, tí hetta
er ógvuliga misjavnt.
Vinningur?
Eitt verkfall í fýra vikur
hevur sett síni spor hjá øll-
um. Verkafólkið í verkfalli
hevur seinastu fýra vikur-
nar fingið munandi minni í
sín part enn vanligt. Dags-
lønin hevur verið 596 kr.
fyri ein persón í verkfalli,
sum hevur gjørt sínar
skyldur.
Hesin peningur er tikin
úr verkfalsgrunni, ið limir-
nir sjálvir hava goldið inn
til. Tískil gjalda teir sína
egnu løn, sum eisini verður
skattað.
Àðrenn verkfallið byrjaði
varð eitt semingsuppskot
lagt fyri partarnar. Lønin
skuldi tveir ferðir økjast við
3,2 kr. um tíman. Hetta gav
góð 6,8% í lønarhækkan
yvir tvey ár.
Hetta vildi givið saman-
lagt 6.866 kr. minni yvir
tvey ár, enn tann nýggi sátt-
málin. Her verður roknað
við grundløn og ongum
viðbótum. Tapið í verkfals-
døgunum móti gamla sátt-
málanum eru góðar 4.300
kr. Í mun til semingsupp-
skotið, var tað sáttmáli, er
tapið góðar4.800 kr. Útfrá
hesum gevur nýggin sátt-
málin ein vinning, men
síggja vit burtur frá verk-
falspeninginum, sum lim-
irnir sjálvir hava goldið
inni, so gav hesin sáttmálin
ikki nóg mikið til at dekka
tapið í verkfallinum.
Sostatt loysti verkfallið
seg ikki so væl útfrá tølun-
um. Men útfrá fakfelags-
ligum sjónarmiðum og
øðrum argumentum, er
myndin óivað ein onnur.
Semja
Tað var semingsmaðurin,
sum
kallaði
partarnar
saman aftur, eftir áheitan
frá landsstýrismanninum í
vinnumálum, Bjarna Djur-
holm.
Og klokkan sjey hós-
kvøldið helt hann, at hann
hevðu mýkt støðuna so
mikið, at hann legði eitt
semingsuppskot fyri partar-
nar.
Áðrenn samráðingarnar
byrjaðu, høvu arbeiðara-
feløgini tvíhildið um, at tey
góðtóku onki minni enn
fýra krónur afturat tíma-
lønini í ár og fýra krónur
afturat 1. mai næsta ár,
umframt eina eftirløn uppá
1% um árið og tað svarar til
eitt sindur minni enn 50
oyru afturat um tíman í ár
og tað sama næsta ár.
Sostatt var kravið ein
hækking uppá 4,50 krónur í
ár og tað sama næsta ár.
Hinvegin hava arbeiðs-
gevararnar tvíhildið um, at
lønarhækkingin skuldi í
hvussu so er vera minni enn
fýra krónur afturat tíman í
ár og tað sama næsta ár,
íroknað eftirløn.
Men sostatt var tað sum
skilti partarnar, tá ið teir
fóru til samráðingar í morg-
un, minni enn ein króna
tilsamans yvir tvey ár, ella
50 oyru um árið.
Men tað gekk seint fyri
seg, áðrenn nøkur endalig
útmelding kom frá pørtun-
um. Dúgliga varð gitt og
tulkað. Fólk vóru sum heild
optimistisk, tí verkfallið
hevði vart so leingi, og tað
lá í luftini, at ein semja var
í nánd.
Og seint út á kvøldið um
tíggju tíðina komu tær
fyrstu ábendingarnar um, at
nú var ein semja funnin.
Og sum flest øll vita, so
varð ein semja funnin, og
verkfallið er av.
Tvungin av alivinnuni
Boðini frá arbeiðsgevarun-
um, eftir at nýggjur sátt-
málin var undirskrivaður,
vóru, at teir vóru noyddir at
skriva undir, orsakað av
støðuni hjá alivinnuni.
– Vit kundu velja ímillum
at verða skotin ella hongd.
Vit hava goldið eitt loysi-
gjald fyri alivinnuna, sigur
Vilhelm M. Johannesen,
formaður í Føroya Arbeiðs-
gevarafelag.
Hann er ikki nøgdur við
nýggja
sáttmálan,
sum
hann sigur fer at fáa stórar
fylgjur – bæði fyri vinnuna
og samfelagsliga.
Nøktandi
Hinvegin helt mótparturin í
form av Vígdis Johannesen,
forkvinnu í Havnar arbeiðs-
kvinnufelag, at sáttmálin
var nøktandi. Hon heldur
ikki, at hetta er eitt heilt
optimalt úrslit, men nøkt-
andi kortini.
Og verkfallið hevur sam-
bært henni verið vert tað
nógva stríðið.
Hon fegnast eisini nógv
um, at hennara egnu limir
og feløgini øll hava staðið
so væl saman í verkfall-
inum.
Gamli sáttmálin
Løn
92.20
Frítíðarløn
11.06
Eftirløn
3.32
Ùtgoldin tímaløn
106.58
Dagsløn
852.67
Vikuløn
4,263.33
Ársløn
191,849.76
Sáttmáli 1. Ár
Løn
95.40
Frítíðarløn
11.45
Eftirløn
3.43
Ùtgoldin tímaløn
110.28
Dagsløn
882.26
Vikuløn
4,411.30
Ársløn*
183,509.91
Sáttmáli 2. Ár
Løn
98.60
Frítíðarløn
11.83
Eftirløn
3.55
Ùtgoldin tímaløn
113.98
Dagsløn
911.85
Vikuløn
4,559.26
Ársløn
205,166.88
*Minus dagar í verkfalli
Fakta
Fýra vikur
fyri níggju
prosent
Tað eydnaðist hesum báðum at halda somu linju alt verkfallið. Samstarvið hevur ikki verið betri. Tey settu samstundis sínar
undirskriftar á nýggja sáttmálan
Mynd: Jens Kristian Vang
Nýggi sáttmálin tekur
ein stóran part av
vinninginum og har-
við grundarlagnum
undan flakavirkjun-
um, metir fíggjar-
stjórin, Leivur
Michelsen
VERKFALL
Heri á Rógvi
Fíggjarstjórin hjá Føroya
Fiskavirking
var
ikki
nøgdur við sáttmálan, ið
varð undirskrivaður hós-
kvøldið.
Leivur
Michelsen
er
fíggjarstjóri hjá Fiskavirk-
ing og nevndarlimur í
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
– Vit kendu okkum sum
gíslar í sambandi við støð-
una hjá alivinnuni. Tískil
vórður vit noyddir at skriva
undir,
sigur
Leivur
Michelsen.
Víst hevur fleiri ferðir á,
at
Føroya
Fiskavirking
kann koma at svíða fyri ein
høgan lønarvøkstur, tí fyri-
tøkan livir av útflutningi.
– Tað er lætt at rokna út.
Vit høvdu beint yvir eina
millión arbeiðstímar í fjør.
Teir eru nú vorðnir níggju
prosent dýrari, og hetta
merkir eina meirútreiðslu
upp á níggju milliónir,
sigur Leivur Michelsen.
Føroya
Fiskavirking
kundi í fjør vísa á eitt
yvirskot áljóðandi seytjan
milliónir. Tískil
skuldi
Fiskavirking havt ráð til
hetta, men so er ikki, sigur
Leivur.
– Vit skulu hava eitt stórt
yvirskot sum eitt so stór
fyritøka. Hetta er ikki gott
fyri okkum, sigur Leivur
Michelsen.
Fólk á Fiskavirking eru
so smátt farin aftur til
arbeiðis. Hvussu teirra
kundi vænta at verða upp-
søgd ella líknandi, vil
Leivur ikki siga nakað um.
– Tað er alt ov tíðliga at
siga nakað. Vit koyra hig-
artil sum vant, sigur Leivur
Michelsen.
Spurdur, um hann heldur
verkfallið var vert tað,
sigur hann, at tað er ringt at
siga,
men
upprunaligu
krøvini hjá arbeiðarafeløg-
unum kundu als ikki góð-
takast.
Annars vísir Leivur á, at
hetta við tílíkum ikki ber
til, og ein nýggj skipan má
finnast.
– Vit tora ikki at gera so
nógv í mai, tí eitt verkfall
hóttir. Hetta ber ikki til í
longdini, og vit mugu finna
ein annan leist, har nakrar
nýggjar meginreglur verða
orðaðar,
sigur
Leivur
Michelsen.
9 milliónir afturút
- Alneyðugt er at
eftirkanna verandi
skipan bæði væl og
virðiliga, sum við
jøvnum millumbili
førir okkum út í hesa
ósiviliseraðu og av-
oldaðu støðuna. Sam-
felagið er meira kom-
pliserað í dag enn fyri
50-100 árum síðan.
Tað einasta, sum kem-
ur burtur úr slíkum
verkføllum, er, at
ómetaliga stór virðir
verða knúst. Hetta
minnir um støðuna í
Bagdad, sum fyrst
skuldi knúsast og
síðan byggjast upp-
aftur, sigur Atli Han-
sen, reiðari í Norðra-
gøtu, sum eisini
hevur sínar politisku
royndir og royndir í
donskum fakfelags-
virksemi
VERKFALLIÐ AV
Vilmund Jacobsen
Atli Hansen heldur lítið um
hetta verkfallið, sum nú er
av. Hann er bersøgin og
heldur, at lyklapersónarnir í
hesum stríði eiga at verða
skiftir út, og nýggj fólk eiga
at taka um stýrisvølin.
- Lyklapersónarnir í hes-
um verkføllum eru sum
vargur í seyðafylgi.
Verður
vargurin
ikki
tikin, ber ikki til at røkja
hagan, og hann fellir í
órøkt.
Hann heldur, at tað verð-
ur samráðst í "eini slíkari
muru", sum hann tekur til,
at partarnir tola snøgt sagt
ikki hvønn annan.
- Tað eru sjálvsagt limir-
nir sjálvir, sum avgerða,
hvør stendur á odda í teirra
feløgum, men við verandi
fólkum og verandi skipan
eri eg sannførdur um, at
hetta er ein bági fyri sam-
felagið. Hetta hava vit
longu so mong dømir um.
Atli sigur, at samfeløgini
eru vorðin alt ov kompli-
sera til, at nakað serligt
spyrst burtur slíkum verk-
føllum - uttan tað van-
lukkuliga, at ómetaliga stór
samfelagsvirðir fara fyri
bakka. Hetta tænir jú ong-
um endamáli.
- Tað eru fyrst og fremst
tey, sum eru í verkfalli, ið
verða rakt. Hesi eru ringast
fyri, tí tey missa inntøku,
meðan fólk annars eru til
arbeiðis. Flestu kunnu "gar-
dera" seg ímóti einum verk-
falli, tí øll hava ein ella
tveir frystarar í kjallaran-
um. Tí letur tað seg ikki
gera at trýsta fólk til nakað
sum helst við stongslum av
ymiskum slagi.
Hann vísir á, at tað er
ikki í dag, sum fyri 50-100
árum síðan, tá ið verkføllini
kundu raka vanliga fólkið
ógvuliga meint.
- Eg haldi tískil ikki, at
tey, sum íbyrtu hetta verk-
fallið, vita, hvønn tað rakar.
Her er eingin vinnari. Øll
eru taparar. Tað einasta,
sum spyrst burtur úr, er, at
samfelagsvirðir
verða
knúst, og tað tænir heldur
ikki teimum, sum eru í
verkfalli. Støðan, sum verið
hevur, minnir okkum á
stríðið í Irak, har Bagdad
fyrst
verður
bumbaður
sundur og saman - fyri síð-
an at verða bygdur upp-
aftur. Hetta er skilaleyst.
Atli vísir á, at undir hes-
um
verkfallinum
eru
ómetaliga stór virðir farin
fyri bakka, sum annars
kundu verið komin til
sættis.
- Teir møguleikar, vit
høvdu hendan mánaðin at
virka og framleiða, eru
burtur og koma ikki aftur.
Hetta er mist inntøka, sigur
hann.
Atli dugir tískil ikki at
síggja, hvat endamálið er
við slíkum verkføllum.
- Øll vita, at tá ið eitt
verkfall sum hetta byrjar,
fær tað eisini einaferð ein
enda. Spurningur er bara
um tíð, til onkur troyttast.
Hann sigur, at hetta er ein
avoldað skipan, sum ikki
verður brúkt í øðrum sivili-
seraðum londum longur.
- Aðrastaðni verður tosað
um tey viðurskifti, sum
fáast skulu uppá pláss, í
sáttmálaskeiðinum. Í Før-
oyum skulu partarnir á
arbeiðsmarknaðinum
at
kalla altíð fram til eina
striku við hóttanum um líkt
og ólíkt. Teir hótta og
troytta hvønn annan, til tey
øll eru vorðin í ørviti. Slíkt
er ein sagablott aðrastaðni,
sigur Atli.
Hann vísir á, at í øðrum
londum hava tey bygt upp
skipanir við eitt nú høvuðs-
avtalum og yvirornaðum
reglum. Tey hava eisini ym-
iskar "prosedurur" og ur-
atkvøður, soleiðis at tað
ikki bara eru nøkur fá
fakfelagsfólk, sum sita og
taka avgerðirnar.
- Alneyðugt er at eftir-
kanna verandi skipan bæði
væl og virðiliga, sum við
jøvnum millumbili førir
okkum út í hesa ósivili-
seraðu og avoldaðu støðu,
sigur Atli Hansen.
Lyklapersónarnir í verk-
føllunum mugu skiftast út
- Aðrastaðni verður tosað um
tey viðurskifti, sum fáast
skulu uppá pláss, í
sáttmálaskeiðinum. Í
Føroyum skulu partarnir á
arbeiðsmarknaðinum at
kalla altíð fram til eina
striku við hóttanum um líkt
og ólíkt. Teir hótta og troytta
hvønn annan, til tey øll eru
vorðin í ørviti. Slíkt er ein
sagablott aðrastaðni, sigur
Atli Hansen
– Hetta er ein sigur
fyri samanhaldið
millum feløgini, sigur
Hans Joensen, for-
maður í Havnar Ar-
beiðsmannafelag
VERKFALL
Heri á Rógvi
Formaðurin í Havnar Ar-
beiðsmannafelag fekk ein
rættiligan elddóp í nýggja
sessinum. Hann gjørdist
stutt síðani formaður, og nú
hevur hann so staðið á odda
fyri sínum felag í drúgva
sáttmálastríðnum og verk-
fallið.
Og tað hevur ikki bara
verið lætt, sigur Hans.
– Tað hevur verið eitt
stórt trýst á mær. Eg havi
fingið nógvar lortaspannir
á meg, men eg havi breiðan
rygg og standa fast, sigur
Hans Joensen.
Tá vit hittu hann, beint
eftir, at hann hevði sett sína
undirskrift á nýggja sátt-
málan, var lagið gott, og
hann fegnaðist um, at sam-
felagið nú aftur fer at koyra
sum vant.
Gjógvin
Boðskapurin
hjá
Hans
Joensen hevur verið, at
gjógvin millum tey ófak-
lærdu og hini ikki skal
vaksa. Fáa feløgini, sum
samráðast við tað almenna
meira enn arbeiðarafeløg-
ini, so vil Havnar Arbeiðs-
mannafelag eisini fara eftir
meira, tí gjógvin skal ikki
vaksa.
Hans heldur, at lønar-
vøksturin væl kundi verið
meira, men hetta var so tað,
ið semja fekst um.
– Hetta er ein sigur fyri
samanhaldið millum feløg-
ini, sigur Hans Joensen,
sum bara er styrknað, með-
an verkfall hevur verið.
Arbeiðsgevararnir siga,
at teir skuldu gjalda eitt
loysigjald fyri alivinnuna
og kendu seg sum gíslar.
– Eg kann svara, hvat
teirra følilsir eru. Men eg
eri valdur at gera eitt ar-
beiði fyri limirnar í felag-
num, og tað havi eg so
gjørt, sigur Hans Joensen.
Staðið hart á
Hans Joensen
fegnast serliga um,
at samanhaldið
millum feløgini
hava verið so
mikið gott.
Mynd: Jens Kristian
Vang
C
M
Y
K
7
6