Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 106 - 7. juni 2003 Nr. 106 - 7. juni 2003 9 Hetta var ein harður dystur – Hetta var hart, men vit fingu nakað burt- urúr, sigur Ingeborg Vinther VERKFALLIÐ AV Áki Bertholdsen – Hetta var ein harður dyst- ur. Men vit fingu eisini nakað burturúr tí. Eftir umstøðunum er Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag ikki so illa nøgd við úrslitið av samráðingunum, sum hóskvøldið førdi við sær, at verkfallið endaði. – Vit fingu verri enn so tað, sum vit ætlaðu. Men at enda vóru bara 20 oyru á muni og tað vildi verið óráð at farið hildið fram við verkfallinum fyri 200 oyru um tíman, sigur hon. Umframt lønarhækking- ina upp á 4,30 afturat um tíman í ár og tað sama næsta ár, hava arbeiðarafel- øgini fingið ymiskt nýtt við í sáttmálan um álitismanna- skipanina og trivnaðin á virkjunum, um útbúgving- ar, setanarskriv, starvsaldur, viðbøtur fyri starvsaldur o.s.fr. Ein styrkiroynd Men hon heldur, at fingu fakfeløgini ikki tað, sum tey ætlaðu í lønarhækking, vunnu tey kortini ein sigur. – Hetta var ein styrki- roynd og vit fingu vístu bæði arbeiðsgevarum og politisku myndugleikunum, at øll tey fimm arbeiðara- feløgini hava rygg til at standa saman, eisini tá ið harðast leikar á og tað er ein sigur fyri verkamanna- fjøldina, sigur Ingeborg Vinther. Ert tú samd við arbeiðs- gevararnar í, at tit tóku ali- vinnuna til gísla? – Nei, tað eri eg ikki. Ali- vinnan var í svárum trupul- leikum áðrenn nakað verk- fall byrjaði og arbeiðarafel- øgini hava givið alivinnuni so nógv undantøk sum hugsast kundi til at taka sjúkan fisk o.s.fr. So ali- vinnan hevur onki at gremja seg um. Ingeborg Vinther gevur heldur onki fyri hóttaninar frá arbeiðsgevrum um at lønarhækkingin er so stór, at virki mugu lata aftur. –Hatta siga teir hvørja einastu ferð, samráðingar eru. Hvørja fer, arbeiðarin fær eitt oyra upp á tímaløn- ina fer landið á húsagang, kappingaførið rýkur og virki mugu lata aftur. Tað hevur verið sjongurin øll tey 26 árini, eg havi sam- ráðst. – Men hvussu ber tað so til, at tey virki, sum klára seg best, eru í teimum lond- um, har arbeiðsfólkið fáa góða løn, tryggleika í starvinum og trygt arbeiðs- umhvørvi. Hon hugsar er um hini norðurlondini. – Men tað er løgið at tað sama ikki skal lata seg gera í Føroyum, sum letur seg gera aðrastaðni. Honm sigur, at vit skulu heldur ikki gloyma, at fisk- urin, sum svimur á grunn- unum, er ogn Føroya Fólks og ikki hjá nøkrum fáum, einstøkum arbeiðsgevaru m. Ingeborg Vinther heldur, at arbeiðsgevarfar skuldi heldur tikið í egnan barm og roynt at fingið virkini í tann stand, sum lógin krev- ur, so at arbeiðsfólki ikki verða sett í vanda, hvørja ferð, tey fóru til arbeiðis. – Arbeiðseftirlitið hevur júst kannað virkið og úrslit- ið var, at 48 virki eru ikki í tí standi, sum arbeiðara- verndarlógin krevur og átta virki vórðu meldað til løg- regluna. – So har hava arbeiðsgev- arar nóg mikið at tríva í, sigur Ingeborg Vinther. Annars heldur Ingeborg Vinther ,at samráðingarnar í ár hava verið løgnar. –Vit komu ongantíð til at samráðast um løn við arb- eiðsgevaran og semings- menninir og feløgini komu tvørt fyri beinanvegin. – Síðani hava vit bert samráðst í nakrar tímar í trimum umførum og tað er alt ov lítið, tí tað vanliga er at sita í fleiri samdøgur út í eitt, sigur Ingeborg Vinther. Johan Páll er í døpurhuga –– Eg eri rætt og slætt í døpurhuga, sigur Jo- han Páll Joensen, sum er stjóri á fleiri flaka- virkjum. Eftir nýggja sáttmálanum við arb- eiðarafeløgini hækkar lønin so nógv, at bæði flakavirkið í Hvalba og á Eiði eru í stórum vanda fyri at vera stongd VERKFALLIÐ AV Áki Bertholdsen –Vit vórðu tiknir til gísla og kroystir til at skriva undir. Johan Páll Joensen er ein av stóru virkiseigarunum í landinum. Saman við øðrum eigur hann fýra flakavirki runt um í Føroyum, har tilsam- ans 150 fólk arbeiða. Og hann er rættiliga í døpurhuga eftir at nýggjur sáttmáli varð undirskrivað- ur hóskvøldið so at fýra viku langa verkfallið end- aði. –Arbeiðarafeløgini tóku alivinnuna til gísla í sam- ráðingunum. Har mátti virksemið takast uppaftur nú og tí vóru vit heilt ein- falt noyddir at skriva undir sáttmálan, hóast lønar- hækkingin er alt ov stór, sigur Johan Páll Joensen. Men hann er næstan vís- ur í, at lønarhækkingin fer at fáa álvarsligar avleiðing- ar og tí er hann rætt og slætt í døpurhuga, sigur hann. Hann hevur virki í Klaks- vík, á Eiði, í Sørvági og í Hvalba. – Bæði virkið á Eiði og tað í Hvalba ganga við und- irskoti og spurningurin er, hvussu verður vorðið við teimum. Johan Páll Joensen sigur, at ein avleiðing av lønar- hækkingini kann verða, at hesi bæði virkini als ikki lata uppaftur, ella stongja aftur heilt skjótt. Hann leggur dent á, at hetta er ikki sagt fyri at hevna seg ella fyri at loypa ræðslu á tey, sum arbeiða har. –Vandin fyri hesum báð- um virkjunum er veruligur og heilt álvarsligur, sigur hann. Hann sigur, at hann ætlar ikki at koma í eina støðu, har virkini ikki klára at svara hvørjum sítt. – So skal lykilin heldur snarast beinanvegin, sigur hann. Hann sigur, at virkið í Hvalba og tað á Eiði hava einar 135.000 arbeiðstímar um árið og lønarhækkingin fer sostatt at føra við sær, at lønarútreiðslurnar hjá hvørjum virki økjast meiri enn eina hálva millión um árið. Í Sørvági og í Klaks- vík er tað nakað minni. – Virkið í Hvalba er ný- liga latið uppaftur. Vit hava arbeitt teir fyrstu mánaðir- nar í ár við undirskoti, men tað høvdu vit vænta. – Men nú liggur virkið stilt ein heilan mánaða aft- urat av verkfallið, sam- stundis sum lønarútreiðsl- urnar økjast munandi. Og tað skal heldur ikki gloym- ast, at um ein mánað er summarfrí og tá skal virkið kanska longu stongjast aft- ur. Tað sama er so galdandi fyri virkið á Eiði, tí eisini har er undirskot framman- undan. Hann sigur, at hann fer at brúka komandu dagarnar til at umhugsa støðuna gjøll- iga. – Spurningurin er, um vit skulu binda um heilan fing- ur og lata virkini aftur. Ella um vit skulu lata uppaftur og so hava opið í alt summ- ar, uttan at fara í feriu, ella um vit skulu koyra á sum upprunaliga ætlað. Tað veit eg ikki nú, men tað er greitt, at virkið á Eiði og í Hvalba eru á vippuni, sigur Johan Páll. Ikki tiknir í álvara Joahn Páll Joensen sigur, at eitt er at lønarhækkingin hóttir við at taka grundar- lagið undan fleiri virkjum. Eitt annað er tann ruðul- leiki, sum verkfallið hevur ført við sær á marknaðun- um, sum vit selja fiskin á. –Vit hava havt sølufólk niðri í Evropu og roynt at fáa keyparar at keypa okk- ara fisk. Men nú vit skulu levera, fáa vit ikki levera, tí tað hevur verið verkfall. Kanska koma vit eisini at liggja lamnir í summar vegna summarfrí. Hann sigur, at í gjár vóru sølufólk hjá teimum eisini úti um seg á marknaðunum í Evropa. – Men tey greiðu boðini, vit fáa frá keyparunum, eru, at føroyingar kunnu ikki takast í álvara sum seljarar, tí vit fáa ikki le- vera, tá ið keypararnir vilja hava fiskin, og so loypa teir frá. Avleiðingin av tí er, at virkini hjá Johan Páll Joen- sen heilt ítøkiligt hava mist sølusáttmálar, sum teir ann- ars høvdu fingið. –Og so er tað eisini stein- ur oman á byrðu, at føroysk Nýggjur sáttmáli er undirskrivaður hóskvøldið og Ingeborg Vinther og Jan Mortensen taka í hondina á hvørjum øðrum eftir ein harðan dyst Johan Páll Joensen, vinstrumegin, stjóri á ný- endurstovnaða flakavirkinum í Hvalba, og Sveinur Poulsen, skipari á Niels Paula inni á flakavirkinum í Hvalba tá ið tað læt upp beint fyri jól og alt enn sá gott út. Nú eru útlitini verri Framhald á síðu 11 Longu í næstu viku fer Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmá lum, at biða um grønt ljós frá landsstýrinum at fara undir víð- fevndar broytingar í viðurskiftunum á føroyska arbeiðs- marknaðinum. Hetta er eitt viðkvæmt politiskt evni, við- gongur hann, men verkfallið man hava víst øllum, at skip- anin er ótíðar- hóskandi EFTIRMETING Ingi Rasmussen »Verkfallið hevur lært meg ikki so lítið.« Bjarni Djurholm er landsstýrismaður við ar- beiðsmarknaðarmálum. Og okkurt er heilt galið á hans- ara málsøki. Síðstu árini hava verkføll meira verið reglan enn undantakið, og verkfalsdagarnir í Føroyum eru fleirfaldaðir saman- borið við grannalond. Eftir ein heilan mánað við verk- falli og kaotiskum viður- skiftum hjá vinnu og fólk- um flest, er tíðin komin at eftirmeta og síðan fara undir nakrar broytingar. – Vit mugu øll hava lært, at lógargrundarlagið undir viðurskiftunum á arbeiðs- marknaðinum er ótíðar- hóskandi, sigur Bjarni Djurholm. Avoldað seming Talan er um fleiri viður- skifti, og tá landsstýris- maðurin hevur tosað seg heitan, fær hann ikki aftur- hald. Eitt er lógin um seming, sum er ófullfíggjað. Tað er kanska ikki so løgið, tí hon er ikki dagførd síðan í 1920-árunum. Landsstýris- maðurin kundi hugsað sær eina skipan, sum líktist henni í grannalondunum, har semingsmenninir fáa fleiri heimildir og møgu- leikar at trýsta partarnar í sínum semingsroyndum. Verkfallið byrjaði, tí arbeiðarafeløgini havnaðu fyrsta semingsuppskotið, sum ljóðaði upp á 3,20 krónur omaná tímalønina um árið. Tá samanumkom gav tað bara verkafeløg- unum 1,10 krónur meira at vera í verkfalli í ein heilan mánað. Spurningurin er, um tað ikki kundi loyst seg betur við maratonsamráð- ingum beinanvegin. – Aðrastaðni kunnu semingsmenninir útseta eitt møguligt verkfall í tvær ferðir 14 dagar. Í Føroyum er hesin møguleikin av- markaður til eina viku. Høvdu vit havt tann møguleikan at útsett verkfallið í ein mánað, kundu vit helst nátt sama úrslit uttan verkfall. Tað er tankavekjandi, sigur Bjarni Djurholm. Eitt annað, sum lands- stýrismaðurin kundi hugs- að sær, er at gera skipanir, sum sleppa ávísum økjum undan verkfalli. Hann hugsar um eitt nú alivinn- una, har sjúkur eru lívs- hóttandi fyri tilverugrund- arlagið. – Vit mugu gera skipanir, har tað ber til at gera und- antøk. Til dømis skal tað bera til at fylgja krøvum frá djóralæknum, sum byggja á millumtjóða veterinerav- talur. Spurningurin er, um tað yvirhøvur skal bera til at raka ávísar vinnugreinar, tá tað er hóttafall, sigur Bjarni Djurholm. Bukett av broytingum Yvirhøvur eftirlýsir lands- stýrismaðurin eini smidlig- ari skipan á arbeiðsmarkn- aðinum. Talan skal vera um eina bukett av uppskotum og tillagingum, ið hava til endamáls at gera tað lættari at semjast uttan buldur og brak. Skandinaviski frymil- in er fyrimyndin. Tað skal vera torførari at fara í eitt verkfall, sum skal lýsast í góðari tíð. Tað upp- skotið hevur ikki verið møtt við vælvild, og í bukettini hjá Bjarna er eisini eitt tað viðkvæmasta økið yvir- høvur: Arbeiðsrætturin! Eitt orð, sum fær tað at renna kalt niður eftir rygg- inum á fakfelagsfólkum. – Eg veit væl, at hetta eru prinsippøki hjá fakfeløgun- um, men vit noyðast at sleppa okkum burtur úr fastlæstum hugsanum. Tað er neyðugt við einum ar- beiðsrætti, sum kann ar- beiða skjótt og loysa ósemjur eftir stuttari tíð, so tað slepst undan áralongum ósemjum, sigur Bjarni Djurholm. Hann fer longu í næstu viku at biða sínar sam- gongufelagar um loyvi at fara undir at broyta viður- skiftini á arbeiðsmarkn- aðinum. Fleiri av uppskot- unum hevur hann longu liggjandi, men hann veit, at tað er ongin løtt uppgáva. – Eg veit, at higartil hava politisku flokkarnir hvept seg við at nortið økið, tí trýstið hevur verið stórt frá verkafeløgunum. Men hetta síðsta verkfallið átti at víst øllum, eisini flokkunum í andstøðu, at vit mugu gera okkurt, áðrenn søgan end- urtekur seg, sigur Bjarni Djurholm. Á annan bógv Tað slepst ikki undan at koma inn á politiska at- gerðarloysi í sambandi við verkfallið. Spurdur, um politikarar hugsa meira um atkvøðurnar til næsta val enn at loysa trupulleikan, viðgongur hann, at tað er eitt problem. – Seinast eg sendi hesi uppskot til hoyringar fyri tveimum árum síðan, sendu fakfeløgini tinglimum bræv, har tey mintu á, at teir skulu veljast aftur fjórða hvørt ár. Tað er fullkomi- liga avsporað. Eg havi einki ynski yvirhøvur um at gera støðuna hjá fakfeløgum verri. Eg hava bara sett mær fyri at gera lóggávuna meiri tíðarhóskandi, og hon skal sjálvandi liva upp til nøkur krøv, ið tey hava. Tað ræður um at fata fakfeløg- ini sum viðspælara heldur enn mótpart, sigur Bjarni Djurholm. Í allari neyðini leggur landsstýrismaðurin stóran dent á, at føroyski arbeiðs- marknaðurin ikki bara er verri fyri enn aðrir. – Vit hava nógvar sterkar síður. Arbeiðsmarknaðurin er fleksibul, fakmørkini eru fá, arbeiðsmegin er mobil, og arbeiðsgevarafeløgini eru fá. Arbeiðsloysisskip- anin er smidlig og barsils- skipanin er góð. Tað eru bara nøkur øki, sum eru afturútsigld, og nú er tímin komin til teirra, sigur hann. Tá samanum kemur, er størsti trupulleikin kortini, at partarnir hava skeivan hugburð til hvønn annan. Kemiin er ov vánalig, sum fleiri hava ført fram. – Tað skulu tveir partar fyri at klandrast, men tað skal bara ein partur til at finna eina semju. Vit mugu bara staðfesta, at báðir partar hava verið ógvuliga trekir móti hvørjum øðrum, og at samskifti millum ar- beiðstakarar og arbeiðs- gevarar, eisini teir almennu, hevur verið út av lagi vána- ligt í áravís. Tað er høvuðs- orsøkin til, at vit hava konstantar ósemjur, sigur Bjarni Djurholm. Verkfallið avdúkar veikleikar Aftan fyri Bjarna Djurholm mæla hjólini aftur, men landsstýrismaðurin við arbeiðsmarknaðarmálum heldur, at tíðin er komin at gera broytingar í viðurskiftunum, so landið sleppur undan at hava heimsmet í verkføllum Mynd: Jens K. Vang C M Y K 9 8