leygardagur 6. november 1993síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 212 — 6. NOVEMBER 1993
Regin Dahl á sjeytifimmáradegnum:
Ég kom
øvutur
Í heimin
— Eg varð borin í heim við beinunum fyrst, tað eg
havi skrivað, er skrivað við vinstru hond og eg
havi alt mítt liv kent meg aftanfyri teir stóru
yrkjararnar, teir sum gingu undan, sigur Regin
Dahl, útisetin mikli, sum heldur 75 ára fødin-
gardag heima í Føroyum
Eftir Jústinus Eidesgaard
Myndir: Kalmar Lindenskov
Klokkan trý seinnapartin
hósdagin høvdu vit av-
talað at hitta Regin Dahl.
Utisetin, yrkjarin og
tónasmiðurin, sum sein-
astu seksti árini, næstan
uttan slit hevur búleikast
á Flatlondum, men sum
hevur nýtt fødilandi til
listarligan íblastur til
næstan alt hann hevur
tykist við. Meðan Regin
Dahl er i Foroyum heldur
hann til i0 húsunum hjá
Niels Winther Poulsen,
sála í Jóanes Patursonar-
gøtu 23.
Regin tekur sjálvur ímót ,
Hann er í reyðpuntutari ar-
beiðsskjúrtu, sum hongur
uttaná, glóðin í trivaliga
vindlinum blunkar út,
meðan vit heilsast. Regin
svarar ikki ul myndirnar
vit hava sæð seinastu árini
av honum í føroysku blød-
unum. Tær myndirnar eru
ov gamlar, tær eru tiknar av
einum yngri manni Og
maðurin samsvarar heldur
ikki heilt ul tær mangan
álvarsomu og viðhveort
tungu yrkingarnar. Hann er
lágvaksin, hann hevur livað
í wyfjørdings øld. Hann er
skemtingarsamur, hann er
lættur og hann er als ikki tað
eg hevði ímyndað mær fyrr
um dagin, tá eg fekk set-
ningin at gera eitt prát við
mannin. Eg eri ikki vón-
brotin.
Hugsi um Føroyar
hvønn dag í árinum
Regin Dahl var 15 ára
gamal, tá hann flutu til Dan-
markar, hann fór at ganga í
skúla. Hann er uppvaksin í
Havn, í Sandagerði, og tey
15 árini hann livdi i Føroy-
um er grundstødid undir øll-
um listarliga arbeiði hans-
ara.
- Tað er ikki dagur frå
Gudi at eg ikki hugsi um
Føroyar, summar dagar
meir enn aðrar og kanska
serliga nú Føroyar eru í
andgletti í donsku blødun-
um.
Viteru von í Danmark at
hoyra um neyð og vesæl-
dóm úr øðrum londum, hesi
lond liggja fjart frá okkum
Tíðindablaðið CH
og vit hugsa ikki um tey á
sama hátt. Men í dag er ør-
vísi. Viðurskifuni í Før-
oyum eru vorðin gott tilfar í
Danmørk og tað er mangan
hugstoytt at síggja hvussu
vit verða viðfarin, sigur
Regin Dahl, álvarsamur.
Tað er ongin ivi um, at
føroyingar hava livað yvir
evnir. Her er eitt øgiligt
arbeiði gjørt við at byggja
vegir og tunnlar. Føroyingar
hava bygt dýrari skip enn
aðrir og liva í stórum hús-
um. Men danir liva sanni-
liga eisini flot. Eg var og
vitjaði í Aalborg herfyri.
Húsini í býlinginum har eg
helt ul stóðu einki aftanfyri
tey føroysku, sigur Regin
Dahl.
Fyri okkum úusetar er
tað óheppið, at fjølmiðlarnir
hava givið dønum ta fatan,
at tað eru donsku skatta-
gjaldararnir, sum skulu
rinda fyri føroyingamnar.
Mær vitandi eru seinastu
stóru donsku veitingarnar
ul Føroyar skipaðar sum
statslán, sigur Regin Dahl.
— Men tad er ringt at yrkja
um Føroyar í hesum døgum,
allar gølurnar og tungsinni,
sum valdar millum manna,
køva skapannarhugin, sigur
Regin Dahl.
--Eg fór niður beint fyri jól
1933 og fór á skúla árið
eftir. Eg kom heim aftur
fyrstu ferð í 1938. Síðan
havi eg vitjað av og á, men
tað gekk longri ímillum
aftaná at móður doyði. Í
A
tons
PA
meeen or Í
1968 búði eg heima eitt
skifti, men samanlagt havi
eg næstan búð 60 ár í Dan-
mark. Um eg kundi hugsað
mær at flutt heim aftur, tað
veit eg ikki, kanska. Ég
búgvi í løtuni í Haderslev,
tað er ein líul býur sum
minnir um Havnina. Tú
kennir fólk, eitt nú starvs
fólkini í handlunum, tey eru
prátingarsom, har eru fram-
vegis smáhandlar og ikki er
neyðugt at fara í stór-
handlarnar. Eg kenni eisini
fólk á gøtuni, sigur Regin
Dahl.
Attanfyri teir stóru
— Teir menninir sum eru
mín stóra fyrimynd hava
verið ein partur av mínum
gerandisdegi, táeg var ung-
ur. Hans Andrias Djurhuus
hitti tú í býnum minst tvær
reisur um dagin, Janus sást
tú eisini. Háskúlamennirnir
vóru eisini ein partur av
gerandisdegnum, Símun av
Skarði var gubbi mín og
Rasmus kendi eg væl. Eg
havi altid kent meg aftan-
fyri teir stóru yrkjararnar i
Føroyum. Eg standi aftan-
fyri teir, men eg fjali meg
ikki, sigur Regin Dahl.
Tað tykist sum før-
oyingar hava verið nakað
seinir at taka tína líst til
sín. William Heinesen
skrivar i 50 ára fødingar-
dagsheilsanini til tín, at tú
ert undirmettur millum før-
oyingar. Tú hevur fingið
Ut ov lítlar sømdir. Kennir