Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-11-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 1993síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tidindapladid Jóhannis Johannesen og Martin Olsen seg Marún við komu livandi frá Bordanes-vanlukkuni: unum, ið skrivaði un VUMUKKUKI nes forst hoskvøi Alt hendi so skjott i havinum. Men eg varð skolaður yvir í bjargingar bátin, har skiparin tók ímóu og fekk dngið meg innan borða. Hann var annars stak illa fyri sjálvur Vistu einki um hinar Martin var staddur longur — Tad mundi ikki ganga meira enn eitt korter frá tí at vit fingu sjogvin, og til skipið fór undir, siga Jóhannis Johannesen og Martin Olsen, ið komu frá vanlukkuni við lívinum, tá norska línuskipið Bordanes sakk hóskvoldið á fiskileið Eftir Hilmar Jan Hansen og Kalmar Lindenskov (myndir) Tað var ikki tann stóra tíðin, ið manningin á norska línu skipinum Bordanes fekk, tá skipið hóskveldið fekk ein so stóran sjógv, at tað bert kláraði at halda sær flótandi í okkurt um eitt korter, áðr- enn tað sakk. - Vit fýra mans á vakt, og vit vóru akkurát farnir at seta, tá skipið fekk hendan stóra sjógvin, greiðir 26 ára gamli Martin Olsen úr Havn frá. Hann og 31 ára gamli Jó hannis Johannesen av Argj- um vóru saman við skipar- anum teir einastu, ið komu frá vanlukkuni við lívinum. Hinir níggju, ið vóru við Bordanes, fórust allir. Við skipinum vóru triggir før- oyingar, og 29 ára gamli Jan Poulsen úr Havn var ein av teimum, ið fórst. Byrjaðir at seta — Eg haldi, at tað hevur verið um 7-tíðina um kvøld- ið, at vit vóru byrjaðir at seta, og alt í einum fingu vit so hendan øgiliga sjógvin inn á bakborð, tá vit høvdu Meðan teir bidadu eftir hjálp í gummibátinum vóru tankarnir sera ofta heima hjá teirra kæru í Føroyum. Frá vinstru Jóhannis saman vid kon uni Hansu og dåttrini Rakul lev eiga eisini børnini Karl Kjartan og Sunnevu Mariu, ið vóru í skúla, tå myndin varð tik in fyrrapartin í gjár — og síðani Martin saman við konuni Hansu Mariu og dóurini Carinu. sett í einar fimm ella tíggju minuttir — meira var tað ikki. Skipið legði seg nakað á liðina, og tá var tað, at sjógvurin fyltist inn gjøgn- um lúkuna frammi í stýri- borði, sigur Martin Olsen Vit skundaðu okkum at fáa latið lúkuna afturi á hekkuni aftur, og so fóru eg og ein annar í holt við ta fremru lúkuna. Men har var einki at gera. Hóast lúkan vanliga var løtt at fáa upp og aftur, fingu vit einki gjørt við hana. Og sum skipið legði seg meira og meira, fór eisini alt at rósa, so tað var ikki so lætt at arbeiða. Tá hetta hendi, vóru allar- helst teir flestu menninir uppi, tí teir høvdu hvílt seg um dagin. Av tf sama gekk rættiliga skjótt, at allir komu til hjálpar og royndu at gera sitt ul at bjarga skip- inum. Allir upp å brånna - Eg og Jan fóru upp í senn, og saman við hinum fóru vit beinanvegin undir at royna at bjarga ti, ið bjargast kundi, men tað sá einki serligt út, sigur Jó- hannis Johannesen, ið hevði frívakt, tá sjógvurin rakti skipið. "Vit merktu beinanveg- in, at skipið legði seg, og tá vit komu upp, var longu at kalla greitt, at her var litid og einki at gera. Skiparin bað so allar menninar koma upp á brúnna. Jóhannis fortelur, at hann og Martin vóru millum teir síðstu, ið fóru upp. Tá stóð sjågvunn longu upp í hålv- an leytaran, so teir nærmast runnu undan sjónum á veg upp á brúnna. - Alt hendi so øgiliga skjótt, og skiparin fekk ikki so frægt sum stundir at senda út neyðarkall. Hann hevði verið har afturi og koyrt báðar bjargingarbåt- arnar út, aftan á at hann hevði biðið okkum koma upp á brúnna, sigur Martin. — Tað vist seg, at sjógv- urin slapp ikki útaftur, so skipið legði seg bara meira og meira. Frá tí, vit fóru upp á brúnna, legði skipið seg bara spakuliga meira og meira alla tíðina, ul tað heilt fór. Skolaði í bjargingarbátin Tá tað gjørdist greitt, at skipið ikki fór at klára tað, og tað av álvara byrjaði at koppa, noyddust menn at leypa niður í tann ísakalda sjógvin. Eg leyp út í stýriborði, og samstundis sum eg kom niður í sjógvin, bleiv eg skolaður av einum sjógvi. Í dag skiljieg enn ikki petti av øllum tí, ið hendi, og ikki minst undrist eg á, hvussu tað kundi bera til, at eg bleiv skolaður beint í bjargingar- bátin, sigur Jóhannis. — Tad var einki minni enn tað, ið hendi mær. Var eg farin við síðuna av, hevði eg ótvað endað mínar dagar har aftur á skipinum, og hann fekk fatur í endan, sum var millum gummibåtin og skipið, og upp á tann mátan fekk hann komið upp í båtin og bjargað sær. - Vit vistu so einki meira um, hvussu tað gekst hinum, og vit kundu bara vóna, at hinir — vónandi allir — vóru komnir í øllum góðum upp í hin båtin, sigur Jóhannis Ikki fyrr enn vit vóru bjargaðir og komnir undir røkt á sjúkrahúsinum i Hammerfest fingu vit at vita, at eingin hevði verið í hinum bátinum, og at bert ein maður var funnin av hinum. Tað var ein norð maður, ið lá við eina boyu Men hann kláraði tað so ikki. Fingu ein stóran sjógv aftrat Í bjargingarbátinum varð beinanvegin farið undir at Oysa, tí nógvur sjógvur var