Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 7. juni 2003 17 Skaðin hjá Rógva Jacobsen tykist vera einasta ivamálið á føroyska liðnum undan dystinum leygardagin LANDSDYSTUR Jákup Mørk Ofta verður verið tosað og gitt dúgliga aftur og fram, tá føroyska fótbóltslands- liðið skal spæla. Ikki minst er spenningurin stórur, hvørjar ellivu venjain sendir á vøllin, men tað tykist tó so, at hesin spenn- ingur ikki er tann sami undan leygardegnum. Fá alternativ Í nógvar mátar er tað nevn- liga so, at tað er mest sum givið, hvørjir leikarar verða á ymsu plássunum. Stóri spurningurin er kanska enn einaferð, hvør fer at verja føroyska málið. Báðir mál- verjarnir sýndu undir venj- ingunum, at Henrik kann tveita teir inn uttan at blunka, men tað verður nú helst so, at tað hóast alt verður Jákup Mikkelsen, sum byrjar. Úti á vøllinum verður talan í øllum førum um nýggja verju. Helst verður hon riggað til soleiðis, at Christian Høgni Jacobsen og Suni Olsen taka sær av uppgávuni í síðuni, meðan tað to eru Jón Rói Jacobsen og Jóhannis Joensen, sum skulu hava sentralu leiklutirnar. Alternativið her Johan Byrial Hansen, sum eisini kann átaka sær leiklutin við síðuna av Jón Róa, men skal metast eftir skabelón-venjingunum, sum liðið hevði hósdagin, so verður tað helst Jóhannis, sum fær møguleikan. Mitt á miðjuni er einki at ivast í, at Julian Johnsson og Fróði Benjaminsen gera, og yvirhøvur tykjast lutirnir á miðvøllinum vera lagdir í sera fastar karmar. Jákup á Borg hevur mest sum tikið patent upp á høgra miðvallarborð, og í vinstru verður tað eftir øllum at døma Rógvi Jacobsen.. Spurningurin er kanska, um hann nú verður heilt klárur at spæla. Hann hevur enn ikki vant við fullari ferð, og tá hann hevur sitið yvir, hava Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjun send innleggini úr vinstru. So avloysararnir eru helst klárir, men fyri fyrst gita vit so, at Rógvi verður inni. Í álopinum verða tað so Andrew av Fløtum og Johan Petersen. Í heimligu kappingini hava teir langt siðani víst seg sum kanska vandamest álopsmenninir, men hvørgin tykist enn vera komin í rætta gearið í so máta. Á landsliðnum er heldur ikki altíð, at møguleikarnir verða so nógvir í tali, men tað er helst eingin ivi um, at venjaraparið hevur álit á, at teir báðir kunnu skora, og álitið er kanska eisini somikið stórt, at John Petersen verður tann, sum gongur fremst, tá Føroya fara inn á Laugardalsvøllin leygardagin. Liðið tykist vera sett Tað er mest sum vorðin fastur siður tá føroyska landsliðið spælir, at hópur av útlendskum handilsmonnum fylgja við LANDSDYSTUR Jákup Mørk Har landsliðið spælir, verð- ur væl fylgt við. Tað hevur leingi verið ein sannroynd her heima, men seinnu árini er útlendski áhugin fyri hesum eisini vorðin alt størri. Ikki minst hjá teim- um, sum liva av at keypa og selja fótbóltsleikarar. Jákup í Stórustovu, sum eigur og rekur North Atlan- tic Football Agency, er um- boðsmaður hjá fleiri av føroysku landsliðsleikarun- um, og hann viðgongur eis- ini, at áhugin at síggja hes- ar í dysti er stórur. - Eg kann ikki siga akku- rát, hvussu nógvir útl- endskir talent-skótar eru til dystin, men eg havi fingið fráboðan frá fleiri feløgum úr grannalondum okkara. Um tað er nakar ávísir leikari, sum hesir hava áhuga fyri, vil Jákup tó ikki siga nakað um. - Tað er eisini eitt sindur torført at siga, hvussu kon- kretur áhugin fyri leikarun- um er. Hjá fleiri av feløg- unum er tað eisini so, at tey bíða eftir, hvussu fíggjar- liga støðan á transfer- marknaðinum verður. Marknaðurin hevur jú verið at kalla steindeyður sein- asta árið, og frá flestum síðum verður bara bíðað eftir, at fyrsti stóri handilin fer fram, soleiðis at ringár- inini frá hesum kunnu spjaða seg út til fleiri feløg. Soleiðis er ikki líkt til, at nakar keypssáttmáli verður skrivaður undir um viku- skiftið, men tað er einki at ivast í, at leikararnir kunnu gera góða reklamu fyri sær sjálvum, um talan enn eina- ferð verður um eitt gott landsliðsavrik frá okkara monnum. Bert tvær ferðir av nítjan hevur Rógvi Jacobsen verið millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum, men alt bendir á, at triðja ferðin verður leygardagin, tá føroyska liðið fer á Laugardalsvøllin LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/ Jákup Mørk – Reykjavík Klaksvíkingurin í HB, Rógvi Jacobsen, hevur verið fastur partur av før- oyska landsliðshópinum síðani hann á heysti 1999 fyri fyrstu ferð var við í hópinum., Ta ferðina var tað annar sjúst Ísland, sum var mótstøðuliðið. Kennir seg heilt nær Higartil er talan vorðin um 19 landsdystir, men sæð burtur frá dystinum móti Slovenia fyri 17 mánaðum síðani og so seinna dystin móti Kasakhstan, hevur talan altíð verið um leiklut sum skiftisleikari. Hesa ferð eru tó líkindi fyri, at Rógvi verður mill- um teir fyrstu, og tá vit fingu orðið á hann undir hósdagsvenjingini, viðgekk hann, at ongan tið áður hevði kent seg somikið nær. - Tað hevur nokk ongan tíð verið so nær við áður. Henrik hevur gott nokk ikki sagt nakað enn um, hvussu liðið er, men sjálvur haldi eg, at tað er nær við. Vit eru jú ikki so nógvir, sum kunnu brúka vinstra bein úti í síðuni, og móti Kasakhstan helt eg sjálvur, at avrikið var á eini heilt góðari leið, so eg vóni í øllum førum tað besta. Tað er tó ein lítil forðing fyri, at Rógvi skal vera partur av liðnum. Síðani dystin hjá HB ímóti GÍ seinasta sunnudag hevur hann nevnliga drigist við ein litlan skaða, og hesin forðaði honum eisini í at taka lut í allari venjingini hósdagin. - Tað er nokk líka so nógva tað, at tað ræður um at ansa eftir. Eg fekk ein lítlan snudd sunnudagin, og tað hevur so irriterað eitt sindur. So fyrst og fremst ræður um at verða heilt klárur, men eg ivist ikki í, at um venjarin vil tað, so eri eg til reiðar at fara á vøllin leygardagin klokkan fýra, sigur Rógvi Jacobsen at enda. Tað tykist sum hevur Henrik Larsen longu gjørt av, hvørjir ellivu skulu byrja inni, og partvíst sást hetta aftur í venjingunum hjá liðnum Stórur áhugi Rógvi er heilt nær Jákup í Stórustovu sigur, at áhugin fyri føroysku landsliðsleikarunum er sera stórur Rógvi Jacobsen, sum her situr við síðuna av skadda Inga Højsted, fekk ikki tikið lut í allari venjingini hósdagin, men sjálvur ivast hann ikki í, at hann er tøkur, um boð skuldu verið eftir honum 17 16 Nr. 106 - 7. juni 2003 - At spæla eina nýggja verju tekur tíð og fleiri dystir, men tað er júst tað, sum vit ikki hava, heldur Jógvan Martin Olsen, nú landsliðsvenjar- arnir leggja seinastu hond á fyrireiking- arnar LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/ Jákup Mørk – Reykjavík Tað var greitt, hvørjum lut- um føroyska landsliðsvenj- araparið arbeiddi mest við undir venjingini hósdagin. Eins og vant, so fingu álopssinnaðu mennninir møguleika at venja bæði innlegg og skot upp á mál, men meðan hetta tóktist sum venjing í lættara end- anum, høvdu verjuleikar- arnir úr at gera. Allar størsta partin av hálva øðrum tíma longu venjingini vóru verjuleikar- arnir saman við Jógvan Martin Olsen, og setning- urin her tóktist greiður. Ein nýggj verja skal finnast, og so má samspælið millum einstøku leikararnar í hes- ari fáast í rættlag alt fyri eitt. Hava ikki tíðina Eftir venjingina fingu vit orðið á Jógvan Martin, og hann duldi ikki fyri, at hetta er ein øguliga týðandi part- ur av fyrireikingunum til dystin. - Verjan hevur jú altíð nógv at siga hjá okkum, og støðan hesa ferð er eisini heilt serlig. Sært tú burtur frá Jón Róa, sum nú er vorðin fastur maður, so hevur miðverjan tey nógvu seinastu árini verið saman- sett av Óla Johannesen, Pól Thorsteinsson og Hans Fróða Hansen. Eingin av hesum er við hesaferð, og tí má ein nýggj verja spælast saman. Tað er vanliga nakað, sum tekur tíð og nógvar dystir, men tað er júst tað, sum vit ikki hava hesaferð, heldur Jógvan Martin. Spurdur meira nágrein- liga, hvat missurin av van- ligu verjuleikarunum merk- ir, sigur hjálparvenjarin, at hesir leikararnir hava al- stóran týdning fyri liðið. - Ikki minst tað, at teir hava leikt so nógvar dystir saman, hevur nógv at siga. Ikki minst í samspælinum millum leikararnar í verj- uni, og her verður kanska størsti trupulleikin, nú skiftið er somikið stórt í einum. Eisini tað at roynd- irnar hjá eitt nú Pól og Óla hava gjørt, at aðrir leikarar í stóran mun kunnu stuðla seg uppat teimum, og tað verður í øllum førum ein stórur missur. - Men onkursvegna, so havi eg eina góða kenslu kortini. Eg rokni við, at hetta fer at rigga á ein ella annan hátt, heldur Jógvan Martin. Ræður um at fyribyrgja Tá talan kemur inn á íslendska mótstøðuliðið sigur Jógvan Martin, at teir sjálvandi hava hugt væl eftir, hvussu íslendingarnir spæla. Og hann dylir heldur ikki fyri, at stórur partur av venjingunum í verjupartinu snúgva seg um, akkurát hvussu føroyska liðið skal byrgja fyri íslendska álops- spælinum. - Ikki minst nú, tá vit hava eina at kalla nýggja verju, hevur tað nógv at siga, at vit eru so væl fyri- reikaðir sum møguligt. Og í morgin (fríggjadagin, blðm.) fara vit at leggja enn størri dent á skabelón-venj- ingarnar. Altso venjingar, har vit avtala, hvussu ein- støku leikararnir skulu flyta seg í ymisku støðunum. - Eftir tí, sum vit hava sæð, so spæla íslendingar sera nógv upp á Eiður Guðjonsen. Tað, sum vit skulu ansa eftir, er, at hann leitar sera langt aftur á vøll- in eftir bóltinum, og so er spurningurin, í hvønn mun verjuleikararnir hjá okkum skulu fylgja honum niðan- eftir, ella um teir bara skulu lata mannin fara, soleiðis at miðvallararnir taka yvir. Trupulleikin er jú, at um vit fylgja honum ov langt niðan, verður hol aftanfyri, og har tykist Jóhannis Karl Guðjonsson at vera sera íðin at søkja upp í tómu rúmini. Tað er kanska ser- liga hetta, sum vit skulu ansa eftir, men tað krevur so eisini nógv av miðvallar- unum. Og tí verður talan um nógva servenjing fyri hendan partin av liðnum nú, sigur Jógvan Martin Olsen at enda. Jákup Mikkelsen ivast onga løtu í, at tað kann vera málverj- unum á landsliðnum at stórum gagni, at teir nú hava Lars Høgh at hjálpa til í hesum partinum av spælinum LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/ Jákup Mørk – Reykjavík Sum liður í at betra um fortreytirnar hjá føroyska landsliðnum at virka í hesaferð, hevur Trygging- arfelagið gjørt stuðuls- avtalu við FSF. Ein avtala, sum inniber, at landsliðið nú hevur fingið navnframa Lars Høgh at hjálpa til við málmansvenjingini. Stórur stuðul Tað er sjálvandi avmarkað, hvussu nógv ein málmans- venjari kann avrika teir fáu dagarnar um árið, sum landsliðið er savnað. Men spyrt tú føryosku málverj- arnar, so er eingin ivi um, at hetta er eitt risa framstig fyri teirra fyrireikingar, sum nú er hent. - Tað er altíð stuttligt og læruríkt at fáa nýggj hug- skot, og tá talan er um ein mann sum Lars Høgh, so er tað veruliga nakað, sum tú tekur til tín, sigur Jákup Mikkelsen, ið saman við Jens Martini Knudsen kappast um føroyska málverjasessin. - Maðurin hevur jú verið eitt ótrúligt fyridømi sum ítróttarmaður. Hann var í tvey tíggjuára-skeið millum teir allar bestu í Danmark, og í hugburið og atferð hevur hann altíð verið fyrimyndarligur. - Og so er hann eisini ótrúliga positivur. Hann ger kanska ikki so nógv um seg, men tá hann sigur nakað, so er tað altíð væl umhugsað, soleiðis at tú fært nakað burtur úr tí, sum sagt verður. Eitt er tó, at talan er um ein dugnaligan mann, sum Føroyar við hesum hava fingið. Annað er so spurningurin, hvat hann kann læra føroysku mál- verjarnar innan eina vikku, soleiðis at nakað ítøkiligt úrslit fæst alt fyri eitt: - Tað er sjálvandi ikki so, at hann kann læra okkum nakað nýtt. Men hann hevur longu víst á onkrar einstakar detaljur, sum vit framyvir kunnu arbeiða meira við, og í so máta kann tað geva okkum sera nógv, heldur Jákup. - Tosar tú um her og nú, so er tað kanska meira á sálarliga økinum, at hann kann verða ein styrkur. Bara tað at hava ein slíkan mann aftan fyri seg er eitt ordiligt psykoligiskt lyft, og tað kann so bara vera við til at styrkja um møguleik- an at halda nullið, sum jú altíð má vera endamálið hjá einum málverja, sigur Jákup Mikkelsen at enda. Verjan skal rigga Ein stór hjálp Jógvan Martin Olsen sigur, at talan hesa ferð verður um sera nógva servenjing fyri verju- og miðvallarleikararnar á føroyska landsliðnum - Maðurin hevur jú verið eitt ótrúligt fyridømi sum ítróttarmaður. Hann var í tvey tíggjuára- skeið millum teir allar bestu í Danmark, og í hugburið og atferð hevur hann altíð verið fyrimyndarligur, sigur Jákup Mikkelsen millum annað um Lars Høgh C M Y K 16