leygardagur 7. juni 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 106 - 7. juni 2003
Nr. 106 - 7. juni 2003
29
2. meistarar til
Fiskiveiðieftirlitið
Trý størv sum 2. meistarar við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verða hervið
lýst leys til setan sum skjótast.
Størvini fevna m. a. um hesar uppgávur:
• Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra
• Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúmunum, og rúmum sum beinleiðis
hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er
• Luttaka í dagliga viðlíkahaldinum sambært viðlíkahaldsskipan
• Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 1.stigi (STCW-regl.III/2 as 2nd Engineer)
ella vinnubræv sum Skipsmaskinistur á 2.stigi (STCW-regl.III/1 as Watchkeeping
Officer)
• Heilsuváttan fyri sjómenn
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa
Setanartreytir:
Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 24.lønarflokki sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er 2. meistari.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnibrævi og møguligum viðmælum,
skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 19. juni 2003 kl. 12.00.
Umsóknirnar skulu sendast til :
Fiskiveiðieftirlitið
postsmoga 347
110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf.
35 30 30 og tosa við Elmar Højgaard,deildarstjóra.
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
Maskinstjórar til
Fiskiveiðieftirlitið
Tvey størv sum maskinstjóri við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum verða hervið
lýst leys til setan skjótast gjørligt.
Størvini fevna m. a. um hesar uppgávur:
• Dagligu ábyrgdina av rakstri og viðlíkahaldi av øllum útbúnaði í
maskinrúmunum og rúmum, sum beinleiðis hava samband við maskinrúm,
umframt rúm har maskinútbúnaður er
• Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldi av øllum dekksmaskinum so sum spølum,
kranum og davitum
• Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldsskipanum
• Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl.III/2 as Chief Engineer)
• Heilsuváttan fyri sjófólk
• Leiðsluroyndir
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa
Setanartreytir:
Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 31.lønarflokki sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er maskinstjóri.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum viðmælum,
skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 19. juni 2003 kl. 12.00.
Umsóknirnar skulu sendast til :
Fiskiveiðieftirlitið
postsmoga 347
110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf.
35 30 30 og tosa við Elmar Højgaard,deildarstjóra.
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
Pedagogur og/ella
hjálparfólk
og reingerðarfólk
til Frítíðarskúlan í Stoffalág 82
Størvini: eru eitt pedagogstarv uppá 30 t. og tvey
hjálparfólkastørv uppá 30 t. og 25 t. Reingerðar-
størvini eru 2 t.at vaska ovaru hædd og 2 t.at vaska
niðaru hædd.
Stovnslýsing: Á Frítíðarskúlanum í Stoffalág 82,
ganga 67 børn. 46 ganga fyrrapart og 21 ganga
seinrapart.
Tað er týdningarmikið, at tit hava hug og áræði at
skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við
virðing, áliti og umsorgan fyri tí einstaka barninum
og eitt gott samstarv millum foreldur og starvsfólk.
Dentur verður lagdur á,at umsøkjarin kann arbeiða
sjálvstøðugt, er røkin og førur fyri at taka avgerðir í
arbeiðinum.
Vit leggja stóran dent á, at vit eru eitt frítíðar-
tilboð til børnini. Vit eru saman við børnunum í
teirra frítíð.Vit vilja skapa møguleika fyri, at børnini
mennast við at lurta, práta og vera saman við
teimum.
Setanarviðurskifti: Størvini verða sett tann 06.
august 2003, løn sambært sáttmála ímillum Føroya
Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Peda-
gogfelag.
Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í
tíðaravmarkað starv.
Umsókn saman við viðmælum, upplýsing um út-
búgving og royndum skulu vera Frítíðarskúlanum í
hendi seinast 16. juni 2003. Umsóknirnar skulu
sendast til:
Frítíðarskúlan í Stoffalág 82
100 Tórshavn
Setanarsamrøður verða skjótast gjørligt eftir hetta.
Meira fæst at vita um størivni við at venda sær til:
Barbaru Dahl,
leiðara og Bjørg Danielsen,
varaleiðara á tlf. 314879.
Haldórsvíkar Skúli
Søkt verður eftir lærarum til Haldórsvíkar Skúla
skúlaárið 2003/2004.
1 starv við fullum tímatali fyri lærara í farloyvi
1 starv 6 t/v vegna avlopstímar.
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
skúlaleiðaran á tlf. 423159.
Møguligar umsóknir skulu vera skúlastýrinum í
hendi í seinasta lagi 20. juni 2003.
Haldórsvíkar Skúlastýri
v/ Martin Hansen
438 Langasandur
HMP-Consult
Søkir verkfrøðing og byggifrøðing
Virkisøkið hjá verkfrøðinginum verður:
- projektering av bygningum
- berandi konstruktiónir
- vegagerð og anleggsarbeiði.
- eftirlitsuppgávur
Virkisøkið hjá byggifrøðingurin verður:
- projektering av bygningum
- vegagerð og anleggsarbeiði.
- eftirlitsuppgávur
Til projekteringina nýta vit m.a. telduforritini
AutoCAD og NovaPoint
Hevur hettar tín áhuga, so send okkum eina um-
sókn við CV.
Seinasta freist at søkja er t. 18. juni 2003.
Meira fæst at vita við at venda sær til Una ella
Hans.
HMP Consult Sp/f, ráðg. verkfrøðingar
Óluvugøta 12, Fo-100 Tórshavn
Tel. 31 22 79
e-mail: hmp@hmp-consult.com
Mylnuhúsið
søkir eftir 2 pedagogum.
Søkt verður eftir 2 pedagogum, at byrja uml. 15.
august 2003.
Mylnuhúsið er ein sjálvsognarstovnur frá 1999.
Vit taka dagliga ímóti 120 børnum í aldrinum 0 -
9 ár.Í Mylnuhúsinum er pláss fyri at bæði børn og
vaksin kunnu seta síni spor her, vit arbeiða í tí
dagliga við okkara eygleiðingarevnum og eru
upptikin av, hvat upptekur børnini, fyri síðan at
leggja dagin til rættis út frá tí og leggja vit stóran
dent á, at varða um øll børnini.
Vit sóknast tí eftir fólki, ið er:
-
fleksibul
-
hevur opið sinni
-
sær møguleikar fram um mørk
-
tekur støði í barninum
-
tekur barnið í álvara
-
er opin fyri nýhugsan
-
leggur stóran dent á gott samstarv við for-
eldur og samstarvsfelagar.
Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sátt-
málan millum Fíggjarmálastýrið, kommunurnar
og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
leiðaran, Honnu Thøgersen, telefon 457788/
217789 ella Annie Joensen telefon 217788.
Um ongin pedagogur søkir,verða hjálparfólk sett
ístaðin.
Umsóknir til størvini,saman við upplýsingum um
útbúgving og royndir skulu verða okkum í hendi,
seinasta lagið mánadagin 23. juni 2003.
Mylnuhúsið
Mylnugøta 10
700 Klaksvík
Haslev
Lærerseminarium
.pdf
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
29
28
Eingin postur er
komin til Føroyar
síðan 21. mai, og
hann hevur hópað seg
upp í Danmark. Nú
kemur alt í einum. 13
bingjur av skipsposti
og 16 tons av flog-
posti
POSTUR
Stefan í Skorini
Postmenninir hava nakrar
strævnar dagar fyri framm-
an. Allur posturin, sum
hevur hópað seg upp í Dan-
mark, skal í komandi viku
berast út, og tað er ein stór
rúgva, sum er ávegis.
Postverkið hevur kunnað
flutt post sum vant síðan
týsdagin, tá fakfeløgini
tóku blokaduna móti posti
av. Nú ræður um at fáa
allan postin til landið sum
skjótast.
– Nú seta vit fulla kraft á
at fáa allan postin til Før-
oyar og borið hann út sum
skjótast, sigur Bergur í
Garði, stjóri á Postverki
Føroya.
Postverkið hevur ikki
beinleiðis verið rakt av
verkfallinum, men fakfe-
løgini hava blokerað flutn-
ingin av posti á flogvøll-
inum í Vágunum, og tí er
eingin postur komin til
landið síðan 21. mai. Or-
søkin til blokaduna var, at
fakfeløgini vildu vera við,
at farmur varð fluttur við
postverkinum.
– Vit kundu ikki veita
Post Danmkark trygd fyri,
at vit kundu taka ímóti og
bera post víðari, so leingi
blokada var á flogvøllinum,
og tí gjørdi Post Danmark
av at steðga flutninginum
til Føroyar, sigur Bergur í
Garði.
Sera óheppið
Nú er posturin á veg, og
nakað er longu komið til
landið.
Starvsfólkið
á
posthúsinum fer at arbeiða
um halguna, so at allur
posturin kann fáast til
posthúsið í Havn.
Fyrsti útberingardagur er
týsdagin, og tá kunnu før-
oyingar vænta sær gomul
brøv úr útheiminum.
– Hetta hevur verið ein
ómetaliga óheppin støða
fyri okkum, sigur Bergur í
Garði og leggur afturat, at
onkur kann vera komin illa
fyri av hesum, tí týdn-
ingarmikil brøv og pakkar
eru óivað í postinum, sum
hevur ligið í Danmark í so
nógvar vikur.
Postverkið fer nú at
kanna, hvussu posturin
skjótast kann fáast til
landið. Tað er avmarkað,
hvussu nógv kann sendast
við flogfari, og tí verður ein
stórur partur sendur við
skipið, men Bergur í Garði
leggur doyðin á, at posturin
skal til landið sum skjótast.
Postur í tonsatali ávegis
Postur til Føroya hevur hópað seg upp í Danmark, og nú
kemur alt í einum. Postmenn og starvsfólk á Postverkinum fáa
úr at gera komandi dagarnar
Savnsmynd