Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 106 - 7. juni 2003 HEILSANIR Eftirlýsing! Einaferð fyri nógvum hárum síðan var tað ein ungur maður. Nú er hann eitt sindur eldri, og er blivin burtur. Vit sakna ein, sum fyllir 50 í morgin. Hjartaliga tillukku ynskja Tey gomlu Úti á Bø Seinni gjørdist hann ein flottur fýrur. (Er eitt sindur flottur enn.) Nú rundar hann ta hálvu øldina, og vit ynskja tillukku við tí Heilsan av Nesavegi 16 Rættiliga bragdligur, hóast tað gongur illa at slappa av. Ber seg væl, hóast aldurin. Hjartaliga tillukku Ynskja tey á Merkrunum 23 Kanska eru sporini farin at tyngja kortini, so hvørt sum hárini fækka og grána. Men vit vænta at síggja teg aftur her í heyst Teir fýrbeintu Tað sær heilt syndarligt og uppgevandi út, tá fartele- fonin ikki røkkur Halloooooooooooo??????? Soleiðis. Eingin er ov gamal til at verða vandur eitt sindur afturat Hjartaliga tillukku Ynskja ungu menninir Halló hann sjálvur. Hóast aldurin fer at síggjast, mátti tað ikki verið so ringt, at tú ikki veitst, hvønn veg motorurin skal venda? Ella hvussu var tað? Ups. Vit vistu, at tað var okkurt sum manglaði. Sjálvandi var tað hin helvtin. Í heyst verða tey hundrað ár tilsam- ans. Hjartaliga til- lukku frá øllum klaninum Øllum tykkum, sum við gávum, blómum, fjarritum, telefonsamrøðum og tykkum, sum stukku inn á gólvið á gullbrúdleypsdegi okkara 14.4.2003 takka vit hjartaliga. Vilhelmina og Hans Johansen, Argir Góða Jóhanna Hjartaliga tillukku við 12 ára føðingardegnum 7. juni og alt tað besta í framtíðini. Ynskja mostrarnar Góða Jóhanna Hjartaliga tillukku við 12 ára føðingardegnum 7. juni og alt tað besta í framtíðini. Ynskja omma, abbi og langabbi Góða tú Tillukku við koyrikortin um, kanska er tað hetta modellið tú fer at koyra í??? Kanska sleppi eg ein túr. Heilsan MMMMMM Krøller eller ej Hvør segði at hendan fylti 40 í mai. Tað kann ikki passa ha? Men Sigrun – hjartaliga tillukku við degnum. Heilsan hinar tú veit Góði Sjúrður Tillukku við prógvinum, alt tað besta. Mamma og babba Góði Sjúrður Tillukku við prógvinum, nú verður grønt. Muss og klemm. Gyða og Tórður Góði Niklas Hjartaliga tillukku á 7 ára føðingardegnum tann 6. juni. Heilsan mamma, babba, Lív, Óli og Hjørdis Góði fitti Jeggi gubbi Tillukku tillukku – nú er tú eitt sindur gamal – 40 ár. Muss muss Hjalte, Trygve og Rógvi Góði beiggi Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum. Takk fyri tú er so góður við meg. Systir tín Lea Her er vátt at vassa! Hjartaliga tillukku við 55 ára degnum 2. Hvítu- sunnudag. Alt tað besta í framtíðini. Ynskir maður tín Góði Símun Petur Vit í Miðvági ynskja tær hjartaliga tillukku við 10 ára degnum tann 7. juni og alt tað besta í framtíðini. Heilsan omma, abbi og Poul Kjartan C M Y K 38 Nr. 106 - 7. juni 2003 39 KFUM og K í Norðoyggjum Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við Leivur í Buð, kl. 21 Ung- dómsmøti. Getsemane, Klaksvík Mikukvøldið kl. 20 Bønar- møti. Fríggjakvøldið kl. 20 Spæli- café fyri ung. Sunnudagsskúlin og sunnu- dagsmøti eru ikki vegna hvítusunnustevnu. Tú ert hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Hvítusunnustevnan byrjar hvítusunnuaftan kl. 20 við møti. Hvítusunnudag kl. 18 Møti og 2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti. Talarar norðanfjørðs og ymiskar sangkreftir luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sion, Vágur Sunnudag kl. 11 Morgunmøti, kl. 18 Møti. Øll eru væl- komin. Mánadag kl. 21 Bønarmøti. Frá kl. 21 til 23 verður bønar- tænasta á tlf. 373777. Tú ert vælkomin at ringja um tær tørvar forbøn. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 Breyðbrót- ing, kl. 13.30 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangel. fundur, kl. 21 Útifundur (um viðrar). Mánadagin kl. 20 Bønar- fundur. Ónsdagin kl. 20 Uppbygging- arfundur. Frelsunarherurin í Vági Leygarkvøldið kl. 20 Bøn- og lovsongsmøti. Hvítusunnudag kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Evangel. møti. Eingrím Holm talar. 2. Hvítusunnudag kl. 18 Møti við Elisabet Joensen. Felagið Tórshavn 2. hvítusunnudag 9. juni 2003 verður útferð til Gásadals. Havi góð og heit gonguklæðir og matpakka við. Farið verður av Kunningarstovuni kl. 10. Tilmelding. Eysturoyar Gongufelag Annan Hvítusunnudag 9. juni verður gingið frá Gøtueiði omanfyri Syðrugøtu og norð- ur eftir Fjalli, upp á Kamb og oman av á Breiðaskarði til Fuglafjarðar. Túruin er miðal. Vit møtast á Gøtueiði kl. 14. Tilhaldið í Sandoynni Tilhaldið er opið mánadag og mikudag frá kl. 14–17.00. Drekkamuður er at fáa báðar dagarnar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Heildagstúrur til Elduvíkar. 18. juni er ætlanin at fara ein dagstúr norðureftir. Vit leiga buss við okkum, og fara úr Skopun kl. 10.30. Síðani koyra vit norður til Elduvíkar, har vit eta døgurða í Lonini uml. kl. 1.203. Á veg suður aftur vitja vit útgrevsturin í Kvívík og onnur støð. Kostnaður fyri túrin íroknað ferðing og mat er kr. 250. Neyðugt er at melda seg til túrin í seinasta lagi 15. juni antin í Tilhald- inum ella á tlf. 361990. Tilhaldið fer í summarfrí 1. juli til 1. september. Dagtilhaldið í Vági er opið hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15.00-18.00. Øll kunnu vera við. Dagtilhaldið Fløvin kemur saman mánadag- fríggjadag kl. 15.00-18.00 í húsunum hjá Kongshavnar Kvinnufelag. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 2. mai: kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.30-18 Veving á loftinum. Seyma fýrkantar saman til teppir kl. 14-18 Kortspæl, landastrok, telving, dart og onnur spøl. Tilmelding til túrin mikudagin oman á Skálatrøð tlf. 316491 Týsdagin 3. juni: kl. 10-12 Vit baka kl. 10-11.30 Sangur, Flemm- ing og Benny Samuelsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. kl. 15 Prát Mikudagin 4. juni: kl. 10-17 Opið hús kl. 14.30 »Vitja fabrikkina hjá Østrøm« í dag handil hjá Valdemar Lutzen á Skála- trøð. Tilmelding. Hósdagin 5. juni: Grundlógardagur – stongt. Fríggjadagin 6. juni: kl. 10 Vitja framsýningina Kelduvaði í Müllers Pakkhúsi. Hittast í Müllers pakkhúsi. Tilm. tlf. 316491 kl. 14-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg væl- komin. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórshavn tlf. 319630/61 655400. BRÚDLEYP Leygardagin 28. juni kl. 15.30 giftast í Bangsbo Strand kirkju í Frederikshavn Carina Johansen, Trongisvágur og Per Mortensen av Skælingi. Adr.: Klakværksvej 27, 9900 Frederikshavn. Leygardagin 5. juli giftast Anna Maria Ljósstein og Heðin á Lakjuni, bæði úr Klaksvík. Døgurði verður fyri innbodnum. Vælkomst verður á Hotel Norð á Viðareiði kl. 17.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið, kunnu ringja á tlf. 262368, 225701 ella 456021 innan 27. juni. Leygardagin 5. juli kl. 16.00 giftast í Sands kirkju Anita Sigurdsdóttir Simonsen og Herálv Jensen av Sandi. Veitslan verður í Virkinum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 13. juni á tlf. 361920, 361484 ella 361111. Leygardagin 5. juli kl. 16.00 giftast í Hósvíkar kirkju Súsanna Kelduberg, Nólsoy og Hans Andrias Joensen, Hósvík. Vælkomst verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19.00. Tey ið vilja gleða okkum við at koma í brúdleyp, biðjast vinarliga siga frá á tlf. 318541, 315638 ella 422102 innan 14. juni. Leygardagin 5. juli kl. 15.00 giftast í Sjóvar kirkju Annelisa Berthelsen, Strendur og Jens Kristian Rasmussen, Sandavágur. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við atkoma, verða biðin um at siga frá á tlf. 447166, 333569 ella 332360 í seinasta lagi 15. juni. Leygardagin 19. juli kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni Jana K. Heinesen, Strendur og Rói H. Rasmussen, Argir. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 447470 ella 314699 í seinasta lagi 1. juli. Leygardagin 19. juli kl. 16.00 giftast í Vágs kirkju Jutta Augustinussen, Vágur og Sigmund Olsen, Hvalba. Veitslan verður í Roynhøllini í Hvalba kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í veitsluna, biðjast vinarliga siga frá á tlf. 373073 ella 375222 ella 0045 76253517 í seinasta lagi tann 1. juli. Leygardagin 19. juli kl. 16.00 giftast í Klaksvík Vígdis Kristiansdóttir og Jógvan Skorheim, bæði úr Klaksvík. Veitslan verður á Hotel Norð á Viðareiði. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, biðjast vinarligast siga frá á tlf. 455931, 224921, 455553 ella 221849 í seinsta lagi 12. juli. SILVURBRÚDLEYP Sunnudagin 15. juni hava hjúnini Bina Klakstein og Heri Ellingsgaard, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 14. juni, millum kl. 11-16.00, við ábiti og morgunmati (brunch) í Skálanum í Klaksvík. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánadagin 16. juni kunnu hjúnini Harriet og Sámal á Toftini, Toftir, halda silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 21. juni kl. 19.00 í Bygdarhúsinum í Leirvík. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í veitsluna, verða biðin um at siga frá á tlf. 448349 ella 267001 í seinasta lagi 7. juni. 8. juli hava hjúnini Jóna og Eyðun (Sammi) Augustinussen á Argjum verið gift í 25 ár. Silvurbrúdleypið verður hildið 12. juli kl. 19.00 í HB-húsinum. Tey, ið vilja halda dagin saman við okkum, verða biðin um at siga frá á tlf. 316587, 266887 ella 229365 í seinasta lagi 28. juni. TILTØK PRÓGV Jóngerð Mine Olsen fekk prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur á Hovedstadens sygehus fællesskab í Keypmannahavn. Sólfinn Hansen, Klaksvík, hevur á Fróðskaparsetri Føroya lokið Cand.mag.-prógv við cand.phil. í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum og grundútbúgving (exam.art.) í søguvísindum. Á Seminariet for håndværk og design í Nørresundby hevur Katrin Andreasen lokið útbúgving sum faklærari í gulli og silvuri. Niklas Samuelsen, Kollafirði hevur tikið prógv sum Cand.merc.aud. á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Niklas er í starvi á grannskoðaravirki í Keypmannahavn, har hann hevur arbeitt tey síðstu árini. »Menniskju vilja eiga tað æviga lívið, men vit vita ikki, hvussu vit skulu fáa tíðina at ganga«, hevur onkur sagt. Hesi orð taka um pulsin hjá nútíðarmenniskju. Tess meiri tíð vit fáa, tess meira verður tala um, at vit mega hava eitthvørt »at sláa tíðina í hel við«. Og so verður tíðin fylt við skundmiklum virksemi. Og pulsurin er høgur. Allatíðina og allastaðni ræður um at koyra í hægsta gir. »Gudarnir« eru stignir niður og hava fingið motor og hjól og mikrochips o.a. Frameftir, altíð skjótari. Ferðin má alsamt økjast, so úrtøkan kann vaksa, kappingin haldast og nýggj met setast. Bara ein vegur er til, nevniliga frameftir. Framum alt mega vit fylgja við tíðini. Meðan alt gongur við mestu ferð, missa vit evnini at njóta tíðina, so tykist tað. Tíðin verður ein nýtsluvøra móti alsamt ríkari hæddum, og ikki ein streymur, sum vit hava okkara lív í og sum er fylt við gávuríkum løtum, ið ongantíð koma aftur. Tess meiri vit fylla okkara innara menniskja við skundmiklum virksemi, tess meiri gongur sálin tómgongd. Tí vit mettast ikki av okkara jarðiska lívi eina. Og »hvat gagnar tað manni at vinna allan heim, men má bøta afturfyri við sál síni?« (Mat. 16,26) Vit kenna veruleikan í Jesu orðum. Og vit vita, at hann er sannur. Vilja vit bara fylgja við tíðini og samstundis stýra uttanum teimum stillu løtunum inni undir Guds orði og bøn, tá verða vit av álvara fátæk. Tá steingja vit okkum úti frá teirri máttmiklu tigandi taluni: at tiga meðan Guds Heilagi andi talar. Tann stilla løtan, har Gud leggur ævinleikan inn í sinni, gevur okkum tað jarðiska lívið, sum gávu. »Bíða í kvirri, sál, mín Gudi, vón mín kemur frá honum. Eina hann er mín klettur, mín fasta borg, eg ikki skal vikast. Hjá Gudi er hjálp mín og æra mín, mín fasti klettur, mín vernd er Guds. Lítið á hann, fólk, á hvørji tíð, oysi tykkara hjørtu fyri honum, okkum Gud er vernd…Bíða í kvirru, sál mín, Gudi, frelsa mín kemur frá honum«. Sálm. 62, 5-9. Inga Poulsen Dam EITT LJÓS Á GØTU MÍNI 39 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Leygardagin 07.06.kl. 2300 Mánadagin 09.06.kl. 2145 Leygardagin 07.06.kl. 2330 Mánadagin 09.06.kl. 2215 Leygardagin 07.06.kl. 2045 Mánadagin 09.06.kl. 1930 Leygardagin 07.06.kl. 2015 Mánadagin 09.06.kl. 1900 Frumsýning Fríggjadagin 13.06. KOMANDI FILMUR