leygardagur 7. juni 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 • leygardagur • 7. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Josef Stalin – eitt
fimmti ára minni
7. partur
Lesið síðu 4, 5 & 6
TÓNLEIKASØGA
Dagfinn Olsen
Kim Larsen er kendur av hvørj-
um mannsbarni í Danmark, og
eisini í Føroyum tykist hann vera
fólkaogn.
Við ósvikaligum ansni fyri
góðum og íoyrafallandi løgum
og teksti, ið sveimar, men tó ikki
missir lurtaran, hevur Kim
Larsen nú í eini 30 — 35 ár
staðið á palli og malið á plátu,
bandi og fløgu. Til gleði fyri tey
flestu.
Í fjør kom bókin Larsen, ein
vælskrivað ævisøga um mannin,
sum av t.d. Ekstrablaðnum er
útnevndur tjóðskald dana. Hóast
Larsen og blaðið hava verið í
drúgvum stríði, so fekk hann
henda heiður.
Gas
Tað er danin Peter Bundgaard, ið
hevur skrivað ævisøguna um
Kim Larsen og hann gav í 1993
eisini út søguna um Gasolin’ —
Masser av Succes. Peter Bund-
gaard er ikki ein og hvør, tá tað
kemur til Gasolin’ og Kim
Larsen. Bundgaard hevði tætt
samband við bólkin Gasolin’.
Hann er hondteknari og skrivar
eisini um tónleik og tekur
myndir. Hann hevur greitt úr
hondum mong bóka- og plátu-
umsløg. Í sjeytiárunum var hann
tætt knýtur at Gasolin’, eittnú
við at greiða úr hondum plátu-
húsar. Hann hevur eisini verið
við til at skrivað Politikens
Rockleksikon (1992) og hann
hevur eisini skrivað ævisøguna
um vinmannin Dan Turèll,
rithøvund.
Eyðkent fyri nevndu ævisøgu-
bøkurnar er, at tær eru skrivaðar
av einum, sum hevur innlit og
sum stendur persónum (og bólki)
nær.
Eisini eru tær skrivaðar í ein-
um løttum tóna. Og tað er hósk-
andi, tí felags fyri tónleik og
skaldskapin, ið verður viðgjørd-
ur, er at hann er eyðkendur við at
vera samtíðarskaldskapur og yrk-
ingar, ið ikki seta nakran eftir í
háfloygdum orðingum, ið missa
lurtara ella lesara.
Kim Larsen, bæði við og eftir
Gasolin’, er gerandisskald, sum
við orðingum, sum maðurin á
gøtuni kennir, dugir at lýsa
gerandistrupulleikar og kenslur.
Kanska júst av hesi orsøk er
hann nevndur tjóðskald; fáur
kann sum hann savna bæði høg
og lág, ung sum eldri, um tón-
leikin og sangin.
Upp og niður
Í bókini Larsen, lýsir Bundgaard
lívsleiðina hjá Kim Larsen. Frá
barnaárunum og tíðini á háskúla,
har ansurin fyri góðum guitar-
spæli og góðum og gomlum
donskum yrkjarum varð vaktur.
Sagt verður frá tíðini sum
læraralesandi og ta stuttu tíðina,
ið Kim Larsen starvaðist sum
slíkur. Tíðini við tilhaldi í sam-
býlum av ymsum slag í sjeytiár-
unum. Hóast giftur fyrstu ferð og
við barni, so valdi hann ótryggu
tilveruna sum sangari. Bólkurin
Gasolin’ sær spakuliga dagsins
ljós og...restin er søga, sum tikið
verður til.
Bókin Larsen er ein ferð við
Kim Larsen. Hansara lív á palli
og heima — privat. Í heimland-
inum og tiltikna túrinum í USA,
har eydnan skuldi roynast, men
ikki var at finna.
Heima aftur fyrst í áttatiárun-
um kom gamalt hugskot á ar-
beiðsborðið. Við hjálp frá vin-
manninum Erik Clausen gjørdist
hetta til filmin "Midt om Natt-
en", ið kendi filmstjórin Erik
Balling leikstjórnaði.
Síðani eru túrar upp og niður,
bæði á palli og í privatlívinum.
Hjúnaskilnaður og fløgur og til-
tøk, sum ikki eydnast sum ætlað,
men Larsen er ongantíð horvin
av pallinum, hóast manga harða
umtalu í miðlum.
Síðsta bragdið, sum tykist hava
staðfest støðuna hjá Larsen á
danska stjørnuhválvinum, er
fløgan Sange fra Glemmebogen,
har hann tekur fram gamlar
sangir og vísur, sum hann er
góður við. Og sum fólk eru góð
við og hava endurtikið til sín í
haminum, sum Larsen hevur
givið teimum.
Spennandi lesnaður um ein
persón, eina stjørnu, sum eisini
hevur glógvað í Føroyum síðani
byrjanina. Ein stjørna, sum enn
lýsur sterk, hóast komin upp í
árini. Kim Melius Flyvholm
Larsen er føddur 23. oktober í
1945 í Keypmannahavn.
Stuttligt er kanska hjá áhugað-
um at merkja sær, at sonur Kim
Larsen, Sylvester, hevur givið
sína fyrstu fløgu út (í búnum
aldri) og er ikki heilt ólíkur páp-
anum, serstakliga á tekstsíðuni.
Bøkurnar (Gasolin’ — masser
af succes og Larsen) eru spenn-
andi lesnaður og kunnu avgjørt
viðmælast, hevur ein áhuga fyri
Larsen, tónleiki og samtíðarsøgu.
Tónlistarlig samtíðarsøga
í løttum tóna
Kim Larsen er seinnu árini nevndur tjóðskald í Danmark. Fáur hevur sum hann
savnað danir og eisini onnur, t.d. føroyingar, um felagssang við sangum úr
samtíðini. Seinasta avrik hansara er fløgan Sange fra glemmebogen, har hann
hevur hugt aftur á og við kønari hond og kærleika tikið fram gamlar sangir og
vísur og latið í nýggjan búna. Út er komin bók um mannin, nevnd Larsen, og eisini
er bók um bólkin Gasolin’, har hann fekk fótin fastan á tónleikapallinum
Bøkurnar (Gasolin’ — masser af succes og Larsen) eru spennandi lesnaður og kunnu avgjørt viðmælast, hevur ein
áhuga fyri Larsen, tónleiki og samtíðarsøgu. Kim Larsen er ein stjørna, sum enn lýsur sterk, hóast komin upp í
árini. Kim Melius Flyvholm Larsen er føddur 23. oktober í 1945
19
18
Nr. 106 - 7. juni 2003
Íslendski venjarin
sigur, at Ísland má og
skal hava sjey stig
burtur úr teimum
báðum næstu
dystunum
LANDSDYSTUR
Álvur Haraldsen/
Jákup Mørk – Reykjavík
Tað verður nógv gjørt
burtur úr landsdystinum
ímóti Føroyum í íslendsku
miðlunum. Eina mest so-
leiðis, at vónirnar eru settar
eftir einum tryggum sigri,
men heilt so einfalt eru tað
tó tey fægstu, sum rokna
við at dysturin verður.,
Íslendski landsliðs-venj-
arin, Asgeir Sigursson hev-
ur eisini ávarað ímóti nakr-
ari undirmetin av føroyski
mótsøðuni, men samstun-
dis leggur hann áherslu á, at
hetta er ein dystur, sum skal
vinnast.
- Tað er einki minni enn
landaskomm, um vit ikki
vinna hendan dystin, sigur
Asgeir, og hann sigur víð-
ari, at inniverandi undan-
kapping hevur alstóran
týdning fyri íslendskan fót-
bólt.
- Hóast vit ikki fáa gjørt
so nógv við fremstu liðun-
um í bólkinum hesa ferð, so
er tað sera týdningarmikið,
at vit standa okkum væl.
Ísland skal halda sær í
triðovasta styrkisbólkinum
í Europa, og tað er fyrst og
fremst, sum vit mugu
tryggja okkum komandi
dystirnar. Tað krevur so
helst eisini sjey stig í teim-
um trimum komandi dyst-
unum, sum eru ímóti Før-
oyum, Litava og so aftur
Føroyum, og tað er so tað,
sum vit mugu fara eftir.
Framrættað
Annars tykist eingin í
íslendsku miðlunum at gita,
hvussu liðið fer at síggja út.
Eftir at íslendingar í nógv
ár hava spælt í eini fastlæst-
ari 4-4-2 skipan, tykist
Asgeir ætla at broyta hetta
til eina 3-5-2, og móti Før-
oyum verður talan kanska
um somikið framrættað
spæl, at talan í veruleikan-
um verður um tríggjar
áleyparar.
Spurningurin
er
so,
hvussu leiklutirnir hjá hes-
um verða býttir leygardag-
in, men eftir tí, sum vit
hava skilt, so verða tað hes-
ir ellivu, sum fara á vøllin:
Árni Gautur Árason –
Guðni Bergsson, Herman
Hreiðarsson, Arnar Viðars-
son – Arnar Grétarsson,
Rúnar Kristinsson, Brynjar
Bjørn Gunnarsson, Jóhann-
is Guðjónsson – Eiður
Smári Guðjohnsen, Arnar
Gunnlaugsson.
Landaskomm
Eftir tvey ára fráveru
er Johan Byrial
Hansen nú aftur
partur av føroyska
landsliðshópinum, og
hetta er avgjørt
nakað, sum hann
fegnast um
LANDSDYSTUR
Álvur Haraldsen/
Jákup Mørk – Reykjavík
Tað var í Slovenia fyri hálv-
um øðrum ári síðani, at
Johan
Byrial
Hansen
spældi sín higartil seinasta
landsdyst fyri Føroyar. Av-
rikið ta ferðina var kanska
ikki millum tey bestu, og
eftir dystin varð spurning-
urin reistur, hvørt hetta
kanska var seinasta ferðin,
at útisetin hevði verið á før-
oyska liðnum.
Ta ferðina æt landsliðs-
venjarin Allan Simonsen,
og síðani hesin varð skiftur
út við Henrik Larsen, hava
boð ikki verið eftir Byrial.
Kanska skiljandi, tá Jón
Rói Jacobsen mest sum
hevur bitið seg fastan í
verjupartin, men kortini
hevur hann tó hvørja ferð
verið millum teir, sum hava
verið nevndir, tá tosað
hevur verið um møguligar
avloysarar í verjuni. Tá
nýggir verjuleikarar skuldu
finnast til dystirnar móti
Kasakhstan, var Byrial tó
ikki á navnalistanum, og tí
mundu tey flestu avskriva
hann eftir hetta, men nú eru
tó kortini boð eftir honum,
og sjálvur sigur leikarin
eisini, at hetta er nakað,
sum hann gleðist um.
- Tað er rætt, at eg kanska
var nóg so langt vekk, tá eg
ikki fekk boð til dystirnar
móti Kasakhstan. Eg skal
ikki siga, at hevði avskrivað
alt sjálvur, men eg roknaði í
øllum førum møguleikan
fyri rættiliga fjarðan. Men
tað er ikki so nógv at gera
við tað. Tað er venjarin,
sum ger av, hvørjir sleppa
við, og var eg ikki millum
hesar, so mátti tað vera tað.
Spurdur,
hvørt
hann
kortini hevur havt samband
við Henrik Larsen hesi
bæði seinnu árini, sigur
Johan, at tað hevur hann
ikki.
- Eg havi í øllum førum
ikki hoyrt so nógv, men eg
gangi út frá, at hann hevur
tosa við venjaran hjá mær,
Kent Nielsen, og kanska
hevur hann eisini sæð
onkran dystin, men eg havi
so ikki hoyrt meira enn tað.
Hvørt Johann so verður
millum teir fyrstu ellivu
leygardagin, er ein onnur
søga. Sjálvur sigur hann
seg so einki hava fingið at
vita.
- Tað er venjarin, sum ger
tað av. Hann velur teir ell-
ivu, sum hann heldur verið
bestar, og so má eg bara
vísa undir venjing, at eg
skal verða millum hesar. At
eg so skuldi fáa ein lítlan
snudd í gjár, var eitt sindur
keðiligt í so máta, men fái
eg møguleikan, so eri eg
klárur, sigur Byrial at enda.
Gott at vera aftur
Ásgeir Sigursson sigur, at talan er um landaskomm, um Ísland
ikki vinnur á Føroyum leygardagin
Eiður Smári Guðjohnsen er stóra stjørnan á íslendska liðnum,
og hann verður í øllum førum millum teir fyrstu ellivu
Johan Byrialn Hansen er nú aftur partur av føroyska landsliðnum
C
M
Y
K
18