leygardagur 7. juni 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Sosialurin Nr. 106 - 7. juni 2003
heiminum. Europa fór at blíva savnað,
Týskland fór at liggja í sori í langa tíð,
men — hvør sínu megin Europa — fóru
tvey nýggj heimsveldir at rísa. Tað nýggja
meginríkið eystanfyri — USSR, albrynjað
— fór at varpa sín skugga vestur yvir eitt
nógv viknað Europa.
Henda støða hevði við sær, at teir
tríggir ríkisovastarnir hjá teimum
sameindu, saman við de Gaulle úr
Fraklandi, máttu hittast og royna at
semjast um at leggja ætlanir fyri
framtíðina. Sum vit minnast, hevði Stalin
nóg illa verið uttanlands, bara gjørt eitt
rend til London og eitt til Tammerfors, og
steðgað o.u. ein mánað í München í 1913.
Men í samráðingunum tann 23. august
1939 við von Ribbentrop hevði hann
longu staðið sína sveinsroynd sum
diplomatur — væl og virðiliga.
TINGINGAR VIÐ CHURCHILL
Í samráðingunum við Ongland og USA
læt Stalin fyrst sín uttanríkisráðharra
Molotov umboða USSR. Sjálvur
umboðaði hann Sovjetsamveldið á trimum
meginfundum — í Teheran 28. nov.—1.
des. 1943, í Jalta á Krim 4.-11. februar
1945 og í Potsdam 16. juli—2. august
1945. Á hesum fundum hitti hann
Winston Churchill og Franklin D.
Roosevelt og á tí seinasta fundinum, eftir
at Churchill var fráfarin og Roosevelt
deyður, Clement Attlee og Harry S.
Truman. Churchill og Stalin samráddust
eisini tveireinir á serfundum.
Teheran-fundurin var helst tann
týdningarmesta av hesum tingingum. Tað
vóru ikki sneisaørindir, hesir Tríggir
Hægstu gjørdu sær, og tað vóru ikki
smámál, teir tingaðust um og loystu á sín
serliga bæði eirindaleysa og tilvildarliga
hátt. Í roynd og veru gjørdu teir av
framtíðina fyri Europa ta komandi hálvu
øldina.
Hvør teirra kom á fund við sínum
serligu krøvum, ætlanum og ynskjum.
Hjartamálið hjá Roosevelt var ein nýggjur
felagsskapur landanna millum, sum skuldi
tryggja, at eitt slíkt oyðandi kríggj
ongantíð aftur brast á í heiminum. Stalin
— realpolitikarin — legði dent á at
varðveita tey landamørk vestureftir, sum
USSR vann sær í 1939 og seinni, at
tryggja USSR yvirvág í Eystureuropa og
(í Teheran) at fáa sínar sameindu at opna
eitt nýtt hermóti vestanfyri. Málið hjá
Churchill var at bjarga tí sum bjargast
kundi av Eystureuropa undan tí sovjetsku
klónni og at tryggja Onglandi ávirkan í
eystara Miðalhavi og á Balkan.
Roosevelt sýntist ikki at vísa Europa
nógvan áhuga, og teir, sum í roynd og
veru gjørdu av framtíðina hjá 100
milliónum av eystureuropearum ta
komandi hálvu øldina, vóru Churchill og
Stalin. Báðir vóru vitandi um, hvat
týdning hesar avgerðir fóru at fáa. Stalin
hevði tann fyrimun, at hann visti, hvat
hann vildi, at tann hernaðarliga støðan hjá
USSR var alsamt styrknandi, og at
hansara mótmenn — sum á sinni undan
teimum, í eini heilt aðrari togan, Zinovjev,
Á fundi í Jalta í februar 1945. Churchill, Roosevelt og Stalin
Á fundi í Teheran 1943. Stalin kyssir svørðið frá Georg VI
Framhald á síðu 6
23
4
Sosialurin Nr. 106 - 7. juni 2003
MINNI
Hanus Kamban
Sjeyndi partur
TANN ENDALIGA LOYSNIN
SUM LONGU nevnt hevði týskurin ætlað
at hertikið USSR eftir trimum mánaðum.
Ì undanfarna parti av hesi greinarøð vórðu
nevndar nakrir atvoldir til, at henda ætlan
ikki lukkaðist. Umframt tær ber til at
peika á nakrar djúpari grundir, sum í hesi
vandastøðu vóru Russlandi til fyrimunar.
Her eiga vit fyrst og fremst at hugsa um
fólkanøgdina. Úr Russlandi — sum taldi
o.u. 190 milliónir aftur ímóti 75 millión-
um í Týsklandi — kundu gandast fram
alsamt fleiri milliónir av hermonnum í
staðin fyri tær, sum týskurin týndi ella tók
til fanga. Síðani kunnu vit nevna víddina,
sum hevði við sær logistiskar trupulleikar,
eitt nú í Stalingrad, sum vóru at kalla
óloysandi. Og endiliga eigur ein at hugsa
um veðrið — evjuna — raputitsa — sum
á vári og heysti darvaði týskinum í
ólukkumát, og kuldan, sum á vetri týndi
túsundtals at kalla summarklæddar
hermenn.
Men ikki minni týdning hevði ein
atvold av moralskum slag. Í teimum
økjum, sum týskarar í fyrstu atløgu løgdu
undir seg, búðu — umframt russarar —
seks tjóðir, sum ikki vóru russiskar:
póllendingar, litavar, lettar, estlendingar,
hvítarussarar og ukrainar. Tann sovjetska
undirkúgingin hevði summastaðni í
hesum londum verið so hørð og blóðug, at
mangastaðni tóku bøndur í 1941 ímóti
týskinum við breyði og salti sum tekin
um, at teir vóru vælkomnir. Kanska
mintust summi, at týskarar undir 1.
heimsbardaga høvdu eggjað summum av
hesum tjóðum at vinna sær frælsi.
Men tað nýggja Týskland hevði ein
annan politikk. Grund undir týskaranna
sókn eftir Lebensraum, og teirra framferð
móti fólki eystanfyri, var tann hugsan, at
hesi fólk vóru "undirmenniskjur". Av
hægsta stað bleiv kunngjørt, at týskir her-
menn høvdu loyvi — og skyldu - til at
kúga, drepa og pína frá hond og hvørki
eira kvinnum ella børnum.
Børn vórðu brúkt sum skotskivur hjá
týskum hermonnum. Kvinnur vórðu í
stórum tali neyðtiknar og síðani myrdar.
Tær vóru stungnar við bajonettum ella
fingu bróstini skorin av. Fólk vórðu sett at
grava gravir, síðani vórðu tey skotin, og
líkini blakað niður í gravirnar, har tey
lógu í dungum. Í einari bygd vórðu fólk
stúgvað saman í eini hoyløðu, og síðani
eldur settur á. Hetta eru bara nøkur fá
hissini dømir um ta nazistisku
framferðina. Í størri býum, t.d. Kijev og
Rostov, varð týningin løgd meira ruddiliga
til rættis við sokallaðum Grossaktionen.
Fáar dagar eftir at Kijev varð tikin, vórðu
52.000 menn, kvinnur og børn dripin.
Við hesum bæði kriminella og
stuttskygda politikki gjørdi leiðslan í
Nazi-Týsklandi sítt til at tryggja, at USSR
vann 2. heimsbardaga. Tí ikki bara mink-
aði tann atburður, sum fylgdi við Die
Endlösung, nógv um tann hug, sum t.d.
ukrainar av sjálvsøgdum grundum kundu
hava til at fara í part við týskinum, hon
styrkti eisini tann russiska stríðsviljan.
Aftrat tí kom, at allir russarar vistu, at
innrásin í teirra land var sáttmálabrot og
ein svikagerð. Um alt tað russiska ríkið
birtist ein treiskur og djúpur vilji til at
verja halga, russiska jørð.
MIKROTJÓÐIR Í KAUKASUS
Í KLASSISKUM grikskum bókmentum
er søgugongdin ofta soleiðis snarað, at
hetjan, eftir at ein vend — peripeteia -
hevur elvt hennara fall, er fyri tí innaru
víðkan, sum grikkar rópa anagnorisis, t.e.
sjálvsásannan. Um henni annars er lív
lagað, tekur hon betri partar fyri seg, fer
at liva eitt sannari lív og kanska eisini t.d.
vísa øðrum menniskjum miskunn.
Fyri Josef Stalin var Barbarossa hansara
peripeteia, tann vend, sum mundi kostað
honum sjálvum lívið og veitt tí russiska
fólkinum feigd og trældóm. Men eingin
sjálvsásannan kom eftir hesa vend.
Terroratgerðirnar frá tríatiárunum hildu
fram, í prinsippinum óbroyttar, men sjálv-
sagt tarnaðar av bardaganum. Revsingin
fyri at hopa undan í eini neyðstøðu, sum
fyrst og fremst stóðst av Stalins egna
ósketni og ódugnaskapi, var deyði ella
arbeiðslega. Takkarlønin fyri at vága lív
og heilsu fyri føðilandið var mangan eitt
skot fyri pannuna, ella vanæra og ófrælsi
fyri ein sjálvan, maka og børn.
Ein serliga áhugaverdur partur av hesi
søgu er tann viðferð, sum nakrar av
smátjóðunum í USSR fingu í hesum
árum. Líkasum Napoleon keisari, sum
kom av Korsika, var stórfraklendingur, var
tann rótleysi georgiarin Josef Stalin
stórrussari. Og sum tíðin leið fór hann at
líkjast sínum undanmonnum í Kreml
meira og meira. Ivan hin Mikli og hansara
eftirmenn plagdu av politiskum grundum
at flyta heilar tjóðir til fjarskotin støð í tí
velduga ríkinum.
Leiðslan í Kreml læt í krígsárunum fólk
í stórum tali tvingsilsflyta, eitt nú jødar,
baltar, grikkar og ukrainar. Men umframt
hetta skipaði hon fyri tvingsilsflutningum,
sum raktu átta heilar tjóðir. Tann fyrsta av
hesum atgerðum varð framd í 1941 og
varð vend móti volgatýskarum.
Atburðurin móti teimum var serliga
óreinur. NKVD-menn lupu í fallskíggja,
ílatnir sum hitlertýskarar, niður í landið,
har volgatýskarar búðu. Teir
volgatýskarar, sum tóku væl ímóti sínum
landsmonnum, vórðu straks skotnir. Hinir
blivu tvingsilsfluttir.
Millum oktober 1943 og november
1944 vórðu sjey tjóðir í Kaukasus
tvingsilsfluttar við hørðum. Tær vóru:
kekenar, ingusjar, karakjeiar, balkarar úr
Norðurkaukasus, kalmykkar av
vallfløtunum í ein útnyrðing úr Kaspiska
Havi, krimtartarar og mesjketar. Hesir
seinastu, 200.000 tilsamans, vórðu fluttir
av hernaðarligum grundum. Hinar
tjóðirnar vórðu fluttar, tí tær búðu í
landspørtum, sum høvdu verið undir
týskum valdi, og vórðu lagdar undir at
semjast væl við fíggindan.
Atferðin móti kekenum varð løgd til
rættis við serligum stalinskum
óreinsskapi. Fólk vórðu lokkað at koma
saman á degnum hjá Reyða Herinum tann
23. februar 1944 at síggja hervenjingar.
Meðan hesi góðvarnu fólkini stuttleikaðu
sær uttandura í fjøllunum, søktu
hermenninir at teimum, skutu mong og
noyddu hini inn í góðsvognar, sum USSR
hevði fingið takkað veri Leigu- og
Lánslógini, og flutti tey burtur.
Mín kelda til hesar upplýsingar er bókin
The Nation Killers, 1970, eftir Robert
Conquest. Høvundurin upplýsir, at tær
átta tjóðirnar, sum vóru fyri hesi lagnu,
taldu tilsamans 1.650.000 fólk. Òneyðugt
er at siga, at fólk í stórum tali lótu lív av
hesi viðferð, umframt at hon eisini hótti
mál, mentan og møguleika at fetta sær í
framtíðini. Tólv ár eftir burturflutningin
varð borið so í bandi, at nakrar av hesum
tjóðum fingu uppreising og sluppu
heimaftur. Sum heild er hesin politikkur
eitt skúladømi um tað kriminella
stuttskygni, sum eyðkendi stalinismuna.
Trupulleikarnir í Kekenia, sum tað nýggja
Russland hevur arvað, eru ein beinleiðis
avleiðing av hesum atgerðum.
TANN MIKLA SAMGONGAN
ÆTLANIN ER ikki í hesi greinrøð at
greiða út í æsir frá gongdini í krígnum
móti Týsklandi. Í stuttum kunnu vit siga,
at bardagin við Kursk í juli og august
1943 var tað seinasta av trimum nosum,
sum fingu týskin at hopa undan og dvína.
Aftur hesa ferð vóru tað Zjukov og
Vasilevskij, sum løgdu upp ráð um vælir
og hernsnildir, og aftur hesa ferð brúktu
teir eina samanseting av virknum
defensivi og — síðani —
klíputangardánaðum álopi.
Sum nevnt fyrr eydnaðist tað Hitleri —
við sínum psykopatisku evnum til at
skapa tann vanda, hann mest av øllum
ræddist — at fáa ein bardaga á tveimum
hermótum. Longu sama dag sum
Barbarossa byrjaði, boðaði Winston
Churchill í Undirhúsinum frá, at Ongland
og USSR nú vóru krígsfelagar. Ein stívan
mánað seinni sendi amerikanski forsetin
Franklin D. Roosevelt sín serliga
sendimann, Harry Hopkins, til Moskva at
tingast við Stalin um amerikanska hjálp til
USSR. Tann mikla samgongan — the
grand alliance — sum at enda basti
Týsklandi, var nú ein veruleiki.
Sum árini gingu, og tað so líðandi bleiv
týðiligt, at týskurin fór at bíta í grasið, var
framskygdum fólkum greitt, at ein nýggj
geopolitisk støða fór at taka seg upp í
JOSEF STALIN — EITT FIMTI ÁRA MINNI
VALDIÐ OG HEIÐURIN
Russiskir hermenn, við Smolensk, leita eftir einum stað at fara yvir um ánna Dnepr
C
M
Y
K
22