Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 106 - 7. juni 2003 Kamenjev og Bukharin — undirmettu henda lítla og gátuføra - stundum ilska og lúnuta, stundum frágera blíða - georgiaran. Hvat Churchill á hesum fundum hugsaði sær, hevur hann sjálvur greitt frá. Hann helt fyri, sigur hann, við Stalin: Latið okkum greiða okkara viðurskiftir á Balkan. Tykkara herar eru í Rumenia og Bulgaria. Vit hava áhugamál, sendinevndir og umboð har. Latið okkum ikki klandrast um smámál. Hvat viðvíkir Bretlandi og Russlandi, hvat hevði tykkum dámað at fingið 90 % yvirvald í Rumenia, meðan vit fingu 90 % at siga í Grikkalandi, og vit siga helvt um helvt í Jugoslavia? Meðan hetta varð umsett, skrivaði eg á eitt hálvt ark: Rumenia Russland 90 % Hini 10 % Grikkaland Stóra Bretland (í semju við USA) 90 % Russland 10 % Jugoslavia 50-50% Ungarn 50-50% Bulgaria Russland 75% Hini 25% Eg førkaði pappírið yvir til Stalin, sum nú hevði hoyrt týðingina. Ein lítil steðgur var. So tók hann sín bláa blýant og setti eitt stórt hakk á arkið og gav okkum tað aftur. TEGNRÍKIR Í EYSTUREUROPA Tá ið avtornaði, fekk Stalin eitt munandi betri úrslit, enn Churchill við hesum realpolitiska tilboði hevði ætlað og ímyndað sær. Endamálið hjá USSR var at byggja upp ein geira av tegnríkjum ella fríholtslondum, sum skuldu liggja sum ein verja millum Russland og Vestureuropa. Londini í hesum russiska cordon sanitaire vóru: Pólland, Eysturtýskland, Ungarn, Rumenia, Bulgaria, Jugoslavia og Albania. Eftir at Stalin hevði vunnið diplomatiskan sigur á Churchill og Roosevelt, varð henda ætlan framd í stigum árini 1945-48. Hyggjuráðini til at fremja hana vóru lutvís hernaðarligt trýst og terroratgerðir og lutvís tað serliga slagið av propagandu, har djúpmál — eitt hugtak, sum fyrr er lýst - varð brúkt. Eitt nú vóru tey nýggju ríkini rópt "fólka- demokrati". Hetta løgna hugtakið, sum umsett til føroyskt verður til "fólkafólkaræði", merkti í grundini tað øvugta av sínum heiti. Eins og orðið í síni merking fataði um tvífalt fólkaræði, fevndi tað í sínum veruliga innihaldi um tvífalda kúgan, bæði móti tí einstaka og móti tjóðini. Mannagongdin hesi árini, framd við ymiskum frábrigdum, var tann, at landið, sum skuldi gerast tegnríki, ta fyrstu tíðina slapp at vera eitt fólkaræði við flokspolitiskari pluralismu. Í næsta umfari, í hesi trístrongdu tilgongd, mistu allir flokkar uttan tann kommunistiski vald og ávirkan. Í triðja umfari var pluralisman avtikin og bara ein flokkur loyvdur. Lagnan hjá Kekkoslovakia, hvørs fólkaræðisliga siðvenja kann førast heilt aftur í 15. øld, til tíðina hjá Jan Hus og Jan Ziska, kann brúkast sum mynd av hesum bæði loyniliga og listilærda leiki. Sosialistar og kommunistar høvdu havt valdið í landinum í tvey ár. Tá ið tað bleiv greitt, at sosialistarnir fóru at fáa framgongd, varð skipað fyri vápnaðum kravgongum. Politikarar, ið ikki vóru kommunistar, vórðu handtiknir, og teirra flokkar vórðu — sum í 1918 grundlógartingið í Russlandi — avtiknir. Tað politiska kvettið varð framt tann 25. februar 1948. Tann kendi kekkiski politikarin Jan Masaryk læt lív, tá hann bleiv blakaður út ígjøgnum vindeygað í sínum ráðharrahúsum. Lagnan hjá Póllandi er eitt dømi aftrat um hesi lokabrøgd. Ongland var farið í kríggj fyri at verja Pólland, og í Onglandi var bæði ein polsk útlegdarstjórn og ein stórur polskur herur. Stalin helt kortini fast um tað polska eysturmarkið frá 1939, sum gav USSR ein fittan geira av polsk- um landi. Umframt tað hevði hann ta politisku ætlan, at Pólland skuldi vera sovjetskt áhugaøki ella tegnríki. Churchill visti, at hann, um væl vildi til, bara kundi vinna í øðrum av hesum málum. Tann polska útlegdarstjórnin vildi hava alt ella einki. Sostatt fekk Stalin sín vilja, og úrslitið var eitt nógv skert Pólland, ið samstundis bleiv sovjetskt tegnríki. Tað var lagnunnar spei, at Stalin í hesi telvan gloypti m.a. nett teimum ríkjum, sum Hitler hevði slúkt í 30´árunum. Tey nýggju marknalondini vórðu skipað í samveldir av ymiskum slag: Comecon (búskapur), Kominform (politikkur) og Warsjavasamgongan (hernaður), ið sjálvsagt m.a. vóru mótspæl til m.a. Marshallhjálpina og NATO. Grundirnar til henda útgang vóru tríggjar, í fyrsta lagi at Churchill og Roosevelt als ikki drógu somu línu, og í øðrum lagi at Bretland var viknandi og skjótt fór at missa síni hjálond, meðan Sovjetsamveldið nú var sterkasta ríki á meginlandinum. Triðja orsøkin var, at Stalin sum samráðingarmaður og telvari royndist dyggari enn hinir báðir. Hvat annars kann sigast um hansara førleika, hetta kynstrið dugdi hann. TANN GLÆSILIGA MYNDIN HEIMSKRÍGGIÐ VAR av, Týsklandi lá í sori, og Sovjetsamveldið bretti sær á í eystri, albrynjað og sigursælt. Josef Stalin varð nú, sum sigurharri, fagnaður av ótaldum fjøldum, og politikarar, kommunistar og serliga floksleiðarar, rithøvundar, heimspekingar og andsmenni bóru honum prís. Hann varð mettur at vera, ikki bara politiskt, hugmyndafrøðiligt og strategiskt flogvit, men eisini heimsins mætasti heimspekingur, ein lýsandi andiligur kyndil. Sum tíðin leið, legði hansara andi nýggjan haga inn, og eitt nú varð hann eisini mettur at vera av mætastu málfrøðingum. Sum hann smakkaði sær á, á gamals aldri, í síni datsja í Kuntzevo, og í kenningini vigaði sítt lívsverk, hevði hann alla orsøk til at ynskja sær sjálvum tilluku. Hansara ríki var nú víðfevndari enn tað hjá Pæturi Mikla. Hansara ávirkan rakk líka frá Korea og Kina vestur til Berlin. Víða um kring í tí triðja heiminum stigu profetar fram, sum ýtaðu av eftir hansara læru. Um hann læt hugan reika aftur til Lenins dagar, so hevði hann ikki bara tikið aftur alt, sum Lenin læt gleppa Russlandi av hondum eftir samráðingarnar í Brest-Litovsk í 1918. Á ein hátt hevði hann, eftir teirra deyða, fullført hugbirtingina hjá Trotskij og Alexander Helphand — hann hevði framt teirra permanentu kollvelting, eksporterað hana, við valdi, til Týsklands, Póllands, Kekkoslovakia, Ungarn, Rumenia, Bulgaria. Men fram um alt hevði hann vunnið tað, sum hann sambært Dmitrij Volkogonov mest av øllum tráaði eftir — vald og heiður, í størri máli enn nakað annað menniskja. Á fundinum í Teheran í 1943 hevði Winston Churchill, vegna bretska kongin Georg VI, handað honum Heiðurssvørðið til minnis um sigurin við Stalingrad. Stalin hevjaði svørðið — so tignarliga, sum fáur kundi gjørt honum eftir — upp at sínum varrum og kysti tað. Churchill táraði, og Isaac Deutscher vil vera við, at tá sóust eisini tár í eygunum á tí harðhjartaða valdsharranum, sum var borin í heim í eini kroysu í Grusia 65 ár frammanundan. TANN ÓLÝDNI TITO OG KORTINI gekk ikki alt eftir vild. Av londunum í tí nýggja verjugeiranum vestanfyri vóru tvey, sum høvdu bjargað sær, at kalla einsamøll, undan tí týska okinum — Jugoslavia og Albania. Hetta hevði gjørt leiðsluna í Kreml misnøgda og øvundsjúka. Seinast í 40´árunum fór Jugoslavia, við Tito á odda, at virka í sjálvdrátti. Eitt nú fóru jugoslavar, uttan fyrst at spyrja Kreml um loyvi, at tala um at gera eitt Balkan-samveldi. Hetta hevði við sær, at Milovan Djilas, kommunistur og rithøvundur, úr Montenegro, í 1948 varð boðsendur at koma til Kreml, sum umboð fyri tann jugoslaviska brøðraflokkin. Djilas var óspiltur kommunistur, og samstundis stóð Stalin fyri honum sum tann alvísa og algóða fyrimyndin. Hann var fyrst á fundi, saman við Stalin, Molotov og øðrum leiðarum, í Kreml, og seinni um kvøldið til døgurða í Kuntzevo. Djilas hevur í bókini Samrøður við Stalin (svensk útgáva 1962) greitt frá hesi ferð. Tað, sum hann upplivdi, var trúarfall og vónbrot. Menninir, hann hevði sæð sum fyrimyndir, vístu seg at vera eitt harkalið av váttligum átarum, ráir, skendskir, undirbrotligir, lítið vitandi og sørir fyri hugsjónir. Onkur teirra, helst Stalin, skeyt upp, at teir skuldu gita, hvussu nógv lægri enn null hitin var, og teir, sum gittu skeivt, skuldu drekka eitt vodkaglas fyri hvørt skeivt gitt stig. Djilas skrivar: Hesir menn, stongdir inni í einum trongum ringi, kundu væl hugsast at finna upp á uppaftur høpisleysari undanførslur fyri at drekka meiri vodka — eitt nú at gita longdina á rúminum í fótum ella á borðinum í tummum. Og hvør veit, kanska gera teir tað! Hetta ... fekk meg at hugsa um ta avbyrging, hesir sovjetleiðarar livdu í, tað sálarloysi og høpisloysi, sum eyðkendi teirra lív, har teir flokkaðust um teirra gamla leiðara, hóast teir høvdu ein leiklut, sum hevði avleiðingar fyri framtíðina hjá mannaættini. Eg mintist, at Pætur Mikli eisini hevði slíkar døgurðar fyri sínum hjálparum, døgurðar, har teir ótu og drukku, til teir sukku niður í dólskni, alt meðan teir gjørdu av framtíðina hjá Russlandi og tí russiska fólkinum. Djilas fór heimaftur, á lívi, so merkiligt tað kann ljóða. Tito og leiðslan í Beograd noktaði, hóast alskyns hóttanir, at akta kravboð úr Moskva. Á fundi í Bukarest tann 28. juni 1948 var Jugoslavia koyrt úr Kominform. Josip Broz Tito kom í søguna sum fyrsti kommunistiski ríkisleiðari, ið — sum Sverri kongur á sinni - tordi at tala Rómaborg ímóti. Tann kommunistiski heimurin var eftir hetta fleirdeplaður. STALIN MYRDUR? UPPREISTURIN Í Jugoslavia gjørdi ivaleyst sítt til, at eitt vaksandi friðloysi og illgrunasemi kom yvir Josef Stalin tey seinastu árini, hann livdi. Tey rættarmál og tær útreinsingar, sum vórðu framd í USSR í 30´árunum, vórðu tikin uppaftur og framd, nú í minni máli, í tegnríkjunum, eitt nú í Kekkoslovakia, har m.a. Slansky og Clementis í 1952 vórðu dømdir og tiknir av døgum. Ymiskt bendir á, at hesin lítli, upptornaði gamli maðurin — sum nú var tætt við at ganga í barndømi - ætlaði at liva ævigt og vaka ævinliga yvir sínum fólki og sínum lívsverki. Hansara illtanki til sítt fólk helt á til tað seinasta, og stutt áðrenn hann doyði, fór hann undir at fyrireika eina nýggja stóra útreinsing, sum skuldi beina fyri tí sonevndu læknaráðagerðini og íbirta eina atsókn móti russiskum jødum. Valdsharrans lív er einsamalt. Lagsbrøður og eltibløðrur, teir gávulítlu vinmenninir, sum í tríatiárunum hjálptu til at týna ta gomlu garduna og myrða ein fittan part av tí russiska fólkinum, noyddust tí at vera um teirra meistara at kalla hvørja nátt, eftir at dagsins verk var gjørt. Molotov, Kaganovitj, Khrustjof, Mikojan, Berija, Bulganin. Teirra atburður fær ein at hugsa um "óndskaparins banalitet", sum heimspekingurin Hanna Arendt hevur skrivað um. Teir høgu harrarnir hugdu at kovboyfilmum. Seinni fingu teir nátturða. Teir argaðu hvønn annan og høvdu eitt nú teiti av at leggja tomatir á stólin hvør hjá øðrum. Stalin legði plátur á, og so dansaðu teir hvør við øðrum "kvinnuleysan dans". Eftir hjá Josef Stalin var bara ein dystur — stríðið við tann evsta telvaran. Og her fara vit at sleppa tí søguliga stringensi, sum roynt hevur verið at halda fast um í hesi frásøgn. Í fyrsta parti av hesi greinarøð varð nevnt, at ymiskt løgið hendi beint eftir, at Stalin var deyður. Hansara lagsbrøður lótu hann liggja fleiri tímar óhjálptan, og o.u. 12 tímar gingu, til hann fekk læknahjálp. Í blaðnum Politiken tann 9. mars í ár verður nevnt, at søgufrøðingarnar Jonathan Brent og Vladimir Naumov hava skrivað eina bók — Stalin´s Last Crime — um tað seinasta tíðarskeiðið í Stalins lívi. Sum eg longu havi nevnt, fyrireikaði Stalin hesa tíðina eina nýggja útreinsing, sum m.a. var vend ímóti russiskum jødum. Umframt tað bar hann ótta fyri, at USA fór at byrja eitt kjarnorkukríggj móti USSR, og hann legði ætlanir um at forða hesi atsókn við at lata sítt egna land byrja eitt stórkríggj. Hansara trúgvu og lýdnu skutilsveinar høvdu nú fingið nóg mikið. Helst bóru teir ótta fyri sjálvir at láta lív, og kanska fingu teir nú tað sama dirvi, sum teirra valdsharri fekk, tá Lenin gjørdist sjúkur. Sambært Brent og Naumov lótu teir sín harra og meistara taka av døgum við rottueitri. Milovan Djilas Framhald av síðu 5 C M Y K 24 Sosialurin Nr. 107 - 7. juni 2002 7 Leygardagin á middegi gekk eg uttanfyri í góðveðrinum og royndi at mála eitt sindur. Heitt var, og tá ið klokkan var um eitt, helt eg, at nú hevði eg gjørt nokk tann dagin. Fór inn, og júst tá ringdi telefonin. Tað sum ikki kann henda var hent — enn einaferð. Í besta sólskinsveðri rendu tvey skip saman á farleiðini millum Bornholm og Svøríki. Alt á gosi — beinleiðis til arbeiðis. Tað eydnaðist at leiga eitt flogfar og fáa ein myndamann umborð og út á staðið. Samstundis fekk eg fatur á tíðindamanninum, sum var til arbeiðis. Hann visti av ongum — var í ferð við at finna onkur vanlig leygardagstíðindi. Fekk leigað honum ein bát. Báturin royndi eftir laksi norð- an fyri Bornholm - lystfisk- arar. Teir komu beinanvegin inn, og so fingu vit journalist og myndamann út á staðið. Nú høvdu vit yvirblikk yvir, hvat var hent. Tvey skip komu eystaneftir - annað eitt kinesiskt skip — bulk carrier — við góðum 66.000 tonsum av kunsttøðum umbord. Hitt, eitt bingjuskip á veg úr Gdynia í Póllandi til Hull í Onglandi. Skipið er skrásett á Kypros, men tað eru póllendingar sum eiga og sigla við skipinum. Teir fyrstu vit hittu, sum sóu hendinga, søgdu beinanvegin, at tað var pólska skipið, sum sigldi á tað kinesiska. Alt hetta verður sjálvandi kannað nú. Í nakrar tímar gekk alt út uppá at fáa teir 27 kinversku sjómenninar til lands. So fóru teir at hyggja at skipinum og hvussu har stóð til. Ongin serl- igur vandi var fyrsta metingin. Okkara fólk á staððnum hildu tó, at tað sá ikki so gott út. Kinverska skipið var illa farið. Vit fingu tíðindamannin inn, sendu myndamannin útaftur at bíða. Og rætt var valt. Júst tá ið vit sendu brast fyrsta lúkan av, og ein tíma senni — kl. 20.51 sakk skipið. Alt hetta kundi ikki henda. Mangan hevur verið tosað aftur og fram um, hvat skal gerast fyri at forða dálking. Skip eru sokkin, og lærur eru lærdar, men hesaferð var ikki nóg mikið. Tað er ikki kravt at hava loðs á slíkum skipum, og tað er ikki kravt, at skrokkurin skal hava tvey skinn. Nú eru helst mong aftur, sum siga sína meining um hvat skal gerast. Men hvør kann verja seg fyri, at tvey skip sigla á hvørt annað í besta veðri og besta sýni? Tað kann henda TELDUBRÆVIÐ Frá: Árni Gregersen, Bornholm, argr@tv2bornholm.dk Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Steintór Rasmussen, tónleikari og tónasmiður Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? - Ja, beiggi mín Páll spældi nógv gittar sum yngri, og tað var eisini frá honum, eg lærdi tey fyrstu grepini. Annars sang mamma mín fyri mær, meðan pápi mín má sigast at vera sera ómusikalskur. Rætt skal vera rætt so høvdu vit ein part av uppvøkstrinum eitt nokkso óstemmað klaver standandi í gongini. Spælir tú nakað ljóðføri? - Eg spæli gittar til heimabrúk og eitt sindur afturat. Vit hava eisini klaver, men eg eri ikki serliga kringur at spæla uppá tangent- arnar. Men tað er hugnaligt at eiga og gott, tá veitsla er í húsinum. Syngur tú undir brúsuni? - Vanliga ikki. Men tað eru løtur, eg ikki kann lata vera. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? - Nei, eg haldi ikki. Um tað var mín dreymur, so var eg kanska tónleikari í dag. Á yngri árum, tá eg var skóti ella fór útferðir við klassanum, helt eg tað vera hugnaligt og stuttligt at spæla gittar og syngja til felags- sangir. Seinni var eg hugtikin av at smíða løg og skriva sangir. Men at gerast tónleikari haldi eg ikki hevur verið mítt mál. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? - Alt og onki. Ja, tað ljóðar sum ein klishé, men eg meini tað! Næstan alt mítt lív havi eg livað fyri og partvíst av tónleikinum. Nógv vikuskifti eru farin, har eg sjálvur havi staðið á pallinum ella skipað fyri konsertum og at onnur hava sungið og spælt. Í so máta er tónleikurin ein týdningarmikil partur av mær. Men eg kann gott vera tónleik fyriuttan. Og mangan dyrki eg heldur friðsemi fram um tónleikin. Eg eri ikki ein annar Kim Hansen, ið sovnar best við einum tónleikasnigli í oyrunum. Hvussu nógvar fløgur/plátur/bond eigur tú? - Alt ov nógvar. Og gevi mær ikki stundir at lurta eftir øllum, og tað er stórt spell. Hvat er tín yndisfløga? - Imagine hjá John Lennon, Innan Tysnatten hjá Bjørn Afzelius og En gros hjá Allan Olsen. Men mær dámar eisini væl at lurta eftir Abba, Queen, Sting, Beatles, Billy Joel, Mikeal Wiehe, Robbie Williams og føroyskum tónleiki. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? - Millum Frændur 2. Hesar eigi eg frammanundan ovmikið av í kjallaranum. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? - Eg fái als ikki ilt av útgávunum hjá øðrum. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? - Uha... Ein vánalig fløga rakar oftast sangaran ella útgevaran meinast. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? - Let it Be, Can´t Help Falling in Love ella kanska Kvinde Min. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? - Livandi tónleikur, sjálvandi! Annars er tað næstan altíð hugnaligt at leggja Abba, TV2 og Jógvan Andrias Joensen á fløguspælaran. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? - Mær dámar við fáum undan- tøkum best at vera í tí almenna tilstandinum, t.v.s. at yvirgeva meg til Kára Olsen og Janus Mohr og gudstænastuna. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? - Vanliga plagi eg skrúva fyri, áðrenn eg lati tónleikin ávirka sinnið. Men eg undrist, at so nógv orka er løgd í at venja og spæla so nógvan depressivan anti- melodiøsan tónleik. Men tón- leikur, sum í míni verð kann tykjast lítið sigandi, gevur ivaleyst meining hjá øðrum ættarliðum. Allur tónleikur hevur sítt egna lív og mál, so vit lata nútíðina tala og eftirtíðin skriva søguna. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? - Abba við eitt nú SOS ella Bob Marley við No Woman No Cry. Men 1001 nátt hjá teimum í Vágðaverk er eisini fínasta slag. Møguleikarnir eru nógvir. Alt veldst sjálvandi um, hvørjum mann dansar við. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? - Yellow Submarine við The Beatles og sangurin Magnus úr sjónleikinum við sama navni. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? - Eg eri góður við fleiri av mínum sangum, og tað er ringt at velja ein einstakan burturúr. Spyr eina mammu, hvat barn hon er best við og svarið verður hareftir. Men eitt tað seinasta skotið á stamm- uni, Heimið, sum eg og Kim Hansen eiga í felag, kann eg fegnast um, eisini vegna Brand Enni, sum syngur sangin bæði inniligt og væl. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? - Vónandi fái eg meira av umhugsunartíð til spurningin? Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? - Eg haldi, at vísustevnan í 1987 og serliga framførslan hjá Savage Rose í Norðurlandahúsinum var nakað heilt serligt. Ta ferðina mátti húsavørðurin steðga Annesettu áðrenn áhoyrararnir fóru at dansa framvið stólarekkj- unum í tí kókandi salinum. Elton John í Parkini er ikki altíð betri enn Hanus G. Johansen í Atlantis. Eg havi eisini nógv sera góð minni við Frændum, har fólk hava sungið við til okkara sangir og borið okkum ígjøgnum alt kvøldið. Hvønn tónleikara hevði tú vilja hitt? - Sir Paul ellla Bob Dylan. Helst í Føroyum. 25