Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 106 - 7. juni 2003 Nr. 106 - 7. juni 2003 11 TÍÐINDASKRIV Ráðstevnan "Kvinnur sum leiðarar" við m.a. luttøku av Pernille Aalund, er full- teknað. Bert tríggjar dagar eftir at heimasíðan www.olivant.fo/radstevna var almannakunngjørd, varð fult hús. Eini 60-70 fólk standa á bíðilista. Fyrireikarnir eru sera fegnir um tann ovur- hondstóra áhugan. Ráðstevnan verður kom- andi fríggjadag 13. juni 2003 í Gamla Meiarínum, í hølunum hjá Leikhúsinum Gríma. Umframt Pernille Aalund verður eisini høvi at hoyra innlegg hjá Joan Petersen, Andras Róin og fleiri føroyskum kvinnum. Føroyar skulu verða royndarland hjá teimum stóru teldufyritøkunum. Hetta er málið, sum verkætlanin Bitland hevur sett sær. Tað eru Føroya Tele, Føroya Sparikassi, Atlsantic Air- ways, Agip, Sansir og TK-stovan, sum standa aftan fyri hesa áhugaverdu verkætlan. Hug- sjónin er, at Føroyar sum eitt lítið land eru væl- hóskandi at royna nýggjar telduskipanir. Her eru stórir møguleikar og áhugaverd arbeiðs- pláss í eygsjón. Tá hugsað verður um, at útbúgvingarstøðið í Føroyum er høgt og føroyskar fyritøkur, ein- staklingar og skúlaungdómur eru sera væl fyri, tá tað snýr seg um KT, so skuldu góðar for- treytir verið fyri eini slíkari verkætlan. Afturat hesum kemur, at fleiri føroyskar teldufyritøkur hava megnað at gera seg galdandi í beinhørðu kappingini uttanlanda. So her er avgjørt nakað at byggja á og ivaleyst eisini eitt øki við stórum menningarmøguleikum.Verkætlann hevur sum fortreyt, at føroyskar fyritøkur fara at samstarva í størri mun enn í dag, og hetta er í sjálvum sær nakað av eini mennandi avbjóðing. Tað hevur mangan verið tosað um at finna alternativar vinnur til fiskivinnuna. Tað ræður um hjá okkum at finna nisjur, har vit kunnu troyta og gagnnýta tað menniskjansliga til- feingi, ið er í landinum, nevniliga tað vælút- búgvna fólkið. Í Føroyum eru nú fleiri teldu- fyritøkur við sera duganligum fólki og við leiðslum, ið bæði hava hugflog, áræði og dirvi. Hesar fyritøkur dúva sjálvsagt mest upp á heimamarknaðin, men nú er so eitt gott høvi at vinna sær eina rók á altjóða marknaðum. Við verkætlanini Bitland ber til at fáa vinnuligt samstarv ið tær leiðandi stórfyritøkurnar á altjóða marknaðinum, eitt nú Intel, ið hevur sýnt Føroyum stóran áhuga. Tað ræður um at koma á listan hjá World Economic Forum (WEF), ið lýsir hvar á menningarstiganum eitt land er statt. Norðurlond er høgt á hesum stiga. Tá vit samstundis hugsa um, at Føroyar ikki standa aftan fyri grannalondini á hesum øki, skuldu útlitni verið sera góð at sloppið uppí. Vit vóna, at Bitland-verkætlanin fer at eydnast væl og spennandi verður at fylgja við menningini og teimum tiltøkum, ið verða hetta til heystar. Vónandi vera útlendskar fyritøkur "bitnar" av Bitlandverkætlanini, tí tað er bit í hesi ætlan, sum onkur málbar seg. Vit fara heilt víst at venda aftur til hesa áhugaverdu verkætlan. DAGSINS MEINING Sosialurin Bitland VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bárður Nielsen løgtingsmaður Endiliga eydnaðist at fáa semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og hvat er so fingið burturúr. Lønin hækkaði við kr. 4,30 í ár og aftur 4,30 næsta ár og um lønin hækkaði við kr. 3,20 høvdu vit sloppið undan einum verkfallið og gevur hendan kr. 1,10 fyri ein arbeiðara kr. 1.980 um árið og munar hetta ikki nógv í mun til hvat hann hevur mist undir verkfallin- um. Arbeiðarafeløgini hava undir verkfallinum goldið 70% av sáttmálalønini svarandi til at ein arbeiðari, ið arbeiðir fulla tíð, hevur fingið kr. 2.581,60 í mun til kr. 3.688,- um vikuna og tá verkfallið hevur vart í fyra vikur svarar tað til, at hann hevur fingið kr. 4.425,60 minni í løn, so arbeiðast má leingi fyri at vinnað hetta innaftur og serliga hjá teim- um, ið fáa meira enn sátt- málalønin ásetur. Tað eru fleiri, ið hava brúkt sína frítíðarløn undir verkfallinum og er hetta ikki serliga hugaligt um tey høvdu ætlað sær eina summarfrítíð fyri tann pen- ingin, so fyri mong man tað verða trupult, at síggja hvørjar batar verkfallið hevur havt við sær. Arbeiðarafeløgini hava upplðst, at tað hava verið um 12.000 limir í verkfallið og um vit siga at tað svarar til 6.000 fulltíðar størv og hesi hava fingið 70% frá ar- beiðarafeløginum, so hava arbeiðarafeløgini útgoldið góðar 15 mió. um vikuna ella umleið 60 mió. í lønum til limirnar undir verkfall- inum og tað má sigast at hava verið dðrt fyri verka- feløgini. Samfelagið er nokk størsti taparin í einum verk- fallið og tað gongur nokk long tíð áðrenn vinnan og Føroyski búskapurin vinnur sítt tap innaftur, tí tað eru bæði kontraktir og álitið annars sum hevur fingið ein frammaná av hesum verkfallinum, hetta er eitt tekin um eitt óstabilt sam- felag, ið okkara samstarvs- partnarar als ikki skilja. Nú er verkfallið so av og vit mugu síggja frameftir og fara aftur til arbeiðis, men eg meti at tað er neyðugt at broyta skipanina á arbeiðsmarknaðinum. Tað kann ikki verða meiningin, at vit skulu út í eitt verkfall annaðhvørt ár fyri at fáa semju, hetta er nokk besta prógvi um at verandi skipan ikki er góð nokk. Dýrt verkfall Stórt blað mikudagin Tøkk Hjartaliga takka vit tí stóra skara, sum á so ymiskan hátt sýndi samkenslu og hjálpti til, tá ið kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Óli Frits Johannessen Húsavík doyði og varð jarðaður. Vit hava verið borin á hondum av vælvild og hjálpsemi. Guð signi tykkum øll. Fyri tey avvarðandi Ásleyg, Kristina, Marin og Tórhild Ráðstevnan »Kvinnur sum leiðarar« fullteknað Verkfallið hevur eisini merkt bløðini, sum eru komin í skerdum síðutali. Nú kemur alt í trygga legu aftur og leggja vit út aftur mikudagin við einum stórum blað, har lýsinga- torgið verður við aftur og har vit m.a. hava stóra re- portasju um Íslandsdystin umframt at hava nógva umrøðu av aldarinnar dysti móti Týsklandi Blaðstjórin skip hava avreitt uttanlands í ein heilan mánað fyri spottprís í mongum førum. Allan hendan fiskin frá teimum føroysku skipun- um, fara tey útlendsku virk- ini nú at brúka í kappingini ímóti tí føroyska fiskinum, sum vit skulu royna at selja nú verkfallið er av. Hetta ger tað serliga trupult at koma inn aftur á marknaði- num, ikki minst tá ið hugs- að verður um, hvussu bíliga tey útlendsku virkini fingu fiskin. – Johan Páll Joensen sig- ur, at hetta verður ein trup- ulleiki, sum føroyskir út- flytarar koma at dragast við leingi afturat og alt hetta verður sjálvandi tikið við í metingunum, tá ið fram- tíðin hjá virkjunum í Hvalba og á Eiði skal av- gerast. Ber ikki til Hann sigur, at allir partar á arbeiðsmarknaðinum mugu nú seta seg saman at finna mannagongdir, so at hetta ikki kemur fyri aftur. – Føroyska samfelagið er ógvuliga bundið at út- lendskum marknaðum og av at kunna levera fisk frá viku til viku, og tað kann heilt einfalt ikki virka, skal tað verða lagt lamið í vikur at kalla hvørt einasta ár og tí er neyðugt at broyta mannagongdirnar so at tað ikki kemur fyri aftur. Hvussu tað kann gerast, veit hann ikki, men hann tvíheldur um, at hetta má raðfestast ógvuliga høgt í komandi tíðum. – Tað hevði tænt áhuga- málunum hjá okkum øllum. Arbeiðsgevarar og arbeiðs- takarar eru øll í sama báti, so tað sum ávirkar annan partin, ávirkar eisini hin partin. Og tað er heilt hop- leyst, at tað skal bera til hjá arbeiðarafeløgum ella arb- eiðsgevarum at leggja landið lamið í ein heilan mánað. Tað er ikki tí at eg ikki vil, at arbeiðsfólk skulu hava sína løn, men arbeiðsmarknaðurin má skipast betri, sigur Johan Páll Joensen. Framhald av síðu 8 Løgmaður um semjuna á arbeiðsmarknaðinum: Bakkast fyri føroyskan búskap og útflutning -Tað finnast bara tap- arar eftir, at verkfallið er av. Vit eiga at læra av hesum. Tað er ikki nakað, sum er vert at endurtaka sigur løg- maður. Hann vísir á, at tað skulu nógvar góðar kreftir med- virka til, at skipanin á arbeiðsmarknaðinum verður broytt VERKFALLIÐ AV Jan Müller Nú verkfallið er av heldur løgmaður, at tað var rætt av politikarunum ikki at leggja seg út í ósemjuna. -Tað eru partarnir á arb- eiðsmarknaðinum, sum hava skyldurnar og ábyrgd- ina av, at vit hava ein trygg- an og góðan arbeiðsmarkn- að. Tí var tað teirra upp- gáva at finna eina loysn. -Tú hevur sjálvur sagt, at kom tað hartil, at stór sam- felagsvirði stóðu uppá spæl, so fór tú at leggja uppí. Tað valdi tú so ikki at gera kortini! -Tað veldst um, hvat man meinar við tá tosað verður um stór samfelagsvirði. -Tú metir ikki, at tú og landsstýrið hava víst ábyrgdarloysi við at lata landið liggja lamið í ein heilan mánað? -Nú hevur man í ein mán- að hoyrt, at man skal ikki blanda seg, og tí kann tað virka løgið, tá spurt verður, hví man skuldi havt bland- að seg. Skal man ikki lata nøkur virði fara fyri skeyti í eini støðu sum hesi, so er tað ein heilt onnur lóggáva og skipan, sum vit skulu hava sigur løgmaður, sum ger greitt, at tað eru farin ómetaliga stór virði fyri skeyti og arbeiðspláss og upparbeidd marknaðarat- gongd hava fingið eitt skot fyri bógvin. Løgmaður vísir á, at eru vit ov skjót úti frá politisk- ari síðu, tá frátekur man ta ábyrgd frá teimum pørtum, sum hava henda rætt í dag. Tað er ein avvegan, men tað er greitt, at støðan er ógvu- liga darvandi fyri Føroyar. -Hetta er ein skrúva uttan enda, sum ikki hevur nakað positivt árin á føroyska bú- skap. Einki stendur í stað -Nú hevur tú hildið teg fast til verandi skipan og roynt at vera loyalur yvir fyri henni. Samtíðis hevur tú sagt, at henda skipan má broytast, so støðan ikki endurtekur seg. Hvat fer tú at gera? -Tá tú hevur eina skipan um seming frá 1926, og partarnir samtíðis siga, at tann skipanin kann als ikki brúkast, m.a. ber ikki til at brúka skipanina um ur-at- kvøðu, tí hon skal vera ódemokratisk, so hongur hetta als ikki saman. Einki stendur í stað. Tingini út- vikla seg alla tíðina. Vit vita, at skipanir í londunum rundan um okkum eru nakrar heilt aðrar enn tær vit hava. Síðani er tað markamótið millum veter- inerlóggávu, djóraverndar- lóg og annað í eini verk- falsstøðu. Tú gevur lands- djóralæknanum nakrar heimildir at kunna áleggja alibrúkum samtíðis sum tú hevur aðra lóggávu, sum sigur, at alibrúkini kunnu ikki fylgja upp lógini, tí tey av øðrum orsøkum koma í eina tvístøðu, sum eitt verkfall hevur við sær . Slíkt mugu vit fáa uppá pláss. Anfinn Kallsberg sigur, at tað er vinnumálaráðharr- in, sum hevur ábyrgdina av bæði vinnuni og arbeiðs- marknaðinum. –Vit hava tosað um hetta, og eg veit, at hann er farin í gongd við at finna eina nýggja skipan. -Fakfeløgini vilja ikki hava nakrar stórar broyting- ar, sum m.a. hava við sær gerðarætt ol! -Arbeiðarafeløgini hava víst á eina semingslóg, sum tey sjálvi siga seg vera ímóti og sum ikki kann brúkast til nakað sum helst. Man kann ikki bæði vera ímóti og fyri. Eg skilji ikki, hví man ikki vil hava skip- að viðurskifti, soleiðis at man kann loysa eina kon- flikt væl og virðiliga og ikki sum í hesum førinum sita í fýra vikur og kanska bara bíða eftir hvørjum øðr- um. Tað er ikki brúkbart í einum nútíðarsamfelag sum tí føroyska við tí sár- bæri, at vit hava eina vinnu, sum er bundin av einum út- flutningi og har vit skulu kappast við aðrar. -Nógv vinnulívsfólk halda tað vera púra ábyrgd- arleyst av tær sum løg- manni at standa og hyggja at og ikki fyri langari tíð síðani at hava forðar fyri, at samfelagið kann verða lagt lamið í ein heilan mánað? -Eg skilji væl ta støðu- takanina. Tað er neyvan møguligt at fáa eitt nýmót- ans vinnulív, ið skal gera sær nakrar tankar um at vinna í kappingini, sum er á marknaðinum í dag, um man ikki hevur tey neyðugu amboðini. Eg skal vera tann fyrsti at ásanna, at vit hava tey ikki. Tað er jú upp- gávan hjá okkum politikar- um at syrgja fyri, at vinnan hevur so tryggar karmar at arbeiða undir og harundir eisini viðurskiftini á arb- eiðsmarknaðinum. Løgmaður ásannar og tað heldur hann eisini andstøð- an ger, at tað eru nøkur viðurskifti, sum ikki hanga saman og sum nakað má gerast við nú. -Tað verður víst á, at vit fáa ikki broytt skipanina, tí politikarar í nógvum av flokkunum tora ikki at ganga ímóti fakfeløgunum av ótta fyri at missa atkvøð- ur. -Tað verður sagt, og at nakað er um tað skal eg ikki vísa aftur. Men hinveg- in mugu politikarar hava rygg til at gera nakrar fastar karmar soleiðis at tað ikki bara er tilvildin, sum ræður. Tað er sanniliga í áhuga- num hjá øllum, bæði arb- eiðsgevarum og arbeiðstak- arum og samfelag, at vit ikki fáa eitt afturstig. Tað er tó júst tað vit fáa við slíkum verkfalli, har eingin vinnari er. Tað eru bara taparar og stórir taparar, og tað kemur at ganga út yvir alt Føroya fólk. Munur á -Tað hevur verið funnist at tær sum løgmanni bara at samskifta við partarnar gjøgnum fjølmiðlarnar og at tú hevur gjørt ov lítið fyri at fáa semingsmenninar at halda fram við semingini. -Atli Dam hevur eina aðra áskoðan enn eg í hes- um málinum. Hann hevur kanska eisini í síni tíð havt eitt tætt samskifti við part- arnar á arbeiðsmarknaði- num og hevur entá eisini í samráð við teir í nøkrum førum borið uppskot niðan í tingið at fáa lagt upp í eitt verkfall. Men um eg var farin inn í málið og sagt, at eg skuldi royna semju, so hevði eg tikið ábyrgdina frá fólkunum, sum skulu finna eina semju og latið hana yvir til politikararnar. Og so hevði henda trætan ikki verið loyst millum partar- nar og varð kanska endað í tinginum. Løgmaður heldur sjálvur, at tað er ikki mátin at loysa allar trætur við eini løg- tingslóg. Tað, sum alt hetta samfelagið eigur at byggja á á øllum stigum er, at av- gerð og ábyrgd fylgist. Tað er eisini galdandi fyri fak- feløgini. Bakkast Hvat heldur løgmaður so um úrslitið av samráðing- unum? Tað vil hann ikki gera viðmerkingar til sum so men hann viðgongur, at tað er eitt bakkast fyri føroysk- an búskap og útflutning. -Men er tað veruliga eitt bakkast, at tey fólkini, sum eru við til at skapa virðini, fáa eina rímuliga løn fyri arbeiðið? -Tað er ikki ein spurning- ur um, hvat er rímuligt og ikki. Eg havi sjálvur eitt heitt hjarta fyri, at Føroya fólk hava ein so høgan livi- standard sum møguligt, men tað er ikki trupulleik- in. Hann er tann, at tingini eru ikki so einføld, at tey hanga saman. Vandin í slík- ari støðu er, at tú fær eina uppskrúvan av bruttolønar- lagnum í Føroyum, harvið eina økta inflatión og har- við eitt minkandi kapping- arføri hjá tí føroyska sam- felagnum. Men eg eri ikki vísur í, at tey, sum í dag halda seg hava vunnið ein sigur við lønarhækkingini, vera tey, sum hava fingið nakað burtur úr. Tí semjan kann hava við sær, at ein økt inflatión útholar lønar- hækkingina, men tað sum er verri er, at vit hava fingið eitt verri kappingarføri so- leiðis at vit ikki fáa arbeiði til allar hendur í Føroyum. Tað er tann størsta vanlukk- an. -Men er tú ikki samdur við formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag um, at arbeiðararnir hava eins góðan rætt til ágóðarnar og at tað skal fara ein út- javning fram? -Tað er væl tað, sum øll tann politiska skipanin snýr seg um. Vit hava útjavning av øllum slag. Skattastigin er progressivur, og tað er so sanniliga ein útjavning í tí. Men vit mugu eisini gera nakað við, at tað skal loysa seg at gera ein innsats. Nú skal tað ikki skiljast sum, at tey ófaklærdu ikki gera tað. Tí tað gera tey hvønn dag. Men munurin í lønarlag- num, sum hevur verið og sum kemur at vera, verður eisini gradueraður eftir, hvat hevur man gjørt á út- búgvingarøkinum osfr. Tá formaðurin í HA sigur, at kluftin skal minka, kann eg bara siga, at hon er sanniliga minkað, um tú hyggur at hesum í prosent- um men ikki í krónum. Tað er klárt, at fleiri krónur koma í lønarposan. Skal tað vera sami prosentsatsur, so veksur kluftin í krónum. Men veksur hon ikki í krónum, so minkar hon í prosentum. Og tað er tað hon hevur gjørt í fleiri ár. -Men mong eru samd um, at tey, sum arbeiða á flakavirkjunum, fáa ov lítið í løn? -Tað eri eg ikki ósamdur í. Trupulleikin er bara tann, at tað er eingin móttakari at senda tað økta lønarkravið, sum kemur á okkara út- flutningvørur. Vit síggja í londunum rundan um okk- um, sum hava eitt hægri lønarlag enn vit, t.d. í Nor- egi og Danmark – har verða hvønn dag hundrað- tals arbeiðspláss flutt til m.a. eystureuropeisk lond, tí tey vinna í kappingini. Tað er tann støðan vit skulu taka við, tá vit tosa um kappingarføri. Løgmaður heldur annars, at støði við hesum samráð- ingunum er lagt fyri al- menna arbeiðsmarknaðin. Løgmaður um semjuna á arbeiðsmarknaðinum: -Hon kann hava við sær økta inflatión, sum útholar lønarhækkingina, men verri er, at vit hava fingið eitt verri kappingarføri soleiðis at vit ikki fáa arbeiði til allar hendur í Føroyum. Tað er tann størsta vanlukkan. C M Y K 11 10