leygardagur 7. juni 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 106 - 7. juni 2003
Nr. 106 - 7. juni 2003
31
1. meistarar til
Fiskiveiðieftirlitið
Tvey størv sum 1. meistarar við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum verða hervið
lýst leys til setan sum skjótast.
Størvini fevna m. a. um hesar uppgávir:
• Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra
• Skipa fyri og luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúmunum, og rúmum sum
beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður
er
• Skipa fyri viðlíkahaldi sambært viðlíkahaldsskipan
• Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl. III/2 as Chief Engineer) ella
vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 1.stigi (STCW-regl.III/2 as 2nd Engineer).
• Heilsuváttan fyri sjómenn
• Leiðsluroyndir
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa
Setanartreytir:
Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 28.lønarflokki sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.Tænastu-
staðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er 1. meistari.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum viðmælum,
skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 19. juni 2003 kl. 12.00.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Fiskiveiðieftirlitið
postsmoga 347
110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf.
35 30 30 og tosa við Elmar Højgaard,deildarstjóra.
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
Almannamálaráðið
Fíggjarfulltrúi til
Almannamálaráðið
Almannamálaráðnum tørvar ein fíggjarfulltrúa at byrja skjótast til ber.
Sum fíggjarfulltrúi hjá okkum sleppur tú
• at fáa til vega og viðgera hagtøl á øllum almannaøkinum, fyri at menna
leiðslukunningarskipanina í Almannamálaráðnum
• at ráðgeva stovnunum undir Almannamálaráðnum um fíggjarstýring teirra.
• at gera konsekvensútrokningar av lógum og øðrum fyriskipanum á
almannaøkinum sum heild
Førleikakrøv:
Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, so sum cand. polit., cand.
oecon. ella cand. scient. pol. Eisini hevur tú góðan kunnleika til teldur, og royndir,
hug og evni at arbeiða við útrokningum, hagtølum o.s.fr. Tú dugir væl at
samstarva, og hevur tú frammanundan kunnleika til almannaøkið, er tað ein
fyrimunur.
Starvið sum fíggjarfulltrúi í Almannamálaráðnum er áhugavert og mennandi
við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.Starvið er sjálvstøðugt,og tú fært góðar
møguleikar fyri framhaldandi eftirútbúgving.
Fyri framman standa nógvar stórar avbjóðingar viðvíkjandi fíggjarstýringini á
almannaøkinum. Til dømis skal nýggj forsorgarlóg tilevnast frá grundini, og
skipanin av eldraøkinum stendur fyri stórum broytingum, ið hava við sær
fíggjarligar avleiðingar fyri bæði land og kommunur.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi
yrkisfelag.
Viðmerkjast skal, at setanin fevnir um Almannamálaráðið og stovnar undir tí,
umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýri.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Almannamálaráðið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
FO 100 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 19. juni 2003.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun M. Hansen, deildarstjóra,
tlf. 30 40 50 ella t-post: amr@amr.fo.
Almannamálaráðið,ið gjørdist sjálvstøðugt aðalráð 1.januar 2003,umsitur almannamál og javnstøðumál.Tað starvast
í løtuni 12 fólk í ráðnum. Uppgávan hjá Almannamálaráðnum er í høvuðsheitinum: At ráðgeva landsstýrismanninum í
almanna- og javnstøðumálum, at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur, at leggja til rættis
fíggjarlógararbeiðið og hava játtanareftirlit við økinum, og at veita stovnum undir ráðnum ráð og vegleiðing.
Starvsfólk
til nýggja barnagarðin og
vøggustovuna í Hvalvík
Søkt verður eftir pedagogum og hjálparfólkum til
barnagarðin, vøggustovuna og frítíðarbólkin, at
byrja 15. august 2003 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðstíðirnar eru 30-40 tímar um vikuna.
Størvini at søkja eru:
2 pedagogar í barnagarðin, harav annað starvið er
fyri pedagog í hurðarhvíld í uml. eitt ár.
3 pedagogar og eitt hjálparfólk í vøggustovuna, ið
letur upp eftir summarfrítíðina.
1 pedagogur og eitt hjálparfólk at arbeiða við frítíð-
arbólkinum.
Barnagarðurin er nýggjur og skipaður við 2 barna-
garðsstovum, 2 vøggustovum og einari frítíðar-
stovu.
Barnagarðurin liggur í hugnaligum, barnavinarlig-
um umhvørvi heilt oman til ta vælkendu stóru
ánna, sum er ein natúrligur partur av okkara ger-
andisdegi.
Vit ynskja
At tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og
tryggan gerandisdag fyri børnunum.
At tú hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka
barninum og teim vaksnu.
At tú hevur hug til at skapa og seta dám á okkara
nýggja barnagarð.
At tú hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða
sjálvstøðugt.
Um ikki nóg nógv við pedagogiskari útbúgving
søkja, verða hjálparfólk sett í størvini fyribils.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgev-
arafelagið.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær
til Irenu Olsen, leiðara á tlf. 213717 ella 422717.
Umsóknir við møguligum avritum av prógvi
verða at senda til:
Barnagarðin
Hvalvíkar Kommuna
430 Hvalvík
Umsóknarfreistin er í seinasta lagi tann 21.06.2003.
LØGMANSSKRIVSTOVAN
Prime Minister’s Office
Umsitingarleiðari
Starvið sum deildarleiðari í umsitingini á Løg-
mansskrivstovuni er leyst at seta frá 1. august
2003.
Starvið
Umsitingarleiðarin
hevur
í
høvuðsheitum
ábyrgdina av:
• Fíggjar- og roknskaparmálum
• Starvsfólka- og lønarmálum
• Skjalaskráseting og øðrum umsitingarmálum
• KT-viðurskiftum
• Ognunum í Tinganesi
• Stovnstrygd
Harumframt skal deildarleiðarin taka sær av
búskaparligum spurningum og kunna standa fyri
búskaparligum verkætlanum sum til dømis at
samskipa einskiljing av fyritøkum landsins.
Umsitingarleiðarin hevur ábyrgdina av menning-
ini á deildini og skal tryggja, at uppgávurnar
verða loystar á høgum fakligum støði.
Faklig førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving frá hægri
lærustovni innan samfelagsvísindi, heruppií bú-
skaparfrøði, ella á øðrum samsvarandi útbúgv-
ingarstigi.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Umsøkjarar skulu vera væl fyri fakliga, hava vitan
um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari
fyrisiting, góð samstarvsevni, vera tænastu-
hugaðir, miðvísir og duga at arbeiða sjálvstøð-
ugt.Tað er fyrimunur,at umsøkjarar hava arbeiðs-
royndir innan tær uppgávur, sum liggja í
starvinum, og hava innlit í almennu fyrisitingina.
Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í før-
oyskum og enskum máli.
Løn- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann,
ið verður settur,skal tola tillagingar og broytingar
í starvinum. Setanarøkið fevnir um Løgmans-
skrivstovuna og hini stjórnarráðini.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, lívsrensli (c.v.) o.ø. skulu
vera Løgmansskrivstovuni, FO-100 Tórshavn, í
hendi í seinasta lagi mánadagin 23. juni 2003.
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Marj-
una Hanusardóttur, løgmansstjóra, á tlf. 35 10 10,
at fáa nærri at vita um starvið.
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Løgmansskrivstovan styðjar løgmanni í at stjórna
landsstýrinum og hevur ábyrgdina av at fyrireika og
fremja uppgávurnar, sum løgmaður hevur samsvar-
andi stýrisskipanini, nevniliga at samskipa og hava
eftirlit við landsstýrinum, harumframt fyrisiting og
uttanríkismál.
Starvslýsing
Søkt verður eftir pedagogum til Vøggustov-
una og pedagogum/hjálparfólkum til Barna-
garðin við Velbastaðvegin.
Søkt verður eftir 2 pedagogum
og 1 hjálparfólki til Barnagarðin.
Arbeiðstíðin er 30 - 40 tímar um vikuna eftir nærri
avtalu. Um ongin pedagogur søkir starvið, verða
hjálparfólk sett í størvini.
Søkt verður eftir 2 pedagogum
til Vøggustovuna.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna við møgul-
leika at arbeiða fulla tíð. Um ongin pedagogur
søkir starvið, verða hjálparfólk sett í størvini.
Øll størvini verða sett 1. august 2003, ella eftir
nærri avtalu.
Eisini søkja vit eftir 2 pedagogum til Vøggustov-
una at starvast fyri fólk í barnsburðarfarloyvi, at
byrja sum skjótast ella eftir nærri avtalu.
Vøggustovan og Barnagarðurin eru sjálvsognar-
stovnar, sum verða samanlagdir til ein stovn
01.januar 2004, samstundis sum stovnurin gerst
kommunalur.
Í hesum sambandi verða bygnaðarbroytingar
framdar so tað tá verður ein leiðari fyri stovnin og
tveir varaleiðarar.
Stovnurin verður umvaldur og bygt verður aftrat
verandi bygningi, so bygningurin gerst meiri
tíðarhóskandi. Vit hava felags garð og er hann
sera góður við náttúrðulendi og tilrættarløgdum
øki til okkara børn við nógvum ymsum avbjóð-
ingum.
Tilgongdin við at samanleggja stovnarnar er
byrjað og tí vera allir starvsfólkafundir, ráðlegg-
ingardagar og skeið hildin felags fyri báðar
stovnarnar.
Vit ynskja at finna fólk, ið bæði duga at arbeiða
sjálvstøðugt og samstarva. Fólk ið vilja vera við í
okkara broytingartilgongd - eisini við nýggjum
hugskotum.Fólk ið dáma at brúka náttúrðuna í tí
pedagogiska arbeiðinum.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála mill-
um Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya
Pedagogfelag.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum skulu vera stovninum í hendi innan 23.
juni 2003 kl.12.00.
Viðmerkið í umsóknini, hvat starv tit søkja.
Setanarsamrøður verða 25. og 26. juni 2003.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Monu R. Mohr; leiðara í Barnagarðinum tlf.
314373 og/ella Sólrun Jacobæus; settur leiðari í
Vøggustovuni tlf. 314379
Vøggustovan og Barnagarðurin
við Velbastaðvegin
Velbastaðvegur 39
FO-100 Tórshavn
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
31
30