Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 7. juni 2003 15 Ársins svimjari hjá monnum, Andrass Thomsen, er ikki langt frá at røkka kravtíðini til EM- kappingina í 200 frí seinni í ár. Hann ætlar sær at royna at røkka kravtíðini á oyggjaleikunum seinni í mánaðinum SVIMJING Páll Holm Johannesen Í samband við FM kapping- ina seinasta vikuskiftið vórðu ársins svimjarar hjá kvinnum og monnum kosn- ir. Tað eru venjararnir í feløgunum, ið luttaka í FM- kappingini, sum kjósa ársins svimjarar. Hjá kvinn- um varð Benthe Sikivat Andersen úr TS vald. Grundgevingin var, at Benthe hevur havt góð úrslit í farna svimjiári, er fyrimyndarlig, dámlig og vinarlig. Hjá monnum var Andrass Thomsen valdur til ársins svimjara. Grundgevingin fyri kjósingini var, at Andrass hevur havt góð úrslit í farna svimjiári, møt- ur væl til venjing og er ein fyrimynd hjá yngru svimj- arunum. Ársins svimjarar í ár stóðu seg eisini væl í FM kappingini. Benthe Sikivat Andersen vann ikki færri enn sjey kappingar, so lítið er at ivast í, at heiðurin sum ársins svimjari sanniliga er uppiborin. Andrass Thom- sen vann tvær kappingar, men var so óheppin at verða kolldømdur í kapp- ingini í 1500 m frí. Andrass setti nýtt føroyskt met í 200 metur bringu við tíðini 1.57,21. Tíðin er so mikið góð, at Andrass er ikki langt frá kravtíðini til EM seinni í ár. Í sjónvarpinum mánakvøld- ið segði Andrass Thomsen, at málið er at røkka krav- tíðini á oyggjaleikum sein- ast í mánaðinum. Spenn- andi verður at fylgja Andr- assi, um hann megnar at røkka kravtíðini. Kyndilsleikarin sigur skemtandi, at íslendingar ofta kunnu tykast hástórir, og tí kundi verið stuttligt, um føroyska landsliðið kundi sett teir upp á pláss ÍSLAND-FØROYAR Páll Holm Johannesen Ein av stinnastu hondbólts- leikarunum í føroysku kappingini farnu vetrarnar hevur verið íslendingurin Jakob Jónsson. Jakob kom til Føroya í 1998, tá hann gjørdist leikandi venjari hjá havnarfelagnum Kyndil. Hondbóltssnillingurin hevur verið í Føroyum í góð fimm ár, og líkt er til hann er komin fyri at vera. Jakob Jónsson hevur funn- ið sær føroyska damu, og saman hava tey eina dóttur. Tá vit spyrja hann, hvørj- um liði, hann ætlar at heppa á leygardagin, svara Jakob avgjørdur, at tað verður føroyska landsliðið. – Eg stórtrívist í Føroyum, og eg vóni, teir megna at vinna á Íslandi. Skal eg gita úrslitið av dystinum, so sigi eg 2-1 til Føroyar. Íslendingar hava ofta lyndi til at vera nakað hástórir, og tí kundi verið stuttligt, um føroyska landsliðið setti teir uppá pláss, sigur Jakob Jónsson skemtandi. Jakob leggur afturar, at ein føroyskur sigur í dag, hevði verið ein frálík up- hiting til stóra dystin ímóti Týsklandi á Tórsvølli mikudagin. Guðmundur vónar, at venjaraskiftið hjá íslendingum fer at betra um avrikini hjá íslendska lands- liðnum. Hóast hann hevur búð í Føroyum í alt átta ár, so bankar hansara fótbólts- hjarta framvegis fyri Íslandi ÍSLAND-FØROYAR Páll Holm Johannesen Annar av vertunum í væl- umtóktu sjónvarpssending- ini, Okkara kokkar, Guðmundur Guðmunds- son, hevur í alt búð átta ár í Føroyum. Kortini hevur hann torført við at sleppa Íslandi, og tað verður tí Ísland, hann fer at stuðla í dag. – Hóast eg helst fari at búgva í Føroyum restina av mínum lívi, so er mítt fót- bóltshjarta við Íslandi leyg- ardagin. Eg havi keypt at- gongumerki saman við føroyingum, og fari tí at sita millum føroysku áskoðararnar við Laugar- dalsvøllin, og heldur løgi heppa á Ísland, sigur Guðmundur Guðmunds- son. Guðmundur fylgir væl við fótbóltinum bæði í Før- oyum og Íslandi, og hann er sera spentur undan dystin- um. - Ísland hevur leikt illa seinasta árið, men nú er venjarin skiftur út, og eg vóni tí, at úrslitini fara at gerast betri, tí íslendska liðið er gott, greiðir kokk- urin frá. Guðmundur hevur sjálv- ur spælt fótbólt bæði í Ís- landi og Føroyum. Í sínum ungdómsárum var hann somikið stinnur, at hann var annar av málmonnun- um á íslendska U-16 lands- liðnum. Fótbólturin mátti víkja fyri kokkaútbúgving- ini, men áhugin fyri ítrótt- ini er ikki minkaður við árunum. Tá vit at enda spurdu Guðmund um úrslitið av dystinum, svarar hann, at dysturin endar 3-1 til Ísland, og at føroyski málskjúttin verður Jákup á Borg. Linda B. Gunnlaugs- dóttir býr í Føroyum á triðja ári, og hon hevur sterkar kenslur fyri føroyingum ÍSLAND-FØROYAR Páll Holm Johannesen Stjórin á Eimskip, Linda B. Gunnlaugsdóttir, býr í Føroyum á triðja ári. Síðan 2000 hava hon og maðurin verið í Føroyum. Stjórin á Eimskip fylgir við í fótbólti bæði í Íslandi og Føroyum, og hon sigur seg vera sera spentan til dystin. Linda B. Gunnlaugsdótt- ir er rættiliga í iva um hvørjum liði, hon fer at halda í dag. Hon er í løtuni í Íslandi í arbeiðsørindum, og fer til til landsdystin. – Eg veit satt at siga ikki hvørjum eg haldi við í dag, tí eg havi sterkar kenslur fyri báðum tjóðum, so mítt boð má vera, at eg haldi við báðum liðum. Eg vóni, vit fáa ein stuttligan og spenn- andi dyst, sigur sigur Linda B. Gunnlaugsdóttir úr Reykjavík. Linda ætlar sær at vera saman við føroyingum bæði undan og eftir dystin, tí sum hon sjálv tekur til, so hendir nakað, har føroying- ar eru savnaðir. Íslendingar um dystin ÍSLAND-FØROYAR Páll Holm Johannesen Sambandið millum Ísland og Føroyar hevur altíð verið tætt. Nógvir føroyingar búgva í Íslandi, og somleiðis íslendingar í Føroyum. Íslendingar eru í dag stórur partur av føroyska vinnulívinum, og hetta sæst eisini aftur á talinum av íslendingum, ið eru búsettir í Føroyum. Vit hava hitt tríggjar teirra á máli, nú londini bresta saman í EM-undankappingardysti í dag. Benthe og Andrass ársins svimjarar Benthe Sikivat Andersen úr TS og Andrass Thomsen vórðu eftir FM kappingina seinasta vikuskiftið kosnir ársins svimjarar. Mynd: Øssur Mohr Okkara kokkur, Guðmundur Guðmundsson: -Eg verði íslendingur saman við føroyingum í Reykjavík Okkara kokkur, Guðmundur Guðmundsson, verður í Reykjavík til dystin í dag. Hann fer at sita saman við føroyingum, men fer kortini at heppa á Ísland, sum hann væntar vinnur 3-1. Mynd: Savnsmynd Stjórin á Eimskip, Linda Bjørk Gunnlaugsdóttir: -Eg haldi við báðum liðum Stjórin á Eimskip, Linda B. Gunnlaugsdóttir, veit ikki hvørjum liði, hon skal halda við í dag. –Eg havi sterkar kenslur fyri báðum tjóðum, og tí má mítt boð vera, at eg haldi við báðum liðum, sigur Linda Mynd: Savnsmynd Hondbóltsleikarin, Jakob Jónsson: -Eg haldi við Føroyum Hondbólts- leikarin Jakob Jónsson er ikki í iva, hvørjum liði, hann fer at heppa á í dag. Hann tippar, at dysturin endar 2-1 til Føroyar. Mynd: Savnsmynd 15 Nr. 106 • leygardagur • 7. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Finnbogi Ísakson Antin eri eg so gamaldags ella eri eg so góður føroy- ingur, at eg skoyti ikki um ES-pass. Tá tey spyrja hjá fútanum, um eg vil hava reytt ella grønt pass, hyggi eg við stórum eygum og royni at gita, um hetta er skemt. Men tann fryntliga kvinnan innan fyri diskin meinar tað í álvara. Kennir seg kanska ikki heilt væl at spyrja meg um slíkt. Sigur: »Vit skula spyrja«. Eg fekk tað grøna passið, og satt at siga havi eg ongantíð havt trupulleikar av tí. Hvørki í Moskva ella New York, Bangkok ella Rom. Ella nakra aðra- staðni. Heldur ikki, tá eg fór til Kekkia í fjør. Har sum aðrastaðni hugdu teir eitt sindur meira at mínum passi enn øðrum, og eg kendi meg ikki sørt ernan. Vit ferðaðust við toki. Tá vit fóru um markið úr Týsklandi inn í Kekkia, skuldi passið vísast fram tvær ferðir. Fyrst skuldu týskarar síggja tað fyri at lova okkum úr landinum. Síðani skuldu kekkarar síggja tað fyri at lova okkum inn í landið. Tá vit komu heimaftur var tað sjálvandi øvugt. Fyrst skuldu kekkarar síggja passið, og tað gekk skjótt. Teir tóktust ikki at hava nakað ímóti at sleppa av við okkum. Síðani skuldu týskarar síggja tað fyri at taka ímóti okkum. Eftirlitsmaðurin hugdi leingi og væl at hesum undarliga passi, sum bendi á, at vit hoyrdu heima í fleiri londum, bæði í Føroy- um og í Danmark. Hann orðaði okkurt við ein annan eftirlitsmann. Eg skundaði mær at siga: - Färöer Inseln! Og so skoytti eg uppí: - Fussball! Tá stóð ikki á. - Ich weiss! Ich weiss! Segði týskarin og rætti mær smíl- andi passið. Føroyar og fót- bólt, tað hevði hann hoyrt um. Hetta var eisini fáar vikur, áðrenn Føroyar spældu móti Týsklandi. Spennandi løtur Í hesum mánaðinum skal landsliðið spæla tveir spennandi dystir. Fyrst er tað dysturin móti íslending- um 7. juni. Íslendingar eru okkara nærmastu grannar, og kanska minna dystirnir millum føroyingar og íslendingar ikki sørt um dystirnar millum danskarar og svenskarar. Tað ræður um at vinna á grannanum - í allari viðskipiligheit. Enn hevur tað ikki eydnast okk- um. Ein javnleikur er fræg- asta úrslitið higartil. Danskarar plaga at taka til: - På det område er svenskerne foran os. Vit noyðast vist í mongum før- um at siga tað sama um íslendingar. Og so er tað tann heilt stóri dysturin móti Týsk- landi 11. juni á Tórsvølli. Tann heilt stóri? Ja, man tað ikki vera frægast at siga tað, áðrenn dysturin er spældur? Eitt tað fyrsta, sum teir gomlu í politikki lærdu meg, tá eg kom á ting, var, at eg mátti ongantíð undirmeta mínar mótstøðu- menn. Gjørdi eg tað, so skuldi eg rokna við at tapa. Tað sama er galdandi í fótbólti. Kundi ikki rætti- liga lata vera við at bølast oman á hesum tankanum, tá eg í Sjónvarpinum sá brot úr landskappingardyst- inum herfyri millum B36 og EB. Mær tókti, at B36- arnir høvdu ikki hugsað um dagin fyri, at teir skuldu spæla móti einum fyrstu- deildarliði. Slíkt kemur eisini fyri í altjóðahøpi, og tað hevur givið okkum føroyingum góðar og spennandi løtur. Sum nú til dømis, tá eystur- ríkarar á sinni hildu seg hava »ráð« til at fara til Keypmannahavnar at ball- ast kvøldið fyri, teir skuldu spæla móti føroyingum - hesum útróðarmonnunum og seyðamonnunum, sum nóg illa mundu vita, at bólturin er rundur. Úrslitið tók teimum dygt. Helst var tað hetta sama, sum gjørdi seg galdandi, tá landsliðið spældi móti Týsklandi í heyst. Teir vistu jú nóg illa, hvar Føroyar lógu. Og ein tummi ella tveir longur til vinstru í skotinum hjá Hjalgrím Elttør kundi havt við sær, at teir gjørdust uppaftur nipn- ari enn eysturríkarar. Løtur sum hesar eru ógloymandi. Men mær hev- ur kortini altíð tókt, at tann mest spennandi løtan var teir minuttirnar - ella vóru tað bara sekund? - tá Føroyar lógu á odda í dystinum móti Russlandi. Ivan hin Ræðuligi og Gøtu- Tróndur. Tað átti ikki at borið til. Professionelt Hvussu tað man fara at gangast móti íslendingum og týskarum er ilt at siga. Men eitt er greitt: bæði millum leikarar, viðhalds- fólk, stuðlar og áskoðarar annars verður alt meira roknað við líkinda úrslit- um, nú føroyskur fótbóltur er vorðin meira og meira professionellur. Fyrr spældu vit bólt til stuttleikar. Bæði vit, sum funnu okkurt eitt slætt og opið pláss, ið kundi nýtast at spæla á, og teir, sum fóru upp í eitt lið. Um tað var dreingjaliðið ella fyrsta lið, sum spældi, so varð spælt til stuttleikar. Venjingarnar vóru eisini til stuttleikar. Frá fyrstu løtu vandu teir fótbólt. Alt tað er søga. Nú fer stórur partur av venjingar- tíðini til eitthvørt heilt annað enn at spæla bólt. Nú skal kroppurin styrkjast, vøddarnir mýkjast, treystið mennast. Nú ræður ikki um at hava tað stuttligt. Tað ræður um at vinna. Nothing else. Meira og meira peningur er eisini við í spælinum (um so er, at talan yvir- høvur er um spæl longur). Ikki bara peningur til útl- endskar venjarar og annað slíkt. Nei, nú eru føroyskir fótbóltsleikarar eisini til sølu innanlands. Fyrr var tað ikki so óvanligt, at bygdadreingir spældu við havnarliðunum, tí teir gingu í skúla í Havn. Sjáld- samari var tað, at onkur ikki-innføddur spældi við KÍ ella TB. Nú á døgum verða klaks- víkingar keyptir til Havnar og havnarmenn til Gøtu. Osfr. Tað mundi vera í fyrraárið, at Herfølge gjør- dist Danmarkar-meistari. So vítt eg veit var ikki ein tann einasti spælari á liðn- um føddur og vaksin upp í Herfølge. So galið er tað ikki blivið í Føroyum. Men man tað vera so langt bur- turi, at Nólsoy gerst Før- oyameistari? Øll henda professional- isman hevur við sær, at vit vænta okkum nakað av landsliðnum. Eisini tá tað skal spæla móti eini teirri mætastu fótbóltstjóðini í heiminum. Sjálvt um henda tjóðin man vera betur fyri- reikað hesaferð enn seinast. Hvussu hilnaðist? Tað kunna vit tosa um aftaná. Svimjifelagið í Gøtu, Skeggjar, er eitt felag við fleiri ungum og sera evnaríkum svimjarum SVIMJING Páll Holm Johannesen Seinasta vikuskiftið varð skipað fyri FM í svimjing í svimjihøllini í Havn. Kappingin varð fríggja- morgunin sett av landsstýr- ismanninum, Høgna Hoy- dal, og hildið var á til sunnukvøldið. Tað vóru í alt um 100 svimjarar við í kappingini. Nakað av spenninginum við FM-kappingini var far- in, tí úttøkan til oyggjaleik- irnar var gjørd undan kappingini. Svimjararnir kýttu seg kortini fyri at fáa so góð úrslit sum gjørligt. Tey ungu væl við Teir yngru svimjararnir stóðu seg væl í FM kapp- ingini, og vístu, at føroysk svimjing hevur eina bjarta framtíð. Bert 14 ára gamli Jákup Ø. Mohr úr Fugla- firði vann kappingina fyri 1500 frí, og ungi fuglfirð- ingurin er yngsti føroya- meistarin hjá monnum síðan 1995. Elida Bjarnadóttir úr HS og Sára Ejdesgaard úr TS eru tvær av evnaríkastu ryggsvimjarunum í Føroy- um í løtuni, og tær vístu tær eisini í FM-kappingini. Elida vann kappingina fyri 50 metur rygg, meðan Sára vann kappingarnar í 100- og 200 metur rygg. Ungi toftamaðurin, Per S. Hansen, er ein annar evna- ríkur svimjari. Hann gjørdi eisini vart við seg við at vinna kappingina í 50 met- ur bringu. Tað heldur sjáld- sama við Per er, at hann bert svimur bringusvimj- ing, men har skal leggjast afturat, at tað ger hann frá- gera væl. Gongur væl í Gøtu Svimjifelagið í Gøtu, Skeggjar, hevur fleiri sera evnaríkar svimjarar, sum avgjørt hava evnini til at gera seg galdandi í toppin- um av føroyskari svimjing um nøkur fá ár. Erling Jacobsen, Elspa Mørkøre og Kári á Høvd- anum fingu øll góð úrslit seinasta vikuskiftið. Kári og Erling settu nýggj bólkamet í bólki 3, meðan Elspa Mørkøre gjørdist grand prix vinnari í bólki 1,2 og 3. Leggjast skal afturat at Erling Jacobsen eisini gjørdist grand prix vinnari í bólki 1,2 og 3. FM í svimjing: Fleiri spennandi ungir svimjarar Vit vænta okkum nakað Grand prix vinnararnir: Erling Jacobsen, Karina Petersen og Elspa Mørkøre, øll úr Skeggjum Mynd: Øssur Mohr C M Y K 14