Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 106 - 7. juni 2003 Nr. 106 - 7. juni 2003 27 Ein framsýning hjá Føroya Landsskjala- savni við heitinum Kelduvað hevur í hesum døgum verið í Müllers Pakkhúsi í Havn. – Grundin til, at vit gera hesa fram- sýningina er, at vit vilja vísa fólki, at Landsskjalasavnið goymir annað enn fólk halda vit hava, sigur John Kjær, skjalavørður FRAMSÝNING Ingrid Bjarnastein Seinasta vikuskifti lat upp ein spennandi og fjølbroytt skjalaframsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn. Framsýn- ingin, sum hevur fingið heitið Kelduvað, hevur opið til 2. hvítusunnudag. – Tað eru nógv, sum ikki vita, hvat Landsskjalasavn- ið er fyri nakað. Og tað er orsøkin til at vit hava gjørt hesa framsýningina. Fólk skulu sleppa at síggja, at Landsskjalasavnið goymir nógv annað enn fólk halda. Hetta sigur John Kjær, skjalavørður. – Framsýningin umfatar bara ein evarska lítlan part av tí, sum vit hava. Vit hava tikið nøkur evni upp. Tey eru ættarsøga, politisk søga, hugtakið kærleiki, frí- tíð og felagsskapur, vinnu- søga og Tórshavn, greiðir John Kjær frá. Væl vitjað Um hálvthundrað fólk hava verið og vitjað framsýning- ina um dagin, og metir Landsskjalasavnið, at hetta er eitt gott úrslit. Hósdagin vóru um 100 vitjanir, og er tað serstakliga gott. Nógv spennandi tilfar er at síggja á framsýningini. Millum annað eru privat kærleiksbrøv, sum ein maður hevur skrivað til ta gentuna, sum hann 14 ár seinni varð giftur við. Harumframt eru uppskot til nýggj løgtingshús, ein lítil lesistova, har fólk kunnu koma. Hon er mest ætlað fólki, ið fáast við ættargransking. Tvey ættar- granskingarfeløg eru í Føroyum. Ættarbandið og KT-slekt. Tey eru eisini við á framsýningini. – Tað var ógvuliga torført at finna útav, hvat vit skuldu velja burturúr. Tí valdu vit at fara í nøkur evni. Hetta er bara ein evarska lítil partur av tí, sum Landsskjalasavnið goymir, sigur John Kjær, sum vísir á, at skjalasavnið hevur umleið 3,5 kilo- metrar av skjølum, og runt roknað gevur hetta eini 16 milliónir skjøl. – Alt hetta er sjálvsagt leingi at koma ígjøgnum. Men vit hava nógv annað enn bara skjøl. Millum annað er ein vimpil, frá løgtinginum áðrenn Merkið kom, sum hevur hingið á flaggstongini hjá teimum, greiðir skjalavørðurin frá. Tankin aftanfyri hesa framsýning kemur frá í fjør av. Tá hevði Landsskjala- savnið ikki minni enn tríggjar rundar »føðingar- dagar«, men lá ikki fyri at skipa fyri nøkrum tá. Tá vóru tað 70 ár síðani fyrsta Landsskjalasavnið var bygt, 50 ár síðani fyrsta lógin um Landsskjalasavn- ið var skrivað og 10 ár síð- ani verðandi lóg kom í gildi. John Kjær dylir ikki fyri, at tað kann væl vera, at ein líknandi framsýning verður aftur. Og tá verður henda framsýningin helst nýtt sum grundarlag. Í november verður nakað, sum verður kallað »Arkiv- ernes dag«, og har verður skjalasavnið eisini við. Tá verður farið djúpari inn í evnið frítíð. Eystanstevnan í ár verður vikuskiftið 14. og 15. juni. Tað eru tey ymsu feløgini í Runavík, sum skipa fyri, og aftur í ár er nógv spennandi á skránni. Millum ann- að verða tvær spenn- andi útikonsertir. Onnur fyri børn og hin fyri vaksin STEVNA Ingrid Bjarnastein Runavík: Næsta vikuskift- ið liggur eystanstevnan fyri durum. Í ár er stevnan ikki ein FM-stevna, men hetta nervar ikki fyrireikararnar, tí teir arbeiða av øllum alvi fyri at fáa eina so góða stevnu sum gjørligt. Stevnan byrjar sum vant fríggjadag og vera tvær stórar konsertir á skránni. Onnur er ein barna- og ungdómskonsert og hin er ein rock/popp-konsert. Báðar konsertirnar verða í grótbrotinum uttanfyri matvøruhandilin Brotið í Saltangará. Prix-vinnarar Tað er Mentanarhúsfelagið, sum skipar fyri konsertun- um báðum. Sami pallur á 36 tons, sum varð brúktur í fjør, verður brúktur. Klokkan 19 verður barna- og ungdómskonsert- in á skránni. Fleiri skulu á pallin, og harímillum er Brandur Enni, sum er vorðin til eina rættiliga ungdómsstjørnu her í Føroyum, og sum nú eisini er byrjaður so smátt í grannalondum okkara. Harumframt verður Arn- fríð Lützen, sum vit kenna millum annað frá Kulum Rótum, og ársins songrødd. Eisini verða »Vit eru glað« við. Vit eru glað hava givið eina fløgu út við andaligum barnasangum. Harumframt koma Trøllapætur og omman eisini at vitja. Hetta er fyrsta ferðin hjá teimum flestu at upptraðka í Runa- vík. Brandur Enni, Trølla- pætur og omman hava ong- antíð verið í Runavík og framført fyrr, so tað skuldi verið spennandi hjá fjepp- arunum. Rock/popp-konsertin verður klokkan 23. Tá verða tríggir bólkar á palli. Prix Føroyar vinnararnir, Gestir úr Gøtu, koma til grannabýin at framføra á eystanstevnu. Harumframt sleppur gospelbólkurin, Braquet, eisini á pall á heimavølli. Triðja orkestrið er All That Rain. All That Rain man vera ein tann virknasti bólkurin í Føroy- um, og sleppa runavíkingar og stevnugestir fyri fyrstu ferð at síggja teir við nýggja forsangaranum Pól Arna Holm. Um veðrið ikki er til vildar, so verður konsertin flutt í ítróttarhøllina í Runavík. – Tað eru tey ymsu feløg- ini í Runavík, sum skipa fyri stevnuni. Kunningar- stovan samskipar stevnuna, og tað gjørdi hon fyri fyrstu ferð í fjør, og tað eydnaðist væl, sigur Kenneth Ras- mussen í Mentanarhús- nevndini. Umframt konsertinar, so verður eystanstevnukaba- rettin aftur í ár. Hon var fyri fyrstu ferð á skránni í fjør. – Tilfar hevur verið savn- að saman í eitt ár, og hesu- ferð hava vit fingið ein leikstjóra at samskipa kaba- rettina. Í fjør væntaði man onki, tí tað var fyrsta ferðin kabarettin var á skránni, men kabarettin var útseld í fjør. Eisini verður ein kvøld- seta í ítróttarhøllini í Runa- vík. Eisini Mentanarhúsfe- lagið skipar fyri hesum, og nógv spennandi verður á skránni. Hilmar Jan Hansen og Robert McBirnie skipa fyri skemtinum. Stjørna í eitt kvøld, sum tónleika- breytin í Runavíkar skúla hevur skipað fyri, verður eisini á skránni. – Stjørna í eitt kvøld var framført tvær ferðir fyri stuttum, og tað vísti seg, at nógv høvdu hug at síggja tiltakið, men fingu ikki pláss. Tað fáa tey so høvi til nú, sigur Kenneth Rasmus- sen. Sjálvandi verður eisini nógv annað á skránni á eystanstevnu, og vit vóna at frætta eitt sindur meira um tað í næstu viku. Fjølbroytt skjala- framsýning Spennandi konsertir á eystanstevnu Føroya Landsskjalasavn hevur í hesum døgum spennandi framsýning í Müllers Pakkhúsi. Framsýningin við heitinum Kelduvað, vísir ein evarska lítlan brøkpart av tí, sum Landsskjalasavnið goymir Mynd: Finnur Justinussen Tey ungu og børnini sleppa eisini upp í part. Trøllapætur og omman fara á pall, umframt Brand Enni, Arnfríð Lützen og Vit eru glað Savnsmynd Prix Føroyar vinnarnarnir, Gestir, skulu framføra á útikonsert í Grótbrotinum í Runavík. All That Rain og Braquet fara eisini á pallin Savnsmynd Kommunalu bingju- plássini verða tømd fyrst. So kunnu fólk koma aftur har við teimum ruskposum, sum standa fullir, nú verkfallið er av. Í næstu viku fer rusk- innsavningin aftur at vera komin í rættlag, siga tey hjá IRF á Hagaleiti RUSKSINNAVNAN Edvard Joensen IRF fer ikki at fáa trupulleikar av ruskinum, sum hevur hópað seg upp undir verkfallinum. Longu tá næsta vika er av, vænta tey at vera komin upp und- an aftur við brenningini. Jógvan Júst Olsen, á brennistøðini hjá IRF í Leirvík, sigur, at har vænta tey ongar trupulleikar, nú ruskið fer at koma inn aftur í stórum. Móttøkan er tóm, so til ber at taka tað, sum kemur, og farið verður und- ir at brenna beinanveg. Bil- arnir savna inn frá kommu- nalu bingjuplássunum nú beinanveg, og so fara teir undir vanliga innsavnan í næstu viku. Jógvan Júst Olsen greiðir frá, at tey fyrst av øllum fara eftir tí, fólk hava lagt inn á kommunalu bingju- plássini. Tá tær bingjurnar eru tiknar, verða nýggjar settar aftur, og so kunnu fólk koma har um viku- skiftið og sleppa av við teir húsarhaldsposarnar, tey hava standandi. Tað lættir heilt væl um hjá teimum, sum savna inn. Síðan fer skipanin aftur at virka sum vanligt í næstu viku. Og fríggjadagin, roknar hann við, eru tey longu komin aftur í vanligu, føstu skip- anina. Umframt bingjuplássini verður eisini nú beinanveg tikið í móti ruski frá handl- um og virkjum, sum hava havt avfall standandi. Tað verið seg vanligt matrusk og papp. Pappið, sum van- liga er buntað, verður koyrt til endurvinning, og restin fer í brenniovnin. Hvítu posarnir við rein- um pappíri frá húsarhald- inum, fara at standa til næstu regluligu rundu, sigur hann. Teir tola best at bíða. Annars letur hann væl at reinførinum hjá fólki yvir- høvur. – Fólk leggja ikki í, at tða luktar heima hjá teimum sjálvum, so tey binda væl um posarnar. Av tí sama er tað eisini nossligt, sum kemur á støðina. Onkur hendinga maðkur er at síggja, men tað er lítið, letur Jógvan Júst Olsen at. Hann sigur, at meginøkið helst longu skuldi verið av- greitt í fyrstu rundu fríggja- dagin. Eisini varð skipað fyri at fáa skip til útoyggj- arnar eftir ruskinum, sum har var. Hóast verkfall hevur ver- ið, hava maskinmenninir hjá IRF verið til arbeiðis. Teir hava nýtt tíðina, einki rusk hevur verið savnað, til at reinsa og umvæla á støð- ini. Ovnurin er reinsaður og var púra klárur at tendra aftur fríggjadagin, sigur Jógvan Júst Olsen. Brent fer at verða um hvítusunn- una fyri at lætta um aftur í næstu viku. – Tað eru bara húsar- haldsposar, sum koma í fyrsta umfari, og tað er ringt brenni, so tað fer helst at ganga eitt sindur seinni enn vanligt at byrja við, sigur hann. Men longu um miðja næstu viku fer annað ivaleyst eisini at vera í rúgvuni. Slíkt sum timbur og plastikk, sum er gott brennievni. Og so fer at ganga skjótari undan. Eisini hjá KOB á Sand- víkahjalla siga tey frá, at tað sær hampiligt út. Jóhan av Reyni, sum vit tosaðu við frígjamorgunin, sigur, at støðin hevur verið opin alla tíðina, verkfall hevur verið, og nógv fólk eru komin við egnum ruski. So rúgvan verður væntandi ikki so ógvuslig, nú farið verður undir regluligu inn- savningina aftur. Tøma bingju- plássini fyrst Ruskrúgvan verður brend, so hvørt hon kemur á brennistøðirnar. Eingin trupulleiki fer at standast av, at nógv rusk kemur inn í senn, nú verkfallið er av, siga tey av brennistøðunum Mynd: Edvard Joensen C M Y K 27 26