Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 7. juni 2003 37 Gudstænastur Hvítusunnudag 8. juni Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk Kaldbak: kl. 12, Sonja Klein. Talvan gongur í kirkjunum í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi til frama fyri arbeiðið hjá føroysku bíbliustiftsnevndini (gera føroyskt bíbliutilfar) Tvøroyri: kl. 11, Hvalba: kl. 12.30, Fámjin: kl. 17, Jónsvein Bech. Á Tvøroyri, í Hvalba og í Fámjin gongur talvan fyri Bíbliufelagið Sumba: kl. 18 Ólavur Rasmussen Sjóvar kirkja: kl. 11, Niels J. Nielsen Skála: kl. 11, Jógvan Fríðriksson. Í Sjóvar prestagjaldi gongur talvan fyri føroyskum bíbliufelag Rituvík: kl. 11, Meinhard Bjartalíð. Talvan gongur fyri føroysku stiftsnevndina Eiði: kl. 10.40 skriftamál, kl. 11 messa.Talvan gongur fyri ungdómsarbeiði kirkjunnar Gjógv: kl. 17, Funningur: kl. 18.30, Eiði: kl. 20 Emil Olsen. Við Gjógv og í Funningi gongur talvan fyri føroysku stiftsnevndina Christianskirkjan: kl. 11, Niels Pauli Danielsen Kunoy: kl. 12, altarg., Hans Eiler Hammer Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen Argir: kl. 11, Bergur D. Joensen Kirkjubøur: kl. 12.15. Heri Joensen. Talvan gongur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi fyri Bíbliufelagsarbeiði í Føroyum Saksun: kl. 11, Hvalvík: kl. 12, Marjun Bæk. Í øllum kirkjum í Norðstreoymoyar prestagjaldi gongur talvan fyri arbeiðið hjá føroysku stiftsnevndini í bíbliufelagið Gøta: kl. 11, útvarpsgudst. Æðuvík: kl. 17, Martin R. Jacobsen Fuglafjørður: kl. 11, Uni Næs. Í Fuglafjarðar prestagjaldi gongur talvan fyri Bíbliufelagið. Í Leirvíkar kirkju gongur talvan fyri kirkjuna Svínoy: kl. 12, Elsa Funding. Hvítusunnudag gongur talvan í Norðoya Eystara prestagjaldi til frama fyri arbeiðið hjá føroysku stiftsnevndini undir danska bíbliufelagnum Sørvágur: kl. 11, Inga Poulsen Dam. Talvan gongur í øllum kirkjum í Vága prestagjaldi til frama fyri føroyska bíbliufelagið Skopun: kl. 12, Petur Martin Rasmussen Skálavík: kl. 12, Jákup Reinert Hansen Skopun: kl. 18, Jákup Reinert Hansen. Talvan gongur í Sandoyar prestagjaldi fyri Bíbliufelagið (føroyska stiftsnevndin). 2. hvítusunnudag 9. juni Havnar kirkja: kl. 11, Sonja Klein Nólsoy: kl. 12, Erland Beder Hestur: kl. 12, Heri Jeonsen Øravík: kl. 12, Sandvík: kl. 18, Jónsvein Bech. Í Øravík og Sandvík gongur talvan fyri Bíbliufelagið. Vágur: kl. 11 Ólavur Rasmussen Sjóvar kirkja: kl. 11, (Martha og Tummas Pauli Mýri syngur) Jógvan Fríðriksson Glyvrar: kl. 11, Meinhard Bjartalíð. Talvan gongur fyri føroysku stiftsnevndina Norðskála: kl. 10.40 skriftamál, kl. 11 messa, Emil Olsen. Talvan gongur fyri sunnudagsskúla kirkjunnar Christianskirkjan: kl. 11, altarg., barnagudstænasta kl. 15 Hans Eiler Hammer Árnafjørður: kl. 11, altarg., Niels Pauli Danielsen Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen Hósvík: kl. 11, Marjun Bæk Nes: kl. 11, Martin R. Jacobsen Leirvík: kl. 11, Uni Næs Svínoy: kl. 12, altarg., Elsa Funding Skopun: kl. 12, altarg., Bjarni Bæk og Jákup Reinert Hansen Hvítusunnustevnan 2003 í Ítróttarhøllini á Hálsi í døgunum 6. til 9. juni. Fríggjakvøldið kl. 20.30 Stórt syngið við kvøld. Leygarkvøldið kl. 19 Evangel. møti, kl. 22 Youth Arise – ungdómstiltak við ymsari luttøku. Hvítusunnudag kl. 11 Møti, kl. 18 Evangel. møti. Hvítu- sunnukvøld kl. 22 Lovsangs- konsert við føroyskum solistum og útlendskum tónleikarum – saman við United Voices. 2. Hvítusunnudag kl. 11 Møti og kl. 17 Evangel. møti. Á møtunum verða nógvir ymsir talarar. Barnatiltøk: Spennandi barnatiltøk verða leygar- kvøldið, 1. og 2. hvítu- sunnukvøld í Rhema. Byrja verður saman í stóru høll. Bøn verður 1 tíma áðrenn kvøldmøtini byrja. Sí annars lýsingar í bløðunum. Øll eru vælkomin. Samkoman Rhema Staravegur 5 Á Hvítusunnu verða møtir í Ítróttarhøllini á Nabb. Øll eru vælkomin. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Mor- gunmøti. Ímeðan er barna- ansing. Kl. 11.30 Samvera við drekkamunni. Kl. 12 er Sunnudagsskúli og møti. Richard Schwartson talar. www.hebron.fo Meinigheitin í Hoyvík upp á Brekku 3 Sunnudagin onki møti og ongin sunnudagsskúli. Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Hósdag kl. 20 verður Taizé- kvøld (bønarstund við sálma- sangi úr Taizé) í bønarrúmin- um hjá Franciskanasystrun- um, Varðagøta 16. Øll eru vælkomin. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Martin de Leur í Mariukirkj- uni. Eingin sunnudagsskúli í morgin. Frelsunarherurin, Tórshavn Leygardagin kl. 11 Útimøti við Handilskjarnan. 1. Hvítusunnudag møti kl. 11 og 18. Marianne Spor úr Noregi talar. 2. Hvítusunnudag kl. 11 Møti, Palle Petersen talar, kl. 18 Møti, Marianne Spor talar. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Vegna Hvítusunnustevnu í høllini á Hálsi, verða eingi møti í Filadelfia. www.filadelfia.fo 4 Grein skótar Vit hittast týsdagin 10. juni kl. 19.30. Meinigheitshúsið Leygarkvøldið kl. 19.30-22 Juniorhugni. Hvítusunnudag kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við Hera Tróndheim 2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti v/ Birgir Johannesen. Ebenezer Hvítusunnudag kl. 10 Breyð- bróting, kl. 12 Sunnudags- skúli, kl. 18 Evangel. møti. 2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti. Mikukvøldið kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. www.ebenezer.fo Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, kl. 18 Evangel. møti, øll eru vælkomin. Summarkonsertir í Havnar kirkju Fýra verða konsertirnar í Havnar kirkju í juni mána. Tvær verða hildnar kl. 21 á kvøldi, nú ið kvøldini eru so ljós, og matine-irnar verða altíð hildnar leygardagar kl. 11.30. Fríggjakvøldið kl. 21 verður forvitnisligt sangkvøld, við tað at tjørnuvíkingar koma til Havnar at syngja Kingo. Saron, Vestmanna Vegna hvítusunnustevnuna hjá Karisma í Ítróttarhøllini á Hálsi verður onki møti sunnudagin og mánadagin. Telefonandaktin 424741. Vestmanna missiónshús 1. Hvítusunnudag kl. 19.00 verður møti við familjuni Nielsen. Missiónshúsið Libanon í Sørvági Leygardagin kl. 13 Útimøti við dansi og dramabólki, kl. 19 Møti, Lovinda syngur. Konsert kl. 23 við luttøku av MMM, Broquet og Ungdóms- bólkinum. Talari á stevnuni verður Peter Tkaczyk. Tjørnuvík Heimamissiónin hevur útimøti í Tjørnuvík leygarkvøldið kl. 20.00. Lívsins Orð Vegna hvítusunnustevnuna hjá Karisma í Ítróttarhøllini á Hálsi, verður onki møti hjá Lívsins Orð sunnudagin og mánadagin. Ungdóms- og Missiónshúið á Glyvrum Um høgtíðina verður skipað fyri fylgjandi møtum: Fríggjakvøldið kl. 21 Ung- dómsmøti v/Kajberg David- sen, ung syngja. Leygardagin kl. 10 Bíbiltími v/ Marnu Petersen, evnið, Heilagi andi, kl. 19 Møti v/ Juttu og Sally Lognberg, sangur: Glyvra streingjakór, innsavnan til húsið. 1. Hvítusnnudag kl. 15 Familjumøti v/ Sonju Tausen, kl. 19 Møti v/ Jógvan Højgaard, sangur: Magni Christiansen. 2. Hvítusunnudag kl. 19 Møti v/ Margar Toftegaard, ung syngja. Til øll møtini verður lovsongsbólkur. Bønar- og lovsongsløta verður 1 tíma undan hvørjum møti. Tú ert hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 19 Møti við Frans Jensen, aðalskrivara. Streingjakórið og ungdómskór syngur. Ársgávan til Heima- missiónina verður innsamlað. Aftaná verður drekka. Barnaansing undir møtinum. Keldan, Skálafirði Vegna Hvítusunnustevnuna í Ítróttarhøllini á Hálsi, verða eingi møti í Kelduni. Tofta missiónshús Síðsta ungdómsmøti áðrenn summarsteðgin verður í kvøld kl. 20. Vælkomin. Missiónshúsið, Leirvík Hvítusunnu møtir verða í døgunum 7.-9. juni. Leygarkvøldið kl. 20 talar Niels Jacob Nielsen, trúboðari og Leirvíkskórið syngur. Hvítusunnudag kl. 19 talar Regin Høgnesen, trúboðari og Kórið Effata, Strendur syngur. 2. Hvítusunnudag kl. 19 talar Niels Jacob Nielsen, trúboðari og Glyvra Streingjakór syngur. Thabor, Fuglafjørður Ungdómsmøti verður leygar- kvøldið kl. 21. Hvítusunnudag og 2. Hvítu- sunnudag verður møti kl. 18. TILTØK 37 36 Nr. 106 - 7. juni 2003 Virkan heilaga andans Men tá ið teir hoyrdu hetta, fingu teir sum ein sting í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: »Hvat eiga vit at gera, góðu menn og brøður?« Men Pætur segði við teir: »Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans. Tí at tykkum er fyrijáttanin ætlað og bnørnum tykkara og øllum teimum, sum eru langt burtur, so mongum sum Harrin Guð vár vil kalla til sín«. Og við mongum øðrum orðum vitnaði hann, og hann áminti tey og segði: »Latið tykkum frelsast frá hesi rongu slekt!« Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust okkurt um trý túsund sálir til. Ápostlasøgan 2, 37- 41. Tá ið skriva ella tala vrður um heilaga andans virkning millum menniskju, fáa vit ongastaðni betur svar enn júst í Ápostlasøguni, har er kjarnin í heilaga andans gerningi her á jørð; serliga er talan um tey frust kristnu, hvussu íðin tey vóru í teirra kristinlívi; tað var tildømis sera umráðandi hjá teimum, at koma saman í einum heilagum samfelag, har tey fingu mátt til at liva kristinlígið í gerandisdegnum, tað stendur tildømis í Ápostlasøguni 2, 42. Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar. Hetta var alneyðugt hjá teimum fyrstu kristnu, og er tað ikki minni neyðugt hjá okkum trúgvandi í dag; djevulin er virksamur enn í dag eins og hann var tá, hann roynir alt tað ið hann kann, at tøla okkara kristinlív, soleiðis at vit gevast á hondum; hann dugir so sera væl at fáa okkum at verða liggjandi í fallinum, tá ið vit eru fallinf yri eini ella aðrari synd, hetta er hann meistari í; og somulieðis er hann meistari í at fáa okkum til at synda upp á náðina, og billar okkum inn, at vit fáa fyrigeving álíkavæl, tí at Gud er ein kærleiksfullur Gud; men her eiga vit at verða ansin, tað er sera álvarsamt at synda upp á náðina, víst er Gud náðigur, men sum vit liva lívið her á fold, soleiðis verður lagna okkara í ævinleikanum; hava vit tikið ímóti Jesusi sum frelsara okkara her í lívinum, so eiga vit eitt ævigt lív har heima í teim ævigu bústøðunum; hava vit vraka hesa dýrabaru frelsu her í lívinum mega vit glatast í allar ævir, náðin varir bert her í lívinum, eftir deyðan gevst eingin møguleiki. Villist ikki! Guð letur seg ikki spotta; tí at tað, sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta. Gal. 6,7. Latum okkum taka orð Guds so álvarsamt sum tað er skrivað; tað er jú okkum til vegleiðing ígjøgnum lívið her á fold, øll menniskju hava fingið ein møguleika her í lívinum, eisini tey sum fullu fyri eini ella aðrari synd, ver tí ikki liggjandi í fallinum, kom aftur til Jesus, ber alt fram fyri hann, ásannað alt fyri honum og bið hann um fyrigeving fyri tað tú hevur gjørt; væl veit eg at tað er eyðmýkjandi at ganga hesa leiðina, men tað er vælsigna at kunna byrja av nýggjum, ja, at fáa at uppliva syndafyrigeving, fáa at uppliva tað sama sum hin burturfarni sonurin, ein opnan faðirfavn, eingin ábreiðsla av nøkrum slagi, bert hesin kær- leiksfulli faðirfavnurin. Hetta er Guds undurfulli kærleiki til tín og míne nn íd ag, so leingi vit hava náðina; Gud kallar og dregur menniskju, tí hann vil ikki at nakar skal glatast, men at øll skulu liva, samanber við Ez. 18, 32. Ger tí álvara av hesari sera, sera álvarsomu støðu í lívi tínum her á fold; annaðhvørt frelstur ella glataður, tað verður lagna okkara í ævinleikanum, slepp tær undan glatanini, við at velja Jesus sum frelsara tín her og nú, tí tú veitst ikki hvussu leingi tú fært loyvi til at liva hetta foldarlív, vit eiga bert hesa løtuna vit eru í júst nú, morgindagurin er okkum ókendur. Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara. Róm. 6, 23. Gleðiliga Hvítusunnu øll somu í Jesu navni. Síðani vil eg enda við einum hvítusunnusálmi sum eg havi yrkt til Hvítusunnuna 2003. Hvítusunnusálmur Sum vársól rísur yvir fold. Bf. 206. Dk. 382 1. Á hvítusunnu, halga ond, var send oss av Guds náðihond; til orðið Guds at týða, tað náðar evangelium, so menniskju her venda um, Guds vilja her at lýða. 2. Guds halgi andi er oss hjá, hann vísir okkum Jesus á, sum doyði og vann sigur; tá páskamorgun her upprann, og størsta stríð í heimi brann, hann er oss besti friður. 3. Í Himli Jesus Kristus er, og samtíðis so er hann her, við andans mátt og veldi; her frelsa vil hann hvørja sál, og leiða Guds børn fram á mál, tí Sátans mátt hann feldi. Kjartan Stakksund 4. Alvaldi Gud, tær verði prís, sum opnað hevur Paradís, tá sonin tú oss sendi; tú frelsa vil hvørt mannabarn, og slíta her hvørt Sátans garn, til gleði sorg tú vendi. 5. Tí eru vit øll hjartans glað, tá myrkur var til ljósan dag, við Jesu Kristi náði; her birtir lív í deyðans stund, um her vit løgdu lív og lund; lov, prís og tøkk tú fái. Klokkan 20 leygarkvøldið fær Mentanarhúsið í Fugla- firði vitjan av íslendska kórinum Søngfélagið Sunnan Heiða saman við vælútbúnum og royndum solistum. Saman við solistinum Ólafi Kjartani Sigurðarson, bariton,útbúgvin á The Royal Academy of Music í London og The Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow, hevur 35 manna blandaða kórið Søngfélagið Sunnan Heiða konsert í Mentanar- húsinum í Fuglafirði leyg- arkvøldið kl. 20. Í kórinum eru royndir kórsangarar, sum koma at framføra norðurlendskar sangir. Eisini hava tey eitt stykki »Stemmur«, sum Gunnarsteinn Ólafsson hevur gjørt serstakliga fyri hetta kórið. Umframt verður solo- songur av baritoninum Ólafi saman við kórinum, har tey í felag framføra eitt nú Toreador Sangin úr Carmen og Ol´man river. Kórleiðari er Kári Gests- son útbúgvin á Tónlista- skóla Akureyrar og The Royal College of Music í London. Tað verður Helga Bryn- dís Magnusdóttir, sum kemur at hava fylgisspælið. Hon er útbúgvin á Tónlista- skóla Reykjavíkur og hevur eisini sína útbúgving frá Wien og Helsinki. Helga Bryndís hevur eis- ini verið klaversolistur í bæði íslendska lands-sym- foni-orkestrinum og Norð- uríslands symfoniorkestri. Afturat øllum hesum koma limir frá Kvæða- mannafélagnum Iðunn at kvøða rímur. Hetta felagið varð stovnsett í 1929. Vitjanin av kórinum Søngfélagnum Sunnan Heiða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið kl. 20 verður eysturoying- um og øðrum ein forkunn- ug vitjan, sum sær út til at liggja høgt tónlistaliga. 2. Hvítusunnumorgun kl. 9.30 fer Ælabogin við Nor- rønu til Noregs til orkestur- treff í Tróndheimi. Ælabogin er eitt orkestur við menningartarnaðum, sum hava spælt saman tey síðstu 4 árini. Leiðarar eru Annika Højgaard og Bran- dur Øssurson, og á ferðini til Noregs er Eirikur Skála eisini við. Hetta orkestrið byrjaði, tá eitt hornorkestur við menningar-tarnaðum úr Lillehammer í Noregi var her á vitjan á vári í 1998. Síðan tá hevur verið spælt í Skansastovu hvønn hósdag seinnapart, og hev- ur uppmøtingin til venjing- arnar verið sera góð. Orkestrið hevur eisini ment seg, soleiðis at í dag eru 16 spælarar. Orkestrið hevur eisini havt fleiri framførslur t.d. undan jólum hevur verið spælt á verkstaðnum Vón og til veitsluna hjá ÍSB, og so eisini til ymisk høvi hjá Javna. Eisini spældi orkestrið til 10-ára haldið hjá MBF, og í fjør var Æla- bogin við á hornorkestur- stevnuni í Norðurlandahús- inum, sum GHM skipaði fyri. Treffið, ið orkestrið skal til, er 2. hvørt ár í Noregi. Í Noregi eru 6 »Special- orkestur«, sum hittast, og hava tey í ár boðið Ælabog- anum at vera við. Í ár verð- ur treffið í Tróndheimi leygardagin 14. juni, og vera har uml. 300 tónleik- arar. Byrjað verður við skrúðgongu gjøgnum býin, og síðan verður spælt á ymsum støðum í býnum. Um kvøldið verður so stór veitsla. Ferðalagið, sum fer við Norrønu mánamorgunin, telur 24 fólk, herav eru 13 tónleikarar. Bussur verður við úr Føroyum, ið skal koyra tey til Tróndheims. Gist verður í Lerdal fyrstu náttina og so í Dombås til fríggjadagin, tá farið verður til Tróndheims. Har skulu vit búgva á Scandic Hotel Recistence, sum liggur mitt í býnum. Í Tróndheimi vera ymisk áhugaverd støð vitj- að. Men mest gleða tey seg til, at vera saman við hinum orkestrunum, ið koma til Tróndheims. Fyri at kunna fara hesa ferðina, hava vit fingið stuðul ymsa staðni. Stuðl- arnir eru Jólamerkjagrunn- urin, felagið Javni, Lions Club Tórshavn, Føroya Lívstrygging, Smyril Line, Føroya Sparikassi, Norð- oya Sparikassi, og komm- unurnar í Tórshavn, Svínoy, Viðareiði, Klaksvík, Fugla- firði og Vestmanna. Eisini hava tónleikararnir goldið ein part. Orkestrið er sera takksamt fyri henda stuðul- in, tí uttan hann hevði henda ferðin ikki verið møgulig. Tónleikararnir í Ælabog- anum gleða seg sera nógv til túrin, og eisini til at ferðast saman við øðrum góðum tónleikarum á harmonikutúrinum hjá Norrønu til Bergens. Her verður helst eisini møgu- leiki at sleppa at spæla umborð. Ælabogin til orkesturtreff í Noregi Forkunnug kórvitjan leygarkvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði C M Y K 36